Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. februar 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

en | Nr. 37 — 25. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið Verður karmurin um framtíðar oljuútviklingin í Fóroyum JAN MULLER Týsdagin 24. februar klokk- an 14 samtykt Føroya løg- tingid vid 26 atkvødum fyri og ongari ímóti kolvetn- islégina. Hon kemur í gildi so skjótt hon er kunngjørd í kunngerðarblaðnum. Og tað verður helst ein av komandi døgunum. Við nýggju oljulógini verður skjøtil av álvara settur undir eina komandi oljuleiting vid Føroyar. Í kjalarvørrinum á hesi lóg- gávuni kemur so ein skatta- lóg og síðani tær treytir og reglur, sum skulu setast oljufeløgunum í sambandi við 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað var landsstýrið, sum í november í fjør legði upp- skot fyri tingið um kol- vetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðlegg- ingarnevndini. Eftir 1. við- gerð fór málið í Vinnumála- nevndina, sum síðani legði fram sítt álit í málinum fyri viku síðani. Ein samd nevnd skjeyt upp at góðtaka upp- skot landsstýrisins við ein- støkum broytingum. Hesar vórðu allar samtyktar við 2 viðgerð við 21 atkvødum fyri og ongari ímóti. Nú lógaruppskotið við broytingunum er samtykt kunnu føroyskir myndug- leikar og vinnuliv umframt tey mongu oljufeløgini so smátt byrja at fyrireika seg til 1. útbjóðingina, sum verður á føroyska land- grunninum. Helst verður hol sett á hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin olju- feløgunum tíðliga ella mið- skeiðis í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sann- líkt er, at tað ikki verður fyrr enn í ár 2000. Nýggja oljulógin verður karmurin um tað virksemi, sum nú skal taka seg upp. Har eru reglur um um- hvørvi, trygd, oljugoymslur, oljuútbúnað osfr. Í lógini stendur m.a. at olja og gass skulu flytast í land í Før- oyum, men at landsstýrið kann gera undantak frá hesum. Har stendur eisini, at allur flutningur og veiting SjaluM 3 Føroyar fingið sina oljulog av vørum og tænastu í sam bandi við eitt oljuvirksemi skal yvir føroyskan bryggjukant ella floghavn Við hesi lógini í hondini kunnu føroyskir myndug- leikar nú fara út til altjóða oljuverðina og bjóða Før oyar fram sum eitt framtíðar oljuleitiøki. Eftir resta tær skattalógir ol. sum hoyra til eina og hvørja útbjóðing Við nýggju oljulógini hevur Oljuráðleggingar- nevndin, sum landsstýrið setti á sinni gjørt høvuds partin av arbeiðssetningi sínum lidnan. Formaðurin í nevndini øll hesi avgerandi árini hevur verið Arni Olafsson Árni Olafsson, sum hevur verið formaður í oljurådleggingarnevndini Utvarpnevdnin havt seinasta fundin Seinasti månadagur var ein søguligur dagur fyri Utvarpið og útvarpsnevynd- ina, sum tá hevði sín seinasta fund. Utvarpsnevndin er ikki til longur, og hevur stjórin nú sjálvur bæði programábrygdina og fíggjarligu ábyrgdina fyri Útvarp Foroya EIRIKUR LINDENSKOV Seinasta mánadag hevði út varpsnevndin seinasta fund sín. Sambært nýggju stýris- skipanini skulu ongar neyndir verða millum al- mennar stovnar og lands- stýrið sum taka endaligar avgerðir, og er tí útvarps- nevndin tikin av. Tað sama er gjørt við eitt nú lands- skúlaráðið og sjúkrahús stýrini. Mánadagin kom útvarps- nevndin saman at undir- skriva og enda gerðabókina, sum er tann sama, sum brúkt er øll 41 árini síðani útvarpið varð sett á stovn. Tað at útvarpsnevndin nú er légd niður merkir, at nevndin verður avloyst av eini ráðgevandi sjeymanna programmnevnd, sum skal hava eina breida samfelags- liga umbodan. Henda nevnd er tó ikki vald enn, men verður hon ikki merkt av politiskari ávirkan, eins og utvarpsnevndin, og kunnu løgtingsmenn ikki verða limir í neyndini Myndugleikin, sum út- varpsnevndin hevði, liggur nú hjá stjóranum Nýggja lógin um fjølmidlaåbyrgd, sum áset- ur eisini, at ein kæruneynd skal setast. Hon skal virka sum kærustovnur fyri allar fjølmidlarnar, eisini blødini, og tryggja, at góður pressu- siður verður hildin Í utvarpnevndini, sum nú legði frá sær sótu fimm um- boð, sum umboðaðu pol- itisku flokkarnar: Jóhan Petersen, formaður (Sambfl.) Elin Petersen, (Javnfl) Selinda í Heiðunum (Sjálvstfl) Steingrímur Niclasen (Fólkafl) Asla Sevdal Joense Manningin í útvarpsneyndini, sumhevdi sín seinasta fund mánadagin: Steingrímur Niclasen, Hans Jacob Lamhauge, Jógvan Fridriksson, Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, Asla Sevdal Joensen, Jóhan Petersen. sum var formaður í neyndini og Selinda í Heiðunum (Miðfl) Afturat politisku umboð- unum, hevur Kristiligt Lurt- ara- og Hyggjarafelag eitt umboð í utvarpsnevndini, og var tað Jógvan Fríðriks- son, prestur. Av nevndar- limunum hevur Steingrímur = gott samstarv millum út Niclasen sitid longst í varpið og útvarpsneyndina, goyma hana sum ein dýr nevndini. Hann hevur sitið = sigur Jógvan Jespersen, grip í heili 20 ár í nevndini. Vit hava havt eitt sera sum leggur afturat, at tey nú fara at binda gomlu gerða bókina inn av nýggjum og týdning fyri greinina. Stillar upp til fólkatingsvalið Í grein hjá Vilhelm Johannesen í blaðnum í gjár var tíverri ein lítil prentvilla komin í, sum hevði stóran Í fyrsta reglubrotið stendur: >... Javnaðarflokkurin, sum hevur stillað upp ul øll fólkatingsvalini síðani vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948, stillar sjálvandi ikki upp til hetta fólkatingsvalið eisini...<. Her er eitt »ikki« komið ov nógv, tí har skuldi staðið: >...stillar sjálvandi upp til hetta fólkatingsvalið eisini. Vit biðja lesararnar orsaka místakið. Blaðstj Føroya Handilsskúli, Tórshavn Almenn måttøka fríggjadagin 27. februar kl. 14—16 Føroya Handilsskúli verður í hesum skúlaárinum 30 år, og 60 ár eru liðin síðani handilsskúlaundirvísing byrjaði í Føroyum. Í hes- um sambandi er framsýning á skúlanum, sum í brotum vísir menn ingina á skrivstovu- og handilsøkinum frå 1890 til 1998 Vælkomin!