Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 41 — 3. MARS 1998 Andrew, Shellstjóri ávarar fóreyingar: Bindið tykkum ikki til bara eitt oljufelag -Tað finnast aðrir mátar hjá fóroy- ingum at vinna sær fyrimunir av eini oljuvinnu enn at vága nógvar pengar í einum privatum oljufelag, pengar, sum skjótt kunnu verða mistir. Tað skilabesta fyri Fóroyar er eisini at hava fría og javnbjóðis útbjóðing. JAN MÚLLER Í sambandi við at føroyskt oljufelag við luttøku av stórum parti av føroyskum vinnulívi varð stovnað her- fyri kom fram, at ætlanin var at gera eina seravtalu við norska oljufelagið Saga. Tað er tó enn íkki greitt, hvussu verður við slíkari avtalu. Men ein av teimum, sum ávarar føroyskt vinnu- lív at binda seg til eitt ávíst oljufelag, er Shell-stjórin, sum var í Føroyum um sama mundið sum tíðindi komu fram um, at føroy- ingar ynsktu at stovna sítt egna oljufelag og fara upp í eitt samstarv við norska Saga. Stórur vandi fyri at føroyskt felag missir -Eg skilji væl, at føroyskt vinnuliv og kapitalur vil vera vid í menningini av eini oljuvinnu fyri harvið at kunna tryggja hesum sam- felagnum ágóða av møgu- ligum oljuinntøkum Men ein má gera sær greitt, at júst tí tað her snýr seg um eitt so vágiligt oki, er talan um at seta sera rar peningaupphæddir sppá spæl. Tú hevur onga sum helst trygd fyri, at hetta fer at geva nakað av sær Orsøkin til at fyritøkur sum Shell og BP vilja seta peng ar uppá spæl í einum vági- ligum øki sum tí føroyska er tann, at vit kunnu dúva uppá drúgvar royndir úr ødrum pørtum av verðini og hava tí eisini ráð til at vága nakað. Miseydnast tað okk- um í einum øki, so gongur tað kanska betur í einum ødrum. Á henda hátt royna vit at vinna aftur tað í einum øki, sum vit missa í einum ødrum Andrew Wood sigur, at itt føroyskt felag, sum skal il at royna seg í hesi nýggju nu fyri fyrstu ferð, hevur KKI omu bakgrund og i trygga stóði at standa dl ea U at gera t tað Haldið fast um fría kapping Umframt at ávara føroy- ingar um henda stóra vanda, so dylur Shell-stjórin held- ur ikki fyri, at alt tað, sum kann forða fyri eini fríari og sakligari kapping á økinum, kann koma føroyska sam- felagnum aftur um brekku. Við hesum sipar hann til eina imyndada stødu, har td. eitt åvist útlendskt oljufelag, sum hevur gjørt eina seravtalu við eitt privat føroyskt oljufelag, harvið fær fyrimunir framum onn- ur feløg. Andrew Wood vidgong- ur, at hann er eitt sindur illa vid av tíðindunum, sum hava verið frammi um ser- avtalur millum eitt føroyskt felag og so eitt norskt. -Ein og hver, sum livir upp til og stendur seg væl í eini útbjóðing, má halda seg til fóroysk feløg til tess at kunna fáa hesi at veita vørur og tænastur. Um nú før- oyskar fyritøkur binda seg til bara eitt útlendskt olju- felag havi eg torført við at síggja, hvussu hetta kann gagna føroyska samfelagn- um, tí soleingi sum loyvi at leita eftir olju verða latin út frá sakligum og neutralum orsøkum - sum eg onga løtu ivist í, at føroyskir myndug- leikar fara at gera - so er ilt at siggja, hvør skal fåa fyri munir av ti Andrew Wood óttast fyri, at tað, sum ein kann koma burtur úr einum samarbeiði millum eitt føroyskt og eitt útlendskt felag, verður, at hetta fer at órógva útbjóð- ingina. Og tað verður ikki ein fyrimunur fyri føroyska samfelagið í longdini. Eisini aðrir mátar at tryggja Føroyum fyrimunir Men heldur Andrew Wood tað tá vera skilabetri av før yingum at brúka hitt lorska modellið ið al ennum Ha almennum vatunm 1HelØøgurn r ta mett at vera skilavot jutjóðum at hav gnu almennu oljulelgs um vóru við í ollum loyv Umboð fyri Shel/BP samtakið vóru herfyri i Føroyum. Andrew Wood oddamaður fyri leitingini vid Føroyar stendur undir liðini á fóroyska umboðsmanninum hjá samtakinum, Hjarnar Djurhuus um. Men hetta er ikki ein- asti máti, sum brúkast kann til tess at fáa eigaraland- inum bestu fyrimunir og inntøkurnar úr oljuni. Tað eru eisini meira óbeinleiðis mátar at fáa inntøkur uppá enn við hesum nationalu oljufelagsmodellunum. Andrew Wood dylur ikki fyri, at fyri eitt felag sum Shell - skal tað gera íløgur í nýggjum og vågiligum gkj- um - so er tað besta, sum kann henda, at kappingin verður heilt opin og javn- bjóðis fyri allar partar. Hann heldur sjálvur, at tað átti at havt størst tydning fyri føroyska samfelagið, at yuUmmar Verður far di jør Dyrjavi fyrsta i Schiehallionleidini á ein útbjóðing dregur so nógv feløg til sum gjørligt, og jú meira frí og opin út- bjóðingin er, tess fleiri feløg vilja bjóða. Góðar vónir Andrew Wood sigur annars, at teir við sínum kanningum sum grundarlag, hava stórar vónir til at kunna finna olju og gass í føroysku und- irgrundini. Ikki minst fund- ini beint við føroyska mark- ið kennast seg eggjandi. Shell og BP hava longu fyrireikað seg uppá at fara undir at bora við Føroyar. Teir halda ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa ein boripall til hetta økid, tá útbjóðingin er klár -Men tað fyrsta vit gera, tá vit hava fingið loyvi, er at skunda undir seismiska arbeiðið. Tað fer so fyrsta summarið eftir útbjóðingina til. Hetta merkir so helst, at Shell og BP ætla sær ikki at bíða longur enn til ár 2000 at fara undir fyrstu bor- ingina vid Føroyar. Nakað tað sama, sum fleiri av hin- um stóru oljufeløgunum siga. Eftir øllum at dóma ætla hesir mætu oljugigant- ar sær at ikki at liggja sjóv- arfallið av sær, nú tá spón- urin verður settur í fóroysku undirgrundina