hósdagur 26. februar 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOSU
Nr. 38 — 26. FEBRUAR 1998
Lesarabrøv
Viðmerking
Stillar Tjóðveldisflokkurin bert upp til Fólkatings- Við v.
valið, fyri at fáa fíggjarligan stuðul til politiskt
virksemi frá danska skattaborgaranum?
Formaðurin í tingbólki
Tjóðveldisfloksins ivast í,
um flokkurin skal stilla upp
til fólkatingsvalið, tí tað er
so lítið hepi í at velja fólk á
fólkating. Við hesum sjón-
armiði heldur Tjóðveldis-
flokkurin sínar veljarar fyri
gjøldur, um hann stillar upp
tl Fólkatingsvalið
Formaðurin sigur, at land-
sins lógir mugu haldast,
sjálvsagt, men tað stendur
ongastaðni, at flokkar eru
noyddir at stilla upp til fól-
katingsval. Hevur Tjóðvel-
disflokkurin ikki eina stevn-
uskrá, sum er so greið, at
teir vita, um teir skulu stilla
upp til fólkatingsvalið ella
ikki?
Sum ikki einaferð roynir
Tjóðveldisflokkurin at blása
og hava mjøl í munninum
samstundis. Tí heimastýris-
lógin gevur okkum føroy-
ingum rætt til at stilla upp
til Fólkatingsvalið, Tjóð-
veldisflokkurin g6dtekur
ikki heimastýrislógina, men
stillar kortini upp til fólk-
atingsval, hvar er logikkur-
in?
Spurningurin er so, hví
stillar Tjóðveldisflokkurin
upp til Fólkatingsvalið. Tá
ið Tjóðveldisflokkurin met-
ir, at tað er meiningsleysi at
stilla upp til Fólkatingsval,
kann tað bert vera av fíggj-
arligum ávum, at teir stilla
upp. Eftir seinasta Fólka-
tingsval kundi Tjóðveldis-
flokkurin móttaka gott kr.
35.000,- um árið frá danska
skattáborgaranum til polit-
iskt virksemi.
Tjóðveldisflokkurin vil
so gjarna leggja stórri fíggj-
arligar byrðar á tann før-
oyska skattgjaldaran við
sínum yvirtøkum, teir vilja
kappa á stokkinum helst
einki hava við danskarar at
gera, men á ið tað kemur til
krónur og oyrir, so skal
danski palliba gjalda.
Finnleif Guttesen,
Tveroyri
Flogvøllur
Nú kjakið um flogvøll aftur
er farið at spøkja, vil eg við
hesum koma við nøkrum
viðmerkingum
Hoyrdi í útvarpi og sjón-
varp: garparnar Finnboga
Ísakson og Bjarna Djur-
holm so avgjørdar siga
fløgur í verandi flogvøll
vera eina lappaloysn, tí ver-
andi vellur ongantíð fer at
blíva nóg góður, sjálvt um
vit fleiri ferðir hava hoyrt
frá monnum, sum hava betri
skil á flúgving, siga tað
mótsatta. Einasti bág! er, at
vøllurin er í styttra lagi,
hóast hann kann brúkast til
flogførini, sum flúgva upp
á Føroyar í dag. Tað hevði
verið ynskiligt, at vellurin
bleiv longdur við 200-250
metrum, samstundis sum
em glíðivinkul verður
gjørdur.
Nú valár er, eru Finnbogi
og Bjarni aftur farnir at tosa
um framtíðar flogvøll og
sjálvandi er tað besta pláss-
ið í Føroyum Glyvursnes!
Men hetta er ikki so, tað vita
teir báðir væl, tí sambært
kanningum sum hava verið,
er hetta ikki best egnaða
plássið í Føroyum, men alt
skal liggja so nær Havnini,
so hjá termum er ongin ivi,
framtíðar flogvøllurin skal
liggja á Glyvursnesi
Sjálvt um teir eru full-
greiðir yvir, at vit í Føroy-
um í dag nóg illa hava ráð
at hugsa um ein nýggjan
flogvøll, blíva teir við at
sjabba um flogvøll á Glyv-
ursnesi og royna vid øllum
snildum at forkoma eini út-
byggjan av verandi flog-
velli, sum vit saman við
dønum hava møguleika at
gera.
Míni ráð til Bjarna og
Finnboga skulu vera, at teir
ístaðin fyri at tosa um
nýggjan flogvøll, sum vit
sjálvir skulu gjalda, — og tað
hava vit ikki ráð til, tí landið
er nóg skuldarbundið sum
er — ístaðin leggja alla orku
í at fáa niðurgoldið verandi
skuld, og ikki bert hugsað
um, at alt skal liggja so nær
Havnini sum møguligt. Tað
er ov stuttskygt at hugsa so-
leiðis.
Mín vón skal tí vera, at
løgmadur roynir at skunda
undir loftferðslumyndug-
leikarnar, soleiðis at ein út-
bygging av verandi vølli
kann verða sett í verk skjót-
ast tilber.
Til seinast fari eg at spyrja
Bjarna Djurholm, hvat hann
meinar við, tá hann sigur at
ein nýggjur flogvøllur á
Glyvursnesi kemur at kosta
500 milliónir og um hann
kann siga kkum, hvgr hevur
gjørt hesa meting.
Eru hetta bert tøl, sum eru
tikin úr leysari luft? Tí tað
kann ikki bera til, at ein løg-
tingsmaður bara skal koma
við nøkrum tølum, sum
allarhelst eru á heilt skeiv-
ari leið, tí niðanfyri 2,5
milliardir sleppa vit neyvan
undan at gjalda fyri ein
nýggjan vøll, við øllum, ið
hartil hoyrir, sjálvt um hann
verður bygdur á Glyvurs-
nesi.
ed.
Hvor skal gjalda gildið?
Tann stersti vandin við hes-
um vaimum ér
loysingar-
rákið, sum tykist at vera
frammi. Helst eru tað av tí
umrødu og viðgerð sum
bankamálið hevur fingið
Tað er týðuligt og greitt, at
veljarar uttan mun til til-
haldsflokk, øll hava fingið
tað fatan, at øll ábyrgdin av
tí, sum er farið fram liggur
av tí handfaring, sum
danska fólkatingið og
danska stjórnin hevur kraft
av okkum føroyingum, tað
skal eingin ivi vera um, at
fleiri av teimum krøvum,
sum eru frammi hava verið
meira enn órímilig, men
samstundis sum vit ábyrgda
dønum fyri teirra leiklut, so
eiga vit ikki at gloyma, at
krøvini frá donsku stjórn'ni
g einum stórum meirluta í
danska fólkatinginum eru í
veruleikanum góðkend av
'kkara egnu umboðum, tí
teir eru báðir lim ir í donsk-
um flokkum, Oli Breck
mann Konservativa og
Johannes Martin Olsen í
Vinstra flokkinum. Teir
mugu taka sín part av teim-
um krøvum, sum vóru sett
føroyingum, teir eru fram-
vegis stuðlar hjá donsku
flokkunum og verða teir aft-
irvaldir, so stuðla teir eina
borgarliga stjórn, sum ikki
kann fráleggjæ sær ábyrgd
av tí, sum er farið fram her
heima
Teir borgarligu hava verið
greiðir yvir skeivu gongd-
ina i Føroyum
Verandi umbod hava ver-
ið vitandi um gongdina, ti
hetta sum hendi rnú, er ikki
komið beint nú. Teir borg-
arligu høvdu ræðið i Dan-
mark við hjálp frá føroysku
fólkatingslimunum. Tað vil
undra meg, um teir ikki sum
stuðlar hava verið kunnaðir
um ætlandi tiltøk, sum
framd eru ímóti Føroyum,
men teir hava valt at tiga
Vorðin sum umboð at
eiga
Tá Sambandsflokkurin i
Tinganesi, komu fleiri åvar-
ingarskjøl til landsstýrið,
men teir gjørdu einki vid
tað, og danska borgarliga
stjórnin fylgdi ikki åvaring-
unum upp, tí teir høvdu
brúk fyri stuðlinum frá før-
oysku fólkatingslimunum,
og í Føroyum sat ein borg-
arligur meirluti, tí hendi
einki
Avleiðingarnar kenna vit
nú av borgarligum stýri og
eru tað føroyskir veljarar
sum nú broyta stóðu orsak-
að av hendingunum, og nú
fara at velja loysingarleið-
ina, so er at minnast til, at
loysingarflokkarnir, ja,
sjálvt teir villastu í sam-
gongu, boygdu seg fyri
teimum donsku krøvunum,
fyri danska fólkatinginum,
teir mótmæltu ikki, teir lótu
ikki tað føroyska fólkið fáa
møguleikan at siga sína
meining og at taka stóðu til
avtaluna, nei undirskrivað
bleiv og avleiðingarnar
blivu fíggjarognaravgjald
av uppspardum peningi, tað
var úrslitið.
Grundgevingin fyri und-
irskrivingina og ognarav-
gjaldið var: >Tað er einasta
gongda leiðin<.
Verður fólkatingsvalið
eitt loysingarval, hvør tekur
avleiðingarnar og hver skal
gjalda gildið.
Sverre Midjord
iløgu-
studlinum
til båtar
og skip
Soljóðandi bræv er sent
Føroya Landsstyri
Tinganes, 100 Tørshavn
att.: John Petersen,
fiskimålarådharri
Víst verður til fundin 19/2-
1998 millum tygum og
undirritaðu umboð fyri bát-
ar og skip.
A fundinum varð upplýst
frá tykkara síðu, hverjar
ætlanir tit hava við teimum
40 mill. kr., sum eru avsett-
ar á fíggjarlógini fyri í ár.
Tó vilja vit heita á tygum
um at leggja uppskot fram,
um broyting í verandi lóg
um fløgustudul, soleiðis at
fløgustudulin heldur fram í
3-4 år afturat, eisini fyri teir
båtar og skip, sum mistu
hann f 1996, men at minka
stuðulin niður í 60% av ti,
sum hann var.
Undirritadu taka annars
undir vid, at stovnadur
verður ein grunnur til end-
urnýggjan av fiskiflotanum
og at tað sum verður eftir
av nevndu 40 mill. kr. aft-
aná, at fløgustudulin verður
goldin, verða settar í grunn-
in.
Vit taka sum heild eisini
undir við teimum ætlaðu
broytingunum í lógini um
vinnuligan fiskiskap.
Okkara grundgeving fyri
at ynskja framhaldandi
fløgustudul í 3-4 ár afturat
er, at tíðarskeiðið í verandi
lóg um fløgustudul hevur
verið ov stutt til bátarnar og
skipini at gera tær neyðugu
tillagingarnar og fløgurnar,
sidani studulsskipanirnar i
fiskivinnuni vóruðu avtik-
nar fyri nøkrum árum síð-
ani.
Við at leingja fløgustud-
ulin í 3-4 ár afturat vil ein
effektivisering og endur-
nýgging av flotanum henda
skjótari og á einum betri
fíggjarligum grundarlagi
enn annars.
Jákup Sólstein
Føroya Reiðarafelag
Chris Jan Michelsen
Meginfelag Utróðrar-
manna
Leivur Eidesgaard
Felagið Snelluskip
Marner Lisberg
Djúpvatnstrolararnir
Árni Dam
Felagið Línuskip
Essa Petersen
Landsfelag vinnurekandi
útróðrarmanna
Hans Marius Joensen
Felagið Trolbátar
Osmund Justinussen
Felagið Trolskip
Frá Strandfaraskipum
Landsins um siglingina
um Vestmannasund, Leir-
viksfjørd og Skálafjørð
Vestmannasund
Tann 6. mars 1998 verð-
ur Ternan í (gamla
Ternan), sum røkir sigl-
ingina inn á Skålafjørd-
in, sett í fasta sigling um
Vestmannasund saman
vid Sam. Bædi skipini
skulu røkja hesa sigling,
til Ternan (nýggja)
seinni í ár ætlandi verð-
ur sett inn í fasta sigling
alt árið, og Sam verður
eykaskip.
Kunngjørt verður í
fjølmidlunum um ferða-
ætlanina hjá Ternuni |
um Vestmannasund.
Leirvíksfjórður
Seinni í ár er ætlanin, at
seta Dúgvuna í fasta
sigling alt árið um Leir-
viksfjørd. Í fórum har
veðrið ikki er til vildar,
verður siglt á Fugla-
fjørð.
Skálafjórður
Meðan Ternan Í siglir
um Vestmannasund,
røkir Pride Skálafjarðar-
siglingina. Pride flytir
ikki akfør.