Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 41 — 3. MARS 1998 Blanda okkum ikki í danskan politikk Um góða viku verður fólka- tingsval, og fyri okkum er hetta val týdningarmikið. Vit hava nógv arbeiði at gera har, og fáa vit réttu fólkini, kunnu vit gera nógv har. Vit skulu ikki blanda okkum í danskan innanríkispolitikk, men rgkja áhugamál føroyinga. Hetta fólkatingsvalið er serstakt fyri okkum føroyingar. Ein orsøkin er, at hetta helst er seinasta fólkatingsvalið við verandi rikisrættarligu støduni. Hin orsøkin eru tey serstøku vidurskiftini, sum eru millum Føroyar og Danmark júst í hes- um døgum. Kanna vit søguna hjá Fólka- tinginum, er tað ikki óvanligt, at fólkatingið ikki situr alt val- skeið út, men seinnu árini tyk- ist broyting vera komin í hesa gongd. Taka vit seinastu 10 árini, so var fólkatingsval í sep- tember 1987, í mai 1988 og í desember 1990, meðan tað so gingu næstan 4 ár til valið í september 1994, og nú eru aft- ur næstan 4 ár til valið miku- dagin í næstu viku. Henda gongdin við politisk- um stabiliteti hevur eyðkent Danmark seinastu 5-6 árini, og eingin tekin eru um, at hetta fer at broytast í nærmastu fram- tíð. Tað vil so merkja, at so- leiðis sum alt sær út í dag, so verður næsta fólkatingsval ikki fyrr enn í ár 2002. Nógv verður her hjá okkum tosað um at broyta ríkisrættar- ligu støðuna, og hóast politisku flokkarnir við ymsum grund- gevingum tykjast at smoykja sær undan, tá til stykkis kemur, so er so nógv órógv í viður- skiftunum millum Føroyar og Danmark, at broytingar koma, um tað so verða danir ella før- oyingar, sum taka fyrsta stigið. Her kunnu fólkatingsumboðini fáa týdning. Viðurskiftini millum Føroy- ar og Danmark eru alt annað enn góð. Kanningin av parta- brævabýtinum .og tað, sum í hesum sambandi er komið fram um leiklutin hjá donsku stjórnini, vísa, at her er nógv at gera. Fyrst at tryggja, at vit fáa tað, vit hava rætt til, síðani eisini fyri at fáa býtt um viður- skiftini. Samband millum politisku myndugleikarnar í Fóroyum og í Danmark eiga at fara fram millum landsstýrið og donsku stjórnina, men fólkatingsum- boð føroyinga hava, um tey duga, ein týdningarmiklan leiklut at virka sum lobbyistar fyri løgtingsins og landsstýri- sins áhugamálum. Hetta kunnu tey gera við at nýta fólkating- sins rødarapall, við at tosa við danskar politikarar uttan fyri fundirnar, við at tosa við fjøl- miðlar og við at kunna vanliga danan og greiða frá støðu okk- ara. Fólkatingsumboðið skulu virka fyri, at áhugamál føroy- inga fáa lættari við at verða framd. Vit føroyingar kunnu ikki vera hesi umboð okkara fyri uttan nú. Mín áheitan er tí á allar før- oyingar: Farið á val 11. mars og veljið umboð á fólkating, sum í hesi truplu tíð kunnu virka fyri áhugamálum føroy- inga. Marita Petersen Í i itrottar 15 Taka vit loysing 1458 frá Danmark - og hvat so? Ríkisfelagsskapurin á einum vegamóti Ríkisfelagsskapurin við Dan- mørkina er nú fleiri hundrað ára gamal, og ein kann so spyrja, um vit framhaldandi hava nóg mikið til felags við danir og grønlendingar, at vit skulu halda áfram, ella um vit enn hava nóg stórar fyrimunir av ríkisfelagsskapinum við Danmark, so tað talar fyri framhaldi, og/ella um tað er ein fyritreyt fyri vælferð okk- ara, at vit varðveita ríkis- felagsskapin? Ella eiga vit, sum nøkur halda, at taka loysing frá Dan- mark nú, og harvið sleppa okkur undan vansum og fyri- munum við nevnda feags- skapi? Undirritaði er av teirri á- skoðan, at vit hava nógv sam- bond við danir, og vit hava greiðan fyrimun á nógvum økjum innan felagsskapin, at vit hava fåar vansar av hesum felagsskapi, og tad er ein av- gjørd treyt i løtuni og so langt fram vit bara vid nøkunlunda vissu kunnu meta fyri okkara vælferð við 45.-50.000 fólk- um í Føroyum, at vit vera í ríkisfelagsskapinum. Vit eiga at gera okkum púra greitt, at loysingin kostar bæði í krónum og í lívsvirð- um. Eru vit føroyingar til reið- ar at gjalda hendan prísin? Tí hava vit fyrst tikið loysing- ina, so er valla nøkur leið aft- ur. Tað eiga vit at gera okkum púra greitt. Í langa tíð hava vit hoyrt spurningin: >loysing og hvat so?< Sjálvt tey, sum hava tik- ið stóðu fyri loysing, seta hendan spurningin? Ein ung- ur bóndi/stjóri úr Kirkjubø við réttum tjóðveldiseftirnavni setti henda sera relevanta spurningin í Fimmaranum I 1/ 2-98. Higartil hevur eingin dittað sær at svara nøktandi upp á hendan spurningin, men flest øll eru samd um, og tað framgekk eisini av nevnda Fimmara, tað kemur at kosta okkum nógv — kanska stóran part av vælferðini. Og tað vita vit, at so er. Ein sum ikki sjálvur hevur upplivað rættuliga 1946, kann illa meta um ta tíðina, men fortalt er, at loysingarhugurin tá varð borin mest av kenslum — tjóðskaparkenslum, sagt í positivari merking. Vit høvdu klárað okkum í krígsárunum, tá Danmark varð hersett av Hitler-Týsklandi. Hetta var ein serstøk tíð við høgum fiskaprísum í Onglandi — or- sakað av krígnum. Tað skilst ti, at nógvir føroyingar, sum vóru tjóðskaparsinnaðir og settu hesi virði fram um øll onnur, teir evnaðu at yvirtala fólk kensluliga at avnokta rík- isfelagsskapin og atkvøda fyri loysing. Hetta varð gjørt, utt- an at tað fyrst varð hugsað um vælferð fólksins, lívskvalitet hins einstaka. Tjóðskaparkenslur eru av tí góða, og øll hava hesar kensl- ur, øll eru vit góð við land og fólk okkara. Og øll vilja vit helst klára okkum sjálv fyri tað vit fáa fyri arbeiði okkara. Tjóðskaparkenslur hava allir føroyingar óansæð, hvønn politiskan flokk vit hoyra til, frá sambandi til tjóðveldi. Og tað er so, at ein kann hava tað rættuliga gott eina løtu við góðum kenslum, eisini tjóð- skaparkenslum. Men tann re- alistiski veruleikin er tann, at tú ikki kann keypa breyð ella gjalda rokningar við hesum kenslum. Mær kemur fyri, at vit í dag hava nakrar kenslur, sum líkj- ast 1946, nú vit av góðum grundum er ill inn á danir um bankagøluna. Men í mun til 1946, tå vit høvdu amtsstøduna, hava vit síðan 1948 havt heimastýri í fimti år, og vit skylda — lands- kassin og kommunur — uttan- lands umleið 6-7 milliardir? Gevur henda stødan tilskund- an at loysa? Nei, eg spyrji bara! Teir mentaðu menn, sum í 1948 fingu okkum heimastýr- islégina, teir høvdu eisini tjóðskaparkenslur, men teir settu ikki hesar kenslur fram um vælferðina hjá okkum før- oyingum. Teir prioriteraðu fyst og fremst lívsvirðið hjá fólkinum, sum livdi í føroyska samfelagnum, fram um tjóð- veldið, men teir vildu eisini menna føroysku mentanina og vegin til stórri sjálvræði og stórri sjálvsábyrgd. Vit hava í fimti år ment okkum sum fólk, tað koma vit ikki uttan um. Eins og í 1946 eru føroy- ingar nú, sum vilja loysing fyri ein hvønn pris. Tey seta sær hetta mål fram um øll onnur. Men tað eru eisini fólk í Føroyum í 1998, sum hugsa seg væl um, og sum eins og í 1946 hugsa um vælferðina og lívskvalitetin hjá fólki; eg haldi hesi fólk eru í stórum meiriluta i Føroyum i dag, hóast rokið um bankagøluna hevur øst okkum upp. Kreppan herfyri lærdi okk- um, at tað er ikki sjálvsagt, at Føroyar kunnu breydføda okkum útvið fimti tåsund før- oyingar á einum vælferðar- stødi, sum vit hava kent tað seinastu 25 árini og til í dag, burtursæð frá seinastu krepp- uni. Tí eru vit nógv, sum eru sera varin. Tað er lætt at rópa »loysing«, men realitetirnir — søgan — tey sum upplivdu tann beiska veruleikan. Vit eru sera varin, tey av okkum, sum minnast ella hava fingið for- talt frá okkara forfedrum um, hvussu tað var at liva fyrst í hesi øldini í Føroyum, ella mitt í hesi øldini, og tað er ikki so langt síðan. Vit eru eftirkomarar av teimum, sum ikki kendu seg fræls og frí fyrr enn fåtækradømid varð man- að í jørðina, og vælferðin bleiv ogn hjá øllum føroy- ingum. Vit ræðast fyri, at prís- urin fyri loysingina nú aftur kann blíva fåtækradømi. Og tað merkir vánaligt lívsvirði, flýggjan av landinum í hópa- tali og ófrælsi fyri einstakling- in. Hvat er so vunnið? Fult tjóðarfrælsi fyri Føroyar, men ófrælsi fyri einstaka føroying- in! Eg må vidganga, at stødan i Føroyum i dag er munandi betri å flestu økjum enn i 1946, men uttanlandsskuldin er stør hjå almennu køssu- num, og hvussu fåa vit javn- vág á fíggjarlógina, tå ein trið- ingur av inntøkunum falla burtur? Hesin pástandurin um, at blokkstuðulin úr Danmørk forðar okkum føroyingum at uppbyggja eitt sunt vinnulív, sum vælvirkandi og yvir- skotsgevandi, ið kann breyð- føda okkum øll 47.000 sálir her å einum vælferdarstødi, tad er slutur. Okkara politik- arar avgera sjålvir, hvat blokkurin verdur nyttur til f Føroyum. Må einki fara sum studul til vinnulivid, so er at lata vera vid ti, so einfalt er tað. Og vilja vit hava blokkin minkaðan, so er at tala við danir um tað. Ein politiskur flokkur sig- ur, at vit skulu kapitalisera blokkin og harvið gjalda utt- anlandsskuldina — yvir 20 ár Tað er bara tað, at vit eiga ongan blokk at kapitalisera Loysa vit, fellur blokkurin burtur Ein annar politiskur flokk- ur sigur beinleiðis, at danir skulu gjalda okkum fyri loys- ingina samb. ST-avtalur um tilundirskomnar koloniir, sum taka loysing. Tað er bara tað, at Føroyar eru ikki ein tilund- irskomin koloni Skulu vit sambært bæði tey nevndu uppskotini taka loys- ing og síðan á knøum niður til Danmarkar at biðja um studning? Nei, tá haldi eg tað verður rættuliga mannmink- andi. Nei, loysa vit frá Danmark, so hava vit eingi krøv mót- vegis Danmark. Vit missa blokkin, vit missa øll rættindi í Danmark sum ríkisfelags- skapurin gevur okkum føroy- ingum, og vit skulu gjalda utt- anlandsskuldina aftur, tó við undantaki av milliardini fyri bankagøluna, sum Danmark eigur at endurgjalda okkum nú. : Hava vit útviklingin í Ís- landi í huga, so fór menningin fram yvir 100 ár ella meira, og teir tóku teirra sjálvstýri í fleiri pørtum. Og Ísland var og er nógv størni og ríkari land enn Føroyar. Tað var ógvu- liga smáligt í Íslandi tey nógvu fyrstu árini við met- inflatión, men nú gongur tað betur har. Ísland er longu við í EBS-avtaluni á veg í Euro- peiska Samveldið? Eitt, sum kann broyta stóðu okkara munandi rætta vegin, er, um tað verður funnin olja við Føroyar í stórum mongd- um, sum tað loysir seg at út- vinna. Hetta vita vit ikki í dag, men kanska um 10-20 ár. Tey sum hava skil á økinum meta ongar oljupengar at koma til Føroya fyrr enn í fyrsta lagi 10 ár. Fáa vit tá stórar inntøkur, sum vit duga at handfara, so er møguleiki at minka ella avtaka blokkin úr um Danmark. Um vit so skulu loysa og blíva sjålvstødug tjóð tá, um oljan er, tað kemur ann upp á nøgdina av olju, støddina av inntøkum per ár og i hvussu langa tid frameftir henda inntøkukelda kann vara, og hvussu vit tå duga at umsita hetta rikidømi (sam- anber Noreg) Vit eiga ti heldur at binda um heilan fingur. Vit eiga ikki at fara at telva vid vælferdini hjá fólki okkara. Latum okk- um samráðast um eina nýggja lóg sum karmur um viður- skiftini millum Føroyar og Danmark, eina lóg, sum ber á stórri sjålvstyn og meiri menning í føroyska samfelag- num, men innan ríkisfelags- skapin. Vit eiga ikki at loysa frá Danmark Hetta er eisini tað, sum fjøl- miðlarnir fortelja okkum, at stórur meinluti av føroyving um ynskir. Og eg trúgvi ikki at føroyska fólkið er til reiðar at gjalda prísin fyri loysing nú, tí tann prísurin kann skjótt gerast ov høgur. Tað kann kosta okkum vælferðina og javnanina í samfelagi okkara Koma vit aftur í búskap- arkreppu, hvar fólk í túsunda tali noyðast av landinum, og onnur nógv túsund gerast ar beiðsleys, so verða vit minni fræls eftir loysingina, enn vit eru í dag undir heimastýri- num, og tá er einki vunnið, tvørturim6ti Tå Danmark hevur goldid okkum endurgjaldið fyri bankagøluna, og vit hava gjørt nýggja avtalu um afturgjald- ing av uttanlandsskuldina, so er vegurin greiður hjá einum nývaldum letingi og lands stýri at fara til samráðingar við eitt nývalt fólkating og danska stjórn um nýggjar karmar og nýggjar reglur í eini nyggjan lóg. Kallið hana so sjálvstýrislóg ella okkurt annað, tí navnið spillir ong- an, og innihaldið verður tað avgerandi. Hvat innihaldið skal verða, tað eiga allir politiskir flokkar í Føroyum so vítt gjørligt at blíva samdir um — ella ein stórur meiriluti á tingi, men tað kann ein altíð hugleiða um eina aðru ferð Í eini tíð, hvar tjóðir í okk- ara veraldarparti leita saman í felagsskapir, er tað meira enn ivingarsamt, um vit einsa mallir skulu loysa frá ollum Birgir Mohr