Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 26. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið Handilsskúlanæmingar hava egna fyritøku 13 Flokkurin F3 á Føroya Handilsskúla í Havn hevur eina ødrvisi uppgávu enn aðrir hanilsskulaflokkar í Fóroyum. Hesin flokkurin er býttur upp í 4 bólkar, og allir bólkarnir hava so stovnað sína egnu fyritóku TERII NIELSEN Skúlaflokkar í 20 londum kring Europa luttaka í ein- um projekti, ið á føroyskum verður nevnt Ungt Virki. Á Føroya Handilsskúla í Havn er ein flokkur, F3, sum eis- ini tekur lut í projektinum. Tey hava síðan tíðliga í heyst stríðst við at gera síni egnu virkir. Eginpeningin hava tey sjálvi útvegað og keyp og sela fer fram í reið- um peningi Endamálið við hesum ar- beiði er at fáa fleiri ung at tora at seta virkir á stovn. Á eini framsýning á handils- skúlanum fríggjadagin fara bólkarnir at hava sín egna sølubås, har tað eisini verð- ur gjørligt at keypa fram- leiðslurnar hjá teimum ymsu bólkunum. Teir 4 bólkarnir/virkini í F3 eita Miðan, Telememo, Antik og Disc Watch, og framleiðslan spennir heilt úr ullintum lendavermarum til skáp! Antik Vit vóru á handilsskúlanum og hittu tey 5, Nancy Hejne- sen, Jonu Jensen, Hall Gunnarsson, Rógva Joen- sen og Bárð Háberg, sum í felag hava stovnað virkið Antik, sum fæst við fram- leiðslu og sølu av skápum. Tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey,lå tey vóru upp- tikin á skúlan, fingu ein fyrispurning frá leiðslu skúlans, ið spurdi, um tey høvdu áhuga fyri at koma í ein flokk, sum skuldi stovna síni egnu virkir í skúlaárinum. Hesi 5 vóru millum tey, ið góvu játtandi svar. Tá ið tey byrjaðu í skúlanum, vóru tey so býtt í 4 bólkar. Hesir skuldu síð- an finna sær eina fram- leiðslu, ið tey mettu hava møguleika fyri at bera seg. Hugskotið kom úr Stockholm Sonja Oyrabø Petersen, lær- ari á handilsskúlanum, sam skipar tiltakið. Hon sigur við Sosialin, at hon einaferð var bjóðað til Stockholm, har Nordisk Ministerråd hevði samlað lærarar til at gera undirvisingartilfar til arbeida vid å internetinum. Har kom hon í bólk við tey, sum høvdu Ung Virksom- hed, og soleiðis tók hon hugskotið við sær tl Før- oya. Hesin bólurin hevði ætlanir um at hava handils- samband yvir internetið. Tað vil siga, at næmingarnir høvdu møguleika fyri at selja sínar vørur yvir inter- netið. Hon sigur eisini, at tey royndu hetta í fjør, men við ikki eins góðum úrsliti sum í ár. Hetta kemst helst av, at í fjór vóru næmingar- nir noyddir til at arbeiða við tí, meðan tað í ár bert eru næmingar, sum vístu tiltaki- num áhuga, ið taka lut. Teir 5 næmingarnir greiða frá, at tey hava arbeitt uttan beinleiðis hjálp frá læraru- num. Tey fóru sjálvi út at finna fyritøkur, ið vóru fús- ar til at stuðla teimum, og tað eydnaðist eisini. Tey hava fingið stuðul frá 5 fyri- F 3 flokkurin á Føroya Handilsskúla í Havn Tey fimm, ið hava virkið Antik. Frá vinstru: Bárður Háberg, Nancy Hejnesen, Rógvi Joensen, Jona Jensen og Hallur Gunnarsson tókum, HH-Trans. Mikla- garði, Hjá Fróða, Dáanum og so Stakksmiðkuni, ið hevur smíðað skápini fyri tey. Spennandi og lærurík tíð Næmingarnir siga víðari, at hetta hevur verið ein sera strævin, men spennandi og lærurík tíð, sum tey ikki høvdu viljað verið fyri utt- an. Ein kundi kanska trúð, at eitt tílíkt arbeiði hevur á- virkað vanligu tímatalvuna, men so er ikki. Næmingar hava tó fingið frí frá vanligu tímunum, tá ið tey hava havt serligan tørv á tí. Alt arbeiði er annars farið fram eftir skúlatíð! Nancy Hejnesen, ið er stjóri í Antik, sigur, at tey í arbeiðinum hava lært at stovna eitt virki, at reka eitt virki og at taka av eitt virki. Tá id skúlaárið endar, skulu tey lata ein likvidatións- roknskap inn til ummælis Tey hava framleitt 20 skáp fyri fyrst, og sølupris- urin er kr. 998.-. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tev hava valt at framleiða 20 skáp við einum seluprísi á kr. 998,-. Um tey selja fyri meira enn kr. 20.000,- eru tey noydd til at gjalda meir- virðisgjald, og so lønar teg seg ikki! Vinnandi bólkurin skal í donsku finaluna Alt hetta er partur av einar kapping, ið nevnist Your European Enterprise. Tá lærarar á handilsskúlanun saman við umboðum úr fø oyska vinnulívinum hava valt tað besta virkið í I fer vinnandi bólkurin at taka lut í teirri donsku finalin Alt endar so við einari st Næmingarnir fáa eisini eit prógv frå Ung Virksomhe« fyri at hava luttikið í pro jektinum Sonja Oyrabø Peterser Sigur, at slíkar Kapping eisini eru í Ameriku og Asia Hjá teimum, sum hava áhuga fyri at hoyra nærr