Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 3. MARS 1998 Ikki meiriluti fyri saman- tíðindablaðið VON legging nú BK — Var atkvóðugreiðsla um samanlegging av kommununum gjórd nú, so haldi eg meg vita at tær kommunur, sum hóvdu atkvøtt fyri, kunnu teljast á einari hond, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Fóroya Kommunufelag SVEINUR POULSEN Føroya = Kommunufelag hevði landsfund um viku- skiftið. Byrjað varð friggjakvøld- ið, tá umboðsmannafundur- in varð hildin. Formansfrágreiðingin varð løgd fram og góðkend. Eisini roknskapurin hjå fel- agnum varð góðkendur utt- an viðmerkingar. Í formansfrágreiðingini sigur Jógvan K. Mørkøre m. a., at kreppan var eitt úrslit av útseting. Skattaprosentið varð ikki ásett eftir inntøk- um og útreiðslum, men heldur eftir øðrum skatta- prosentum, sum helst eisini vóru ov lág. Formaðurin í Kommunu- felagnum sigur eisini, at skrivstova felagsins er und- irmannað, og at felagið hev- ur ov iftla orku til arbeiðið. Tíðin, felagið fær at arbeiða við málunum, er eisini ov stutt. Tá kreppan kom varð skrivarin sagdur úr starvi og síðan hevur bert verið eitt hålvdagsstarv á skrivstov- uni. pensiónslógunum Fyrrapartin leygardagin varð byrjað aftur, og tá legði Kristian Magnussen lands- stýrismaður fyri. Hann greiddi frá fylgjun- um av broytingunum í so8i- alu lóggávuni. Jógvan K. Mørkøre sigur, at tað sum kommunustýris- limirnir festu seg mest við var m. a., at tað í framtíðini ikki verður neyðugt hjá fólki, sum søkja fólkapens- lón, at senda inn ognarupp- lýsingarnar. — Eg haldi tað er ein góð broyting. Tað er óhóskandi, at fólk skulu lata kommunu- stýrinum upplýsingar um innistandandi í bankunum. Vit hava ikki fyri neyðini at vita tað, sigur Jógvan K. Mørkøre. Eisini er broyting gjørd i mannagongdini, tå fólk søkja avlamispensión. Fyrr hevur tad verid so, at kommunustyrini hava skulad gjørt eina meting av heilsustøduni hjá umsøkjar- unum, men tad skulu tey ikki gera longur. — Eg eri eisini sera fegin um hesa broytingina, sigur Jógvan K. Mørkøre. — Tað er sera óhóskandi, at vit skulu skulu meta um heilsustøduna. Tað gera læknarnir jú frammanund- an. Jógvan Mørkøre sigur eisini, at kommunurnar ofta fyrr hava gjørt vart við, at teirra partur av almannaút- reiðslunum átti at verið strikaður, ti ávirkanin, sum kommunurnar hava á al- mannagkið, er so lítil. Tí átti landskassin at åtikid sær all- ar útreiðslurnar av hesum øki. I løtuni er parturin hjå kommununum um 30 mi6. krónur. Teldukunning um år 2000 Kommunufelagið hevði fingið ein teldufrøding at greiða frá teknisku trupul- leikunum, sum kunnu koma í sambandi við aldarskiftið. Hann greiddi millum ann- að frá, at tað serliga eru tær eldru teldurnar, sum ikki megna umskiftid frá 1999 til 2000, meðan tær yngru kunnu. Harafturat greiddi hann frá, hvat kommunurnar kunnu brúka teldurnar til. Millum annað er møgu- ligt at brúka teldur til at kortleggja tekniskar install- atiónir í kommununi. Ymiskt er hvussu hetta verður gjørt. Í onkrum kommunum í Danmark hava tey framkomna teldu- útgerð við kortum yvir eitt nú vatninnstallatiónir og aðrastaðni verður tað gjørt á annan hátt. A Eiði hava teir tikið myndir og á tann hátt gjørt eitt umfatandi arkiv. Men nú eru myndirnar vorðnar so nógvar, at teir umhugsa at leggja hesar myndirnar inn á teldu. Henda skipan hevur tó verið bílig. Jógvan Mørk- øre sigur, at tað hevur kost- að millum 3.000 og 5.000 krónur um árið. Kommunu- samanleggingin Tað mål, sum í løtuni man hava størstan áhuga millum kommunustýrislimir kring Nógv fólk vóru á fundi hjá Føroya Kommunufelag um vikuskifti landið, er samanleggingin í færri kommunur. Fyri einari tíð síðani setti Eilif Samuelsen, landsstýr- ismaður í kommunumálum, eina nevnd at arbeiða við uppskoti um kommunusam- anlegging. Hilmar Høgenni er for- maður í nevndini, og hann greiddi á fundinum frá ar- beiði teirra. Hann greiddi millum ann- að frá tí, sum var gjørt hig- artil, og tað er skráseting av verandi viðurskiftum. Hilmar Høgenni væntar, at endaliga uppskotið um tal og stødd av kommunum eins og tey málsgki komm- urnar skulu røkja, verður lagt fram í mei. Ikki øll eru samd i, um tað er rætt at leggja saman ella ikki, verri enn so. Vit spurdu Jógvan K. Mørkøre um, hvussu stødan er í løtuni. Er meiriluti fyri ella ímóti samanlegging av kommunum? — Var atkvødugreidsla í dag, so eri eg vísur í, at tær kommunurnar sum atkvøda fyri samanlegging, kundu verið taldar á einari hond. Tað er nógv at tosa um, tá kommunustýrislimirnir hittast. Kommunuskuld og saman- legging Hvør er orsøkin til tað? — Tá samanum kemur man tað kensluliga fara at spæla nógv inn. Vitjan av Hafnafirði Seinnapartin leygardagin hevði Kommunufelagid vitjan av borgarstjóranum í Hafnafirði, Sturlaugi Thor- steinsson. Hann helt fyrilestur um teirra kommunu, sum telur um 2.500 fólk. Hafnafjørður hevur sein- astu árini fingið størri ar- beiðsumráðið og hevur millum annað tikið ábyrgd av skúlaviðurskiftum og heilsumálum. Eisini hava teir átikið sær ábyrgdina av flýggjandi úr eks-Jugoslavia. Borgarstjórin segði, at tað hevdi gingist teimum stak væl, og at tey vóru væl nøgd. Umsitingin hjå kommun- uni er styrkt munandi av hesum broytingum. Hafnafjørdur liggur langt frå Reykjavik og ti verða tey noydd at lita å seg sjålv- an og tad tey gera Sturlaugur Thorsteinsson var ikki komin til Føroya at læra føroysku starvsfelagar sinar, men at greida termum frå hvussu umstødurnar eru har yviri Kommunuskuldin Tað er kommunuskuldin, sum er størsta uppgåvan hjå kommunufelagnum nú Avtalan vid kreditorarnar um skuldina gongur ut i no vember år 2000, og tå skal ein nýggj avtala verða fing in uppá pláss Formaðurin segði í ársfrá greidingini, at einasti útveg ur, tá skuldin skuldi viðger ast, var solidaritetur, og lógvan K. Mørkøre vónar at kommunurnar kunnu bera so í bandi, at tær sjálvar kunnu vísa á eina gongda leið í skuldarspurninginum Ti eg haldi at tað er sera umráðandi at kommunurna 9 sum ein partur í landsins stýri sjálvar megna at vísa á eina gongda leið. Hetta samsvarar væl við tað sum er komið fram í vidurskift unum millum Feroyar og Danmark. Danir hava m. a sagt, at føroyingar eiga ikki bara at knarra, men eisini sjálvir at vísa á onkra gongda leið Hevur tú nakra hilling á hvør henda leiðin er? Fyri skjótt einum ári síðan heitti Kommunufel agið á Landsbankan um at veita okkum serkøna hjálp og ráðgeving Tað sum higartil er komið burturúr hesum peik ar á, at kommunurnar hava ein grunn; til støddar einar 200 mió. Kr., sum við rentu- fríum lánum kann traðka til tá ið á stendur Tað torføra við hesum og sum eg vóni kortini fer at bera til, er at eisini tær kommunur, sum ikki hava trupulleikar, eisini virka við til eina loysn, sum til dómis at verandi veðhaldsgrunnur verður øktur til uml. 200 mió. kr Og so kom | hålkan … Hálkan voldi stórar trupulleikar í ferðsluni um vikuskifti. Íkki færri enn 16 ferðsluóhapp vóru um | vikuskifti. Eitt teirra hendi leygardagin, og har hevði løgreglan varhugan av, at førarin var åvirkadur av rús- drekka. Hann var ti tikin vid á stødina har blóðroynd varð tikin. | Um åtta-tidina leyg- arkveldið var eitt | ferðsluóhapp á kross- | inum Grønlandsvegur- | Svalbardsvegur. Bilfør- | | arin varnaðist ikki | hálkuna fyrr enn ov seint var, og rendi inn í síðuna á hinum bilin- um. Sjúkrabilurin kom á staðið, men eftir tí vit hava skilt, hendi íkki stórvegis persónsskaði, tíbetur. Sunnukvøldid, stutt áðrenn klokkan 22, hendi eitt ferðsluóhapp í J.C. Svabosgøtu. Ein bilur sum var á veg inn í móti býnum var so óheppin at enda úti í gongubreytini, sum er oman móti Sandágerði Bilførarin fekk nakr- ar snuddir og varð inn- lagdur á landssjúkra- húsið til kanningar. Bil urin fekk stóran skaða, sigur Sun: Vinther, stóðleiðari í Havn. Tað tykist, sum flestu óhapp henda av ó- sketni. Bilførararnir eru ikki nóg ansnir, tá teir fara út í hálkuna at koyra og tí er ferðin ov høg sp — —