Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

KAVAKETUR | Std. 185x14 1 par 1.450,- Så std. 700-15/750x15 1par 1.300 Std. 750-16 Std. 12 R22.5/ /80 R22.5 1 par 1.400,- 1 par 1.975,- 16.9-24 Ketur til rennugravara | 1 par 7.050,-| TILBOD std. 145x13 / 155x12 1par 250,- % Meinhardt Arge Á Hálsi - Box 3171 - 110 Tórshavn Tlf. 16161 Lesarabrøv Latið ikki fartdevlar gera ferðslulógirnar! Farið hervið at loyva mær at gera eina viðmerking til >Koyribreytina<, ið var í útvarpinum mikudagin. Eg hvakk vid, tå eg hoyrdi ein løgtingsmann úttala seg um, at hámarksferðin átti at ver- ið hækkað. Hetta tykir mær sera legið at hoyra frá ein- um manni, sum við hinari tunguni samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als ikki saman. Eisini fari eg at mæla útvarpinum til ikki at lata múgvuna (pøb- ilin) koma við ov nógvum ferðsluráðum. Hesi kunnu fta vera skaðilig. Serstak- a fólk við tyndugleika. ið kunnu øsa ema,>hysteri-bylgju< fram, soleiðis at tað knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so líuð av tíð er at vinna inn, hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit td koyra av Eiði til Hoyvíkar (her byrjar tað bygda ekið í Havn), so er hetta eitt strekki upp á 49 km. Aw hesum munnu í minsta lagi 5 km. (helst væl meir) vera bygt eki ella ski har ein må koyra varliga - altso 50 km/ t. Um vit so koyrdu 80 km/ t á hesum túri millum Eiði og Hoyvík. so hevði hesin túrur tikið 39 min. og høvdu vit ístaðin koyrt 90 km/t, so heyði túrurin tikið 35 min g 20 sek. Altso hava vit bert spart 3 minuttir sekund við at økja um ferð- ma. Moralur tá tað eru »g 40) 4 min. ov seinur til Havnar, hann må bara fara 4 min. fyrr upp um morgunin. Men nú veit eg ikki hvussu nógv gesturin í koyribreytini ætlaði at ferð- in skuldi økjast - 90, 100 ella 120 km/t. Argumentið hjá honum var, at vegirnir vóru so góðir og breiðir og gott sýni var og líknandi. Men tað fyrsta vit mugu minnast til, er at í øðrum londum vísa hagtølini heilt greitt, at seta vit ferðina upp bara við 10 km/t, so hækkar talið av ferðsluóhappum munandi og skaðarnir ger- ast nógv álvarsligari. Vit vita jú at við dupultari ferð, so leingist bremulongdin 4- dupult. Og eisini mgu vit hava í huga, at hóast veg- irnir gerast breiðari og betri, so ganga sansirnir hjá okk- um hin vegin. Størn ferðin gerst, torførari er at fylgja við hjá okkum, og sýnsfelt- ið gerst nógv minni. Ein onnur orsøk ul ikki at hækka hámarksferðina er, at tey strekki ið hugsast kunnu at verða nóg góð til 90 km/ t (ella 1007) eru so ógvuliga stutt; sjálvdan meir enn ein- ar 2 kilometrar - eitt sving kemur, vegurin smalkar, ella vit koma inn í bygt øki Hetta ger so at vit í heilum mugu liggja og hoppa frá 80 upp á 90 og so niður aftur á 80 og aftur upp á 90 og so niðuraftur á 80, og síðani niður á 50, og so 80, 90, 80, 90 o.s.fr. Hetta ger at ein verður púra forvirr- aður í høvdinum og ein gloymir hvat hámarksferðin var, og tískil koyrir ein held- ur ov skjótt enn ov Og hetta hevði elvt til stóran skaða seint ge stórar s rgarlekir Speedometrið Mr. 41 — 3. MARS 1922 Hvussu fíggjar Tjóðveldið loysinga? Undir hesi yvirskrift skriv- ar ein stemmuslúkari hjá sambandsflokkinum drúgva grein í Dimmalætting fríggjadagin 20. febr. Grein- in er so ússalig úr enda í annan, at tað er syndarligt, at ein løgfrødingur skal hava latið hana úr hondum. Eg haldi at hon kundi væl verið skrivað av einum skúlabarni. Greinskrivarin, sum er formaður í rættar- nevnd løgtingsins, setur eitt roknistykki upp — ella vit skulu kalla tað eina fíggjar- lóg — bert við útreiðslum og ongum inntøkum; hann roknar upp alt tað góða, vit fáa úr Danmørkini, heruppi í rikisstudulin; men ikki eitt orð um, hvat danir fáa frá okkum. So skrivar hann um tann almenna sektorin; hvussu stórur og dýrur hann er vorðin. Men veit maður- in ikki, at tað er undir hes- um sambandslandsstýrin- um, at hann er vaksin so 6- hugnaliga. Eisini skrivar hann um, at tá vit skulu ráða okkum sjálv, fer fólk at rýma av landinum. Hvat munnu grannalond okkara halda um slíkt tos? Veit hasin maðurin ikki, at tað var undir hesum vælsignaða ríkissambandinum við Dan- mark, at fólk rýmdu av landinum. Ikki hevur tað verið betri enn so; umframt at danir snýttu okkum fyri fleiri milliardir krónur. Tað er púra rætt, at nógv fólk rýmdu av landinum — og mistu bæði hús og heim, men tað vóru danir, sum ráddu her tá; og gera tað enn, hóast nógvir føroy- ingar ikki vita betur enn, at tað eru vit sum ráða sjálv. Væl hava vit eitt, ið kallast heimastýri, hvussu nógv ræði tað hevur, hoyra vit so javnan um úr løgtingi og heimastyri, t.d. vit gera hetta og hatta, um danir vilja 0.s.fr. I Sosialinum skrivar ein grein, ið hann nevnir >Heimastýrislógin/Ríkisfe- lagsskapurin< og sigur: »Veruleikin er tann, at før- oyingar, nógvir, fyri ikki at siga flestu, livdu á armóðs- stødi og fåtækrastødi fyrru helvt av hesi øldini. Tad var als ikki nøkur sjålvfylgja, at øll fóru mett í song hvert kveld í Føroyum tå«. Nei, tað er víst púra rætt. Soleiðis hava vit havt tað; og verri, alt undir donskum yvirvaldi; samstundis sum danir reypa sær av, hvussu nógvan pening teir lata til onnur lond. Undir seinna heimsbardaga — tá einki fekst frá Danmørkini — spardu føroyingar pening upp, soleiðis at vit áttu fitt av peningi, tá ið bardagin hæsaði av. Ístaðin fyri at ræða fólk við hunguri og halli, um vit ráða sjálvir í okkara egna landi, skuldi rættarnevndar- formaðurin farið ein túr til Íslands og rådført seg við teir um sjálvstýri. Teir iv- aðust ikki, tá ið á stóð, og vildu ikki liva av danskari olmussu. Men eg skilji handan mannin væl, hóast alt; tí nú ræður um at fáa so mikið av atkvødum, at hann kann verda afturvaldur å ting, so hann kann fáa sátt iva og ótta í onkra sál, so var tað vert. Annars kann sigast um ís- lendingar, tá teir valdu loysing frá Danmørk, at har vóru so gott sum 100% fyri at loysa. Eg var har tå, og har hoyrdist ikki um nakran, sum royndi at ræða fólk frå at velja loysing. Tað vóru menn. Sjálvstýrisfólk Alt tað besta heldist fyri spott! Henda linjan úr vakra sálm- inum, Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, hjá Hans Andriasi Djurhuus rann mær í huga, tá eg lurtaði eftir »Fimmaranum« sein- asta mikudag. Fá eru tey, ið tora at síga alment fram og átala tær ónærisligu sendingar, sum verða sendar í útvarpi og sjónvarpi. Men tey, sum gera tað, verða oftast hildin fyri gjøldur. Tað kom týðuliga fram í »Fimmaranum« seinasta mikudag, tá Jógvan á Lakj- uni ringdi inn og átalaði sendingina > Vingl< hjá Ut- varpi Føroya. Gudmundur L. Joensen leyp á ávísar fuglfirðingar og helt teir fyri gjøldur fyri at hava roynt at fyribyrgt, at tað sum tey mettu vera Osømiligt tilfar bleiv nýtt í skúlunum. Hann gav fólki ta fatan, at fugl- firðingar ikki vildu, at næm- ingar teirra skuldu fáa frá- læru í nøring og AIDS. Hetta er beinleiðis ósatt, tí eingin hevur nakrantíð verið ímóti at ungdómurin verður upplýstur um hesi so týðandi viðurskifti. Hesi fólk stríddust í sínari tíð ikki ímóti frálæruni, men ímóti moralinum í henni. Frálær- an stríddi ímóti teirra sann- føring og ímóti tí, sum Bíblian lærir er rætt. Men tey somu, sum halda seg vera so ógvuliga frí- sinnað, kalla onnur, sum hava eina aðra meining enn tey sjálv, fyri nalvaskoðar- ar — vorðið sum frísinnað. Tað, sum Jógvan á Lakj- uni segði, tá hann ringdi inn til >Fimmaran< mikudagin var sum oyst úr mínum hjarta og mongum ødrum við mær. Til Trónd Djur- huus sjónvarpsstjóra og Jógvan Jespersen útvarps- stjóra havi eg hesa viðmerk- ing: Tykkum báðum er litið ógvuliga nógv upp í hendur, og tey ár tit umsita hesa uppgávu, verða tit við til at draga samfelagið upp á eitt hægri, ella niður á eitt lægri moralskt stødi. »Hys í hjarta tínum bert tí góða< syngur Hans Andrias Djurhuus víðari. Rúna Sivertsen Áheitan á Kristian Magnussen, landsstýrismann í sambandi við at talan er um at longja barnsburðar- farloyvið við einum ári, má egkoma við hesi bøn. Sjålv eri eg í barnsburð- arfarloyvi, og mitt størsta ynski er at fáa longri tíð heima hjá lítlu dóttir míni. Frá heilsusystur fær ein at vita, at best er um tú gevur barni tínum bróst í minsta lagi 6 mår., men far- loyvið er bert 24 vikur, t.v.s. til barnið er 5 1/2 mør. gam- alt. Tí verði eg noydd til at fáa dóttur mína at eta van- liga fødi longu tá hon er 4 1/2 mår. gomul. Longu har noyðist eg at gera nakað, sum ikki er best fyri barnið. Eg vildi helst givið henni bestu byrjanina upp á lívið sum eg kann Ég veit væl, at farloyvis- tíðin er nógv longri í dag enn hon var fyrr, men eitt 5 1/2 mår. gamalt barn er alt ov lítið at lata út til onnur at passa. Små børn, ið verða passað úti, eru alt ov ofta sjúk. Møguleikin at verða smittaður er jú stórri. Dóttur mín er bróstabarn. Hon tekur hvorki suttu ella fløsku, og er nakað ung til at geva av koppi. Og tað er eisini ógvuliga ringt yvir- hevur at fáa nakran at ansa eftir henni. Eg havi spurt á arbeiðs- plássinum um longri tíð heima, um tað so skuldi verið uttan løn, men fekk at vita, at farloyvið er bert 24 vikur, og at tað er prisurin fyri at hava arbeiði. Eg havi eitt >gott< arbeiði og út- búgving Tað er so galið, at eg eri líka við at siga arbeiðið frå mær, fyri at kunna vera heima hjá barninum nakrar mánaðir afturat. Men dótt- urin hevur ikki bara brúk fyri kærleika og umsorgan, men eisini økonomiskum tryggleika. Fyri stutt síðani keyptu vit hús og sæð økonomiskt má eg arbeiða, men tað hevði gjørt allan munin, um eg slapp at vera heima hjá dótturini, til hon dugdi at eta og drekka. Hinvegin kostar tað bæði landi og kommunu at hava eitt barn í kommu- nalari dagrøkt ella vøggu- stovu. Tað kann ikki vera rætt, at man skal koma i eitt sovorðið dilemma í Føroy- um i dag. Eg veit væl, at tað eru mammur, sum gleda seg at koma til arbeidis aftur, tå farloyvid er liðugt. Og tað er eisini í lagi men gev hin- um mammunum ella páp- unum møgulcikan at vera heima hjå pinkubarninum eina tíð afturat, um tey vilja tað. Gott nokk er tað leingi at vera burtur frá arbeiðin- um í 1 1/2 år, og nógv kann broytast arbeiðsliga. Men er barnið og tørvurin hjá tí ikki tað týdningarmesta? Tað er bara ein stutt tíð. Barnið verður aldri aftur so lítið. Hjálp mær og gðrum mammum/pápum, sum eis- ini hava arbeiði, at geva pinkubarninum tað besta vit kunnu geva tí fyrstu mán- aðirnar av lívi sínum. Uttan at vera noydd til at siga ar- beiðið frá sær og harvið koma sær i økonomiskt oføri. Takk fyri Eitt hjartasuff frå einari mammu