leygardagur 28. februar 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 40 — 28. FEBRUAR 1998
Nr. 40 - 28. FEBRUAR 1998
Bartal N. Poulsen og
Bárður Hansen
Heidi Bech hevur verið í
starvsvenjing á Hotel Haf-
nia, og tað dámdi henni
væl.. Tað var eitt sindur
annaðleiðis, enn hon hevði
ímyndað sær, men tað var
sera hugtakandi. Tá ið vit
spurdu hana, hví hon valdi
Hafnia, svaraði hon, at hon
vildi royna okkurt nýtt og
spennandi.. Hon hevur ar-
beitt í reseptiónini, á gong-
ini og í matstovuni, har hon
slapp at royna mangt og
hvat. >Ég havi lært nógv
hesa síðstu vikuna«, segði
hon
Í síðsta ár var hon á Suð-
uroyar Sjúkrahúsið, og tað
dámdi henni eisini væl, men
tað var ikki so avbjóð-andi
sum Hafnia. >Ég hevði gott
kunnað hugsa mær at arbeitt
her fast, ar-beiðstíðin er sera
lagalig. men nú fáa vit at
síggja...“
Sera áhugavert
Linda Meyer er í starvs-
venjing hjá Sjónvarp Før-
oya, og hóast hon hevur
roynt tað fyrr, er tað sera
áhugavert. Hon segði, at
tíðindablaði
Carin
Hava
lært nógv
Bartal Poulsen og Bárður Hansen, sú
hava
verið í starvsvenjing á Sosialinum seinastu
tvær vikurnar, hava spurt nakrar aðrar praktik-
antar, hvussu teimum dáma síni arbeiðspláss
Hjalti Grástein hevur
verið í starvsvenjing hjá
Tutl í Havn
fólkini eru fitt og fyrikom-
andi, og henni dámar væl.
Ein av orsøkunum til, at hon
valdi at fara til SvF aftur er,
at hon er sera hug-tikin av
arbeidinum har. »Eg hevði
fegin vilja ar-beitt her , men
framtíðar-ætlanir = mínar
loyva tí ikki.«
Linda hevur tikið vox-pop
upp til Gekkin, redigerað,
verið við í Degi og Viku og
Undirhúsinum, og y-miskt
annað áhugavert.
Tutl er eitt gott ar-
beiðspláss
Vit hava eisini verið inni í
Tutl og spurt Hjalta
Gråstein, sum er í starvs-
venjing har, hví hann valdi
Tutl til arbeiðspláss í tvær
vikur. >Eg eri sera áhugaður
í tónleiki, og mær dámar
væl at geva fólki ráð um
tónleik. Eg hevði fegin
arbeitt her fast; her er
stuttligt at vera, tú metir
fólki og her eru góðar
arbeidsumstødur.« Hesa
síðstu vik-una hevur Hjalti
avgreitt viðskiftafólk, sett
fløgur upp á pláss, svara
tele-fonini og hjálpt Tutl at
Linda Meyer hevur verið í starvsvenjing í sjónvarpinum
Heidi Bech hevur verið í starvsvenjing á Hotel Hafnia
5] TS
flyta.
>Í síðsta ár var eg hjá Poul
Hansen heilsøluni å
Tvøroyri, og har dåmdi mær
eisini væl, tað var minst lika
stuttligt sum her
Tær hava verið sjúkrasystrar í 25 år
Sjúkrasystrarnar, sum
tóku progv á Sjúkra-
systraskúla Feroya í
1973:
Aftast frá vinstru:
Elsupa (Petersen) Han-
sen Sólgerð (Jacobsen)
Mortensen (deyð 1996),
Esmi (Jacobsen) Olsen,
Sólvá Patursson (lærari),
Poula Poulsen (lærari),
Esther Thomsen (lær-
ari), Rutt (Poulsen)
Mikkelsen, Kristianna
(Olsen) Michelsen, Jón-
gerð (Joensen) Poulsen,
Maria (Andreassen)
Andersen.
Fremst frá vinstru:
Poulina Jacobsen (deyð
1993), Anna (Joensen)
Jacobsen, Anna Maria
(Jacobsen) Sørensen,
Kirstin (Jacobsen) Jen-
sen, Marita (Mohr) á
Ryggi, Hildur (Bendtsen)
við Hegadalsá, Asa
(Jørgensen) Poulsen
Tað eru nú liðin 25 ár síðani,
at hesar fittu, ungu gent-
urnar vóru klaktar sjúkra-
systrar. Utbúgvingin byrjaði
4. august 1969 á háskúla-
num, og vóru vit 18 í tali, tá
vit byrjaðu og 14 í tali, tá
vit vórðu útlærdar.
Nógv og góð eru minnini
frá forskúlatíðini, tá vit,
ungar og fullar av dreymum
um lívið frammanfyri,
gleddu okkum til at nema
kunnleika til hetta yrki, sum
vit høvdu valt.
Spennandi varð, tá vit
skuldu meta á deildunum,
íklæddar stríputum (blátt/
hvítt) bummulsbúnum við
flipp og sloyfu, fyriklæð og
kappa. Har lærdu vit tað
praktiska arbeiði í sjúkra-
røktini, og at hava umsorg-
an fyri sjúklingunum, sum
vit bert høvdu lisið um, men
nú skuldi læra at røkta. Vit
lærdu >teori og praksis< -
hond í hond saman við á
byrgd.
Vit vóru teir fyrstu næm-
ingarnir, sum í 1970 fluttu
inn á B75 at búgva.
Køkurin varð hjartað, har
vit terpaðu saman, tað verði
seg medisin, kirurgi, infek-
tionspatalogi ella aðrar lær-
ugreinar.
Teir seinastu átta mánað-
irnar gekk leiðin til Dan-
markar, har vit tóku psyki-
atri á Nykøbing Sjælland,
barnasjúkur og oyra/nøs og
háls á Sundby Hospital.
Síðani komu vit heimaftur
og tóku tað endaliga prógv-
ið
Alt hetta sjóvaði okkum
saman, og hava vit nógvar
glaðar og ógloymandi letur
saman, sum nú eru dýrabar
minni, vit goyma í huga-
num
Tað er við sorgblidni, vit
hyggja at myndini. Allar so
ymiskar av lyndi og lagn
urnar so ymiskar. Allar upp
livað lívið við tí viðráki og
mótrákið, sum tað nú eina
ferð hevur at bjóða. Tvær
eru tíverri ikki millum okk
um meira, og minnast vit
tær við sakni
Tað at kenna tykkum hev-
ur gjørt mitt lív so nóg
ríkari. Við hesum vil eg
ynskja okkum tillukku við
degnum og takka fyri alt
Heilsan Maria