Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 28. FEBRUAR 1998 Vit sigla í ódn og í logn — Tað er ikki gerandiskostur, at ein maður, sum er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn og sum 28 ára gam- al fyrstu ferð setur fót á land í Føroy- um, skrivar føroyska siglingarsøgu, skrivar Jógvan Ísaksen m. a. í um- mælinum av bókini hjá Leif Pedersen um Olav Halga Jógvan Isaksen Leif Pedersen: Olavur Halgi - fiskiskip og vakt- arskip. Ritstjórn: Leif Pedersen og Jógvan á Lakjuni. Forlagið Heygs- merk 1996. 213 síður við nógvum myndum. Fyri góðum ári síðani kom bókin um fuglafjarðartrol- aran Olav Halga, og hon er skrivað av tí danskfødda gøtumanninum Leif Peder- sen Í innganginum fortelur Leif, hvussu tilvildarligt tað var, at hann kom at vera tólv ár sum kokkur og vidhvørt eisini fjarritari við Olavi Halga. Í miðjum SOunum giftist hann føroyskari konu, og tá ið virkið, hann arbeiddi á í Keypmanna- havn, fór á heysin, gjørdi hann av at fara til Føroya at vitja verforeldrini. Verpåpin var skipari á sluppini Grundick og bad Leif koma vid sum kokkur, og av ti at hann hevði brúk fyri peng- unum, játtaði hann, hóast Leif Pedersen hann ikki hevði verið annað á sjónum enn við onkrari ferju í besta veðri Viðurskiftini at kokkast umborð á einari slupp vóru ikki fyrimyndarlig, men eft- ir rættiliga stuttar! tíð treivst Leif Pedersen við arbeið- num sum kokkur. Seinni var hann kokkur við Morning Star og so tey nógvu árini við Olavi Halga. Sjålvur hevur hann bara gott at bera kokkaarbeiðnum, hóast fólk vilja vera við, at tað er eitt hundalív. Somuleiðis sigur hann seg altíð hava fingið ta hjálp, hann hevur havt brúk fyri, frá manningini. At Leif Pedersen, keyp- mannahavnarin sum gjørd- ist gøtumadur, er farin undir bókina um Olav Halga er ikki bara tí at honum hevur dámt at vera til skips og at kokkast. Men tí at hann sum fráleið gjørdist góður við Ólav Halga, og hesin bleiv mestsum eitt livandi ting fyri hann. Síðani hann mynstraði av fyri síðstu ferð í 1973, sigur Leif seg aftur og aftur hava hugsað um tíðina umborð, og sum eitt fríðtíðarítriv settist hann at skriva um trolaran. Bókin hevur ein fullkom- iliga greiðan bygnað, líka úr megintættunum niður í ein- stakar fiskitúrar og einstak- ar vaktaruppgávur. Aftast er yvirlit yvir heimildarper- sónar, yvir allar túrarnar hjá - fiskiskip og vaktarskip Of Teir høgga ís umborð á Olavi Halga undir Grønl Ólavi Halga, manningarlist- ar við tíðarskeiðum, yvirlit yvir følkanøvn og skipa nøvn við síðutilvísingum. Her er eyðsæð ikki farið fram eftir fummum. »Olavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip< fellur natúr- liga í tveir høvudspartar. Tann fyrri og drúgvari er árini sum fiskiskip - har var Leif Pedersen jú sjálvur við meira enn helmingin av tíð- Ini - og so ein styttri um starvid sum vaktarskip, har Leif bara er umborð trettan dagar i 1994 fyri at kunna seg um hendan partin. Tað sigur seg sjålvt, hvør part- urin er tann meiri livandi og persónligi Fyrst verður sagt frá ar- beiðsloysinum í Fuglafirði fyrru helvt av 50unum og royndir hjá ymsum monn- um at útvega skip at bóta um hetta. Hvussu landsstýr- ið í 1957 samtykkir at lata tríggjar trolarar byggja í Portugal, hvussu nærum all- ur Fuglafjørdur er uppi í at savna eginpengin saman og so fagnaðardagurin, alla- halgannadagur 1959, tá ið Ólavur Halgi flaggskrýddur stevnir inn eftir vånni Síðani verða túrarnir gjøgnumgingir úr fyrsta ís- fiskatårinum undir Íslandi um saltfiskatúrarnar undir Grønlandi og við New Foundland til seinastu ís- fiskatúrarnar í 1976. Summ- ir av túrunum fáa bara stutta umrødu, meðan túrarnir, har eitthvørt serligt er fyrifarist, fáa eitt sindur longri um- ræðu. Einahelst hesar frå- sagnir hava stóran áhuga hjá ti lesara, sum ikki eigur beinleiðis lut í tilveruni hjá Olavi Halga Ólavur Halgi fær post frá systurskipinum Vágbingi Sagt verður frá baldrutum ferðum bæði á og av fiski- skapi, og hvussu væl Olavur Halgi royndist í illveðri og ísi. Ein tårin yvir til Grøn- lands liggja teir á nýggjári- num í ódnarstormi við Kappan, og nærum alt tað elektriska gongur fyri um- borð. Eisini peran á ljós- kastaranum á brúgvartaki- num, og tað ger, at teir síggja ikki isfjøllini, sum koma rekandi ímóti teim- um. Einaferð, tá ið skipið fær eitt øgiligt kast, sigur maskinmeistarin: »So, Leif, nú fóru vit« Men so var ikki, og tað skilst á høvundinum, at um- framt at Ólavur Halgi var gott skip, so átti skiparin stóran part av heiðrinum, at andi í januar 1962 so væl spældi av. Hann æt Olaf Olsen, og tá ið tað ljósnaði bardi hann seg upp á brúgvartakið at fáa nýggja peru í ljóskastaran: >Men hóast Olaf sigur, at hetta er tyngsta tak, hann nakrantíð hevur tikið, so eydnaðist tað honum at fáa peruna i« Hetta vísir, at á einum sinni dugdi Olaf Olsen annað enn at sita í nevndum Av teimum 213 síðunum munnu myndir av serstak- liga manning og lívinum umborð fylla eina helvt, og hetta er við til at gera verkið stak livandi. Tá ið ein per- sónur verður nevndur, kann lesarin síggja eina mynd av honum, verður vandin fyri yvirising nevndur, so er mynd av hesum og frá tíðini ir perrETT TT - sum vaktarskip, eru mynd Leif Pedersen er sloppin væl frå bókini, og ulfarið er bædi spennandi og vitnisliga lagt fram. Somu- leiðis er málið livandi og lætt, og her eigur Jógvan á Lakjuni heiðurin, tí hann er tað, sum hevur umsett danska tekstin hjá Leif til føroyskt. Eg haldi eisini, at høvundurin, nú hann skriv ar alla søguna hjå einun skipi, hevur valt rætta måt- an. Hann breidir seg ikki men skrivar stutt og neyvt kortini er tað rúm fyri søg uni, hendingini, sum setur dám á lesnadin. >Olax Halgi - fiskiskip og vaktar skip< er bæði upplýsandi og hugtakandi lesnaður t =