Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 41 — 3. MARS 1998 Fólkatingsvalið '98 Jóannes Eidesgaard, formaður í Jav naðarflokkinum.: — Vit fara ikki at binda okkum til åvisan flokk Javnaðarflokkurn vil ikki endurtaka óhepnu støðuna áðrenn og aftaná 1 994, tá vit ikki fingu ávirkan á føroysk viðurskifti i Fólkatinginum, sigur formaðu- rin DAGNY JOENSEN 16 valevnir eru å listanum hjå Javnadarflokkinum og Jóannes Eidesgaard, for- maður, er eitt av valevnu- num Um grundgevingina fyri at flokkurin stillar upp, sig- ur formadurin, at tad er neyðugt, so leingi sum nú- verandi skipan er galdandi - Eitt nú verða nógvar før- oyskar lógir gjørdar í Fólka- tinginum. Tí er neyðugt at hava féroysk umboð í Dan- mark. so hesi kunnu arbeiða fyri, at føroysku málini á Fólkatingi fáa rettu viðgerð — Tað er m.a. at kunna donsku fólkatingsumboðini um føroysk viðurskifti, eins og fyri at fáa ávirkan á mál, sum hava við okkara viður- skifti at gera, sigur Jóannes Eidesgaard Hann vísir til vánaliga samstarvið millum partar- nar í Fólkatinginum áðrenn og aftaná 1994,og heldur, at hetta er týðandi dómi um, at danir ikki fingu neyðuga vitan og kunnleika til før- oysk vidurskifti frå føroys- ku umbodunum í Fólkating- inum - Hvat er høvudsbodskap- urin hjå Javnadarflokkinum til Fólkatingvalið? - Tad er fyrst og fremst at arbeiða fyri at broyta ríkis- felagsligu støðu okkara, og tað hevur eisini víst seg at vera meirluti er fyri hesum í Løgtinginum, sigur Jóa- nnes Eidesgaard - Tá vit eisini vilja broyta Heimastýrislógina, er tað umráðandi at hava eitt um- boð í danska tinginum,sum kunnar danir um føroysk mál, eins og at fyrireika broytingarnar í okkara ríkis- rættarligu viðurskiftum - Harnæst hevur Javnað- arflokkurin nú boðað frá, at hann ikki fer at binda seg til ávísar flokkar í Fólka- tinginum. Henda avgerð er grundað á ónggdina um tann leiklut, sum føroyingar hava havt á Fólkatingi sein- astu árini. — Vit vilja ikki vera at- kvøduneyt hjá donskum flokkum, samstundis sum vit ikki hava ávirkan á før- oysk viðurskifti í Fólkating- inum, sigur Jóannes Eides- gaard. Hann hevur sagt Nyrup Rasmussen, at Javnaðar- flokkurin vil vera óheftur, og tað hevur danski forsæt- isráðharrn tikið til eftirtekt- ar, sigur Jóannes Eides- gaard. - Vit fara ikki uttan víðari í samstarv við nakran flokk, men fara bert at arbeiða fyri málum, sum hava við før- oysk viðurskifti í Fólkating- inum at gera, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at tað júst er munurin millum Sam- bandflokkin og Fólkaflokk- in, sum báðir hava gjørt av at fara upp í lutfalsliga ting- bólkin hjá Konservativa- og Vinstraflokkinum. — Viðvíkjandi bankamál- inum, so fari eg at mæla til, at vit halda tað uttan fyri valstríðið. Hetta er eitt po- litiskt mål,sum appelerar til semju, meðan valstríðið helst skuldi verið ein mark- ering av tí, sum flokkarnir vilja fremja, sigur Jóannes Eidesgaard. - Vit vilja ikki vera atkvóðuneyt, samstundis sum vit ikki fáa ávirkan á føroysk viðurskifti í Fólkatinginum Helena Dam á Neystabó, formaður í Sjálvstýrisflokkinum: = Fávitskan millum danskar politikarar ómetaliga stor Helena Dam å Neystabø sammetir føroyska umbodan teirra á Fólkatingi sum eitt slag av “ríkisumboðsmanni “, sum skal kunna fóroyingar og danir DAGNY JOENSEN Bert trý valevni eru á lista- num hjá Sjálvstýrisflokk- inum Helena Dam á Neystabø grundgevur hesum við, at tað er umráðandi at yrkis- lærdir politikarar umboða Feroyar í Fólkatinginum Hon heldur at tað er av stórum týdningi, at føroy- sku umboðini eru vandir í at samráðast við onnur - Vit skulu vera før fyri at greiða dønum frå føroysk- um vidurskiftum, eins og vit skulu koma hermaftur at greiða hr yingum frá, hval hendir í Fólkatinginum, sig ur Helen Dam á Ney be. Sjálv hevur hon luttikið í politiska arbeiðinum í utt- anlandsnevndini og aðra staðni í hørdum samráðing- Hetta eru arbeidsroyndir, sum kunnu gagna í hesum sambandi - Hví stilla upp til Fólka tingið - Tað gera vit so leingi sum føroyingar hava skyldu um sermastu arini — Alt orðaskiftið í samband við kreppuna í Føroyum og bankamálið hava prógvað at fåvitskan um føroysk viðurskifti millum danskar politikarar er ómetaliga stórt at velja umboð í Fólkating- ið, men vit eru ikki til fals fyri nakran,sigur Helena Dam á Neystabø. Sjálvstýrisflokkurin er, sum navnið greitt sigur, ein sjálvstýrisflokkur.Hann er eisini ein miðflokkur, sum kann samstarva til allar síðir - Flokkurin kann eisini byggja brúgv og fáa gongd á mál, har flokkar bæði høg- ru- og vinstrumegin hava læst seg fastar, sigur for- maðurin í Sjálvstýrisflokk- inum. Um tað at føroysku um- boðini stuðla danskar polit- skar flokkar, við at fara upp í danskar tingbólkar, sigur Helena Dam á Neystabø, at Sjálvstýrisflokkurin heldur, at fólkatingumboðanin átti at verið tikin av, tí hetta bert fløkir føroyskan og danskan politkk upp í ein elllibita. - Hetta sóu vit eisini, tå ið á stóð, tá danska stjórnin setti bæði Løgtingid og Landsstýrið til viks. Eins og tá danski forsætisráðharrin útskrivaði val tá bankamál- ið gjørdist ov heitt, sigur formaðurin Hon heldur, at orðaskiftið í sambandi við kreppuna í Føroyum og bankamálið hava prógvað at danskir po- litikarar als onga vitan hava um føroyska viðurskifti - Hesa stødu vilja vit bøta um.Vit fara at hava eitt vakið eyga við tí ið fyriferst í Danmark, og bera tíðindini aftir í tingið og Landsstýri, á sama hátt sum danska rík- isumboðið ger tað her hjá okkum, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum. Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum: - Eingin er Oheftur Av ti at 179 umboð eru i Fólkating- inum, ger føroysku atkvødurnar munin, um so atkvøtt verður fyri ella ímóti, sigur Oli Breckmann DAGNY JOENSEN 12 fólkatingsevnir eru á lis- tanum hjá Fólkaflokkinum, eisini Oli Breckamnn, sum stillar upp aftur. - Vi stilla upp, av tí at føroyingar sambært grund- lógini hava rætt til at fáa tvey umboð í Fólkatingið, og fyri at vera við til at mynda tann førda politikkin í danska tinginum. Vit gera tað eisini, tí vit halda, at tað er rætt og gagnligt fyri Før- oyar, sigur Oli Breckmann. — Hvat gagn hevur tú havt av at samstarva við Kon- servativa flokkin ? — Vit hava bert tekniskt samstarv. Eg havi ikki verið á fundi við teir Konserva- tivu í - tú kanst skriva fleiri ár, sigur Oli Rreckmann. Hann heldur, at eingin er óheftur í Fólkatinginum, av tí at 179 limir eru, og at ein atkvøda ger munin, um hon er fyri ella ímóti. - Annars luttaki eg fyri tað mesta passivt í donskum politkki, og eri bert virkin, tá føroysk viðurskifti eru fyri í Fólkatinginum. - Tú gjórdi m.a. munin, at danir í sínari tíð noyddist undir sonevnda ,, Kartoffel- kuren". Hvat hevdi tað við føroysk viðurskifti at gera? - Tað gjørdi eg, av ti at eg vildi hjálpa borgarligu stjór- nini — Um málið ikki fekk undirtøku í Fólkatinginum ta ferðina, fall tann borg- arliga stjórnin, og tá heyði eg hjálpt Anker Jørgensen og donsku sosialdemokrat- unum at komið til valdið. Tað vildi eg ikki, sigur Oli Breckmann. Hann sigur, at tá noyddist hann at góðtaka, at hann blandaði seg í donsk viðurskifti. - Tá TV2 skuldi stovnast, var tú eisini tungan á vág- skålini? — Jú, tað er púra rætt. Har atkvøddi eg fyri at avtaka sjónvarpsmonopolið, tí eg helt tað vera rætt. Eg fekk enntá ein uttanflokkating- mann í Danmark at hjálpa mær, sigur Oli Breckmann, sm