týsdagur 3. mars 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar S
i vr
Ya } Tr
RSÁKA á |
Nr. 41 — 3. MARS 1998
Kunngerd | Valmatemati
Gjørt verður kunnugt, at valkort til nýtslu til
fólkatingsvalið í Klaksvíkar kommunu miku-
dagin 11. mars 1998 eru send øllum veljar-
um, ið standa á vallistanum
stovuna, tlf. 56388
Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við
villum í, eigur at venda sær til býráðsskriv-
Klaksvíkar Býráð
2. mars 1998
Nýggjar |
TANNPROTESUR |
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum |
Í
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATROÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 48480 ||
Opið er månadag-friggjadag frå kl. 9-16 — ||
Bæði hondin
og røddin
eru føroysk
Umbodanin å Félkatingi kann
vera tydningarleys, hon kann
nýtast positivt, og hon kann eis-
mi nytast negativt
Í sjeytiárunum hevði Tjóð-
veldisflokkurin umboð á Fólka-
tingi í tvey valskeið. Tá varð
umboðanin brúkt positivt. Er-
lendur Patursson megnaði sum
ongin annar at bera fram før-
oysk sjónarmið og greiða frá
fólksins korum og ófrælsi
Hansara rødd var ein føroysk
rødd á Fólkatingi
Tað sama kann ikki sigast um
aðrar flokkar, sum hava umboð-
að okkum føroyingar á Christi-
ansborg
Sambandsflokkurin dugdi
tað snildið fyrr — tá ríkisdag-
urin var býttur sundur í eitt
Fólkating og eitt Landsting —
at halda seg aftrat einum donsk -
um flokki í Fólkatinginum og
einum ødrum í Landstinginum
Teir fingu soleiðis síni sjónar-
mið út til stóran part av ríkis-
degnum. men — kanska var tað
betur Ogjørt
Síðani 1953, tá Landstingið
varð tikið av, hevur ríkisdag-
urin bert havt eitt ting, Fólka-
tingið. Har hvervur umboð
Sambandsfloksins í danska
flokkinum Vinstra. Hvørki
danskir politikarar, fjølmiðlar
ella almenningur roknar umboð
Sambandsfloksins sum eitt ser-
ligt umboð fyri Føroyar
Fólkaflokkurin hevur verið
umboðadur á Fólkatingi í mong
ár. Hesin flokkur hvørvur upp í
danska Konservativa Flokkin
PP
og er tí lika ófgroyskur sum
Sambandsflokkurin. Men i ein
vissan mun hevur flokkurin
kortini gjørt vart við seg. Tað
er við sínum álopum á danir —
ålop, sum ikki hava gagnað før-
oyingum
Javnadarflokkurin spratt i
síni tíð beinleiðis úr danska So-
sialdemokratiska Flokkinum
Tað vóru umboð niðrifrá, sum
komu til Føroya at stovna Javn-
aðarflokkin. Tað hevur tí verið
heilt natúrligt, at Føroya Deild
av danska Sosialdemokratinum
hevur verið partur av danska
Sosialdemokratiska Flokkinum
á Fólkatingi
Tad er ringt at siga í dag, hver
av hesum trimum neyndu
flokkunum fær umboð á Fólka-
tingi aftrat tí hjá Tjóðveldis-
flokkinum. Men munurin á at-
burði teirra niðri við Oyrasund
er lítil og ongin, sum umrøtt
frammanfyri
Eitt = tjóðveldisumboð á
Fólkatingi fer ikki upp í nakran
danskan flokk, men fer at tala
Føroya sak. Hjá Tjóðveldis-
flokkinum eru bæði hondin og
røddin føroysk
Finnbogi Ísakson
Samfelagsfrødingurin Jógvan
Mørkøre hevur funnið eitt orð,
sum skal eyðlýsa komandi
fólkatingsvalið í Føroyum
Tað er orðið »protestval« og
í donskum fjølmiðlum hevur
Jógvan Mørkøre gróðursett, at
valið hesaferð er nakað so ein-
falt sum eitt mótmæli ímóti
Poul Nyrup Rasmussen (og
Mogens Lykketoft)
Vit kenna úr Danmark
Glistrupvalið í 1973, sum helst
var eitt skattaprotest-val og í
Føroyum fingu vit Verka-
mannafylking í 1994 sum mót-
mæli ímóti Javnaðarflokkin-
um
Men eins lítið og atkvød-
urnar, sum Javna arflokkurin
misti tá, komu at tæna verka-
fólki eins væl og tær kundu
havt gjørt í Javnaðarflokkin-
um, tí tær nú lutvíst komu at
tæna einum hegrapolitikki,
eins lítið kemur eitt tjóðveldis-
umboð á danatingi at bera
broyting í sær í stjórnarviður-
skiftum Danmarkar og Føroya
ímillum
»Protestvalg« er ov grunnt til
at greina teir margfaldu og tor-
greiddu spurningar, sum liggja
aftan fyri, tá ein roynir at gerast
førur fyri at seta krossin so ein
greiður vilji kemur til sjóndar,
t.v.s. hvat ein ynskir at broyta
í mun til verandi viðurskifti.
Betur var fyri øbjetivitetin
hjá fréðingum, var sloppið
undan so »popputum« útlegg-
ingum, tí vandi er fyri at slíkar
gerast >manipulerandi<, heldur
enn at vera nágreiniligar >ana-
lysur<
Men tað er ongin ivi um, at
misnøgdin hjá øllum føroying-
um vid Poul Nyrup og Mogens
Lykketoft er ómetaliga stór,
men tad skal hon eisini vera
vid konservativa Poul Schliiter
og vinstramannin Anders Fog
Rasmussen og harvid Uffa
Ellemann Jensen
Hetta ti at teir spældu vid
merktum kortum og snyttu før-
oyingar. Fyrst Schliiter og Elle-
mann í grovan mun, og síðan
fylgdu Poul Nyrup og Lykke-
toft eftir
»Protestin« skal ti helst bera
í sær, at allir teir leiðandi flokk-
arnir í Danmark umbera atburð
sín — sum skuldi verja danskar
fíggingarstovnar — taka annað
skinn um bak og ásanna, at
føroyingar skulu hava eina
uppreisn bæði fíggjarliga og í
ásannan av órætti.
Eitt tjóðveldisumboð kemur
ikki at roynast ein »protest« í
veruleikanum
Tverturímóti.
Tjóðveldisumboð á dana-
tingi kemur í fyrstu atløgu at
roynast stuðul hjá Poul Nyrup,
tí tað tekur sætið hjá øðrum
føroyingi, sum situr borgarligu
megin. Tjóðveldið fer sostatt
at gera Uffa Ellemann veikan
mótvegis Poul Nyrup.
Hetta er einføld valmate-
matik
Men so er tjóðveldisballið eis-
ini buið, tí teir agitera við, at
teir ætla sær onki annað at gera
á fólkatingi, enn at gera vart
við ynski síni um loysing
Tjóðveldisumboðið skal á ong-
luttaka í danskari
an hátt
politiskari viðgerð, og tískil
heldur ikki samráðast við
danskar politikarar ella danskar
politiskar flokkar
Danska stjórnin eftir valið —
hver hon so verður — fær sera
lætt spæl
Tak at tjóðveldisumboðið
hverja setu fer 10 ella 20 ferðir
á rødarapallin og sigur: »Vi
ønsker løsrivelse, vi kræver
løsrivelse«. Tá verður svarið:
>Tað er í lagi, um ein meiriluti
av føroyingum ynskir tað, men
so mugu tit koma til semju vid
aðrar føroyingar um hverja
broyting í stjórnarviðurskift-
unum ein meiriluti ynskir<.
Men eisini her meldar Tjóð-
veldisflokkurin pas
Hann hevur enn ikki viljað
farið til verka í eini stjórnmála-
nevnd um eina føroyska semju
um innihaldið í sjálvstýrislóg-
ini
Tí koma vit helst at sita langt
inn í næstu øld uttan broyt-
ingar, koma teir ikki nú til
arbeiðis
Royndirnar frá samráðing-
unum í 1946 og 1947 lærdu
okkum, at tað nyttar onki at
fara til Danmarkar at lata tjóð-
veldið rópa uppá kalk og sam-
bandið uppá stein. Tá verður
framvegis sum í Babylon
k
Javnadarfloksins støda er val-
matematiskt hin sama. Fáa vit
umboðið, flyta vit tað eisini frá
teim borgarligu og gera teir
veikari, men vit hava alment
og beinleiðis mótvegis Poul
Nyrup sagt, at vit á fólkatingi
verða ein sjålvstødugur flokk-
ur, sum hann ikki skal rokna
upp í síni atkvøduneyt.
Men vit frásiga okkum ikki
— sum tjóðveldið — rættin til at
samráðast við eina danska
stjórn — borgarliga ella vinstra-
venda — ella við danskar flakk-
ar, tá tað ræður um føroysk
áhugamál
Vit avnokta heldur ikki okk-
ara javnaðarhugsjónir, men
virka eftir teim í øllum málum,
sum kunnu bera føroyingum
batar
Vit vita, at sera týðandi mál
skulu viðgerast á fólkatingi
komandi setuna.
Fyrst og fremst endurgjalds-
spurningurin og endaliga avtal-
an um statslánini.
Hartil verða mong mál at
ávirka í samráðingum við eina-
hverja danska stjórn, so sum
EU-spurningar, umhvørvismål
fyri ikki at tala um stjórnmála-
broytingar, semjast vit um slík-
ar i Føroyum.
Her hevur Javnadarflokkur-
in tann fyrimun, at hann eigur
førleika og royndir frå mong-
um torførum samrådingum al-
tjóða, innanríkis og innanlands
I. mars 1998
Atli P. Dam
Nú skal veljarin aftur í gongd
við sítt politiska virksemi!
Forsætisráðharrin hevur útskrivað fólkatingsval, tískil sleppur føroyska veljarafjøldin aftur undir
sítt politiska virksemi, id er avgerandi fyri, hvør skal umboda Føroyar á fólkatingi komandi árini
ÆÐ
Politiska skipanin her á okk-
ara leiðum er soleiðis fyri-
skipað, at veljarin gevur nøkr-
um politikkarum vald at taka
avgerðir vegna borgararnar. Tá
ið so val verður hildið, sleppa
hesir at standa sína roynd.
Summir vera vrakaðir, meðan
aðrir vera valdir. Valdið liggur
einans í hondunum á veljaru-
num. Finnur veljarin eftir valið
út av, at skeivt er valt, ber ikki
til at velja av nýggjum fyrr enn
politikkarnir aftur útskriva val
— upp til 4 ár seinni. Tí er neyð-
ugt at velja rætt
Positivt samstarv í
rikisfelagsskapinum
Seinastu hålvfjørda årini hev-
ur undirritaði, sum varamaður,
umboða Sambandsflokkin á
Christiansborg. Høvudsenda-
málið hevur verið at tala føroya
sek á Christiansborg og at vera
við til at skapa positivt sam-
starv í ríkisfelagsskapinum.
Sjálvt um bankamálið enn
liggur og skaðar viðurskiftini
landanna millum, so er sam-
starvið av stórri tydningi fyri
føroyingar enn at bankamálið
fær okkum at pakka saman og
ryma. Fyri Sambandsflokkin er
tað av stórum tydningi, at vit
fáa rættað upp á tey brek, sum
skipanin hevur, t.d at figgjar-
málaráðharrin fær innlit í virk-
semi hjá Fíggjareftirlitinum.
Men hetta merkir ikki, at vit
bara skulu yvirtaka og aftur
yvirtaka til bara drotningin er
eftir, sum fleiri aðrir vilja. Nei,
vit vilja gera ta seriøsa arbeiði
sum neyðugt er fyri at fáa sum
best burturúr ríkisfelagsskapi-
num millum Danmark, Føroy-
ar og Grønland.
Sambandsflokkurin er best
førur fyri at umboda Føroyar å
Christiansborg. Vit virða
samstarvid samstundis sum vit
tora at siga dønum ímót. Besta
dømi um hetta er dómarakann-
ingin, har Sambandsflokkurin
bæði á løgtingi og á fólkatingi
bardist sum úlvur á skóg fyri
at verja féroysk áhugamál
Vit mugu tosa saman
Ein av størstu orsøkunum til
at bankakreppan endaði soleið-
is sum hon gjørdi, er væntandi
samskifti millum føroyskar og
danskar politikkarar. Eins og
eitt hjånaband heldur ikki kann
virka, uttan at kona og maður
tosa saman, soleiðis kann rík-
isfelagsskapurin heldur ikki
virka uttan at tosa verður sam-
an.
Ríkisfelagsskapurin hevur
framvegis stóran tydning fyri
Føroyar og soleiðis fer í valeyst
eisini at vera, langt fram í tíð-
ina.
Meira enn rikisstudul
Prátið um ríkisfelagsskapin
kemur í flestu fórum ikki long-
ur enn til ríkisstuðulin, og tað
er spell. Ríkisstudningurin
hevur sjálvandi sera stóran
tydning fyri føroyska búskap-
in. Men hann er ikki tað týdn-
ingarmiklasta í ríkisfelags-
skapinum. Gulleggið í felags-
skapinum er samstarv.
Við heimastýrislógini fingu
føroyingar møguleika fyri at
yvirtaka og gjalda hópin av
målsøkjum. Hetta hevur eftir-
hondini ført til, at løgtingid
hevur fingið nógv størri lóg-
gávuvald og at vit hava fingið
okkara egnu stjórn (landsstyri)
Uttanfyri = heimastýrislógina
liggja m.a. uttanríkis- og verju-
mål, ið ikki kunnu yvirtakast
sambært heimastýrislógini.
Føroyar hava við heimastýr-
isskipanini fingið ógvuliga
nógv sjálvræði. Vit hava okk-
ara egna flagg og vera í nærum
øllum altjóða felagsskapum
góðtiknar sum sjålvstødugur
limur.
Nógvir fyrimunir
Samstundis eru vit danskir
ríkisborgarar og kunnu arbeiða
saman við restini av ríkinum
um mangt og hvat. Her eru
nøkur dømi. Føroyskur ung-
dómur hevur rætt til at søkja
inn á danskar skúlar í kapping
á jøvum føti við danskar næm-
ingar. Vit hava frælsi at flyta
hagar vit vilja í ríkinum og før-
oyskir myndugleikar kunnu fáa
stóra nýttu av samstarvið við
serkunnleika í Danmark
Oyggjarnar vera vardar av
donsku verjuni samstundis
sum vit vera vard av verjusam-
gonguni NATO, vit hava va-
lutasamgongu við Danmark og
fyri at fáa ávirkan á avgerðir,
sum snúgva seg um allan ríkis-
felagsskapin eru 2 av teimum
íalt 179 fólkavaldu umboðu-
num í fólkatinginum, vald í
Føroyum.
Ynskir tå samstarv, er valid
einfalt — Sambandsflokkin,
sjálvandi. Har hava hinir onki
at bjóða.
Gott val
Johannes Martin Olsen
Fólkatingslimur
Sambandsfloksins