týsdagur 3. mars 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SOS:
Fáa helst pensjon
longu frá í summar
Nú er ætlanin at
arbeiða skjótt, so
at allir limirnir í
Starvsmannafel-
agnum fáa eina
pensjónsskipan,
sum helst skal
fáast at virka frá
í summar
AKIi BERTHOLDSEN
Hóast kavarok og illvedur
hevði so nógv fólk leitad
sær á aðalfund hjá Starvs-
mannafelagnum leygardag-
in sum sjálvdan fyrr
mundi helst
vístu, at
fen tað
koma av, at tey
stórmál vóru á skránni
Og tað stersta málið av
øllum var at gera eina pen-
sjónsskipan fyri limirnar í
Starvsmannafelagnum
Starvsmannafelagið
hevði eina pensjónsskipan,
men valdi at sleppa henni
fyri at sleppa undan at fara
beinleiðis niður í løn, tá ið
lønarnidurskurdurin var i
1993
Men nú er tíðin komin at
gera eina pensjónsskipan
aftur
Nevndin í Starvsmanna-
felagnum hevur arbeitt eina
tíð við, hvussu pensjóns-
viðurskiftini skuldi skipast,
»g nú var komið so langt,
at ætlanin var at fáa aðal-
fundin leygardagin at siga
sína hugsan
Einir 160 limir høvdu sett
seg upp ímóti veðurgudun-
um og vóru møttir á aðal-
fundin
Men, hvussu stórur áhug-
in fyri málinum var, fekk
felagið fleiri dømi um, ti
nógv fólk ringdu framm-
anundan til felagið ymsa-
staðni úr landinum og boð-
aðu frá, at tey tíverri ikki
hættaðu sær at koma ti
Havnar
Gott og mennandi kjak
— Eg haldi, at aðalfundurin
var sera góður, sigur Gun-
leivur Dalsgarð, sum varð
einmælt afturvaldur til for-
mann
Hann sigur, at kjakið var
gott, lívligt og sera menn-
andi
Sum hann hevði roknað
við, fór nógv tann mesta
tíðin til at umrøda pensjóns-
viðurskiftini
Og tað endaði við, at
nevndin fekk eina ógvuliga
bundna uppgávu.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at nevndin ætlar ikki at
leggjast á bodini, tí hon ætl-
ar sær alt fyri eitt undir at
fáa pensjónsviðurskiftini í
rættlag
En slík pensjónsskipan er
ógvuliga fløkt og teknisk
— Men i høvudsheitum
verður talan um eina sam-
haldsfasta skipan
Tó verður í ávísan mun
tikið hædd fyri starvsaldri
hjá limunum.
Ætlanin er eisini at hava
eina lívstrygging, sum be-
talir út við deyða
Hinvegin er meiri iva-
samt, hvussu verður við eini
trygging ímóti avlamni.
— Nevndin er av teirri å-
skodan, at tað ber illa til hjá
felagnum at tekna eina
trygging, sum vit framm-
anumdan vita, at stórur part-
ur av limunum ikki fara at
fáa nakað burturúr.
Tí verður spurningurin
um avlamistrygging meiri
latin upp til hvønn einstak-
an
— Lívstryggingin er ødr-
vísi, tí tå er einasta treytin,
at viðkomandi er arbeiðs-
førur.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at nevndin fer nú bein-
anvegin at seta seg í sam-
bandi við tey, sum bjóða seg
fram at tekna slíkar pen-
sjónsskipanir og tryggingar
at vita, hvør kann geva
Starvsmannafelagnum tað
besta tilboðið.
Formaðurin sigur, at ætl-
anin er at arbeiða skjótt
Og miðað verður avgjørt
ímóti, at pensjónsskipann
og tryggingin skulu fáast at
virka frá í summar
Tað heldur hann fer at
bera til, kemur onki óvænt-
að í vegin.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at nevndin skal verða lið-
ug 1. juli, táið hon skal hava
eitt liðugt uppskot at leggja
fyri ein eykaaðalfund.
Annars var Gunnleivur
Dalsgarð sum sagt einmælt
afturvaldur til formann fel-
agsins.
Fyri valið stóðu annars
Leif Olsen, sosialráðgevari
á Almannastovuni, sum bar
seg undan afturvali, og
Heini Joensen sum varð aft-
urvaldur.
Fyri Leif Olsen varð Ing-
un Olsen, sum arbeiðir í
sjónvarpinum vald.
Hinir nevndarlimirnir eru
John Kjær, sum arbeiðir á
Landsskjalasavninum og
sum var næstformaður, um-
framt Marin Katrina Frýdal,
sum er pantifúti.
Tveir tiltakslimir vórðu
eisini valdir á aðalfundin-
Nr. 41 — 3. MARS 1998
Yvir 150 limir í Starvs-
mannafelagnum høvdu
eitt fruktagott og menn-
andi kjak å adal-
fundinum leygardagin,
sum var so fjølmentur
sum sjálvdan áður,
hóast kavarok og
illveður. Men tað vóru
eisini nógv stórmál at
taka stóðu til
um, og teir eru Janus Djur-
huus, sum arbeiðir á Tele-
fonverkinum og Dávur Nes-
hamar, sum arbeiðir hjá
SEV
Nýggja nevndin fer at
skipa seg fyrsta dagin
Styrkja felagið
Aðalfundurin samtykti eis-
ini at hækka limagjaldið.
Limagjaldið hevur verið
I % av lønini, men er nú
hækkað upp í 1,5%.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at hækkingin skal ikki
brukast til rakstur
— Hækkingin skal brúkast
at styrkja felagið við.
Hann sigur, at tað er ikki
tí, at tey frykta fyri so stór-
um ósemjum á arbeiðs-
marknaðinum at tað verður
neyðugt við eini innspræn-
ing.
— Men vit høvdu eitt
drúgt stríð í 1995, sum kost-
aði nógvar pengar, og vit
halda at tað er rætt, at styrkj-
a felagið, so vit standa so
sterk sum gjørligt, sigur
hann
Tí skal hækkingin í verk-
falsgrunnin - ella tiltaks-
grunnin, sum tað meiri
diplomatiskt eitur.
Bygnaðarbroytingar
Meiningin er eisini at broyta
bygnaðin í Starvsmannafel-
agnum og aðalfundurin tók
væl undir við ætlanunum
hjá nevndini.
— Í stuttum miða broyt-
ingarnar ímóti at styrkja á-
litismannaskipanina og at
miðspjaða samráðingarvið-
urskiftini hjá teimum ymsu
fakbólkunum meiri út á ar-
beiðsplássini.
Smidligari lønarskipan
Felagið arbeiðir eisini vid
at gera eina smidligari løn-
arskipan og eisini tí tók
aðalfundurin undir við.
Tað er ein skipan, sum í
stuttum ber í sær, at gera
eina lønarskipan, sum i
størri mun tekur hædd fyri
útbúgvingunum hjá teimum
ymsu starvsfólkunum.
Men felagið tekur ikki
undir við at seta avriksløn í
gildi, sum landsstýrið hevur
skotið upp.
Men harfyri er ikki sagt,
at tað onkusvegna verður
ein partur av eini nýggjari
lønarskipan kortin.
— Tað, landsstýrið vildi
hava, var ein orðarætt av-
skrift av teirri donsku skip-
anini, sum åvisir trupulleik-
ar hava verið av.
Enn er tað arbeiðið ikki
komið so langt, men felagið
arbeiðir víðari við málinum
og ætlanin er, at eitt modell
til eina nýggja lønarskipan
skal liggja fyri til komandi
samráðingar
Byrja hálvt ár fyrr
Seinast, samráðst var við
Landsstýrið um nýggjan
sáttmála, varð avtalað, at
farast kundi undir samráð-
ingar um nýggjan sáttmála
eitt hálvt ár áðrenn sáttmál-
in gongur út. Og tann møg-
uleikan ætlar Starysmanna-
felagið at brúka, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Sáttmálin gongur 1. apríl
1999. Sostatt er ætlanin at
fara undir samráðingarnar
við landsstýrið longu |.
oktober
Tvørafolk binda um heilan fingur
Eisini handverk-
arafelagið á
Tvøroyri fer at
melda seg úr
Føroya hand-
verkarafelag
AK! BERTHOLDSEN
Nú fer handverkarafelagið
á Tvøroyri eisim at melda
seg úr Føroya Handverk
arafelag
Sostatt fara tvey av tem
um stóru, lokalu, handverk
arafeløgunum at melda seg
úr Føroya Handverkarafel
ag, tá ið meginfelagið hevur
iðalfundinum í mai
Fyrr í vikuni gjørdi hand
verkarafelagið í Havn bart
og samtykti næstan einmælt
á fjølmentum aðalfundi
mikukvøldid at melda seg
år Føroya Handverkarafel-
ag
Næstan 130 limir vóru á
aðalfundinum og tað eru
næstan 30% av limunum
Og nå eru tey å Tvøroyri
so eisini komin til ta nið-
urstødu, at Føroya Hand-
verkarafelag er onki bliv-
andi stad
Tvøroyar Handverkara-
felag hevdi eykaaðalfund i
friggjakvøldid
A skrånni var eittans mål
At taka stóðu til lImaskapin
í Føroya Handverkarafelag
Men uppmøtingin var
ikki so góð, um tann í Havn
ini
Einans 12 limir vóru
møttu á fundi og av tem
um vóru teir fýra nevnd
arlimir
Tað eru ikki meiri enn
emi 13% av limunum, tí í
Tvøroyrar Handverkarafel-
ag eru næstan 90 limir
Men teir limir sum vóru,
atkvøddu allir sum ein fyri,
at Tvøroyrar Handverkara-
felag skuldi melda seg úr
Føroya Handverkarafelag
Sostatt er Føroya hand-
verkarafelagid farid meiri
enn f helvt uppå tveir dagar.
Við sínum útvið 440 lim-
um, átti Havnar Handverk-
arafelag næstan helvtina av
limunum í Føroya Hand-
verkarafelag. Og nú tvøra-
fólk eisini takka fyri seg við
sínum 90 limum, er Føroya
handverkarafelag meiri enn
hálverað
Binda um heilan fingur
Jarmund Steinkross, for-
maður í Tvøroyrar Hand-
verkarafelag, sigur, at tað
eru ymsar grundir til, at
handverkarar á Tvøroyri eru
komnir til ta niðurstøðu, at
tað er frægast fyri teir at
melda seg úr meginfelag-
num.
Men ein grund er, at tey
vilja binda um heilan fingur.
— Nú Havnin fór burturúr,
er Føroya Handverkarafel-
ag alt ov nógv viknað, við
tað, at limatalid fór niður í
helvt í einum
— Sostatt missir Føroya
Handverkarafelag brádliga
helvtina av inntøkuni
— Av tí sama stúra okkara
limir fyri, at vandi er fyri,
at meginfelagið verður
noytt til at hækka munandi
fyri at varðveita tað fíggj-
arliga grundarlagið undir
felagnum.
Jarmund Steinkross sigur,
at tey tí valdu at binda um
heilan fingur og melda seg
úr Føroya Handverkarafel-
ag, fyri ikki at koma undir
eitt nógv hægri limagjald til
meginfelagið, enn tað nú er.
Men hann viðgongur, at
tað er eisini misnøgd við
ymisk vidurskiftini í Føroya
Handverkarafelag, sum
hevur fingið tey á Tvøroyri
at taka eitt so álvarsligt stig.
Ikki minst eru tey mis-
nýgd við pensjónsviður-
skiftini.
— Vit halda ikki, at pen-
sjónsgrunnurin hjá Føroya
Handverkarafelag er nóg
góður.
Hinvegin var formaðurin
í Havnar Handverkarafelag
og greiddi okkum frå teirra
ætlanum, og tað ljóðaði til
at verða ein væl betri pen-
sjónsskipan, teir fara undir
Hóast Tvgroyrar Hand-
verkarafelag hevur samtykt
at taka seg úr Føroya Hand-
verkarafelag, skal tað kort-
ini takast við einum ávísum
fyrivarni. Tí útmeldingin er
á aðalfundi í meginfelag-
num í mei mánaða.
Men áðrenn tað, er árs-
aðalfundur i Tvgroyrar
Handverkarafelag, og hann
er hægsta vald felagins.
Av tí, at eykaaðalfundur-
in, sum samtykti útmeld-
ingina úr Føroya Handverk-
arafelag, var so fámentur, er
ikki sagt, at málið ikki verð-
ur reist aftur á aðalfundin-
um.
Jarmund Steinkross sig-
ur, at endar tað við, at fel-
agið meldar seg úr FH, úti-
hýsir hann ikki møguleik-
anum fyri einum tættari
samstarvi ímillum Havnar
Handverkarafelag og Tvør-
oyar Handverkarafelag.
Tað er ein spurningur,
sum skal viðgerast seinni,
sigur hann.