mikudagur 25. februar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eirikur Lindenskov
Áki Bertholdsen,
Emil L. Jacobsen
Sveinur Poulsen
Niclas Johannesen
Lýsingar og sela:
Jonhard As
Alneyðugt vid dyggari
eftirlonarskipan
Oddagrein
ORÐASKIFTIÐ á tingi um uppskotið til sosialar
pensiónir avdúkaði til fulnar, at vit hava ongan
samanhangandi eftirlonarpolitikk.
FLESTU flokkar ásannaðu fyri nógvum árum
síðani, at fólkapensiónin er ikki nóg mikið. Fram-
tíðar samfelagið hevur heldur ikki orku til at
bera eina veruliga fólkapensión, tí talið av goml-
um verður lutfalsliga stórt. Hetta var eisini or-
søkin til, at landsstýrismaðurin í almanna-mál-
um, Vilhelm Johannesen, í åttatiårunum lat upp-
skot gera um eina samhaldsfasta eftirlønar-
skipan, sum Legtingið samtykti.
»Samhaldsfasti« byggir á samhaldsfesti. Tað
merkir, at skipanin er solidarisk. Allir løntakarar
og allir arbeiðsgevarar skulu gajlda ein ávísan
prosentpart av lønini í ein eftirlønargrunn og
allir løntakarar fåa somu upphædd utgoldna,
lika mikið hvat ið inngjaldið er.
HETTA er mikið gott, men >Samhaldsfasti<
bleiv ongantíð tað, hann skuldi. Partvíst er
inngjaldið ikki hækkað, sum ætlanin var. Har-
afturat minkaðu lenarútgjaldingarnar nógv, tå
búskaparkreppan tók okkum av fóti. Hetta eru
orsøkimar til, at útgjaldið er alt ov lítið idag,
hóast allur bati bøtir. Heldur ikki hevur skipanin
ikki fingið ta neyðugu politisku undirtøkuna.
Fólkaflokkurin tekur sjálvsagt ikki undir við eini
solidariskari skipan og Sambandið hevur verið
>lunkað=<.
SKIPANIN er góð, og var inngjaldið hækkað
upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað
vanliga, fólk gjalda til eftirlgnarskipanir, so hevði
útgjaldið verið hægri. Hevði peninganegdin í
grunninum verið størri, hevði verið meiri pen-
ingur at arbeiða við. Orsekin til, at Havnar
Arbeiðsmannafelag kann gjalda sínum limum
upp í 3.500 kr. um mánaðin er, at grunnurin
lænir pening út og á henda hátt hevur góðar
rentuinntøkur.
JAVNADARFLOKKURIN hevur hildið, at »Sam-
haldsfasti« i høvuåsheitum er ein góð skipan,
men at skipanin skal hava ábetur. Inngjaldið
má eisini hækkast, so útgjaldið verður storri. Á
hinum nógnum hevur Fólkaflokkurin skotið upp
eina >Fólkatrygging<, sum ikki byggir á sam-
haldsfesti, solidaritet. Fólk gjalda inn eftir fori-
muni, men útgjaldið verður í mun til inngjaldið.
HETTA merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna
í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum.
Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði,
t.d. i smábygdum, fáa tiskil lítið og einki úr so-
nevndu »Fålkatryggingini«. Eftir fólkafloksupp-
skotinum skal tað almenna spjaða til hjá hesum
2. floks-borgarunum.
FÓLKAPENSÍÓNIN í dag er alt ov lítil, og før-
oyski veljarin eigur idag at krevja, at politisku
flokkarnir taka hetta málið í storri álvara enn
higartil. Víst hava øll møguleika at tekna sínar
egnu kapitaltryggingar við skattafyrimuni, men
vit mugu eisini hava eina grundleggjandi eftir-
lønarskipan | ,
Sostalurin
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
post &sosialurin.fo
= = = æ
Ein skammilig gava
Týsdagin 10. februar fylti
Havnar Sjónleikarfelag 80
ár. Fødingardagurin varð
hildin leygarkveldið 14.
februar við eini afturlítandi
sýning fyri limum og gest-
um. Vegna Tórshavnar bý-
ráð fekk eg á tí eftirfylgj-
andi veitsluhaldinum høvi
at siga nøkur orð. Í hesum
sambandi handaði eg for-
manni felagsins eitt gávu-
bræv frá býráðnum áljóð-
andi kr. 5.000.
Í tvíbýttari oddagrein
mikudagin 18. februar finst
Sosialurin í øðrum parti
harðliga at støddini av gáv-
uni. Yvirskriftin ljóðar .By-
ráðið eigur at skamma seg“.
Sosialurin hevur - eftir fyrst
at hava gjørt vart við tanna
stóra týdning, sum Havnar
Sjónleikarfelag og Sjónleik-
arhúsið hava havt og fram-
vegis hava - hesa viðmerk-
ing til gávuna: „Og tað átti
Tórshavnar býráð at kunna
takka felagnum fyri við eini
veruligari gávu. At geva fe-
lagnum ein kekk við 5.000
krónum er ein so stór
skomm, at tað hevði verið
betri ógjørt“.
80 ára dagurin hjá einum
av býarinnar fremstu ment-
anarfeløgunum er ein stórur
dagur - víst so - og nógv
varð eisini gjørt burturúr.
Ikki veit eg, hvussu stór
gávan frá býráðnum átti at
verið á tí runda degnum,
skuldi hon verið hóskandi,
men smbt. Sosialinum var
hon altso ov lítil, alt ov lítil.
Ja so skammiliga lítil, at
hon ikki átti at verið latin.
Tíverri verður einki sagt
um, hvussu stór ein hósk-
andi gáva er. Sosialurin
endar tó oddagreinina við
at samanbera við eina aðra
gávu, sum býráðið hevur
latið einum ítróttarfelag:
„Men hvat, henda upp-
hæddin er jú helvtin av tí,
sum Føroya-meistarin í fót-
bólti fekk í fjør, so tað er
helst í samljóð við okkara
mentanarpolitikk!" At
Havnar Sjónleikarfelag á 80
åra degnum fekk 5.000 kr.
og B-36 10.000 kr., tå id teir
í fjør gjørdust Føroya-
meistarar, sigur smbt. So-
sialinum nakað um ment-
anarpolitikkin í kommun-
uni.
Her haldi eg, at Sosialurin
fer skeivur. Tad ber ikki til
at siga nakað um mentanar-
politikk Tórshavnar býráðs
við at samanbera hesar báð-
ar gávur.
Onkur kundi fingið ta fat-
an, at gávan er einasti stuð-
ul, sum kommunan letur
sjónleikinum í Havn. Men
so er ikki, og tað langt ífrá.
Fari eg at upplýsa um fylgj-
andi (sum eg eisini loyvdi
mær at gera í fødingardags-
røduni).
Studul til rakstur
Havnar Sjónlgikarfelag fær
á hvørjum ári kr. 350.000 í
rakstrarstuðli. Hans Andre-
asar hús, har m.a. MáF
heldur til, er ogn kommun-
unar. Umframt at felagið
hevur fingið hesi hús ókeyp-
is til taks, rindar kommunan
ymsar húsaútreiðslur (tó
ikki ljós og vanligt viðlíka-
hald).
Fyri eina ordans skyld
skal eg nevna, at eitt annað
sjónleikarafelag er í Havn,
nevniliga Gríma (Leikara-
felag Føroya). Í nøkur ár
hevur Gríma ókeypis havt
innivist í einum kommunal-
um bygningi, nevniliga nið-
astu hædd i Margarinufa-
brikkini i Tórsgótu, og hev-
ur kommunan eisini goldið
allar = húsaútreiðslurnar
(uttan vanligt viðlíkahald).
Undir vegleiding o.a.m. frá
byggiumsiting býráðsins er
Gríma nú sjálv farin í holt
við eina stórri útbygging,
nevniliga í niðastu hædd í
Meiarínum - sum heilt ella
partvíst verður til taks hjá
bólkinum - og í tí saman-
bygda síðubygninginum,
har nýggi leiksalurin skal
verða. Sáttmáli er skrivað-
ur, sum í hvussu so er fyri-
bils letur Grímu hesi hóli
undir nakað somu treytum
sum teimum núverandi. Tó
tryggjar býráðið sær ávísan
nýtslurætt, so eitt nú før-
oyskur dansur kann hava
innivist har einstakar dagar
í árinum, eitt nú á Ólav-
sóku.
Stuðul til bygging
Til umbyggingina av inn-
gongdini í Sjónleikarhús-
inum letur kommunan trið-
ingin, t.e. 335.000 kr av ein-
ari góðari mið. Til leiksals-
byggingina í Tørsgøtu hev-
ur kommunan - eftir sjálv
at hava gjórt ymisk forar-
beiði og umvælingar - latið
kr. 480.000, so savnaði
stuðulin eisini her svarar til
uml. tridingin, t.e. 580.000
kr. av 1.74 mið.
Annar stuðul
Mentamålanevnd Tórs-
havnar býráðs letur eftir
umsókn 5.000 kr. til hvønn
leik, id kemur å pall. Eisini
verður stuðul latin til annað
virksemi knýtt at sjónleiki,
eitt nú luttóku á skeiðum,
umframt at gestandi leik-
stjórar o.tíl. í ávísan mun
kunnu fáa ókeypis innivist í
Heinesens húsum.
Sæð í hesum ljósi, haldi eg
ikki, at fødingardagsgåvan
uppá kr. 5.000 var so
skammiliga lítil, at hon ikki
átti at verið latin. Í øllum
førum ber ikki til at siga
nakað um mentanarpolitikk
Tórshavnar býráðs við stødi
í hesi gávu.
Eftir mínum tykki er
Sosialurin lopin framav í
hesum máli.
Klæmint Olsen
formaður í menta-
målanevnd
Tórshavnar byråds
Lesarabræv
Fólkatingsvalið
Nú fólkatingsval er út-
skrivað, haldi eg at tað
hevði verið eitt gott hug-
skot, at so nógvir flokkar
sum gjørligt gjørdu lista-
samgongu.
Hetta hevði verið klókt,
av ti at tað hevði styrkt
samstarvið millum føroy-
ingar mótvegis dønum,
samstundis sum tað íkki
er føroyskur partapolitikk-
ur, sum skal rekast å dana-
Børn
øm eru bleyt
og sart ! |
| Står,
|
|
tingi. Harafturat orka fólk
neyvan eitt valstríð nú og
aftur eitt um 2—3 mánaðar.
Vónandi fer hetta valið
fram >í allari stillheit<, so
orkan í staðin verður løgd
í politiskt arbeiði her á
landi.
Og vónandi verður smá-
sinni og gamalt agg lagt
til síðis hesuferð.
Jógvan
Ringið!
- og vit skriva
(C11820
ArbeiOsplåssini
i fiskiídnaðinum
fara at fækka
verður ikki okkurt gjørt. Tað er ein av
niðurstøðunum í grein hjá fiskasølu-
stjóranum í februar-útgávuni av tíðar-
ritinum FÆRØERNE, sum kemur út
seinni í vikuni.
Tú kanst tryggja tær februar-útgávuna við
at rinda haldaragjaldið fyri 1998, sum er
240 krónur, inn á konto okkara í føroysku
peningastovnunum seinast 25. februar.
FØR-DAN,
Lindholmvej 20, 6710 Esbjerg V,
Tlf. 75 15 25 11 - Fax 75 15 77 1
AE ir «:
SU