Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A 0 Sl mr Nr. 43 — 5. MARS 1998 hava økt sjålvstyri Allir aldursbólkar í veljarakanningini hjá Útvarpinum vilja hava økt sjálvstýri. Í tíðindablaðið S0sj2luin Føroyingar vilja meðal 43 prosent av teimum spurdu í kanningini nevna henda møguleikan sum tann besta ÓLAVUR Í BEITI Tey ungu vísa seg at vera mest í iva um, hvar tey skulu seta krossin til Fólka- tingsvalið, vísir veljara- kanningin hjá Útvarpinum. Ein fjórðingur av teim 18- 25 ára gomlu veit ikki enn, hverjum flokki, hann skal atkvøda fyri, men tá tey ungu fara at ráða fyri borg- um, verður tað ikki sum sjålvstødug tjóð. Tá fólk vórðu spurd, um teirra stóðu til rískis- felagsskapin, vóru tað bara 16,1 prosent av teimum ungu í aldurs-bólkinum 18- 25 ár, sum vildu hava loys- ing. Mest loysingarsinnað eru fólk millum 36-65 ár. Utvid 30 prosent í hesum aldursbólki ynskja loysing og bert 8-9 prosent av teim- um ynskja tættari samband við Danmark enn heima- stýrislógin, vísir kanningin hjá Utvarpinum Flokkarnir Fólkaflokkurin hevur størst undirtøku millum tey ungu, vísir kanningin. 24,2 pro- sent av teim 18-25 ára gomlu velja Fólkaflokkin og millum tey 26-35 ára gomlu fær flokkurin 26,1 prosent av atkvødunum. Sambandsflokkurin fær lítla undirtøku frá teim ungu. Bert 9,7 prosent av teim 18-25 ára gomlu atkvøda fyri hesum flokki. Hin vegin vísir tað seg, at Sambandsflokkurin fær stórri undirtøku, tá fólk fara upp um 57 ár. 27 prosent seta krossin við henda flokk í hesum bólki. Og viðvíkjandi Tjóðveld- isflokkin er stødan tann, at 12,9 prosent av teim 18—25 ára gomlu velja henda flokk, og millum tey 26—35 ára gomlu velja bert 9,2 prosent Tjóðveldisflokkin. Størstu undirtøkuna fær Tjóð- veldisflokkurin frá teimum sum eru farin upp um tey 46. Eini 24-25 prosent í hesum bólki velja Tjóð- veldisflokkin. Javnaðarflokkurin hevur størstu undirtøku millum tey 36-45 ára gomlu. 20,5 prosent av hesum veljarum atkvøda fyri Javnaðar- flokkinum, vísir kanningin hjá Utvarpinum. Viðvíkjandi Sjálvstýris- flokkinum, so fær hesin flokkur ikki tær nógvu at- kvødurnar tann 11. mars. Men tað eru teir ungu velj- ararnir, sum velja henda flokk. 6,5 prosent av teim 18-25 ára gomlu velja Sjálvstýrisflokkin, meðan bert 1,1 prosent av teim 36- 45 ára gomlu seta kross sín við Sjálvstýrisflokkin, vísir veljarakanningin hjá Út- varpinum nú upp undir Fólkatingsvalið tann 11. mars. Ivandi Viðvíkjandi spurninginum um, hvgnn veljarin í kann- ingini fer at velja til Fólka- tingsvalid, vísir kanningin, at bert 6,6 prosent av teim 56-65 ára gomlu vita ikki, hvønn tey fara at velja. Men tá veljarin er farin um tey 66 árini eru tað 10,8 prosent sum ikki vita, hvønn tey fara at velja, vísir kanningin hjá Útvarpinum »Trondur í Gøtu« ikki undir týskt flagg í ár Vit hava arbeitt við málinum seinastu trý árini, um at keypa kvotu frá týskum felag, men hetta verður av ongum í ár, tí nú er so langt útliðið, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í felagnum Varðin, sum eigur >Trónd í Gøtu« OLAVUR Í BEiTI Tað gongur væl hjá nóta- bátunum nú og orsøkin er tann einafalda, at prísurin á so at siga øllum fiskasløg- um er góður í løtuni. Makrelprísurin hevur ligið um 7 kr. kilo og eisini svart- kjaftaprísurin hevur toppað, millum 80-85 oyru kilo frá Havsbrún í Fuglafirði. Góð útlit Men tá prísirnir fara upp, er orsøkin sum oftast, at lítið er til á marknaðinum av vøruni, og tað er júst tað, sum hent er viðvíkjandi m.a. makrelinum, at hægsta loyvda veiða er minkað, og tí hevur felagið, sum eigur nótabátin >Trónd í Gøtu« seinastu trý árini roynt at fingið meiri kvotu frá týsk um felag, sum ongar møgu leikar hevur at fiska kvot- una upp í ES-sjógvi. Jákup Jacobsen, reiðari á nótabátunum upplýsir ikki, hvat týskt felag talan er um, men hann metir, at útlitini fyri at fáa >Trónd í Gøtu« undir týskt flagg og harvið útvegað skipinum kvotuna hjá týska felagnum í ES- sjógvi eru nakað betri í komandi ári. Býta um kvotu — >Tróndur í Gøtu« er nógv effektivari skip enn tey hjá týska felagnum, og hevur møguleika at fiska kvotuna upp, sum ætlanin er at keypa næsta ár, sigur reið- arin. >Tróndur í Gøtu« fiskar svartkjaft í løtuni og sein- asta túr seldi hann góð 1700 tons til Havsbrún í Fugla- firði. Skipið fer ikki á lodnuveiðu nú, men hevur býtt um við »Saksaberg«, sum fær lodnuna hjá > Trónda í Gøtu« í býti við makrel. »Straukur« i Erma- sund i mai Ikki hevur verið nógv at gjørt hjá før- oyska veitingarskipinum »Straukur« enn í føroyskum sjógvi, men fyri út- lendsku oljufeløgini hevur skipið gjórt ymiskar kanningar OLAvur i BEiTI Allan januar mánaða í år var veitingarskipið >Straukur< í norskum sjógvi. Tað var norska oljufelagið Saga Petrol sum leigaði skipið í sambandi við tettin av ein- um oljuholið, sum Saga Petrol helst fer at venda aft- ur til seinni. Men í maí mánað í ár sær út til at >Straukur< fer at fáa meiri bundna uppgávu, tá veitingarskipið fer í Ermasund at gera biolog- iskar kanningar fyri try feløg í Onglandi og Hå- landi. Bidar í Klaksvík | Sum skilst á Hjørleifi Ras- mMussen, ein av eigarunum, er ikki nógv at gera júst nú hjá veitingarskipinum, sum liggur í Klaksvík I síðsta mánað var >Straukur< í Havn, har >pelatrekkið< var kannað á Tórshavnar Skipasmiðu Keyptur í 96 >Straukur< varð keyptur úr Íslandi í 1996, har skipið av fyrstan tíð var vitaskip og undir toskastríðnum var tað meiri at kalla verjuskip hjá íslendsku stjórnini. Seinastu tvey árini, áðrenn klaksvík- ingar keyptu skipið var tað so veitingarskip. Veitingarskipið >Strauk- ur< er 40 metrar langt, og felagið í Klaksvík keypti skipið frá íslendingum fyri knappar 2 mió. kr