mikudagur 25. februar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
al +
Nr. 37 — 25. FEBRUAR 1998
Storur áhugi fyri
at lata fiskavirki
í Vagi upp aftur
Eitt nú sigst, at tvóramenn eru sera áhugaðir at lata eitt
fiskavirki, sum varð stongt í Vági, uppaftur
AK! BERTHOLDSEN
Síðani Suðuroyar Spari-
kassi í farnu viku keypti
fiskavirki Southern Fish í
Vági, hava fleiri á hugaðir
verið í sambandi við spari-
kassan í eini roynd ct fáa
fatur á virkinum.
— Tað er stórur áhugi fyri
virkinum og fleiri hava tos-
að við okkum um møgu-
leikarnar fyri at fáa tað, sig-
ur Mikkjal Sørensen, stjóri
í Suðuroyar Sparikassa
Southern Fish er eitt av
teimum virkjunum í Vági,
sum stungu seg upp í kjalar-
vørrinum á, at Fiskavirking
stongdi Polarfrost, tað stóra
flakavirkið í bygdini
Tað vóru Absalon Absa-
lonsen, og aðrir, sum tóku
stig til Southern Fish. Men
tað helt ikki leingi, og endin
var, at Suðuroyar Sparikassi
keypti tað á tvingsilsselu í
farnu viku
Í fyrstu atløgu er spari-
kassin mest hugaður at selja
og tað eru eisini summi,
sum hava víst áhuga at
keypa virkið
Hinvegin eru onnur, sum
ikki eru so heit fyri at keypa,
men mest eru hugað at leiga
virkið
Tvøramenn framvið
M.a. vilja seiglívað leysa-
tíðindi vera við, at at tvøra-
menn eru millum teirra,
sum hava víst virkinum á-
huga
Tað skulu vera menninir
aftanfyri Delta Seafood á
Tvøroyri, sum nú eisini ætla
sær til Vágs.
Marner Lisberg, nevndar-
formadur i Delta, hevur
ongar viðmerkingar í løt-
uni.
Men eftir hvat vælvit-
andi keldur vilja vera við,
hava Delta-menninir so
mikið góðar royndir við
báðum virkjunum í Sand-
oynni, at teir hava hug at
royna áleið tað sama mo-
dellið í Suðuroynni við
einum virkinum á Tvøroyri,
sum skal arbeiða saltfisk og
virkinum í Vági, sum skal
Tað er onki stórt arbeiðspláss í Vági. Men vinnur ætlanin hjá tvøramonnum frama, fáa
teir tað kanska.
arbeiða feskan fisk.
Tilber so at flyta fisk í-
millum við bili, eins og
verður gjørt ímillum Skop-
un og Sand.
Vágbingar, vit hava tosað
við, siga, at eitt slíkt sam-
starv ímillum báðar býirnar
í Suðuroy kundi skapt nógv
arbeiði. Og er tað nakað,
sum manglar í Vági, er tað
eitt sórt, nøkuluna støðugt
arbeiðspláss.
Í Vági eru fleiri virki, men
tey eru at kalla øll familju-
fyritøkur, har ið arbeiðs-
fólkið kann teljast á aðrari
hondini. Tí hevði tað verið
kærkomið við einum størri
arbeiðsplássi eisini, siga
Vágbingar
Stapin boðaði
Vaktartænastuni
frá einum løgnum
fyribrigdi í sjón-
um, men tað vísti
seg, at hetta var
púra nátúrligt
AK! BERTHOLDSEN
Tá ið línuskipið Stapin av
Toftum ein dagin herfyri
kom á eina leið stutt eyst-
urúr Sumbiarenda, komu
teir brádliga í sera ringan
sjógv og ekkoloddið fór at
bera seg legið at
Teir vistu ikki, hvat tað
var, men tað tóktist, sum var
tað blivið so merkiliga
grunt undir bátinum
Teir gjørdu tí av at boðað
Vaktartænastuni frá. Og
fleiri ferðir síðani varð ávar-
að ímóti at sigla har á leið-
ini
Síðani hevur Vaktartæn
astan kannað málið
Men táið teir spurdu
Paula Lassen, skipara í
Vági, sissadust teir, tí hann
visti at siga, at talan var um
eitt púra náttúrligt fyri
brigdi, sum tók seg upp av
og á
Pauli Lassen
sunnanmenn vita
hetta fyribrigdi
- Men tað er ikki so legið
um hetta kemur óvart á
menn, sum ikki eru so
sigur, at
væl um
Teir hildu at okkurt
logið var í sjónum
Knokkurin á Dalagrynnuni er sera ótespuligt farvatn, og tað hevði onki forgjørt verið í
um Vaktar og Bjargingartænastan setti ein ring um hann og mælti bátum og skipum frá
at sigla har, tá ið streymurin er harðurm, heldur Pauli Lassen, sum er gamal skipari
kendir har á leiðini, leggur
hann afturat
Knokkurin rísin
Tað var á Dalagrynnuni,
beint eystur úr Sumbiarend
a, at teir á Stapanum høvdu
varnast hetta »løgna« fyri-
brigdi í sjónum
Dalagrynnan er gamalt
útróðrarpláss hjá Suðuroy
ingum
Og er tað nakar, sum er
kendur har á leiðini, er tað
Pauli Lassen
Hann greiðir okkum frá,
at tað, sum Stapanum var
fyri, er hent fleiri ferðir fyrr
- Tað er Dalagrynnan, teir
eru komnir tvørturum
Tað er akkurát har, Dal-
agrynnan er grynst, at hetta
kann taka seg upp
Tað er har ið tað stend-
ur sum ein fingur upp úr
Dalagrynnuni, umleið 1,7,
ella 1,8 fjórðing beint eystur
úr Sumbiarenda
Suðuroyingar nevna hetta
>Knokkurin<.
Men tað er kortini ikki so
grunt, sum teir á Stapanum
fingu varhugan av, eftirsum
ekkoloddið skrivaði
Pauli Lassen sigur, at tað
eru 27 favnar, har Knokk-
urin er grynstur
Hetta er eitt so lítið
strekkið, at:tú skalt vera
»heppin« fyri at raka akku-
rát á.
Tað strekkir 12 stykkir, tí
tað er tað, vágbingar plaga
at seta av línu har.
Eitt stykki er 60 favnar
Pauli Lassen sigur, at
Stapin er komin tvørturum
har meðan tað hevur verið
nakað at í sjónum og
streymurin hevur verið
harður
— Eg skal ikki siga, at tað
er beinleiðis vandamikið at
sigla har, tá ið eitt sindur av
sjóvarilsku er, og tað er
harður streymur. Men Tað
kann tað verða rættiliga 6-
tespuligt, og tað krevst
størsta varsemi
Skiparin í Vági sigur, at
hann hevur mangan vitað,
at menn hava verið noyddir
at kappa línuna fyri bara at
sleppa sær burtur.
Sjálvur er hann einaferð
komin undir brot á Knokk-
inum og tað varð ein skitin
ferð, sigur hann
Pauli Lassen sigur, at tá
ið tað rekur har, verður
sjóvarilska. Tað ger eina
»friktion« í sjónum og tað
verður ein streymur sum á-
virkar ekkoloddið, so tað
loypir saman
— Fyri menn, sum eru so
kunnugir við hetta, kann tað
síggja eitt sindur legið út
— Men eg sigi onki um, at
teir bodadu frå. Tad haldi
eg var góður sjómansskap-
ur, tf teir kunnu ikki kenna
hvønn stein undir Sudur-
oynni
Pauli Lassen heldur, at
tad var einki forgjørt um
Vaktar og Bjargingartænast-
an setti ein ring rundanum
og råddi båtum og skipum
frå at sigla har, uttan f allar-
bestu líkindum, tí tað er øgi-
liga keðiligt farvatn
Hann nevnir t.d. at henda
dagin Stapin sigldi yvir
Knokkinum, var fínasta
veður, men bara tað at
steymurin var harður, var
nog mikið til at ørkymla teir
so mikið, at teir boðaðu frá.
Skulabørn
planta trø
Eitt samstarv hevur tikið
seg upp ímillum skúla-
børn í Havn og skúla-
børn í islendska høvuds-
staðnum, Reykjavík.
Ætlanin er, at skúla-
børn í Reykjavík skulu
skera stiklingar av yms-
um pilatrøum, sum síð-
ani skulu sendast til Før-
oya, her skúlabern í
Havn skulu seta teir
niðuraftur
Torfinn Smith í ment-
amålanevnd Tórshavnar
Býráðs sigur, at leitað
verður nú eftir hóskilig-
um stað at planta trøini.
Ein møguleiki eru at
planta tey í Havnardali.
Tað verða helst børn í
Venjingarskúlanum,
sum sleppa at planta trø-
ini. Býráðið hevur sam-
tykt ætlanina ;
-Áki-