Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

He IV 6 20 tidindabladid SM Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998 Vdmerkine 2] „ llogustuðulin Nú dagurin nærkast, har ílegustuðulin til feskfiska- flotan fellur burtur, er orða- skifti um hetta evni av álv- ara kyknað upp aftur. Miku- dagin 18. febr. 98 vóru um- boð fyri alla fiskivinnuna o.fl. bodnir til fundar í landsstýrinum. at fáa eina frágreiðing frá Fiskimála- stýrinum um, hverjar polit- isku og umsitingarligu ætl- aninar vóru fyri framtíðar stuðulsskipanir og aðrar broytingar í lógini um vinn- uligan fiskiskap Í oddagrein í Sosialinum fríggjadagin 20. febr. 98 verður mælt til. at verandi ílegustuðulsskipan verður niðurtrappað yvir eitt ára- mál. Í sama blað verður for- maðurin í Meginfelag Út- róðrarmanna, Chris Jan Michelsen endurgivin fyri at siga, at øll umboðini á fundinum við Fiskimála- stýrið settu seg ímóti ætlan- in: um at niðurleggja ílegu- stuðulsskipanina. Hetta er ikk: rætt. Sum umboð fyri Felagið Rækjuskip, bleiv ongantíð sagt um vit vóru fyri ella ímóti ætlan lands- styrisins. Ti skal verða gjørt vart við her, at Felagið Rækjuskip hevur als ikki vidgjørt og tikið stødu í hes- um málið, av tí einføldu or- sek. at rækjuskipini ongan- tíð hava fingið játtaðan nak- ran rakstrarstuðul. Fyri rækjuflotan er hetta sostatt eitt óviðkomandi mál Felagið Rækjuskip hevur áhaldandi gjørt bæði lands- stýri og løgting varugt við teir ovurhonds stóru fíggj- arligu trupulleikar sum rækjuflotin hevur, og at rækjuflotin er í eini serstødu tá talan er um at skapa virð- isøking fyri føroyska bú- skapin, av tí at mest sum øll rækjuveiða er í altjóða sjógvi, har onki verður latið fyri hesi rættindi. Hetta skal samanberast við tær kvotur sum aðrir skipabólkar - her- undir heimaflotin - fær lut i, igjøgnum millumlanda fiskiveiduavtalur, har Før- oyar lata líka stór virðir aft- urfyri tað sum fæst - t.v.s. í veruleikanum ein >null loysn<. Hetta skal ikki skilj- ast sum at hetta er skeivt á nakran hátt - tað er bert ein konstatering Persónliga skilji eg væl teir grundleggjandi tankar sum liggja aftanfyri ætlan landsstýrisins um, at vinnan skal klára seg uttan rakstr- arstuðul. Eisini kann eg taka undir við ætlanini um, at stuðul framyvir skal latast partvíst til endurnýggjan av flotanum partvíst til um- bygging og effektivisering av verandi flota. Givið er, at føroyska fiskivinna stendur fyri stórum broyt- ngum komandi árini Avirkanin av eini komandi oljuvinnu á føroyskum øki kemur at verða stór á ávís- um leiðum. Eisini er tað hugvekjandi, at tann fiskur vit í fleiri ár ikki hava brúkt sjálvir, men latið øðrum londum afturfyri kvotur í teirra sjógvi - t.d. svartkjaft- ur og makrelur - nú eru á veg at fáa eitt munandi bú- skaparligt virði. Fara føroy- ingar sjálvir at gagnnýta hesar møguleikar, so vil tað sjálvandi fáa ávirkan á kvotuavtalurnar við onnur lond Sum eg gjørdi vart við á fundinum við Fiskimála- stýrið, so haldi eg tað vera spell, um ein komandi lóg um stuðul til menning av fiskiflotanum bert fevnir um feskfiskaflotan og ikki t.d. fjarfiskiflotan eisini. Eg vildi mett tað skialgott, um landsstýrið stuðlaði og eggjaði føroyskari fiski- vinnu til at gagnnyta veidu- møguleikar í altjóða sjógvi nógv meira enn í dag, so- leiðis at vit eisini fáa okkara part burturav, tá kvotur fyrr ella seinni verða ásettar fyri altjóða sjógv eisini. Mitt timæli til bæði lands- stýri og løgting skal tí verða, at skipað verður fyri einum breiðum orðaskifti um bæði verandi og kom- andi stuðulsskipanir til fiskivinnuna, og hvussu fyritreytir kunnu skapast fyri, at føroysk fiskivinna kemur vidari enn i dag. Fyri nøkrum årum sidani var skipað fyri einum almenn- um fiskivinnudegi. Mælt verður til, at skipan verður | fyri einum líknandi tiltaki skjótast til ber, við luttøku av øllum politiskum flokk- um, vinnuni, figgingar- stovnum og ðrum áhuga- bólkum, soleiðis at alt orða- skifti um stuðul kann koma á rætta kós aftur. Tað nyttar onki hjá vinnuni at verða stirvin, líka so lítið sum at politikkarar tosa um teoriir og siterað Nobelprísvinnar- ar. Vit hava ein føroyskan veruleika at halda okkum til, og endamálið hjá øllum | pørtum eigur at verða, at finna fram til tað sum er samfelagsliga mest gagnl- igt. Tað kann tå vísa seg, at studul f vissum førum er ein samfelagsgagnlig íløga Jåkup Egholm Hansen i Í Viðmerking Viðmerking til viðtalu i Sosialinum Viðmerking til viðtalu, ið Terji Dalsgaard hevði í Sosialinum 14. februar 1998: »Vit hava ikki fingið góða móttóku frå landsstyrinum« Terji Dalsgaard førir seg fram sum útróðrarmann i Sandoynni, id fær sera ring- ar umstødur at virka undir. Fyrst kundi eg hugsad mær at spurt Terja, um hann er ein partvisur útróðrar- maður, ella hann er fulltidar útróðrarmaður, sum hann sjålvur nevnir hesar. Terji førir fram, at vit hava straffað teir útróðrar- menn, sum eru í fulltíðar- starvi við útróðri, fyri at náa hinum, sum partvíst rógva út. Her haldi eg, hann hev- ur misskilt tað heila, og tað haldi eg er sera løgid, tí mær vitandi eru útróðrarmenn í Sandoynni bestu skilamenn, tú kanst tosa við. Lat okkum hyggja at hesi nýggju skipan, ið er gald- andi fyri útróðrarmenn, og hvussu henda skipan virkar. Verður avreitt fyri kr. 9.000,- um mánaðin teir seinastu 6 mánaðirnar, ert tú í skipanini og kann fáa inntøkutrygd, sum er kr. 8.200,- um månadin, um onki verður fiskað ein mån- að. Um tú fiskar fyri kr. 6.000.- ein mánað, verður tå í inntøkutrygdini frá- drigin við 50% av 42% av kr. 6.000,-. Sett upp sum dømi Hugsa vit okkum, at hesin útróðrarmaðurin býtir 50% av séluvirðinum til bátin og 50% til sín sjálvan, fær hann útgoldið í hýru og inntøku- trygd kr. 6.940,- + 3.000,- ella kr. 9.940,-, og tá hevur báturin kr. 3.000,- eftir, ella við ødrum orðum, fiskar hann fyri, sum í hesum dømi kr. 6.000,- og eigur bátin sjálvur, fær hann við inntøkutrygd kr. 12.940,-. Sjålvur haldi eg ikki at hetta er ein ring skipan. Um vit heldur skuldu havt kg. i staðin fyri kr., eri eg bangin fyri, at ein hevði ikki lagt seg eftir at fingið sum mest fyri fiskin, tingið var samt við mær at brúka hesa skip- an. Eisini hevur viðkom- andi útróðrarmaður møgu- leika at forvinna pening í øðrum arbeiði, og bert 50% av tí forvunnu upphæddini verður frádrigin inntøku- trygdini. Tá so ført verður fram, at kr. 9.000,- er so stór upp- hædd, kundi ein spurt, hvussu kanst tú hava ein út- róðrarbát, halda hann við líka og sjálvur liva av hon- um fyriminni enn hesar kr. 108.000,- um árið. Ein útróðrarmaður við A- loyvi hevur 84 fiskidagar | Inntøkutrygd | Fiskipartur | Frádráttur í inntøkutrygd | Inntøkutrygd til útgjaldingar 8.200,- kr./mánað 6.000,-x42% = 2.520,- kr. 2.520,- +50% = 1.260.- kt. 8.200,-+1.260,- = 6.940,- kr. Lesarabrøv um árið, tað vil siga, at um hann fiskar 257 kg. pr. dag og selur hetta fyri kr. 5,- pr. kg., lýkur hann treytirnar fyri at verða í skipanini, og tað haldi eg at teir flestu gera, sum dríva útróður sum heilárs vinnu, at teir fiska fleiri ferðir hesa nøgd. Ikki haldi eg, at hetta landsstýrið hevur givið út- róðrinum ringar sømdir eins og Terji Dalsgaard vil vera við, men heldur hinvegin, og eins og ætlanin er nú, tá fiskiloyvini verða útskriv- að fyri seinna hálvár, har dagarnir verða útlutaðir so- leiðis, at teir, ið veruliga dríva á við útróðri koma at hava nokk av døgum. Sjálvandi hevur henda broytingin tað við sær, sum FE 2 hin ikki hevdi, at tad skal ein veruligur útróður driv- ast fyri at verða í skipanini. Til ALS-gjaldið er at siga, at eg royndi tað eg kundi fyri at fáa hetta broytt, antin við at teir komu í skipanina ella sluppu undan gjaldin- um, men hetta varð ikki framt, tí landsstýrismaður- in, sum umsitur hetta málið, vildi onki gera við tað. Sjálvur haldi eg, at tað var harmiligt, at hann ikki vísti hesum málinum meiri á- huga. Eg vil so taka málið uppaftur við hann og vita, um ikki møguleiki er at fáa hetta broytt. Vinarliga, John Petersen, landsstýrismaður Nú fekk Bjørn upp í styvlarnar!!! Ég havi lisið Bjørn á Heyg- um nú, líka síðan hann still- aði upp til løgtingsvalid. Hann hevur ikki tosad um annað enn rættartrygd og at standa saman. Fyri at taka tad seinasta fyrst, so var tad i løgting- inum hent, sum ikki var hent áður, at øll tingmann- ingin stóð sum ein maður. Hetta var ta ferðina, ið vit skuldu krevja >dómara- kanning<, men hvat hendi? B.H. fekk sindrað alt sundur við sínum samrødum og telefaxum, og úrslitið hava vit nú. Jú, B.H., tað er satt sum tú sigur, tað er umráð- andi at standa saman sum ein maður! Um øll standa saman, so er lættari hjá ein- um at hoppa frá. >Saman at standa var ci okkum givið<; kanska tað er grundprin- sippið hjá B.H. Nei, kanska hann hevur lært av mistak- inum og tí blívur við at rópa um at standa sum ein mað- ur. Síðani hansara alfa og omega í løtuni: arbeiðsrætt- urin. Hann er jú tann rætti at skriva um slíkt, ein mað- ur, ið ongantíð hevur fingið lort undir neglirnar, hann má jú halda at øll tey, ið eru skitin og sum dálka seg, tey eru lógbrótarar og krimi- nell, og so mugu tey revs- ast og dømast, og tað má maðurin jú vera yvirbevíst- ur um, tí hann hevur jú lisið jura, og tá læra teir um slíkt. Nei, mín góði B.H., vassa í land aftur meðan tú grynn- ur, tí tú kemur skjótt út á djúpt vatn við tí hugburði, ið tú hevur um tað arbeið- andi fólkið, og ta viðferð, ið tú hevur tonkt tær at giv- ið teimum, um tú hevði >magt sum tú hevur agt<. Eg veit einki um at ein arbeiðsmaður, ella ein dekkari á einum skipi fáa snýtt arbeiðsgevaran ella reiðaran, um so var so fingu teir fótin í afturpartin bein- anvegin. Arbeiðsgevarin er altíð tann, ið situr á penga- kassanum, og tað vil altíð vera hann, ið kemur at hava maktina og at kunna snýta arbeiðaran, um hann hevur hug til tess. Su mín góði B.H., so at seta ein dómstól á nakkan á arbeiðsmannin- um er púra burturvið. Tað eru ikki tey, ið stríðast á gólvinum, ið rendu samfe- lagið um koll, men mundu »juristarnir« ikki mangan arbeiða yvirtíð í 80-unum. Eg havi ikki hoyrt um nakra kanning av teimum ella nakran serdómstól at hála teir til. So, B.H., tú skalt íkki vága tær aftur at rópa upp um rættartrygd, tú ið heldur so hánt um tann meiniga føroyingin, ið hevur knógv- að undir einari kreppu nú í fleiri ár, og sum fyri ein stóran part er skapt av >tí betra slagnum«. B.H., rættartrygd er í min- ari verð, at øll eru líka fyri lógini!!! Vinarligast við tøkk fyri upptøkuna, Dånjal Hansen [1 ba DGGE