leygardagur 15. november 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 218 - 15. november 2003
Nr. 218 - 15. november 2003
39
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Deild A – kirurgisk seingjardeild
Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøð-
ing í farloyvi frá 01.01.04 til 31.10.04.
Arbeiðstíðin er 40 tímar pr. viku í skiftandi vakt-
um.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Fakligan áhuga innan kirurgiska sjúkrarøkt
Góð samstarvsevnir
Ynskiligt er við royndum innan økið
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Sjúkrarøktafrøðingafelag Føroya og Fíggjarmála-
ráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Marjun Joensen, deildarleiðara, telefon 455463
lokal 519,ella Jonu Nielsen,fyristøðukvinnu,lokal
106.
Deild M – medicinsk seingjardeild
Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøð-
ing í barnsburðarfarloyvi frá 01.01.04 til 31.08.04.
Arbeiðstíðin er 24 tímar pr. viku í skiftandi vakt-
um.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Fakligan áhuga innan medicinska sjúkrarøkt
Góð samstarvsevni
Ynskiligt er við royndum innan økið
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Sjúkrarøktarfrøðingafelag Føroya og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Synnøvu Hansen, deildarleiðara, telefon 455463
lokal 403,ella Jonu Nielsen,fyristøðukvinnu,lokal
106.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og
møguligum viðmælum skulu sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 01. desember 2003.
Landsfundarveitsla
Landsfundarveitslan
verður
í Roynhøllini
leygarkvøldið 22. nov. kl. 19.30.
Tilmelding á tlf. 371208 ella 375161
ella á www.javnaðarflokkurin.fo
Føroya Javnaðarflokkur
Leiðari til sambýli
fyri sinnisveik
Starv sum leiðari til sambýlið í Sandavági verður
hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt ella eftir
nærri avtalu.Talan er um nýtt starv,sum tann setti
skal vera við til at mynda.
Sambýlið í Sandavági, sum er undir uppbyggjan,
er eitt heim fyri sinnisveik, har 5 fólk kunnu
búgva.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
•
hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt
•
skapa innihald og tryggleika í dagligdegnum
•
hava skipaðan gerandisdag so brúkarin
mennist.
Herumframt hevur leiðarin fakligu, fyrisitingar-
ligu og fíggjarligu ábyrgdina av sambýlinum.
Førleikakrøv:
• viðkomandi útbúgving
• fyrimunur er at hava leiðslu- og fyrisitingar-
ligar royndir
• hollar starvsroyndir innan tað psykiatriska
økið
• evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
• góð samskiftisevni
• dugir væl við fólki
Løn- og setanarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at hetta kann verða umskipað til
eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Heimarøktina og Serforsorgina á telefon 304020
og tosa við Mary J. í Garði, stjóra.
Umsóknarfreist: mánadagin 1. desember 2003.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmæl-
um v.m. skulu sendast til:
Heimarøktina og Serforsorgina
att.: Mary J. í Garði, stjóri
Eirargarður 2, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
www.sosialurin.fo
Leiðari
til Mentanarhúsið
í Fuglafirði
Starvið sum leiðari fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði
er leyst at søkja.
Uppgávur
Starvið sum leiðari í Mentanarhúsinum er full-
tíðarstarv. Uppgávan hjá leiðaranum verður at
stíla fyri mentanartiltøkum, at skipa tað dagliga
arbeiði og at hava ábyrgd av starvsfólkum í hús-
inum. Eisini kemur leiðarin at hava ábyrgdina av
teimum dagligu fíggjarligu viðurskiftunum so
sum innkeyp, fakturering, gjaldingum og lønum
v.m.
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spenn-
andi leiðarastarv innan mentanarøkið, har
leiðarin í stóran mun sjálvur avgerð innihaldið og
fjølbroytni.
Vit vænta
Vit vænta at tú hevur royndir sum leiðari og
hevur áhuga fyri mentan. Eisini vænta vit, at tú
hevur góð samstarvsevnir, ert álítandi, fyri-
komandi og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
Innlit í fíggjarviðurskifti er ein treyt.
Tilvísing
Starvið hevur tilvísing til nevndina.
Umsókn
Umsóknir við CV, arbeiðsváttanum, prógvum og
møguligum viðmælum verða Fuglafjarðar Sjón-
leikarafelagi í hendi seinasta lagi 20. november
2003.
Umsóknir skulu stílast til:
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Postboks 14
530 Fuglafjørður
Viðmerking: Leiðarastarv
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Sýnsumsiting
til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt avloys-
arastarv til í fyrsta umfari 1. juni 2004.
Uppgávan:
Uppgávan fevnir m.a. um:
• Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonav-
greiðslu
• Umsiting av sýnstíðum,umsýnstíðum,rykkjara-
skipan og eftirstøðum
• Dagliga uppgerð av kassa
• Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv:
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovuút-
búgving, HH ella líknandi útbúgving.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at
viðkomandi er fyrikomandi og kundavinarligur.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur
kunnleika til at arbeiða við teldu.
Setanartreytir:
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til tlf.350400 og tosa við Hans J.Stenberg ella
Tórunn Miðberg. Umsóknir við møguligum
prógvum og viðmælum skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 17. november 2003.
Bileftirlit Føroya
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
110 Tórshavn
Bileftirlit Føroya er stovnur undir Vinnumálaráðnum og
hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar
og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyri-
kort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfara-
skráseting og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn
hevur Bileftirlitið sýnsdeildir um alt landið. Á Bileftirlitinum
starvast 18 fólk.
Peugeot 306, HDI
•
Árgangur: oktobur 1999.
•
Koyrt: 68.000 km
•
Motorur: TurboDiesel, 2 litur HDI
•
Litur: myrkagrønt metallakk
•
Eykaútgerð: Alufelgur (umframt
vanligu felgurnar) og bakspoilara.
•
Nýtir diesel og er sera bíligur í rakstri.
Til sølu um hóskandi boð fæst.
Meira kann fást at vita á telefon 551503
C
M
Y
K
39
38