Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i ! Nr. 36 — 24. FEBRUAR 1998 Viðmerking Hví tvær bibliutydingar? tíðindablaðið "" Kjak hevur verið i blóðunum um bíbliutýðingarnar hjá Victor Danielsen og Jákupi Dahl Orsøkin er spurningur i sendingini »Vida um« i Ut- varpi Føroya um hvussu tað ber til, at vit hava tvær týð- ingar av bíbliuni. Hans J. Joensen, biskupur svaraði hesum spurningi Jógvan á Lakjuni hevur síðan gjørt viðmerkingar til svar hansara. Síðan hevur Hans J. Joensen svarað aft- ur Nær høvdu vit fingið eina bibliu, um Victor ikki fór at umseta? Hans J. Joensen heldur, at »man við einum vissum rætti kann spyrja, hví Victor fór at týða, tá hann visti, at J. Dahl tyddi« . Rætturin var nokk ikki so ógrundaður, tí sum gll vita, ið kenna eitt sindur til tíðina tá, so var jú danskt kirkju- mål og skúlamál, so før- oyskt hevði vánalig líkindi, og ikki vóru so góð útlit fyri, at vit fóru at fáa eina bibliu í bræði, hóast partar av henni vóru umsettir frammanundan. Hesar umstødur — at so litid røktist fyri einari bibliu á føroyskum — vóru óivað høvdusorsøkin til, at Victor fór til verka. Urslitid bleiv, sum øllum kunnugt, at bíblian hjá Vic- tor kom út í 1949, og skund- aði hendan umseting óivað undir, at hin umsetingin, tann hjá J. Dahl, kom út í 1961, sum Jógvan á Lakjuni vísir á í grein sínari. — So- statt fingu vit tvær umset- ingar. Málbúnin Tá nú Victor var farin at umseta, ynsku hann at geva okkum eina bíbliu á einum máli, ið lá so nær talu og skriftmálinum sum gjørligt. Hann hevur nokk ikki mett, at tað, ið Dahl hevði umsett, uppfylti hesi ynski hansara. Hesa áskoðan um málið í J. Dahls umseting tykist Hans. J. Joensen eisini at hava, tá hann í >Víða um< sigur, at:>man eigur kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi tå« Pó vita vit, at Victor hevði stóra virðing fyri J. Dahl hansara týðing av parti av bíbliuni og tí dygdargóða arbeiði, ið hann legði úr hondum Hevur umseting Victors ein góðan málbúna? Tá umseting Victor Daniel- sens kom út í 1949, megn- aði hann at geva okkum eina bíbliu á einum so góð- um føroyskum máli, at hon liggur ájavnt við skriftmál okkara í dag. Eg haldi eisini, at vit kunnu siga, at Victor megn- aði fyri 50 árum síðan tað, ið fleiri aðrar tjóðir ikki hava megnað fyrr enn fyri 10-20 árum síðan — at geva fólki sínum eina so livandi umseting — og so málsliga framskygda, at hon enn í dag uppfyllir tey krøv, ið vanligi lesarin setur. Eisini eydnaðist tað hon- úm at fáa hana at liggja so nær upprunaligu handritu- num, at hon er ring at kriti- sera. Vit kunnu leggja afturat, at umseting Victors Daniel- sens, sum bleiv ein fólka- ogn, hevur havt eina ómeta- liga góða málsliga ávirkan á føroyskt talumál. Hevur Victor einki rós uppiborið? Lesarabrav Foroya Brunatrygging - hvar er 50% príslækkingin? Eg má siga, at tað undraði meg, tá Hans J. Joensen um- talaði Victor — at hann ikki rósti hesum manni, ið fyri 50 árum síðani megnaði at geva okkum bíbliuna í ein- um so frálíkum málbúna. Í staðin sigur hann, at »man við einum vissum rætti kann spyrja: Hví fór Victor undir at týða, tá ið hann visti, at Jákup Dahl týddi<! Her ikki rúm fyri nakrar viðurkenning av arbeiði Victor Danielsens. - Men, fyri tann, ið kennir eitt sind ur til søguna, so kann Hans J. Joensen kanska ikki rósa Victori fyri arbeiði hansara, tí tá kemur hann at ganga ímóti sínum egnu, sum jú tóku so illa ímóti umseting Victor Danielsens, tá hon kom út í 49. Óheppið við tveimum umsetingum? Hans J. Joensen gevur spyrjaranum í >Víða um< rætt, at tað er eitt sindur ørkymlandi við tveimum týðingum. Hví tað? Eisini nevnir Hans J. Joensen, at hann hevði hild- ið tað verið ein fyrimun bert at hava eina umseting. Hvar liggur hesin fyrimunur? Mugu vit ikki heldur siga, at vit eru ríkari við tveim- um, enn einari. Tað eru mong sum halda tað! Tað er eisini áhugavert, tá lisið verður í aðrari umset- ingini, at kaga í hina fyri at vita, hvussu hin umsetur. Hetta geri m.a. eg og fleiri við mær. Annars er tað vanligt mangastaðni í dag í útlond- um, at ymiskar týðingar verða nýttar í somu sam- komu. Hver er trupulleikin? Tá Hans J. Joensen við áð- urnevdu grundgevingum sínum leggur upp til, at vit eiga í felag at fara at umseta eina bibliu, ið øll kunnu nýta — man so ikki heldur høvudsorsøkin til hetta ynski hansara vera málbún- in í umseting J. Dahls? Er að ikki júst hetta, ið hann meinar við, tá hann sum fyrr nevnt sigur, at kanska at ganga eitt sindur nærri tí talaða málinum í dag, enn hvat man gjørdi Hinvegin, so skilji eg ikki, hví hann vil hava m.a. okkum í brødrasamkomuni við. Skulu vit fara at umseta av nýggjum, tá vit framm- anundan hava eina tíðar- hóskandi umseting við ein- um frálíkum málbúna? Er hetta ikki heilt burturvið? »man eigur Føroyingar - eitt ríkt fólk. Tá vit hugsa um, hvussu fá- mentir vit føroyingar eru, so mugu vit sanna, at vit eru eitt ríkt fólk bókmentaliga sæð. Saman við allari tí ør- grynnu av bókum á før- oyskum máli, eiga vit eisini tvær umsetingar av bíbliuni. — Er hetta ikki ein stórur fyrimunur, ið vit eiga at fegnast um! Eg og mong í samkomum okkara hava stóra virðing fyri umseting J. Dahls - og fyri teimum, ið brúka hana. Latið okkum øll — hverja umseting vit so velja at brúka — leggja okkum eftir at kenna Orð Guds og í ein- um dagligum lívi lata hetta Orð sermerkja okkum John í Skemmuni Tað sær út sum, at Føroya Brunatrygging má fara 18 ár aftur í tíðina fyri at finna príslækkingina, sum teir lýsa við í bløðunum. At upplýsa um, hvat tað er fyri ein príslækking skuldi væl ikki verið so torført. Men hvat, tryggingin er nú ikki kend fyri at vera serliga góð til at greiða kundunum frá, um sítt virksemi. Føroya Brunatrygging hevur ikki monopol meira, tibetur, og nu teir fåa kapp- ing frå P/f Trygd, fara teir út og lýsa við príslækking- um. Ein spurningur sum kundin hjá Føroya Bruna- trygging kann seta er, hví hava teir ikki lækkað prisin fyrr? Kundin má hava goldið ov nógv higartil, tá i Føroya Brunatrygging hevur ráð til at lækka tryggingarnar nú P/f Trygd er komið. Hvar er vinningurin av hesum yvirprísi farin? 1. januar 1993, álegði Føroya Brunatrygging øll- um tryggingartakarum kr. 3.000,- í sjålvsåbyrgd fyri stormskada og nu i 1998 koma teir so galantir og siga at sjålvsåbyrgdin er lækkad heilt niður í kr. 1.000,- Hvat við at taka sjálvsábyrgdina heilt burtur? I. apríl 1993 hækkaði Føroya Brunatrygging tryggingargjøldini fyri stormskada heili 67%, og hendan hækking stendur vid enn. Tryggingargjaldið móti eldi í einum neysti er heili 225%, (jú tað passar), hægri enn í einum sethúsum, sjålvt um brunaumsjón landsins metur, at vandin fyri eldi í einum neysti er minni enn í einum sethús- um. ' At gjaldið er hægri, tá vandin er minni er ringt at skilja. Tað er komið krav um at allir skorsteinar = skulu reinskast, og harvið skuldi vandin fyri eldi verið mun- andi minni, hevur Føroya Brunatrygging lækkað tryggingargjøldini = síðani hesi króv eru komin? Finnleif Guttesen Tveroyri 21 Minni frá barnaárum Við Skálafjórðin liggur Stranda bygd og langt hon strekkir seg í síni longd, frá Gjaranesi til Kolbeinagjógv, ein kann gloymast býlingin vid Sjógv Við Sjóvará eg dvølji skamma stund, hon rennur enn í sjógv við sama skund sum tá ið sluppir sigldu undir land og akker síni sleptu her við Stranda land Austerlitz hon uttast mangan lá síðan Knørrur henni skar tær ketur sir strø! fu mar tá landssynningur eftir Suður Ha ! Mar tær ENndU na an 4 í sam € tå ódnarnætur fóru yvir land rak onkur sluppin undir Rókaland Silvurbell, Columbus, Oyrasker tær sóust allar undir landi her, og lítla Emma kom við somu ferð hon mundi Lissie,yvirhála her. Hvitabjørn so svørt hon annars var ei kanst tú gloyma hetta mikla far, hon móti Kongshavn mundi snara sær, tær royndu saman tá ið summar var. Yvonna, Sæborg, Galanthea við undir Ringunum sær søktu frið, tá útnyrðingur østi fjørdin upp tá lívd og le her fekk hvor slupp. Um fjørdin mangan árabát eg så seg okkar ' landi nærri koma tá, við åratøkum longum róði hann, til loksins Bjørgvin hann seg stríddi fram. Skjótt hoyrdist hamarslagi fram við strond, tey komu øll frá eini hegnishond, lúnning, plankar sjálvur skifti hann, ei hegnismann við árabát eg gloyma kann. Svínoy, Viðoy, Norðfari og fleir et síggjast undir hesum landi meir nú kvirra valdar fram við sjóvarstrond takk, Faðir, fyri alt eg tók av tíni hond Tá várið kom var lív við sjóvarstrond teir nærmast akker hivaðu við hond og svartur roykur steig móti himli upp ja, tå var lív umbeorð á hvørji slupp Tað ættarliðið væl til års nú er bert nakrar sluppir kundu nevnast her og nógvir hvíla undir grønum flag sum sigldu út frá hesum bygdarlag Ja, Sjóvará, tú rennur stríðan enn men her í túni saknast nógvir menn, og hurð er lokað, sum vit gingu um í gamla Sjøvarhøvdahandlinum Við hesum minnum penn eg leggja vil, eg nógvar aðrar sluppir minnist til, sum her sær søktu vetrarhavn, Coralia skal verda sidsta navn M.D. O. „I byin« hvønn hosdag i Sosialinum