týsdagur 24. februar 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998
ítróttar SO)
13
ÍTRÓTTUR |
/
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 14720 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
Kyndil og StIF fegnadust, tå
kvinnurnar hjå Kyndli hevdi
vunnid å Neistanum i Havn.
Inga Danberg var klårt besti
spælarin hjå Neistanum, men
kundi ikki vinna dystin
einsamøll
Mynd: Alvur Haraldsen
Bæði oddaliðini draga frá
Hondbóltur: VÍF hjá monnunum og StÍF hjá
kvinnunum eru nú greiðir favorittar til at
gerast føroyameistarar. Men tað eru
framvegis tíggju stig eftir at spæla um hjá
øllum liðunum
Eftir teir seks hondbóltsdystirnir
hetta vikuskiftið byrjar FM-vinn-
arin at hómast hjá bæði monnum
og kvinnum. VIF vann oddadystin
á Skála móti StIF og er nú trý stig
framman fyri nærmasta kapping-
arneytan, sum er H71.
Hoyvíkingar vunnu sum væntað
sín dyst móti KIF, men trý stig er
nógv, tá tað er VIF, tú skalt taka
aftur. Royndu og sigursvandu
vestmenningarnir blaka ikki nógv
stig burtur óneyðugt, og H71 skal
hava hjálp frá øðrum liðum um-
framt vinna seinasta dystin í Vest-
manna fyri at vinna the double.
H71-vidhaldsf6lkini munnu tó
vera nøgd við kappingarárið, um
tað endar við gulli í steypakapp-
ingini og silvuri í landskappingini.
So nógv metall hava hoyvíkingar
ikki havt fyrr, og eftirsum H71 i
dag eisini er besta hondbóltslið í
høvudsstadarøkinum, verður tað
ikki nøkur katastrofa fyri hoyvík-
ingar, um tað >bert< verður til
silvur í landskappingini. |
FM-møguleikin hjá SÍF er nú
fokin, tí dysturin móti VIF ikki
varð vunnin, sum kravið var, um
strandingar skuldu halda sam-
bandið við oddaliðið. Tað stóð á
jøvnum, tá bert tveir minuttir vóru
eftir, men strandingar megnaðu
ikki at halda høvdid kalt móti end-
anum og taptu við fýra málum, tá
avtornaði.
Í hinum endanum av stigatalv-
uni líkist Neistin framvegis einum
niðurflytara. Roknast kann tó við,
at endaliga avgerðin í botninum
ikki fellur fyrr enn á seinasta leik-
degi, tá Neistin skal spæla móti
KIF
Kyndil hevur sum so ofta fyrr
sagt einki eftir at spæla um, men
vísti tó í dystinum móti Neist
anum, at núverandi liðið hevur
tíðina fyri sær. Kyndil eigur at
brúka restina av árinum til at
spæla nýggjar, ungar menn inn á
1. deildarliðið og fyrireika seg til
eina uppreisn komandi ár.
StiF sær gullið
ri framman
ljá kvinnunum er StÍF nú greiður
favorittur at gerast føroyameistari.
Lykladysturin hetta vikuskiftið
var í Havn millum Neistan og
Kyndil, og her eydnaðist tað
Kyndli at fáa upreisn fyri osigurin
í steypafinaluni eina viku framm-
anundan. Eftirsum StIF dagin fyri
hevði vunnið á Stjørnuni, eru nú
fýra stig á muni millum SUF og
næstu liðini, sum eru Neistin og
Kyndil. Men tað eru framvegis
tiggju stig eftir at spæla um. Tvey
av teimum fara komandi viku
skifti, tá Neistin skal spæla á Skála
móti SUF. Um strandakvinnur
eisini vinna henda dystin, sær tað
sera, sera gott út hjá teimum
Stjørnan er framvegis niðast, og
nú GI eisini er komið upp á seks
stig, er einsamalt í botninum hjá
klaksvíkskvinnunum. Men eisini
her eru tíggju stig eftir at spæla
um, og Stjørnan hevyr dystir eftir
móti bæði GÍ og VB.
elj