mikudagur 25. februar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 37 — 25. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið S05/2 7 7
Tað loysir seg
ikki at arbeiða
Danir hava meira eftir av inntókuni tá teir eru arbeiðs-
leysir enn tá teir eru til arbeiðis. Tað vísir ein kanning
sum Granskingareindin hjá Rockwool Grunninum hev-
ur gjórt
SVEINUR POULSEN
Fyri fáum árum síðani
gingu meira enn 300.000
danir arbeiðsleysir.
Fyri at bóta um umstød-
urnar hjá hesum stóra bólki
av fólki, setti stjórnin í gildi
ymsar fyrimunir.
Teirra millum kunnu
nevnast friplåss til børnini í
barnaggrðum. Tað merkir
sjálvandi ikki, at børnini
sluppu ókeypis í barnagarð,
men at kostnaðurin varð
ásettur í samsvari við
inntøkuna hjá foreldrunum
Harafturat hevur arbeið-
sloysisveitingin í Danmark
verði lutfalsliga høg, í
hvussu er fyri tey sum eru
limir í arbeiðsloysiskassa.
Men alt hetta gevur nú
dønum trupulleikar.
Missa pening
við at arbeiða
Grannskingareindin hjá
Rockwool Grunninum
hevur gjørt eina kanning
sum vísir, at meiri enn
500.000 danir missa pening
við at fara til arbeiðis, ella
fáa so lítið burtur úr, at tey
eins gott kundu verið
heima.
Kanningin hjá grunninum
vísir, at heili 10,3% av
arbeiðandi dønunum skulu
hava pening við heimanífrá,
skulu tey arbeiða
Hjá hesum fólkum eru
dagpengarnir, spardar út-
reiðslur til ferðing og barna-
ansing hægri enn tað tey
kunnu forvinna við -at
arbeiða 37 tímar um vikuna.
Fyri onnur 10,1% av døn-
um við arbeiði er stødan
tann, at tey fáa bert umleið
500 krónur meira um mán-
aðin burturúr at arbeiða, enn
at ganga fyri onki.
Tað eru kvinnuligu ar-
beiðararnir sum eru ringast
fyri. Kanningin hjá grunn-
inum vísir, at meira enn
helmingurin ikki hevur
nakran fíggjarligan fyrimun
av at fara til arbeiðis.
Men tað hava tey ófak-
lærdu og HK-ararnir fyri so
vítt heldur ikki
Vaksandi trupulleiki
Danska samfelagið hevur
havt eina sera positiva bú-
skaparliga gongd seinastu
árini, og hon hevur gjørt, at
arbeiðsloysi er minkað
ógvuliga nógv
Men størsti parturin av
teimum sum hevur fingið
arbeiði eru láglent, og tí er
hetta ein vaksandi trupul-
leiki.
Tá ein líknandi kanning
varð gjørd fyri trimum árum
síðani var nidurstødan tann,
at bert 16,9% av øllum døn-
um við arbeiði, fingu minni
enn 500 krónur meira um
mánaðin burtur úr at arbeiða
enn at lata verða
Nú er hesin partur uppá
20,4%
Til tað sigur granskarin
og professarin, Nina Smith,
at:
— Nógv hevði verið heilt
skeivt í danska vælferðar-
samfelagnum um fólk bert
fór til arbeiðis fyri pengar-
nar skyld.
Nina Smith hevur saman
við tveimum gðrum skrivað
bókin sum á donskum eitur:
»Beskæftiget - ledig - på
efterløn«
Avirkar båskapin
negativt
Nina Smith sigur, at tað á-
virkar búskapin í negativan
rætning, tá fíggjarligu
fyrimunirnir við at arbeiða
verða tiknir burtur fyri so
stóran part av danska
fólkinum.
— Hesin bólkurin hevur
stórri hug til at taka orlov,
fara upp á eftirløn og hugs-
ar fyrr um pensionering enn
onnur, og tað tyngir um
almennu útgjaldingarnar.
— Umframt tað, so hevur
hesin bólkurin eisini lættari
við, at arbeiða svart
Tað hevur í Danmark
verið tosað sera nógv um
mobilitetin hjá arbeiðsmeg-
ini. Tað snýr seg um viljan
at flyta seg úr einum
landslutið til ein annan
fyrrat fáa arbeiði
Eisini her eru tiltøk sett í
verk fyri at fremja hugin at
flyta, men tað sær út til, at
tað bert eru tey hægri løntu
sum vilja flyta seg
Nina Smith sigur um tað:
- Hugurin at flyta seg úr
SVEINUR POULSEN
Mánadagin skipaði P/F
Vónin fyri kunningar-
fundi á Hotel Hafnia.
Skráin fyri fundin var:
„Utgerð til alivinnuna, og
aling í Noreg« og í hesum
sambandi heyði Vónin
fingið fólk frá norskum
fyritøkum hendavegin at
greida frå.
Umboð vóru frå tveim-
um fyritøkum, Helgeland
Vonin kunningarfund
a Hafnia um aliútgerð
Mánadagin hevði P/F Vónin kunningarfund á Hotel Hafnia um
útgerð til alivinnuna og um aling í Noreg
Plast A/S og Refa A/S.
Harumframt var Helge
Nilssen -isini í ferðalag-
num úr Noregi.
Helge Nilssen hevur
verið alari síðani 1981 og
er fyrrverandi formaður
fyri norska alarafelag-
num.
Helgeland Plast kunn-
aði um teir nýggju Plast-
Cirkel plastringarnar.
Hesir ringar eru sera
sterkir og verða nýttir um
allan heim.
Tað nýggjasta produkti
av hesunm slag er ein ali-
ringur sum kann dykka 5
metur undir vatnskorpu-
na. Í tíðindaskrivinum
sigur Vónin, at hetta er
hent, tá ringt er í veðr-
inum. Hetta er eisini gjørt
fyri at verja ringarnar
móti ísi og algum í sjón-
um.
Refa greiddi frá um eitt
nýtt knútaleyst net, um-
framt at Refa kunnaði al-
ararnar um nýggjar hættir
at gera nótir uppá, so at
alarar kunnu spara rætt-
iliga fitt av peningi.
Helgi Nilssen kunnaði
um aling í Noreg, fyrr og |
nú. Um tekniska útgerð, |
effektivitet, fóðringshætt- |
ir og marknadarføring |
Sambært granskingarnevndini hjá Rockwool-grunninum. loysir tað se g ikki at arbeiða
í dag
einum parti til ein annan
ella at flyta arbeidsøkid er
minimalur, tá tað at arbeiða
ikki loysir seg
- Tað sama er við áhuga-
num fyri at bóta um arbeiðs-
møguleikarnar, eitt nú vid
at taka skeið og líknandi,
sigur Nina Smith
Barnaklæði 0—12 ár
UNITED COLORS
OF BENETTON.
Sverrisgøta 17 * Tórshavn - Tlf. 17661