hósdagur 5. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOS
Nr. 43 — 5. MARS 1998
Vilhelm Johannesen, stjóri á BSV:
Vit gleða okkum til næstu 25 árini
Bygningssnikkaravirkið h
virkinum. Vit hava fingið orð á Vilhelm Johannesen, stjóra á v
SVEINUR POULSEN
Bygningssnikkaravirkið
hevur rundan fødingardag í
dag. Ella hálvrundan í
hvussu er
Tað eru í dag liðin 25 ár
síðani Vilhelm Johannesen
fór undir sjålvstødugt
snikkaravirksemi
Dagurin verður hildin við
måttøku í helunum hjá
Bygningssnikkaravikinum
vid Smyrilsvegin.
Men, hvør er so søgan aft-
anfyri hetta 25 åra håtidar-
haldið
Hetta hava vit tosað við
stjóran og stovnaran av
virkinum, Vilhelm Johanne-
sen, um
Vilhelm greidir frå, at
hann í síni tíð byrjaði at
arbeiða fyri Snikkaravirkið
í Grønlandi. Hann sigur, at
hetta var hansara útgangs-
stødi og her arbeiddi hann í
15 ár
Hugurin at byrjað fyri seg
sjálvan heyði verið har eina
tíð. Honum dámdi sera væl
at arbeiða við innbúgvi, og
hann heyði nú eisini starvs-
royndir úr útlondum. Hann
starvaðist eitt bil í Svøriki
g á hernadarstødini i
Streymfjørðinum
í kjallaranum
Vilhelm Johannesen greiðir
frá, at virki byrjaði í kjallar-
anum í sethúsum sínum í
Stoffalág
— Og tað var ikki altíð sc
lætt, at hava virkið har
— Eg minnist okkurt leyg-
arkvøldid vit høvdu gestir
Tá kom onkur av monnun-
um til arbeiðis at fernisera
eitthvert
— Og vit kundu líka so
gott havt blakað gestirnar
út. Tað luktaði langan veg
Um alt húsið, so tað ikki var
inniverandi
Hann greidir frå einari
aðrari hending, beint undan
jólum tað eina árið
— Konan hevði blást alt
av í erva, og vit skuldu
halda jólaborðhald í kjall-
aranum
— Ein av monnunum fór
uppá. at hjálpa sær sjálvum
»g lat hurðina standa opna.
so alt støvid fór uppá
— So tað var ikki bara smil
ta ferdina, sigur Vilhelm Jo-
hannesen
Tann fyrsti stóri ordrin
teir fingu, var í sambandi
við kommunalu byggingina
á Tórsbyrgi.
- Til tað byggjaríið
gjørdu vit køkar og skáp, og
tað var Zacharias Bech sum
fineraði fyri okkum, sigur
Vilhelm
Fluttu í
nýggjan bygning
Tað var nokkso skjótt eftir
byrjanina at hann byrjaði at
hugsa um at gera ein virk-
1
Bygningssnikkaravirkið hevur 25 ára fødingardag í dag. Og at tað er eitt gott arbeiðspláss, sæst av at onkur av
monnunum hevur arbeitt har í 23 ár. Tað er stjórin, Vilhelm Johannesen sera fegin um, tí uttan gott starvsfólk heyði
virkið ikki staðið seg so væl
isbygning burturav.
Ætlan gjørdist til veru-
leika, og í 1979 varð farið
undir at byggja við Smyr-
ilsvegin
Flutt varð inn árið eftir og
síðan hevur Bygningssnikk-
aravirkið, ella BSV, hildið
til har
Og Vilhelm Johannesen
letur væl at gongdini
— Vit fingu uppgongdina
við í 80-árunum, og tá var
nokk at gera
BSV er tað vit kalla ein
familjufyritøka, hóast hon
er partafelag
Partapeningurin er 1,6
mió. kr., eins og hann var
vid byrjan, men eginognin
er munandi stórri. Hvussu
stór vil hann ikki siga.
— Tað eru konan, børnini
og eg sjálvur sum eiga
partapeningin, sigur Vil-
helm Johannesen, og heldur
fram
Eg haldi, at tað er or-
søkin til at tað hevur gingið
so væl. Vit hava øll arbeitt í
virkinum, men hava ong-
antíð verði hålønt
Harafturímóti hava tey
altíð lagt nógva orku í felags
barn teirra og arbeitt sera
nogv
Ein arbeiðsdagur byrjar
áðrenn klokkan átta um
morgunin og endar ikki fyrr
en klokkan 10 á kveldið.
— Friggjakvøld fara vit
eitt sindur fyrr til hús, og
leygardag geva vit okkum
góða tíð
Sonurin yvir-
tikið leidsluna
Vilhelm Johannesen greiðir
frá, at hann hevur havt
leiðsluna tey flestu árini,
men nú hevur sonurin Helgi
tikið yvir
— Eg eri við í so nógvum
ødrum, at tað er skilabetri
at Helgi átekur sær meira
her, sigur Vilhelm.
Hann er formaður í Før-
oya Handverksmeistarafel-
ag, Havnar Handverks-
meistarafelag, Føroya Ar-
beidsgevarafelag er hann
eisini við í, umframt fleiri
ødrum nevndum og bólk-
um
Helgi er útlærdur bygn-
ingssnikkari, byggiteknikari
og -frødingur, so hann er
ikki heilt ókendur í fakin-
um
Ein fyritðka sum henda,
kann lættliga gerast eftirbát-
ur orsaka av skjótu gongd-
ini á tekniska økinum, men
so er ikki
Vilhelm Johannesen sig-
ur, at tey alla tíðina hava
roynt at endurnýggja mask-
inútbúnaðin.
- Maskinurnar sum
standa her eru tær mest
framkomnu á økinum, sigur
hann.
Samstundis roynir virkið
at koyra eina ávísa eftirút-
búgving av starvsfólkinum,
so at vitan teirra alla tíðina
er dagførd.
Tey trongu 90-árini
Sum øllum føroyingum
kunnugt, setti kreppan av
ålvara inn f nitiårunum, og
tad merktist sjålvandi eisini
å BSV. Vilhelm greidir frå:
— Tað var so løgid skal eg
siga tær. Tá eg fór í summ-
arfrí var nóg mikið at gera,
men tá eg kom aftur, var so
steindeytt.
Fyri at halda uppá fólki,
gjørdu teir ikki mætari, enn
at teir bygdu uppi verkstad-
10.
— Og tad var skemtiligt at
síggja menn, sum bert vóru
vanir at standa og polera
inni á verkstaðnum, nú ar-
beiða við forskallingum.
Ætlanin var góð. Teir
gjørdu hetta fyri at halda
uppá fólki og tað eydnaðist.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Sjálvandi eru onkrir
menn rýmdir í sambandi við
kreppuna, men teir allar-
flestu eru komnir aftur í aft-
ur. Í hvussu er teir, sum fóru
við familjuni avstað.
Og Vilhelm er glaður fyri
at teir eru afturkomnir.
— Eg eri so sera fegin fyri
teir menninar vit hava her á
virkinum, at eg heyði verið
keddur óansæð hvgnn eg
misti.
Og tað sær eisini út til at
teir trívast væl. Í løtuni eru
tríggir lærlingar, men ann-
ars hava teir, sum hava ar-
beitt stytst, verið har í uml.
10 ár.
— Tann, sum hevur verið
longst, hevur arbeitt í 23 ár
á virkinum.
— Tað eg havi sagt við teir
og, sum eg sigið við lær-
lingarnar, er:
— Uppførid tykkum og
føli, sum hetta er tykkara
egna, so skal nokk okkurt
gott spyrjast burtur úr. Eg
taki jú onki við mær, tá eg
fari hidani.
Allir teir, sum arbeiða á
BSV í dag, hava lært á
virkinum, sigur Vilhelm
Johannesen, og heldur fram:
— So eg havi kent teir síð-
ani teir vóru ungir dreingir.
evur 25 ára fóðingardag í dag, og bjóðar í tí sambandi viðskiftafólki og óðrum til móttóku á
irkinum, og hann greiðir okkum frá søguni hjá virkinum
Almenna góður stuðul
Kundagrundarlagið hjá
BSV hevur verið tað sama í
langa tíð.
Virkið hevur havt nógvar
uppgávur fyri tað almenna,
og teir hava innrættað rús-
drekkasølurnar, viðskifta-
stovuna í Keypmannahavn
og mangar aðrar almennar
skrivstovur.
Hetta er Vilhelm Johann-
esen sera fegin um.
— Eg haldi tað er ótrúliga
gott, at tað almenna Føroyar
ger sær 6mak, at hyggja eft-
ir hvat vit sjálvi gera, heldur
enn at keypa útlendskt.
—Teir hava verið sera góð-
ir stuðlar, sigur hann.
Og tað sama sigur hann
um sparikassan og aðrar
kundar við.
Av ødrum uppgåvum
BSV hevur tikist vid kann
m. a. nevnast, innrættingin
av Hotel Føroyum. Teir
sengur og ymiskt annað aft-
urat, so tad var ikki so litil
uppgåva.
Annars, sigur Vilhelm Jo-
hannesen, at teir hesi 25 år-
ini hava havt ikki færri enn
14.000 ymiskar uppgåvur,
so teir hava verið við í 6-
trúliga nógvum
Framtíðin
Tað er sjálvandi, at eitt virki
ikki stendur í 25 ár, uttan
málsetningar.
Vit spurdu tí Vilhelm
hvgrjir málsetningarnir eru
fyri tey næstu 25 árini.
— Tað er at halda fram á
nøkunlunda somu leið sum
nú og vit skulu framhald-
andi modernisera fyritøk-
una, bæði á ein og annan
hátt.
— Vit hava tær bestu
maskinurnar og á teknistov-
uni hava vit eisini tað bestu
útgerðina.
Tað er nevniliga so, at
BSV eisini ger ymisk tekni-
arbeiði, tá tey verða biðin
um tað, umframt at teir sam-
starva við ymiskum ark-
itektum á tí økinum.
Hava tit gjórt nakað til
útflutnings?
— Vit hava havt ein ordra
til Tysklands og vit fingu
tað fyri hann vit skuldu.
Hinvegin haldi eg, at vit
fyrst skulu kunna standa
okkum heima hjá okkum
sjálvum, áðrenn vit fara út
um landoddarnar at kappast.
Vilhelm Johannesen held-
ur tað hava stóran týdning
at tænastan, sum verður lat-
in her heima er nóg góð, tí
so koma kundarnir aftur, og
tað er tað virkið livir av.
— At tosa um útflutning
er ikki rætt í hesum føri,
sigur hann.
Sosialurin ynskir BSV til-
lukku við degnum, og góða
framtíð.