hósdagur 26. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 38 — 26. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOS)
Finnbogi Arge farin
upp í Fólkaflokkin
Tingbólkur Fólkafloksins telur nú sjey fólk. Finnbogi Arge, sum í 1990 og
1994 varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin, er nú farin upp í tingbólkin hjá
Fólkaflokkinum - og stillar helst upp til komandi løgtingsval fyri
Fólkaflokkin í Suðurstreymi
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað var fyri hálvum triðja
ári síðani, at Finnbogi Arge
boðaði frá, at hann tók seg
úr Sambandsflokkinum. Or-
søkin var millum annað stór
misnøgd við løgmann og
formann Sambandsfloksins,
Edmund Joensen.
Tå bodadi Finnbogi Arge
frå, at hann ikki fór at stilla
upp aftur til komandi løg-
tingsval. Men nú hevur
hann skift stóðu.
Finnbogi Arge sigur, at
hann hevur broytt stóðu í
tjóðskaparviðurskiftunum
og heldur, at viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark eiga at verða endur-
skoðað, so talan veruliga
kann vera um samstarv
millum tjóðir á jóvnum føti,
Finnbogi Arge varð vald-
ur á ting fyri Sambands-
flokkin í 1990 og í 1994.
Í 1998 ætlar hann helst
at verða valdur fyri
Fólkaflokkin
og sigur hann seg vera sam-
band við Javnaðarflokkin á
hesum øki.
Men Finnbogi Arge var
ein borgarligur politikari, tá
hann varð valdur á ting, og
hann er borgarligur enn, sig-
ur hann. Tí hevur hann valt
Fólkaflokkin
Tveir aðrir »floksleysir«
tingmenn eru. Oli Jacobsen
og Kristian Magnussen,
sum tó ikki situr á tingi,
meðan hann er landsstýris-
maður, hava sum er ongan
flokk at stilla upp fyri, eftir
at teir vóru koyrdir úr Verk-
amannafylkingini.
Oli Jacobsen sigur við
Sosialin í dag, at hann ikki
stillar uppaftur, men vísur
tó ikki aftur, at hann kanska
seinni aftur fer at fáast við
politikk.
Kristian Magnussen, sum
er uttanlands f arbeidsørind-
um, hevur tó ikki gjørt
greitt, um hann fer at stilla
uppaftur, ella hvønn flokk,
um so verður, skal stilla upp
fyri.
Ábyrgd og álit
er altavgerandi
— Allir blóðgevarar skulu vita, at vit í blóðbankanum
meta tað arbeiðið, sum blóðgevarar gera Glønt, sera høgt,
siga tey úr blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum
EIRIKUR LINDENSKOV
Í seinastuni hevur nógv ver-
ið tosað og skrivað um
vandan við at fáa blóð. Í
blóðbankanum á Lands-
sjúkrahúsinum hava tey
gjørt sær tankar um hvussu
tey á bnestan hátt kunnu
varðvetia tað álitið, tey altíð
hava havt á teirra blóðgev-
arum.
Øll í samfelagnum og ser-
stakliga tey í blóðbankanum
eru greið yvir, hvussu 6-
trúliga týdningarmikið og
ábyrgdarfult tað er at vera
blóðgevari. = Samfelagið
kundi jú als ikki virkað, um
tað ikki vóru fólk, ið vildu
hjálpa sínum medmenniskj-
um við at lata blóð, siga tey
Tey síggja eisini, at blóð-
gevarar eru klárir at koma
dag og nátt, tá ið brúk er
fyri teimum, og ber ikki til
at koma júst tann dagin, tey
ringja, ber altíð til at fáa
eina avtalu í lag ein annan
dag
Alt blóð verður kannað
fyri HIV - gulsótt B og gul
sótt C, áðrenn tað verður
givið. Vandin er tann, at tað
ganga 2-6 vikur frá tí smitt-
an er komin inn í kroppin,
til andevnið er blivid so
mikið sterkt, at tað kann á-
vísast við teimum kanning-
arháttum, sum í dag eru til
taks, og tað er hetta sum ger,
at sjálvt um blóðið er kann-
að, er ikki 100% vissa fyri,
at smitta ikki er í blóðinum,
og tað er her alt má gerast
sum gerast kann, fyri at blóð
við smittu í ikki verður giv-
ið.
Hvat kann so gerast,
spyrja tey í Blóðbankanum
og svara:
— Jú - har er ábyrgd og
álit tað altavgerandi. Blóð-
gevarin skal vera greiður
yvir, at tað er ein stór ábyrgd
at geva blóð. Hevur blóð-
gevarin havt kynsliga sam-
veru, ið kann vera vanda-
mikil, má ábyrgdin vera so
mikið stór, og álitið á blóð-
bankan so mikið gott, at
blóðgevarin sjálvur sigur
blóðbankanum frá. Tað er
eingin sum spyr, hví við-
komandi ikki vil lata blóð í
eina tíð.
Allir blóðgevarar skriva
undir uppá, at teir hava lisið
faldaran til blóðgevarar um
AIDS, og tað er okkara vón,
at eingin, sum hevur havt
vandamikla kynsliga sam-
veru, skrivar undir. Tað er
ikki bara HIV, sum smittar
í blóðinum, men eisini gul-
sótt B og C, sum eisini eru
lívshættisligar fyri sjúkling-
in, og har eru smittukeld-
urnar tær somu sum við
HIV.
I Blóðbankanum siga tey,
at tað er teirra vón, at tað
góða samstarvið, ábyrgdin
og álitið, ið hevur verið
millum blóðbankan og
blóðgevararn, heldur fram
- Allir blóðgevarar skulu
vita, at vit í blóðbankanum
meta tað arbeiðið, sum
blóðgevarar gera Olønt, sera
høgt, og tað er alla tíðina
neyðugt at fáa fleiri nýggjar
blóðgevarar, verður sagt í
tíðindaskrivi frá Blóðbank-
anum á Landssjúkrahúsi-
num.
Blóðgevarin skal vera
greiður yvir, at tað er ein
stór ábyrgd at geva blóð
savnsmynd
Esbern Midjord
leggur frå sær
Vinnumálastýrið gjørdi í
gjár kunnugt, at Esbern
Midjord, postverksstjóri -
eftir egnum ynski - verður
loystur úr starvinum tann
30. apríl.
Landsstýrið fer í næst-
um at sýkja eftir nýggjum
stjóra í næstum
Úr Vinnumálastýrinum
verður lagt afturat, at tað
takkar Esberni Midjord
fyri ta tíðina, hann hevur
verið í almennari tænastu.