týsdagur 3. mars 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 41 — 3. MARS 1998
tíðindablaðið
7
Fólkatingsvalið '98 |
Heini O. Heinesen:
Gott høvi hjá tjóðveldisfólki at
siga hvor skal verða leiðari
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum
Heini O. Heinesen váttar, at fólka-
tingsvalið er eitt slag av styrkiroynd
millum limirnar í flokkinum. “Hetta
er eitt týðandi val fyri meg", sigur
maðurin, sum skoraði nógv flest at-
kvóður fyri Tjóðveldisflokkin til
seinasta fólkatingsval
NICLAS JOHANNESEN
At stovnseta føroyskt tjóð-
veldi.
Boðskapurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum upp undir
fólkatingsvalið er stuttur og
greiður. Og væl kendur.
Flokkurin vil sleppa
leysur av tí tingi, sum hann
sambært veljarakanning
stendur at fáa mann valdan
á.
Heini O. Heinesen, for-
maður í Tjóðveldisflokkin-
um, dylir ikki fyri, at hetta
valið er rættiliga týðandi
fyri Tjóðveldisflokkin.
Bæði s0-0g so.
— Vit spæla út við
skránni hjá flokkinum.
Hetta verður sama útspæl
sum til løgtingsvalid. Vit
vilja stovnseta føroyskt
tjóðveldi. Hetta verður tó
ikki gjørt, fyrr enn vit hava
tosað við danir.
Formaður Tjóðveldis-
floksins leggur dent á,
flokkurin leggur ikki upp til
“kríggj" við danir, sjålvt um
flokkurin ynskir loysing.
Hann vísir tvørturim6ti á, at
tað er náttúrligt við einum
samstarvi millum bæði
londini — eisini aftan á,
føroyskt tjóðveldi er stovn-
sett.
— Hinvegin fara vit ikki,
sum Johs. Martin Olsen
(virkandi fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin,
blåm.), at leggja okkum á
kngini í fólkatinginum og
takka dønum fyri tað, teir
hava gjørt fyri okkum síðan
1992.
— Og vit blanda okkum
á ongan hátt í innanhýsis
donsk viðurskifti, leggur
Heini O. Heinesen dent á.
Undirmeting av
mínum persóni
Fólkatingsvalið hevur ong-
antí verið eitt val, sum Tjóð-
veldisflokkurin hevur lagt
stórvegis í.
Fólkatingssessurin í
sjálvum sær er sambært
Heina O. Heinesen heldur
ikki so týðandi fyri flokkin.
Hinvegin vísir hann á, at
skal flokkurin hava atgongd
til pressuna, sum Heini
Formaðurin í
Tjóðveldisflokkinum Heini
O. Heinesen dylir ikki fyri,
at fólkatingsvalið í næstu
viku er eitt sera týðandi
val fyri hann persónliga.
Ikki minst í
kjalarvørrinum á prátinum
um, at flokkurin onki
løgmansevni hevur. “Hetta
er ein undirmeting av
mínum persóni", sigur
hann
tekur til, so er neyðugt at
stilla upp til fólkatingsvalið,
fyri at markera seg.
Heini O. Heinesen hevur
haraftrat serliga varhugan
av, at valið kann geva
greiðar ábendingar um,
hvussu landið liggur hjá
flokkinum til løgtingsvalid,
sum verður nær tað skal
vera og í seinasta lagi í juli
mánað í ár.
Her verður ikki minst
hugsað um práti um, at
Tjóðveldisflokkurin ikki
hevur nakað løgmansevni.
Heini O. Heinesen sigur,
at hann gongur ikki runt við
einum løgmanni í búkinum.
— Men eg kann ikki lata
vera við at halda, at nógva
prátið í pressuni um, at
flokkurin onki løgmansevni
hevur, er ein undirmeting av
mínum persóni
— Nú verður so høvi hjá
Tjóðveldisfólki at siga, hver
skal vera leiðari, sigur hann
— Hetta er eisini ein
styrkiroynd millum limir-
nar, sigur formaðurin og
sipar til ingmanningina, har
serliga vánaliga stevið
millum Heina sjálvan og
fyrrverandi formannin
Finnboga Ísakson hevur
almennan kunnleika
Tilsamans ellivu valevni
stilla upp til fólkatingsvalið
fyri Tjóðveldisflokkin
Sjálvur hevur Heini okk-
urt at hava optimismuna í
Seinasta fólkatingsval fekk
hann 672 atkvødur — dup-
ult so nógv sum Finnbogi,
ið bert fekk 324 atkvødur
Og Heini dylir heldur ikki
fyri, at hetta valid er so
øgiliga nógv meira, enn eitt
val um ein fólkatingssess
Ikki minst fyri Heina sjálv-
an
— Ja, hetta er eitt týðandi
val fyri meg
og leggur aftrat, at Fólka-
flokkurin í 1987 samtykti,
at hann, sum flokkur, ikki
skuldi fella eina borgarliga
stjórn.
— Hví gjørdi tú ikki meir
fyri at kunna donsku fólka-
tingslimirnir um fóroysk
viðurskifti í 1992?
- Nú sótu vit og borgar-
liga stjórnin bert frá oktob-
er 1992 til januar 1993,. so
tað var avmarkað hvat ein
tinglimur megnaði hetta tíð-
arskeiðið
- Eg var kortini tann fyrs-
ti, sum fekk at vita, at Shliit-
her vildi handa føroyingum
undirgrundina. Eg var bert
ein av 179, og hin var um-
boð fyri Javnaðarflokkin.
— Sjálvandi kann ein altíð
harmast um, at ein einsa-
mallur persónur ikki fekk
sannført donsku stjórina,
fólktingið og donsku em-
bætisfélkini - okkum til
fyrimunar, sigur Óli Breck-
mann.
Fólkalfokkurin vil í sín-
um valstríði tosa fyri at av-
talurnar, sum vóru settar í
verk 1993, verða avtiknar,
og fyri at endurgjaldskravið
fyri bankamálið verður so
stórt sum til ber, umframt
at lækka uttanlandsskuld-
ina, og fáa skipað aftur-
gjaldingin til lægri rentu og
føstum avdrøgum.
- Vit skulu nidurgjalda
skuldina, og samstundis
— Følkafokkurin hevur
samtykt, at hann ikki vil
fella eina borgarliga
stjórn í Danmark, sigur
Oli Brekcmann
minka um blokkstudulin so-
leidis, at Førcyar fåa størri
politiskt sjålvrædi, grundad
á eitt stórri búskaparligt
sjálvbjargni, sigur Óli
Breckmann.
Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins:
Røkt á skránni
Formaðurin í
í Sambandsflokkinum Edmund Joensen sigur,
at tað er at venda ríkisfelagsskapinum bakið at velja
nakran annan flokk enn Sambandsflokkin á fólkating
NICLAS JOHANNESEN
Boðskapurin hjá Sambands-
flokkurin er líka greiður,
sum hjá Tjóðveldisflokkin-
um.
Bara beint øvugtur.
Ríkisfelagsskapurin skal
varðveitast. Og hetta merkir
sambært løgmann — for-
manninum í Sambands-
flokkinum — Edmund
Joensen, at hesin felags-
skapur skal hava dagliga
røkt.
— Og tad verdur best
gjørt vid Sambandsflokk-
inum. Allir hinir flokkarnir
vilja å ein ella annan hått
burtur frå hesi skipan. Vit
vilja sum einasti flokkur
varðveita rikisfelagsskapin.
Tydandi vid kunning
Edmund Joensen leggur
dent å, at talan skal vera um
eitt konstruktivt samstarv
Sambandsflokkurin hevur
øll árini verið í samstarvi við
danska Vinstraflokkin. Og
løgmaður dylir heldur ikki
fyri, at ein atkvøda fyri
Sambandsflokkinum eisini
merkir ein atkvøda fyri
borgarliga vongin i Dan-
mark.
— Sambandsflokkurin
hevur gjørt nógv fyri at
kunna um føroysku støðuna
í Danmark. Soleiðis sært tú,
at Vinstraflokkurin er tann
flokkur í Danmark, sum er
nógv best kunnaður um
Føroyar og okkara viður-
skifti, sigur Edmund Joen-
sen og sipar til bankamálið.
Sjálvur minnist hann aft-
ur á seinasta fólkatingsval
sum ein sera turbulent vika.
— Eg varð valdur á
fólkating, gjørdist løgmaður
og fylti fimti ár somu
vikuna, sigur løgmadur
Dystur millum
legmann og varamann
Sambandsflokkurin hevur
18 valevni til Fólka-
tingsvalið. Hóast Edmund
Joensen varð valdur á
fólkating seinast, so hevur
hann sum løgmaður ikki
havt stundir at røkja hetta
arbeiði. Tí hevur hansara
varamaður Johannes Martin
Olsen sitid á fólkatingi
seinastu fýra árini.
Og mangt bendir á, at
Johannes fegin vil halda
fram. Hann hevur seinastu
tíðini at kalla skriva
dagligar agitatiónsgreinar í
føroysku bløðunum
Sjálvur var hann bert 30
atkvødur aftan fyri løgmann
ul seinasta løgtingsval
Edmund fekk 663, Jó-
hannes fekk 633.
Og tå royndi sambands-
madurin, tingformadurin
Jógvan Ingvard Olsen av
Toftum ikki stillar upp aftur,
so eru brådliga 191 atkvød
ur frå seinasta vali leysar.Og
bæði Edmund og Jóhannes
Martin eru eysturingar
Løgmadur heldur kortini
ikki, tað hevur so stóran
tydning, hver verður valdur
Hann leggur bert dent á, at
Edmund Joensen var 1
valdur til seinasta
fólkatingsval
skal rikisfelagsskapurin
hava ein kjans, so er neyð-
ugt við Sambandsumboði á
fólkatingi
Røkt av ríkisfelags
skapinum verður eisini tað,
orðaskifti upp undir valið
fyrst og fremst fer at snúgva
seg um frá okkara síðu,
sigur Edmund Joensen