Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 4. MARS 1998 tíðindablaðið SOS Hægsti Rættur í London boyggir seg fyri føroyskum rækjukrøvum NICLAS JOHANNESEN Nidurstødan hjá High Court farna fríggjadag um at geva geva gomlu Fiskasøluni og agentinum Arthur Smith viðhald í fløkta toll-målin- um um tridjalandsrækjur er ein sigur fyri føroysku rækjuvinnuna. Tilsamans hava stivliga 20 milliónir krónur staðið upp á spæl í tollmálinum millum ES-lond og Føroyar. Við dóminum í hægsta rætti minkar kravið við 11 milliónum, og haraftrat skulu sakarmálsútreiðlsur upp á einar 3-4 milliónir krónur rindast av enska toll- valdinum. — Dómurin gkir eisini um møguleikarnar fyri, at vit fáa viðhald í Eystara Landsrætti í Danmark, sigur Johannes Egholm Hansen, bústjóri í trotabúgvnum Faroe Seafood. —Ja, nú meti eg okkum hava meira enn 50% kjans at vinna her, sigur hann. Í Danmark standa sjey milliónur krónur upp á spæl, meðan restin snýr seg um smærri upphæddir í Hollandi, Fraklandi og Belgia Faroe Seafood og Arthur Smith hava fingid vidhald i hægsta rætti i Onglandi í, at toll-krøv frå ES móti teimum upp á 11 milliónir krónur skulu falla burtur. Nú verður roknað við at Eystari Landsrættur í Danmark fer eisini at boyggja seg, har standa 7 milliónir krónur upp á spæl. Drúgv togtogan Danska tollvaldið tykist tó vera nakað tungari at dansa við. Teir hava nevniliga í hyggju at prógva, at fremm- anda arbeiðsmegin umborð á føroysku rækjuskipum, sum hava avreitt til før- oysku virkini hesa tidina, sum sakarmålid snyr seg um, var oman fyri 25%.Tå so er, skal annar og hægri tollur á hesar verur, sambært handilssáttmálan millum ES og Føroyar. ES-dómstólurin hevur annars givið føroyingum viðhald í, at kanadiska manningin umborð á før- oysku trolarunum var undir upplæring. Og tá eru regl- urnar gðrvísi. Somu nidurstødu kom enski rætturin til f farnu viku. Haraftrat kom High Court í London eisini til ta niður- stóðu, at tað var nóg mikið at skilja ímillum uppruna- rækjur og innfluttar rækjur bókhaldsliga. Hetta metti ES-eftirlitið, sum var í Føroyum í 1991 ikki vera nóg mikið. Og ES- kommissiónin staðfesti hesa niðurstøðu í 1992. Tey vildu hava, at tað allan vegin út til brúkaran skuldi síggjast, um rækjurnar vóru føroysk- ar — ella innfluttar russisk- ar. Nú er hetta kravi eisini fallið burtur. Vandi fyri innanhýsis stríði Við hesum kunnu føroyskir rækjureiðarar og føroysk rækjuvirki kenna seg trygg- ari. Tað var agenturin hjá gomlu Fiskasgluni Arthur Smith, ið varð saksøktur av ensku tollmyndugleikun- um, tí hann formliga stóð til at hava innflutt rækjurnar til Bretlands. Gamla Fiskasølan undir- skrivadi t6 våttan um at frihalda Arthur Smith fyri Finnbogi visir á Signar sum løgmansevni Finnbogi Ísakson vísir nú á Signar á Brúnni, sum eitt av fremstu løgmansevnunum hjá Tjóðveldisflokkinum. Samstundis sendir hann aftur eitt skot móti virkandi formanninum í Tjóðveldisflokkinum Heina O. Heinesen NICLAS JOHANNESEN Finnbogi Ísakson er slettis ikki samdur við formann- inum hjá sær — Hein O. Heinesen — at fólkatings- valið er eitt gott barometur at finna eitt løgmansevni hjá Tjóðveldisveljarum. — Nei, eg eri ikki samdur við Heina í, at fólkatings- valið er gott høvi hjá velj- arnum at vísa á eitt løg- mansevni. Tað kann jú hugsast, at heilt aðrir enn fólkatingskandidatar stilla upp til løgtingsvalið. — Sjálvur vil eg vísa á Signar á Brúnni, sum eitt av fremstu løgmansevnunum hjá flokkinum. — Og hann-er slettis ikki stillaður upp til fólkatings- valið, sigur Finnbogi. Fyrrverandi formaðurin í flokkinum vísir eisini á, at møguleiki er eisini fyri, at veljarin júst velur fólk á fólkating, sum hann ikki ynskir sum løgmansevni. — Tað kann jú hugsast, at veljarin er so troyttur av at velja umboð á fólkating, sum síðan ikki fara at røkja tað starvið, tí viðkomandi eitt nú gerst løgmaður, sigur Finnbogi Ískason. Ongin ósemja Finnbogi Ískason vísir eisini aftur, at talan er um nakra ósemju millum seg og formann floksins Heina O. Heinesen. — Tað er ongin ósemja, sigur hann. — Vit hava bara ikki altíð somu áskoðan. Soleiðis er tað eisini í ðrum flokkum, leggur hann aftrat. Samstundis heldur Finn- bogi fast við síni úttalilsi til danskar fjølmiðlar um, at hann — um hann verður valdur á fólkating — fer at vísa á tann danska forsætis- ráðharran, ið tænir før- oyskum áhugamálum best. Og harvið blanda seg beinleiðis í danskan poli- tikk. Aðrastaðni í blaðnum í dag eru aðrir limir í Tjóð- veldisflokkinum alt annað enn fegin um ta solo-kós, Finnbogi hevur lagt í hes- um máli. Men Finnbogi verjir seg við at siga, at málið hjá Tjóðveldisflokk- inum hevur altíð verið at reka tjóðveldispolitikk. — Og tað fara vit eisini at gera á fólkatingi. Í Føroyum hava vit jú verið noydd at taka undir við uppskotum frá javnaðar- flokkinum, tá vit hava verið í samgongu. — Hetta merkir tó ikki, at vit hava ført javnad- arpolitikk, sigur hann. RS Framtíðar eftirlon € Vit verða fleiri pens vinnufer fólk € VYanligi borgarin má sjálvur ska eitt alert: Sunda PP O Ein eftirlønarskipan kann roknast sum framhald av vanligu lenini. FØROYA LIVSTRYGGING TIf:1 29 19 jónistar og færri einum møguligum endur- gjaldi. Ti hann hevði í roynd og veru bara arbeitt fyri Fiskasøluna. Hinvegin kundu føroysku virkini og trolararnir roknad við at hoyrt frå bågvnum eftir fiskasøluna, um dómur var fallin ímóti Faroe Seafood. So hevði kravið nevniliga verið skumpað út til hesi við tí grundgeving, at tað vóru skipini og virkini, sum høvdu ábyrgdina av, at útlendska manningin fór upp um 25%, og at virkini seldu russiskar og føroyskar rækjur í sama pakningi Men nú er vandin fyri einum innanhýsis stríði í føroysku rækjuvinnuni minkarir niður í lítið og onki við dóminum í High Court Jóhannus Egholm Hansen er bústjóri í trotabú gynum eftir Faroes Seafood, sum fór í gjaldsteðg í 1995 Hann førir í løtuni eina týðandi sak í Eystara Landsrætti, har 7 mið. kr í ES-tolli standa upp á spæl. Eftir dómin í London hevur fóroyski advokaturin fingið góð kort á hondina