Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 43 — 5. MARS 1998 tíðindablaðið KVÆSIIGGIUNSIU UL Bjargingarfelagið í Havn er koyrt á dyr: Trygdin hjá havnarfolki í — Ikki vardi tað meg, at tað skuldi verða borgar- stjórin í Havn og fyrst valdi limur- in í Føroya Løg- tingi, sum skuldi ganga å odda at seta trygdina hjå havnarfólki i vanda, sigur Guttorm Eyst- uroy, formadur i Havnar Bjarg- ingarfelag ÁKI BERTHOLDSEN — Vit eru tveitt å dyr. — Og tað eru eingir annar enn borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, og fyrst valdi limurin í Føroya Løg- tingi, Bjørn å Heygum, sum hava tveitt okkum å dyr. — Men eg kann lova teim- um bådum: Vit flyta okkum ikki ein tumma fyrrenn vit antin verða tveitt út, ella stórum vanda — Og tað er gjørt eftir kravi frá fyrst valda lim- inum i Føroya Løgtingi, Birni å Heygum vid væl- signisi frå borgarstjóranum í Havn, Leivuri Hansen. — Sostatt hava tveir av okkara fremstu politikarum sett trygdina hjá havnarfólki í vanda. — Og tað hava teir gjørt, tí, tí teir vilja troka eitt felag, sum Bjørn á Heygum er ráðgevari hjá, og virkin lim- ur í, inn í húsið hjá Bjarg- ingarfelagnum. Talan er um nýliga endur- stovnaða felagið fyri smá- bátaeigarar í Havnini, sum nú eisini skal hava høli í húsinum bjargingarfelag- num. — Sotatt er trygdin hjá havnarfólki sett í vanda, tí bjargingarfelagið skal blak- ast út til frama fyri eitt felag fyri - stuttleikabátar, og tað haldi eg er ótrúligt, sigur Guttorm Eysturoy. Vóru hjartaliga væl- komnir í húsið Forsøgan er, at menn í Havn tóku seg herfyri saman at stovna eitt felag fyri smá- bátseigarar. Felagið vendi sær til kommununa um at fáa høli — Bjargingarfelagið hevur havt hetta húsið i Vågsbotni 20 år, og hevur brúkt 200.000 og óteljandi arbeiðstímar, við ongari lón, uppá at gera ístand. Nú harmast teir um, at teir skulu missa húsið - til frama fyri eitt felag fyri stuttleikabåtar. Býráðið hevur útvea okkum onnur høli at verða i. Guttorm Eysturoy, for- maður í Havnar Bjargingar- felag í næstan 20 ár, er ein illur og vónbrotin maður í dag. Hann sigur, at Torshavnar Kommuna nú hevur tveitt Havnar Bjargingarfelag úr húsinum niðri í Vágsbotni, sum felagið hevur havt í 20 ár og hevur brúkt 200.000 krónur uppá at gera ístand, umframt eitt ótal av sjálv- bodnum arbeiðstímum. at vera í. Endin var, at kommunan visti felagnum á pakkhúsið hjá Mjólkaforsýningini niðri í Vágsbotni, sum, bjargingarfelagið heldur til i — Båtafelagid gjørdi beinanvegin greitt, at tad vildi hava, at ovara hæddin skuldi verda felags uppi- halds- og goymsluhøli, sig- ur Guttorm Eysturoy. — Samstundis vildi tað hava oljufýrið flutt í kjall- aran, so at brúsa og wc kundi gerast, har fýrrúmið nú er. — Tað førdi so vid sær, at bjargingarfelagid måtti flyta í kjallaran vid allari sínari útgerð. Guttormur Eysturoy sig- ur, at Bjargingarfelagið svaraði, at tað var ikki sinn- að at sleppa hølum sínum. — Men vit boðaðu frá, at bátafelagið er hjartaliga vælkomið í kjallaran. Felagið er eisini væl- komið at flyta oljufýrið í kjallaran og at gera brúsu og wc til gestasiglarar, har fýrrúmið nú er. Býráðið hevur sett 50.000 av í stuðuli til at gera húsið í stand fyri. Guttorm Eysturoy sigur, at Bjargingarfelagið hevur heldur onki ímóti, at allir pengarnir verða brúktir til hølini hjá Bátafelagnum. — Men vit vilja ikki verða koyrdir úr hølunum, vit hava havt seinastu 20 árini. — Vit hava brúkt 200.000 krónur uppá at gera tey í- stand, umframt eitt ótal av sjálvbodnum arbeiðstímun, sum vit ikki hava fingið eitt oyra fyri. Krevja lei Men Býráðið hevur givið Bátafelagnum viðhald í sín- um krøvum. Býráðið ætlar eisini her- eftir at krevja 3.600 krónur um mánaðin í leigu fyri hús- ið. — Tvs, at hvort felag skal betala 1.800 krónur um mánaðin. Afturat tí skulu felggini tryggja rútar og innbúgv, og betala fyri ljós og varma. — Hetta er ikki tað nógva, men eg haldi, at tað er prins- ipielt skeivt at eitt bjarg- ingarfelag við sjálvbodnum bjargingarfólki, skal bein- leiðis skal betala kommun- uni fyri at verða til, sigur Guttorm Eysturoy. — Vit í bjargingarfelag- num fáa ikki eitt reytt oyra fyri tað arbeiðið, vit gera, og vit halda, at tað líkist ongum, at vit harafturat skulu betala fyri at vera til. Guttormur Djurhuus sig- ur, at felagið hevur ikki be- talt leigu higartil. — Tað, eg veit frá øðrum bjargingarfeløgum í landin- um, betala tey ikki leigu fyri hóli, tey fáa frå kommun- unum. — Tey fáa tvørturim6ti hølini ókeypis - og haraft- urat fáa tey fíggjarligan stuðul frá kommununi. — Vit fara ikki út fyrrenn vit verða tveittir á dyr. Guttormur Eysturoy, formaður í Havnar Bjargingarfelag, er ein illur og vónbrotin maður í dag — Vit fáa ongan, fíggjar- ligan stuðul frá kommun- uni, men skulu harafturat nú betala leigu. Guttorm Eysturoy heldur, at arbeiðið, sum Bjarg- ingarfelagið ger, er av slík- um slag, at kommunan átti at givið tí best møguligar umstødur. — Nú arbeitt verður við at gera eina tilbúgvingarskip- an, kann tað ikki lata seg gera, uttan virknan leiklut frá bjargingarfeløgunum. — Hetta átti Býráðið at havt í huganum og skuldi tí heldur hugsa um at givið Bjargingarfelagnum so góð- ar umstødur sum gjørligt, sigur Guttormur Eysturoy. Hann sigur, at Bjargingar- felagið tí heitti á Býráðið at taka málið uppaftur. — Tað gjørdi býráðið eis- ini. Men úrslitið var tað sama. Utkoyrdir Býráðið sigur, at tað er ikki sinnað at skifta stóðu. --Vit kunnu íkki tvinga Bjargingarfelagið at vera við til at gera brúkssáttmála um nýtslu av ognini. Urslitid verður á, at um Bjargingarfelagið ikki vil vera við, verður sáttmáli gjørdur við Bátafelagið einsamalt, varð svarið frá Býráðnum. Formaðurin í Bjargingar- felagnum sigur, at Býráðið hevur boðað frá, at arbeiðið at innrætta og umvæla húsið skuldi byrja fyrsta dagin — Tí skuldi Bjargingar- felagið svara áðrenn 1. mars, um tað vildi vera við í ætlanini, ella ikki. — Vildu vit ikki verða vid, skuldu vit fara úr húsinum og at taka ognir okkara við okkum, varð kravið frá bý- ráðnum. Guttormur Eysturoy sig- ur, at Býráðið gjørdi púra greitt, at arbeiðið uppá hús- ið fór at byrja, hóast ognir- nar hjá Bjargingarfelagnum vóru inni. — Tó kravdi Býráðið, at vit skuldu vera farin úr hús- inum í seinasta lagið 2. mars, sigur hann. — Sostatt eru vit tveitt á dyr, leggur hann afturat. Hann sigur, at sum stødan er, veit hann ikki, hvussu verður vorðið við arbeiðn- um hjá felagnum. — Men tað er eyðsæð, at ta ið viðurskiftini eru so 6- greið, fer tað at ganga út yvir trygdina hjá havnar- fólki. Skulu tveitast út Evstamarkið hjá Býráð- num var mánadagin. Men enn er Bjargingar- felagið ikki í húsinum. — Vit fara ongan veg, fyrrenn vit antin verða tveitt úr húsinum, ella Býráðið vísir okkum á onnur, hóskil- ig høli, sigur hann. Guttormur Eysturoy harmast stórliga um, at kommunan ger arbeidsum- stødurnar hjå Bjargingarfel- agnum so truplar. — Tey, sum manna bjarg- ingarfelagið, gera eitt stórt arbeiði. — Tí hver verður boðsend- ur, tá í stóreldur er, og sløkkilidid ikki maktar tað einsamalt? Bjargingarfelag- ið. — Hver verður bodsendur, tá í vanlukkur eru, sum krevja stórri manning, enn vanligt? Bjargingarfelagið. — Hver verður bodsend- ur, tá ið farast má í hagan at leita eftir vilstum og meiðsl- aðum haruskjótarum, seyð- amonnum og ferðafólki? Bjargingarfelagið. — Hver verður boðsendur at bjarga fólki og húsum tá í ódnir herjað? Bjargingar- felagð — Fólkið í Bjargingarfel- agnum gera eitt stórt ar- beiði, uttan at fáa eitt oyra aftrufyri - og uttan at vænta eitt oyra afturfyri. — Men kommunan mátti kortini sæð tað sum sína uppgávu at givið okkum so góðar sømdir sum gjørligt, ti bjargingarfeløgini bjarga monum mannalívið og bjarga stórum virðum imill- um ár og dag. Somuleiðis eiga og rgkja bjargingarfeløgini kring alt landið eina rúgvu av útgerð og hjálparamboðum, báði børum, togum, metalsaks- um, teppum o.s.fr. Ein annar limur í Havnar Bjargingarfelag vísir á, at tað er ein hættislig gongd, sum hevur tikið seg upp — Stødan er tann, at táið tað er brúk fyri hjálp, stend- ur ongantíð á at fáa hjálp — Men tá ið fólk verða boðsend til venjingar er hopleyst at fáa nakran. M.a. verður víst á, at ringjast mátti til næstan 40 mans, áðrenn átta, ella níggju fingust at taka lut í venjingini herfyri „tá ið ein bussur skuldi eitast at vera farin útav á veg oman til Norðadals. — Tí skuldi Kommunan heldur roynt at lívga Bjarg- ingarfelagið, heldur enn at fryst tað úti efkilig italiensk matskrs sufFET i Reftanrsant Hs »> Friggjakvøldid 6. mars Leygarkvøldid 7. mars Sunnukvøldid 8. mars frå kl. 18.00 - vid 18 ymiskum leskiligum rættum E Etið so nó tygum Gia av ellum rættum fyri BERT... Borð kann bíleggjast á tel. 11270, lokdd$19 Tár Dprk Hotellið í miðbýnum Tel. 11270