Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Dagey Joensen, Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Jóns Krstian Vang Lysingar og søla: Jonhard Hammer Alment — privat og bædi tvey! Oddagrein AT fáa sakligt og kvalifiserað orðaskifti í gongd i Føroyum er mangan torført fyri ikki at siga ómeguligt. Tað er sum um at partapolitikkur og lokalpolitikkur á ein ella annan løgnan hátt leggur sína kevandi hond á eitt slíkt sakligt og frítt orðaskifti. NU útlit eru til, at vit føroyingar kunnu fáa ein meira fjølbroyttan búskap ella sum tikið verður til: nú búskapurin fær fleiri bein at standa á — nú oljan er í eygsjón — hevur tað verið okkara vón, at vit fingu orðaskiftið í samfelagnum uppá á eitt hægri stoði, tvs. at vit við byrjanina til eina so stóra og kollveltandi vinnuliga og mentanarliga avbjóðing kundu fáa fólk við ymsari bakgrund at geva sítt íkast til tjakið. Merkiliga lítið hevur verið tjakast í sambandi við oljulóggávuna. Og nú føroyingar eru farnir at seta pengar sínar í oljufeløg verður hetta gjørt uttan nakað stórvegis orðaskifti framm- anundan um hetta so stóra og fyri okkum nýggja málið. Tað kann vera, at privatir vinnu- livsmenn halda, at tað skal vera soleiðis: at eingin orsek er til nakað alment orðaskifti um, hvar teir ætla at seta sínar pengar. EFTIR okkara tykki er brúk fyri eini breiðari og sakligari viðgerð av spurninginum um før- oysk oljufeløg, áðrenn virki, stovnar, feløg og einstaklingar gera av at seta pengar sinar i eitt åvist slag av oljufelag. Hvussu skilagóð er ein slík ílega — er hetta besti mátin hjá privata kapitalinum í landinum at fáa part av komandi oljuvinninginun — er hetta skilabesti vegurin at ganga, hugsa vit um oljunu sum eina samfelagsliga ressurs, eina ressurs, sum øll í samfelagnum skulu hava ágóðan av ella eru aðrir hættir betri osfr. TAÐ kann bara vera rætt at seta spurningar og nógvar spurningar, áðrenn flestu av vinnu- lívsfyritokunum í einum landi gera av at seta part av sínum pengum í eitt ávíst privat olju- felag. Og tað eru slíkar spurningar vit hava saknað í øllum hesum málinum. I dag er tað so loksins ein, sum stígur fram og setir spurn- ingar. Eftir okkara tykki eru hugleiðingarnar hjá Johannus Egholm Hansen i Sosialinum í dag sera áhugaverðar og viðkomandi. Vit "hava reist júst somu spurningar á hesum stað fyri ikki so nógvum vikum síðani, nevnilig: hevði tað ikki tænt bæði privatum foroyskum áhugamálum, ollum føroyingum og føroyska samfelagnum sum heild best, um vit fyrst vidgjørdu spurningin alment og harnæst skip- aðu eitt alment/privat oljufelag, sum kanska var i tråd við ta uppskotið, sum Oljuráðlegg- ingarnevndin skjeyt upp å sinni! Nevniliga at vit fingu eitt felag, sum fekk optión — var borið víðari — saman við teimum loyvum, sum verða givin! Harvið læstu vit okkum ikki føst í sam- arbeiði við eitt ávíst útlendskt samtak. Vit hava ikki patentioysnina uppá hetta mál, men halda, at hetta átti at fingið eina almenna viðgerð, áðrenn tú bant tínar pengar til hetta ella hatta. At legmaður ikki lurtar eftir Olju- rådleggingarnevndini í hesum máli er eisini at harmast um. Vónandi fáa vit nú, áðrenn tað verður ov seint, livsneydugu viðgerðina av júst hesum málinum úr frá spurninginum: hvat gagnar Føroyum best. Sastaluni Politisk viðmerking Ss Sosialurin Postadr: Pi 110 Tórshavn og prent: 76, Politiska orðaskiftið i UF månakvøldid So byrjaði valstridid til følkatingsvalid. Útvarpið skipaði fyri politiskum orða- skifti månakvøldid, har hvør flokkur var umboðaður við einum umboði Fyrstur at fáa orðið var for- maður Tjóðveldisfloksins, sum jú sambært tær nógvu seinastu veljarakanningar- nar fór at liggja á odda. Tó ikki henda seinasta, sum metti teir at liggja á øðrum plássi. Einki at ivast í, at tey mongu, sum nú meira ella minni eru bitin av loysing- ardreyminum hjá Tjóð- veldinum sótu spent fyri at hoyra, hvussu fram skuldi farast í hesum teirra stór- máli. Jú, Heini O. Heinesen legði fyri við at siga, at teir við teirra fólkatingssessi vildi boða dønum frå, at teir vildu stovnseta Tjóðveldið Føroyar. Men hverja við- merking skulu danskir po- litikarar hava til slíkt? Tað eru jú ikki teir, harra Heini O Heinesen, sum skulu av- gera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politik- arar spyrjast um, tvørtur- ímóti. Stoltar avgerðir, krevja stolta framferð. Og sjálvandi gloymdi Heini O Heinesen ikki gomlu plátuna um, at tað var ein ST-samtykt frá 1960, sum álegði Danmark at hjálpa føroyingum við loysingin. Tað er so rímiligt, at danski skattgjaldarin skal fíggja okkara loysing, so- leiðis at eingin føroyingur aftur torir at lyfta høvdid . Nei, harra Heini O Heine- sen, stoltar avgerðir, krevja stoltar loysnir. Skalt tú hava politiskt frælsi, so skalt tú eisini hava búskaparligt frælsi. Alt annað er hálvar loysnir. Helena Dam á Neystabø hevði eitt sindur torført við at skráseta tað, sum fór fram rundan um hana. Møguliga tí, at hon hevur verið so bundin av manuskriptinum. Hóast Marita Petersen minst tvær ferðir segði, at Javnaðarflokkurin hevði gjørt upp vid danska Social- demokratiid og boda teim- um frå, at eitt javnadarum- boð stóð púra frítt í fólka- tingssalinum, so fekk He- lena tað ikki við. Men tað ger minni, um hon ikki fataði tað, um øll onnur gjørdu tað. Óli Breckmann var, sum ÆG hann plagdi. Smartar, stutt- ligar, men rættiliga ofta heldur plattar formulering- ar. Eitt skåladømi um ein politikara, har politkkurin er vorðin eitt livibreyð, meðan politiska innihaldið av- markar seg til flosklar og meira ella minni innantómt skrøgg. - Men Óli veit, at hetta plagar at geva bonus, so hví ikki royna tað einaferð enn. Hann segði okkurt um, at vit høvdu havt eina virðiliga umboðan á Fólkatingi, og rødd Fólkafloksins var ein frilynt rødd. Tað ljóðar væl, men hvat hevur tað nú i grundini merkt? Hvar var henda frílynta røddin, tå danska saman- svørjingin ímóti okkum før- oyingum fór fram á heysti 1992? Hvar var Óli Breck- mann, tå Poul Schliiter, Henning Dyremose og Anna Birgitta Lundholt úr bróðurflokki Breckmanns Konservativa Fólkaflokki- num saman við Uffa og gðr- um úr Vinstra løgdu svika- rådini iméti Føroyum ril rættis? Hvar var tann fri- lynta røddin, tå Figgingar- grunnurin frå 1992 við Richard Mikkelsen å fyrsta sinni sá dagsins ljós? Vit føroyingar í Føroyum og føroysku fjølmiðlarnir hoyrdi tá ikki málsligu be- gávilsini hjá Ola Breck- mann. Var tað ikki nógv betur, at ein rødd, sum kanska ikki var so málsliga væl fyri, sum Oli heldur sína vera í mun til aðrar, og sjálvt um hon so var á gøtudonskum, hevði torað at tala Róma mitt ímót. Politikkur er ikki innan- tómir flosklar og endurtøk- ur av dreymum, men poli- tikkur er viljin til at fremja broytingar, fólkinum og landinum at gagni. Jóannes Eidesgaard ÆV og Klaksvikar kommuna samstarva um vatn Turbinan å el-verkinum å Strond var tikin i nytslu tann 12. februar i år, og i summar verður útgerðin i sjålvari byrgingini endurnyggja, og farið verður eisini tá undir at leggja leiðing úr Svartadali í Strandadal ÓLAVUR Í BETI Tann 12. februar í ár var nýggja turbinan á el-verk- inum á Strond í Norðoyggj- um tíkin í nýtslu og eisini nýggju rørini niðan í byrg- ingina í Strandadal. Nýggja turbinan kann framleiða 4 mió. kwt aftur ímóti tí gomlu sum bert framleiddi einar 1,8 mió. kwt árliga. Henda nýggja turbinan er 1400 kilo-watt aftur ímóti tí gomlu sum var 600 kilo-watt. Kostnaður 6 mi6. Og nýggju rørini eru eisini víðari enn tey gomlu vóru, sum fingu stóran skaða av ísi fyri nøkrum árum síðani, tá tey sprongdust og gjørdi hetta skaða á gomlu turbin- una frá 1931. Og í summar er so ætlan- in at endurnýggja útgerðina í sjálvari byrgingini í Stran- dadali. Rør-brotsventilurin skal skiftast, rørid inn i sjál- van hylin leggjast av nyggj- um og inntakið í hylin eis- ini. Hetta arbeiði metir stjórin Klæmint Weihe, fer at kosta einar 6 mió. kr. Leiðing millum dalar Eisini er ætlanin í summar at leggja leiðing úr Svarta- Haldið sosjtalin dali í Strandadal og verður hetta arbeiði mett at kosta einar 4-5 mió. kr: Í hesum sambandi hevur SEV gjørt avtalu við Klaks- víkar kommunu um sam- starv soleiðis at SEV fær vatn úr Svartadali, meðan Klaksvíkar kommuna kann nýta vatn úr byrgingini í Strandadali, tá kommununi tórvar vatn.