Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998 Samskipið suðuroyarsigling- ina og skotlandssiglingina Síggi nú í internnetblødun- um, at Skipafelagið Feroy- ar hevur í umbúna at niður- leggja Skotlandssiglingini Utflutningur, innflutn- ingur, mentan og sam- skifti Feroyingar hava altíð ynskt gott samband til Skotlands Høvudsorsøkin er, at stór- ur partur av føroyska út- flutninginum fer til Skot- lands og til Bretlands Fyri útflutning av fiski hevur tað eisini stóran týdn- ing, at Skotland er okkara næsti granni, sum sam- stundis eisini hevur vega- samband tul Europeiska meginlandið, soleiðis at tå feskur fiskur er komin í land í Skotlandi, er bert eftir at koyra, so kemur fiskurin skjótt fram til keyparan nærum allastaðni í Europa. Tað eru stórir møguleikar fyri føroyska innflutningin vid betri sambandi vid Skot- land Vinnuliga og politiskt verður hesin parturin av ordaskiftinum illa tikin vid Tað verður sagt, at hava minni týdning. Tað hevur minni týdning - jú; men tað er als ikki tydningarleyst Tað eru møguleikar at fáa eins góðar verur í Skotlandi sum í Danmark. Tá verur- nar samstundis vanliga eru bíligari, hevur hetta stóran tydning fyri føroyska sam- felagið, á tann hátt fær før- oyska samfelagið og før- oyski bråkarin meira nyttu burtur úr tí peningi, sum nú einaferð eru at húsast fyri. Skúlaflokkar í fólkaskúl- anum, HF-flokkar, handils- skúlanæmingar og hægri út- búgvingar hevði brúkt møg- uleikan fyri útbúgvingarlig- um samstarvi við Skotland Lærarar og aðrir fakbólk- ar hava tikið eftirútbúgv- ingar í Skotlandi Ahugabólkar fyri at varð- veita føroyska båtin hava funnið samhugaðar í Skot- landi Ung fólk hava fingið sær útbúgvingar í Aberdeen Familjumenn hava fingið sær arbeiðið í skotska olju- ídnaðinum og hava ferðast heim eina ferð um mánaðin til familjuna Spakuliga tók alt før- oyska samfelagið - vinna, skúlar, åhugafeløg og fam- iljur - ímóti teimum ment- unarligu og útbúgvingarligu møguleikunum, sum vóru meðan sambandið til Skot- lands var betri eitt tíðar- skeið Tað er sjálvandi leingi, áðrenn Skotland fær eins stóran tydning sum Dan- mark fyri okkum handils- liga og mentunarliga. Tad er okkara næsti granni Føroyingar føla seg væl millum skotar. Tað eru frammanundan knýtt vina- bond. Nógvir føroyingar búgva í Skotlandi og í Bret- landi. Í Skotlandi er olju- vinna lík tí, vit vænta í Før- oyum. Tað er vert at royna at stimbra møguleikarnar. Rutusambandið millum Føroyar og Skotland hevur mestu tíðina verið loyst sum ein partur av sambandinum millum Føroyar og Dan- mark. Tað hevur fyri ferð- andi millum Feroyar og Danmark verið merkt sum ein stegður í rullinum og ein longjan av ferðatíðini. Skot- land gleið burtur úr ferða- fólkafarleiðinum og varð bert røkt við farmaskipum. Við siglingin við Smyrli millum Føroyar og Aber- deen varð roynt at fáa Skot- landssiglingina at standa einsamalla. Royndin vísir, at tað er eitt rímuliga stórt grundar- lag, men ikki nóg mikið til at gjalda rakstrarkostnaðin. Skipafelagið roynir síðan aftur við at skipa Skotlands- siglingina sum ein part av farmasiglingin til Danmark- ar. Teir siga nå frå, at teir muga nidurleggja farleid- ina. Smyril Line sigldi til Skotlands um summarið teirra fyrsta år við Norrønu; men teir góvust, og ongar ætlanir eru um at byrja aftur. Stutt kann tí sigast: Tað bar ikki til hjá Skipa- felagnum at hava Skot- landssiglingina saman við siglingini til Danmark á ein- um skilaligum tænastustødi. Tað bar ikki til við Smyrli at hava eina sjålvstøduga sigling til Skotlands á einum fíggjarligum grund- arlagi, sum føroyska sam- felagið var sinnað at bera kostnaðin av. Tað má harafturat metast rættiliga avgjørt, at tað er ikki privatur fløguhugur at royna at byggja upp sjálv- støduga farleið til Skot- lands. Flúgving, skipasam- band eila bilaferja Tann besti kombineradi Tad er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og av almennum peningi. Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað Avgjért biligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster. Samstundis fæst stórri nytta av iløguni í nýtt Suð- ip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri til Mø að loysn fyri samband igt er at finna n a ri Eá 1 på Get ið er burturi. Spurningurin er, um føroyska samfelagið vil hava eina bíliga Skotlandssigling, um føroyska samfel- agið fleiri ár frameftir er sinnað at finna nógvar milliónir til eit! sjålvstødugt skip?. Ella um tað heilt royar og Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, oa! tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar siglingina av sínum ein- tingum. Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt? spyr Jón Rasmussen, verkfrødingur møguleikin fyri útflutningi, innflutningi og ferðasam- bandi er at funnin verður ein bilaferjuloysn. Við bilferju ber til, at før- oyskir persónbilar og last- bilar koyra til Skotlands og víðari til Europeiska megin- landið. Tað gevur møgu- leikar fyr: einari føroyskari bilaflutningsvinnu. Sjálvt um nógv ferðafólk ynskja at flúgvingin verður útbygd, so tekur hetta eisini tíð. Fyri nógvar brúkarar er tað av stórum týdningi at koyra víðari í Skotlandi. Hetta vilja teir ofta helst gera í egnum bili. Tað er tí ikki ein nóg loysn bert av hava farmaflutning við skipi og fólkaflutning við flogfari, tí tá missur sam- bandið ta týdningarmiklu dygdina av at kunna flyta fólk, akfør og farm sam- stundis frå einum veganeti til annað veganet. Flogsamband vil nátúrlig- a mennast saman við reglu- ligum bilferjusambandi. Tað er tí ikki líkt til, at Skot- landssiglingin kann byrja av nýggjum, uttan at politiskt av nýggjum verður funnin ein loysn, sum brúkarin og føroyska samfelagið kunnu góðtaka. Skal veganetið nýtast og ferðasambandið mennast, er neyðugt at ferðafólk, per- sónbilar, lastbilar og farmur kunnu ferðast høgliga. Ein bilferja millum Før- oyar og Skotland skal sigla år Føroyum seint f vikuni fyri at hava við útflutnings- verur til skotska, enska og europeiska marknaðin. Siglast skal úr Skotlandi soleiðis at innflutningsvørur eru í Føroyum sunnudag ella mánamorgun. Aðrar tíðir í vikuni vil inntøku- grundarlagið verða mun- andi minni á farleiðini. Tað hevur ikki eydnast at víst á nakra bíliga loysn, utt- an at hendan verður tengd saman við strandfarasigl- ingini. Tað er soleiðis, at allar strandfaraferjurnar skulu skiftast út rættiliga skótt - tað skal helst gerast so skjótt yvirhøvur gjørligt - Lv.s. innan fyri eitt 10 ára- tíðarskeið. Tað skal m.a. keypast/ byggjast nýtt Suðoyarskip. Tað skal keypasUbyggjast ein ferja, sum vanliga verð- ur brúkt á aðrari farleið, men tá Suðuroyarskipið er í dokk 2-4 vikur um árið, skal næststørsta ferjan røkja Suðuroyarleiðina. Tað skal kanska keypast/ byggjast ein katamaranur at røkja sambandið millum Skålafjørdin, Nólsoynna og Tórshavn gerandisdagar og Suðuroynna um vikuskifti. Møguleikarnir eru nógvir, spennandi og kostnaðar- miklir. Tað eru fleiri av hesum møguleikum, sum samsvara væl við, at Suðuroyarskipið eisini í vikuskiftunum røkir eina regluliga vikuskiftis- sigling til Skotlands. Specifikatiónirnar til eina góða Suðuroyarferju og til eina góða Skotlandsferju er- u nærum eins. Nyttan av fløguni verður munandi stórri við at ferjan rékir báðar uppgávur. fløgan er væl omanfyri 100 mi6. kr. Tá sama góða ferja verður brúkt bæði til Suðuroyar- sigling og Skotlandssigling verða bindingar. Ikki er møguligt at sigla longur enn til Scrabster. Ferjan verður burtur frá siglingini til Suðuroyar leygardag og sunnumorgun. Neydugt er at finna eina brúkiliga loysn upp á Suð- uroyarsambandið teir um- leið 30 tímarnar um vikuna, sum ferjan er burturi. Ein góð loysn er, at ein katamaranur, sum verður brúktur gerandisdagar norð- anfyri, leygardag og sunnu- morgun rgkir siglingina til og frá Suðuroynni. Onnur loysn er, at næst- størsta ferjan hjá Strandfar- askipum Landsins siglir leygardag og sunnudag til Suðuroyar. Næststørsta ferjan vil um 5-10 ár verða ein nýggj ferja til støddar sum Dúgvan men við stabilisatorum, so kom- forturin verður ikki nógv ødrvisi enn við Smyrli í dag. Valda loysnin kann verða fyriskipað við at lata Strandfaraskip Landsins standa fyri øllum søluarb- eiðnum av farleiðini, sum tá Smyril sigldi. Annar møguleiki er at skipa sølupartin í eitt al- ment/privat partafelag, sum hevur avtalu við Strandfara- skip Landsins um pláss og prís fyri flutningin, og hetta felagið er sambindingarlið millum føroysku og út- lendsku brúkarnar um flutn- ing víðari millum marknað- arnar. Nidurstøda Fyri Føroyar er tydningur av góðum sambandi til Skotlands stórur fyri út- flutning, innflutning, ment- unarligt samstarv og ikki minst fyri okkara møguleik- ar at verða meira óheftir av donskum útbúgvingum og donskum handilsfyritøkum. Tað er ikki gjørligt at byggja eina farleið millum Føroyar og Skotland upp, uttan at hetta kostar nakað av almennum peningi. Avgjørt bíligasta loysnin er samskipan av sigling til Suðuroyar og sigling til Scrabster. Samstundis fæst stórri nytta av fløguni í nytt Suð- uroyarskip. Tá er tað eisini nátúrligt at ráð verða til eitt betri Suðuroyarskip. Møguligt er at finna nýt- iliga loysn fyri samband til Suðuroynna, tá Suðuroyar- skipið er burturi. Orðaskiftið hevur verið um hetta og líknandi mál fleiri ferðir. Løgmadur sum sam- ferðslumálaráðharri kann velja at gera eina kanning; men eg meti so avgjørt, at royndirnar eru nóg drúgvar, og neyðugar kanningar eru gjørdar til at taka høvuds- avgerðina. Ynskir føroyska samfel- agið eina bíliga Skotlands- sigling, har Suðuroyarskip- ið siglir til Scrabster? Ynskir føroyska samfel- agið fleiri ár frameftir at finna nógvar milliónir til eina loysn við sjålvstødug- um skipi? Tridi møguleikin er heilt einfalt at góðtaka, at tað ikki er alment stuðlað farma/bil- aferjusamband millum Før- oyar og Skotland. Tá kunnu vit sjálvandi vóna og droyma um, at tað eru so góðar handilsligar grundir fyri siglingini, at privat partafelag byrjar sigl- ingina av sínum eintingum. Kanska hendir tað, men álvaratos er tað trúligt? Eg vil ynskja gott orða- skifti. Tasiilaq 19. februar 1998 Jón Rasmussen, verkfreðingur e-mail: jonras Qgreennet.gl tif.: 009 299 981 583