Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Niclas Johannesen Sosial for een Argj , Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: poste sosialurin.fo Ohefta føroyska rødd at danating Stórur spenningur er um úrslitið av fóka- tingsvalinum. Ikki bert í Føroyum, men so sanniliga eisini í Danmark, har tað er sera tætt millum partarnar báðar - høgraveingin og vinstraveingin. Higartil hevur tað verið naturligt, at føroysku og grønlendsku folka- tingsumboðini hava stuðlað åvisum flokk- um. Føroyski Javnaðarflokkurin stuðlaði danska Javnaðarflokkin. Sambandsflokkurin studl- ar danska Vinstraflokkin, og formaður Fólkafloksins, Oli Breckmann, hevur selt sína sál til danska Konservativa flokkin. Allir hesir flokkar eiga sín stóra lut í tí vanlukku stoðu, sum foroyska samfelagið er komið í - og tískil eiga foroyingar at gera sær greitt, at slíkum finna vit okkum íkki í! Í Grønlandi er stoðan hin sama. Attasut stuðlar av heilum hjarta danska Vinstra- flokkinum, og Siumuut hevur higartil studl- að danska Javnaðarflokkin. Føroyski Javnaðarflokkurin skal nú gera pura greitt, at hann fer ikki at stuðla stjórn- ini hjá Poul Nyrup Rasmussen. Tíðin er farin frá tí, at okkara Javnaðarflokkur uttan víðari selur seg til danska Javnaðarflokkin. Serliga nú tað stendur so tætt millum veing- irnar báðar í donskum politikki, so eigur Javnaðarflokkurin at gera Foroya fólki - og danska fólkinum - púra greitt, at »handan tíðin er farin<. — Vit stuðla ongum donskum flokki og ongari danskari stjórn eftir fólka- tingsvalið 11. mars. Luturin hjá eini foroysk- ari rødd á fólkatingi skal vera burtur av at taka sær av foroyskum málum. Veljarakanningin hjá útvarpinum í gjár gav eina aðra mynd av valúrslitinum, enn kann- ingarnar higartil hava víst. Nú sær út til, at Fólkaflokkurin fær fyrsta mannin, meðan Tjóðveldisflokkurin fær seinna mannin. Hó- ast sera tætt nú tykist vera millum allar teir fýra stóru flokkarnar, so er tó greitt, at Feroya fólk ynskir broyting í viðurskiftunum millum Feroyar og Danmark. Tí eigur eisini javnaðarumboðið á fólkatingi at gera ollum greitt, at komandi stjórnin má skipast uttan stuðul frá foroyskum umboði, og at einki samstarv við eitt foroyskt fólka- tingumboð kann koma upp á tal, uttan at tað púra greitt verður gjørt vart við, at for- oyska umboðið skal hava lut og ávirkan á allar avgerðir, sum viðkoma Feroyum - alt foroyska samfelagnum at gagni!!! Flokkurin hevur boðað frå, at vidurskiftini millum ríkispartarnar skulu broytast. Fólka- tingsumboðanin er eitt frálíkt hovi at vísa þó Uppskot um botta eftirløn Komandi dagarnar fer Javnaðarflokkurin at leggja fleiri lógaruppskot fram á ting. Hesi fevna um ábótur á eftirlønarøkinum og um åbøtur á arbeiðsmarkn- aðarókinum. Hesi bæði økini verða eisini ein týðandi partur av floksins polit- ikki tey næstu árini Sum vant er framløga á skránni fyri løgtingsfundin í morgin 4. mars. Men hós- dagin 5. mars er seinasta freist hjá landsstýrinum, løgtingsflokkunum og ting- monnum, at leggja fram nýggj løgtingsmål á hesum sinni, og helst verður ta ein ørgrynna av málum, ið verða løgd fram hesar báðar komandi dagarnar Javnaðarflokkurin hevur fyrireikað nøkur mål til framløgu. T.d. kemur flokk- urin vid fimm légarupp- skotum á arbeiðsmarknaðar og almannagkinum. Talan er um Arbeiðsmarkanaðar- eftirlønargrunnin (sam- haldsfasta). Um lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku. Sjúkradagpen- ingalógina. Og lógina um viðbót til ávísar pensionist- ar. Uppskotið um at menna samhaldsfasta arbeiðs- marknadareftirlønargrunn- in, soleiðis at útgjaldið til hvønn móttakara í 1999 verður 810 kr. um mánaðin og í ár 2000 verður 852 kr., verður framlagt av nýggj- um í hesi vikuni. Javnaðar- flokkurin legði málið fram seinasta vár. Tá fekk tað ikki nóg stóra undirtøku til at verða samtykt. Men vit royna aftur í teirri vón, at uppskotið fær ødrvisi lagnu hesa ferð. Í viðmerkingunum til uppskotið um at menna samhaldsfasta, mælir Javn- aðarflokkurin til, at vit seta okkum sum mál, stødugt og stigvist at menna grunnin tey næstu fimm árini. Verð- ur gingið eftir hesi ætlan floksins, kunnu vit rokna við, at útgjaldið til hvønn móttakara í árinum 2005 verður hægri enn grundupp- hæddin í fólkapenstónini. Tað er 3.500 til 4.000 kr. um mánaðin. Saman við eini óbroyttari fólkapensión verður talan um einar 9.000 kr. um mánaðin til ein stak- an og einar 16.-17.000 kr. til hjún. Í tíðarskeiðnum frá | apríl 1993 til 31. mars 1994 vórðu øll inngjøldini, ið sambært lógini um arbeiðs- marknadareftirlønargrunn- in, skuldu fara f samhalds- fasta, við serligari lóg beind í Arbeiðsloysisskipanina. Talan var um 30,2 milliónir krónur. Javnadarflokkurin mælir nú til, at landskassin, sum hevur sera gott gjald- føri í løtuni, endurrindar eft- irlønargrunninum hesa upp- hædd. Vit mæla til, at sjålv upphæddin verdur løgd aft- urat stovnsfænum, meðan rentutilskrivingin av hesi upphædd verður løgd aftur- at útgjaldinum. Hetta gevur 40 kr. eyka um mánaðin. T.v.s. at útgjaldið í 1999 og í ár 2000 verður åvikavist 850 kr. og 892 kr. Eins og seinasta vár mæl- ir Javnaðarflokkurin til, at lógin um avmarking í løn í sambandi við sjúku (karens- dagarnir), verður sett úr gildi. Samstundis leggur flokkurin fram uppskot um, at sjúkradagpeningalógin verður broytt, soleiðis at timalønt, útróðrarmenn og onnur, ið fáa dagpening frá sjúkradagpeningaskipanini, skulu fáa hendan dagpening frá |. sjúkradegi. Sum er verður sjúkradagpeningur latin frá 3. sjúkradegi. Við hesum hevur Javnaðar- flokkurin skotið , at fastlønt og timalønt, herundir út- róðrarmenn og onnur, hava somu kor tá sjúka ger seg galdandi. Frá 1980 fingu allir pensi- onistar, sum ikki høvdu aðra eftirløn enn fólkapensión- ina, ein brennistudning úr landskassanum, ið uppruna- liga var 800 kr. um árið. Seinni varð upphæddin hækkað og stuðulin varð latin sum ein brenni- og samskiftisstuðul. T.v.s. ein stuðul til olju-, telefon-, út- varps- og sjónvarpsgjald. Í 1995 varð upphæddin mun- andi hækkað og latin sum ein meiri almennur stuðul undir heitinum >Viðbót til ávísar pensionistar<. Í 1997 var viðbótin 3.240 kr. til hvønn móttakara. Sambært galdandi lóg játtanina á fíggjarlógini í ár verður við- bótin umleið tann sama í 1998 Eftir lógini er tað lands- stýrismaðurin í almanna- málum, sum út frá játtanini á fíggjarlógini ásetur, hvussu nógv tann einstaki pensionisturin skal fáa. Javnaðarflokkurin mælir nú til, at lógin verður broytt, soleiðis at upphæddin verð- ur ásett í sjálvari lógini. Skotið verður upp, at hvør pensionistur skal fåa 6.000 kr. um årid, ella 500 kr. um mánaðin umframt fólka- pensiónina og samhalds- fasta. Sambært uppskotin- um skal landsstýrismaðurin í almannamálum áseta nærri reglur um, hvussu upp- hæddin verður útgoldin. Løgtingid sleppur nú at taka stóðu til hesi fimm uppskotini frá Javnaðar- flokkinum. Hverja lagnu tey fáa í tinginum vita vit ikki. Men veljararnir fáa eisini høvi at taka stóðu til hesi málini. Hetta høvid fáa tit bæði á fólkatingsvalinum nú tann 11. mars og á løg- tingsvalinum sum verður nakrar vikur seinni. Tann 2. mars 1998 Vilhelm Johannesen Lesarabrøv Motmæli A nevndarfundi hjá Mið- flokkinum í Vágum hin 28.2.1998 varð millum ann að íløgustuðulin vidgjørd ur, og varð einmælt samtykt at heita á landsstýrismann- in í fiskivinnumålum, John Petersen, um at lata iløgu- studulin halda fram í eitt 3 kerð Í t hava kannað stød Jarunum í Våg im duga vil af síggja. at um liðgvustuðulir Kemur net føra við sær, at vit helst koam at missa ísfiskatrolar- arnar í Vágum. Hetta vil føra við sær, at stórt sæð alt fiskaarbeiði í Vágum held- ur uppat Harafturat meta vit, at størsti vandin við at avtaka fløgustudulin í einum kem ur at hava tær vanlukkuligu avleiðingar, at vit missa all an tann nýggjara iíslíska v landinum. S ppskotið hk. uds tyrismanninum af hava just mótsettu åvirkan enn ta, ið sagt verður Mett verður, at um iløgu- stuðulin heldur fram í eitt fimmáraskeið við eini viss- ari minking, meta vit, at nú oljuvinnan stendur fyri dur- um, kemur ein náttúrlig frá- gongd av fiskiskipum at verða. Helst koma nókur skip at verða brúkt í eini møguligart oljuvinnu, sum vaktarskip ella annað Tí heita vit á landsstýri mannin í fískivinnumálum um at hugsa seg væl um áðrenn avgerð verður tikin Vegna nevndina í Mið- flokkinum í Vágum Dánial Johansen, form. Sonni Jacobsen Jonhard Selfoss Helgi Mouritsen Avrit a landsstýrismanninun hesum er sen fiskivinnumålum, John Pet erser g Før ”y | glingl