Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SOS!AMNN Nr. 43 — 5. MARS 1998 | Mark má bíða til eftir valið Jan MULLER | Í Tað verður eingin fundur millum Ed- mund Joensen, Poul Nyrup Rasmussen og | Tony Bla fyri fólka- | tingsvalid. Fyri góðum mánað síðani skrivaði Ed- mund Joensen, løg- | maður bræv til Poul Nyrup Rasmussen, har hann heitti á danska starvsbróðurin um at seta seg í samband við bretska forsætisráð- harran Tony Blair og fáa henda til at skipa fyri einum fundi á hægsta politiska stigi til tess at fáa loyst marknatrætuna millum londini. | Brævið frå løgmanni | kom stutt eftir, at Ny- | rup undir Føroyavitjan síni hevåi sagt seg vilja taka málið upp við bretar, um eitt slíkt ynski kom úr Féroyum. — Fundurin við Blair var undir tilrættalegg- ing, men hann kom íkki uppá pláss. áðrenn val- ið varð útskrivað, og tí verður hann at bíða til eftir fólkatingsvalið | tann 11. mars sigur Sø- | ren Kelstrup, sum er | skrivari hjá Poul Nyrup | Rasmussen vid Sosial- Grampian Frontier sum kemur til Føroya seinni i mars Spildurnytt standbyskip til Føroya at skifta manning Jan MULLER At oljuvinnan nærkast Før- oyum er dagurin 26. mars kanska eitt hitt besta tekinið um. Henda dagin kemur nevniliga spildurnýggja bretska standbyskipið >Grampian Frontier« til Føroya at skifta manning Skipid, sum kostaði meira enn 100 mill. kr. at byggja, er gjør til serligu umstødur- nar á Atlantsmótinum. Tað liggur sum hjálpar- og vakt- arskip á fyrsta oljufeltinum vestan fyri Hetland, Foina- venleiðini, ið er skamt frá føroyska fiskimarkinum Nu hevur so BP, sum er operatørur fyri hesa leiðina, gjørt av at lata skipið fara til Føroya í hesum mánað- inum at skifta manning heldur enn at leggja leiðina til Aberdeen. Teinurin til Føroya er nakad longri enn til Aber- deen. Sosialurin skilur, at orsøkin til, at hetta verður roynt er m.a. tann, at vita, hvussu umstødurnar eru í Føroyum fyri slíkum mann- ingarskifti og annars at vita, hvussu umstødurnar í Før- oyum eru annars. Her verð- ur m.a. hugsað um møgu- leikan at umvæla skipið. Tað er greitt, at sohvørt oljuleiðirnar vestan fyri Hetland verður útbygdar og tær nærkast føroyskum øki, verður tað eisini aktuelt at hava alternativa møguleik- an at kunna fara í føroyska havn ístaðin fyri í bretska. Hetta verður aðru ferð, at TET Ti: eitt slikt standbyskip kemur i føroyska havn. Fyrstu ferð var í 1996, tá stórur útgerð- arbátur kom úr Aberdeen og legði upp útgerð í Vági til boringina í Lopra. 5 ag Mynd BP Exploration Fyrsta útlendska útgerðarskipið kom til Føroya í 96 við útgerð til bor- ingina í Lopra. Her er tað á veg úr Vági Mynd: Rógvi Johansen En røst fra massegraven Oli Breckmann, sum í po- htiskum skemti ikki hevur sín líka, royndi seg í út- varpsorðaskiftinum einaferð enn M.a. speirak hann Heina O. Heinesen, tí hann hevði ov lítlan málkunnleika, og hann stuttleikaði sær um fyrrverandi løgmenn, sum vóru upprisnir úr politiskum gravum. Tá ein vandar sær ov lítið um, kann spet falla øvugt í oyra áhoyrarans ella spott- arim verður raktur av »bomerangini«. — Spott kemur aftur i spottarans hús — søgdu teir gomlu so væl. Orðini um Heina høvdu ein farra av óndskapi yvir sær, meðan teir speiriknu ex-løgmenn helst eru glaðir fyri at vera slopnir upp aftur úr grøvini at svala sær á. Men samstundis komu mær til hugs ávísir søguligir veruleikar. M.a. at á sein- asta fólkatingsvali fekk annar av hesum uppaftur- grivnu 1400 atkvødur, ella meira enn gl valevnini á fólkaflokslistanum fingu samanlagt, tá Oli Breck- mann er fråtikin. Hesi val- evni, Oli nevndu so fram- úrskarandi í sendingini. Petur Mohr Dam fall á fólkatingsvali í 1957, tá var hann 59 ára gamalur, kortini byrjaði hansara politiska glæstritíð árið eftir, tá gongd kom á skipbygging, samfelagsútbygging, sosiala trygd (fólkapen- sjón), hospitalsbygging, studentaskúli og mangt annað. Hann var so afturvaldur á Fólkating í 1964, 1966 og 1968. Ta ferðina 69 ára gamalur. Um eg sleppi nóg langt út um kirkjugarðsliðið, skalt tú, Oli, helst ansa tær, skulu vit ikki nápa 1,8% frå tær, tá fert tú afturum, tí røddir frå grøvini kunnu rópa hart, serliga um tær røkka sam- vitskuna hjá teim, ið lurta. Síðani kom mær til hugs, at tú ongantíð hevur átt egna rødd. Hetta hava tey flestu gloymt og hava vant seg við títt óargaliga orðaskvaldur. Ja, tey taka helst tínar pro- vokatiónir og tína argan sum >sort humor«, ella »makaber spøg« sum danir siga. Tú kanst jú eisini vera bara fittur við hvort og tí taka teir danir á tingi, sum tú dagliga spillir út og argar, teg ikki longur fyri fult. Vit sum høvdu gloymt at tú ongantíð tosaði við egn- ari rødd, men allar dagar hevur tosað úr eini grøv, megu vidhvørt minna okk- um á, at hendan í veruleik- anum er ein massagrøv (hépgrøv), har allar avold- aðar hugsjónir fara so við og við. Tey liggja har øll, og tey, sum komu fyrst, eru trýst so lang niður, at tey hoyra grát og tannagrísl. Teir fremstu ideologarnir úr Týsklandi í 30'unum og 40'unum, Franco, Ver- woert, Pinochet, Stalin, Thatcher, Friedmann fyri at nevna nakrar fáar av skurð- gudum tínum. Tey iðra seg helst um gerðir og misgerðir sínar og rópini verða tí ønskriligari og ønskriligari. Men sum sagt, tá ein ikki tekur teg fyri fult, so gloymir ein eisini ta menn- iskjansfjendsku og kynisku lívsáskoðan; sum teirra tankar — bornir fram av tær — umboða. At skýra hesa røddina fri- lynta, hóvliga og liberala er veruliga at spotta seg sjálv- an. Tað er >begrebsforvirr- ingur< við lít, men eisini søgufalsan. 4. mars 1998 Atli P. Dam Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1621, Sp/f 210 Sandur Nevnd: Farin ur nevndini: Jóanes Klementsen, 210 Sandur (næstformadur) Innkomin í nevndina sum næstformaður: Brandur Sandoy, 210 Sandur Ørnin, Skråseting Føroya tann 3. mars 1998 Kristin Balle mr