Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mars 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá ið Sovjetsamveldid datt sundur, gjørdust tey einstøku veldini hvort sær sjålvstødug lond. 15 høvdu tey verið, og summi — teirra millum Baltalondini og veldini í Kaukasus — tóku møgu- leikan, tá ið hann beydst, við gleði og lýstu seg sum sjålvstødug lond beinanvegin Onnur — t.v.s. tey mið- asiatisku veldim Ka zakhstan, Turkmenistan Uzbekhistan, Kirgisistan »g Tadjrkastan — vóru langt frå so eldhugad sum hini í síni loys- ingartrá, helst tf at fólk- har ikkt hava tradi- sjón fyr: hvert sær at hava sínar sjålvstødugu statar, og tí at politiski toppurin allur var upp- aldur í kommunistiskari siðvenju, undantikið í Kirgisistan Lutvís vegna trýst úr Moskva, men eisini tí at politisku leiðararnir gjarna vildu tað, var SNG — samgongan av flestu ådurnevndu veld- um — gjørd Buskaparliga og politiskt skuldu tey sam- arbeiða og onkur polit- ikari, td. leiðari Kazakh- stans, Nursultan Nasar- bajev, helt, at eitt sam- veldi átti at verða sett á stovn beinanvegin Aðrir, fyrst og fremst leiðararnir í Moskva, gingu ikki inn fyri hes- um, kanska ti — sum onk- ur hevur sagt — at tað var heldur Russland, ið tók loysing frá hinum veldu- num, enn umvent. Men uttan sva vóru somu leið- arar sannførdir um, at tað bara var ein tíðarspurn- Miðasia Hans Holm skrivar ingur, nær teir fóru aftur at hava tað stóra orðið at siga í hesum økinum Tí kom tað teimum illa við, tá ið tað í september seinasta ár frættist, at stjórnin í Kazakhstan heyði selt Tjóðarolju- felag Kina stóra parta- brævaogn í næststørsta oljugki sínum Hetta fekk eisini amerikanarar at vakna Ein ting er tað, at hesi midasiatisku lond — og kanska serliga Kazakh- stan — hava stórt ríki- dømi í jørdini (umframt olju eisini gass, gull og fleiri sløg av virðismikl- um málmum), eitt annað er tað, at tey eru grannar við Íran og Afghanistan, umframt Kinesiska Fólkalýðv eldið og Russ- land. Og amerikanum dámar lítið, at samband- ið vid Kina verður ov stórt, eisini av politisk- um grundum Tá ið vit so eisini minnast til, at fólkini í hesum londum hava muslimska trúgv, er tað onki at undrast yvir, at amerikanarar fáa ringar nervar av tankanum um, hvat argastu fíggindar teirra, iranar — sum jú eisini eru muslimar — kunnu gera í hesum londum. Talan hevur t.d longu verið um at leggja oljurgrleiðing úr Turk- menistan gjøgnum Iran til Persaraflógvan Sum stødan er í løtuni, er tað eyðsýnt, at tað er lukkast hesum londu- num at vera komin í eina stóðu, har tey kunnu fáa allar fordeilir av sínum altjóða sambandi Nr. 42 — 4. MARS 1998 Sparikassin keypt fiskasølubygningin Føroya Sparikassi hevur keypt bygningin hjå Fiskasøluni. Keypsprisur- in er 19 mið. kr. Bygningurin skal setast í stand og skal eftir ætlanini verða liðugt umvældur í august 1999 SVEINUR POULSEN Føroya Sparikassi eigur nú bygningin hjá Fiskasøluni. Marner Jacobsen, virk- andi stjóri i Føroya Spari- kassa sigur, at keypsprisurin er 19 mió. kr. Hvat skulu tit brúka hann nl? — Vit skulu brúka bygn- ingin sjålvir. Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi å Hålsi, men tå vit fingu høvid til at keypa henda bygningin i staðin, so gjørdu vit heldur tað Hvør var grundgevingin ? — Hetta er ein skjótari og ein bíligari loysn Bygningurin Yviri við Strond er 3.000 fermetrar til víddar, harav 2.000 eru inn- rættaðar sum skrivstovuhøl- ir. Ætlar Sparikassin at brúka allan bygningin sum hann er? — Ja. Umstødurnar hjá okkum eru ikki so góðar sum er, og tí ætlaðu vit at byggja. — Øll umsitingin heldur til í bygninginum við Tinghús- vegin. — Vinnulivsdeildin heldur til i Sverrisgøtu, meðan grannskodanin er í bygninginum uppi við SMS, ein fjórði partur er í bygningum hjá Lands verk- frødinginum við Tinghús- vegin, so tað er so sund- urlida. — Nú fáa vit savnað fyri- sitingardeildina og vinnu- lívsdeildina úti við Strond. Hvussu fer hetta at merkj- ast? — Sjálvandi verða arbeiðs- umstødurnar betri, og har- afturat kunnu vit bjóða kundunum eina betri tæn- astu, av tí at alt verður savn- að á einum stað Marner Jacobsen sigur samstundis, at bygningurin liggur sentralt og í sera vøkrum umhvørvi. Tað ger tað bara betri, sigur hann. Hartil eru parkeringsum- støðurnar við gamla fiska- sølubygningin góðar, so tað skuldi verði lætt hjá kund- unum at komi til Hjá avbygdafólki, sum antin skulu í Fyrisitingar- deildina ella Vinnulívs- deildina, verður lagaligt at koma til. Tey, sum koma norðan- eftir, kunnu koyra oman móti Strond, frá Hoydals- vegnum. Tá koma tey bein- leiðis til bygningin. Niðurslitin Tað var Føroya Fiskasøla sum bygdi bygningin i 1978. Ein partur, í trimum hæddum, var innrættaður sum skrivstovur. Hin parturin var innrætt- aður sum goymsla. Fyrst í 80-årunum løgdu teir dekk í henda partin, so- leiðis at ovara hæddin varð gjørd til skrivstovuhølir, meðan restin var verandi sum goymsla. Vit spurdu Marner Jacob- sen, hverjum standi bygn- ingurin er í. — Hann er niðurslitin og skal tí umvælast. Tað ar- beiði ætla vit at seta í gongd sum skjótast. — Vit hava avtalað við Fiskasøluna, at teir kunnu verða í bygninginum eina tíð enn, og hesum mugu vit taka hædd fyri, tá umvæl- ingararbeiði fer í gongd. Nær er ætlanin at flyta inn? — Vit ætla at flyta inn í bygningin í august í 1999. Var Sparikassin farin undir byggiætlanina, so varð tann bygningurin ikki liðugur fyrr enn í 2002, so her hevur Sparikassin vunn- ið trý ár. Marner Jacobsen sigur eisini, at tað sjálvandi er bíligari at keypa ein stand- andi bygning, heldur enn at byggja ein nýggjan. Tað flyta sløk 60 fólk inn í bygningin, tá hann er klár- ur. ; Goymslu i kjallaranum Sparikassin fær nokk av goymsluplássi í nýggja bygninginum við Strond. — Goymslan í niðasta partinum er 1.000 fermetrar til víddar, so har er gott pláss. Vit kunnu antin brúka tað sum goymslu, ella inn- rættað tað til skrivstovur, um vit hava tørv fyri ti. Men tað hava vit ikki sum er. Bygningurin var ikki lýst- ur til sólu, men Sparikassin setti seg í samband við Fiskasøluna fyri at hoyra, um teir vóru áhugaðir at selja. Og tað vóru teir. Virksemi hjá Fiskasøluni er ikki so stórt sum tað var, fyri nøkr- um árum síðani, og tí varð ríkiliga rúmsátt hjá teimum. Fiskavirking og Fram- taksgrunnurin hava eisini hildið til í bygninginum Yv- iri við Strond. Fiskavirking hevur flutt alt sítt virksemi út á Vestaru bryggju, har Bacalao helt til frammanundan, men Fram- taksgrunnurin er í bygning- inum enn. Hesi fara nú at leita eftir øðrum hóskandi hølum aðrastaðni í býnum. Men teimum nýtist ikki at leypa framav. Teir hava jú avtalu við sparikassan, um at verða í bygninginum fyribils. Føroya Sparikassi hevur keypt bygningin Yviri vid Stond frá Fiskasøluni fyri 19 mið. kr. Í august 1999 flyta fyrisiting- ardeildin og vinnulívsdeildin inn í bygningin. Tænastan verður betri, tá alt er savnað á einum stað, sigur Marner Jac- øbsen, virkandi stjóri i Føroya Sparikassa AO