hósdagur 5. mars 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 43 — 5. MARS 1998
tíðindablaðið S0S/2
Uppgávan hjá føroyska fólkatingsumboðnum:
Ein ferðandi foroysk
kunningarstova
Ikki tær at siga, so talar Tjóð-
veldisflokkurin fyri, at Føroyar
fáa politiskt fullveldi. Tað er
ein avgerandi fortreyt fyri, at
føroyingar sjålvir leggja alla
orku í eina samfelagsliga egin-
menning. So mikið er kortini
púra greitt: Avgerðin um før-
oyskt fullveldi skal ikki takast
á Fólkatingi, men í Føroyum.
Spurningurin er so, hvørjar
góðir orsøkir finnast fyri at
velja eitt tjóðveldisumboð á
danating.
Sambært veljarakanningu-
num, so er spurningurin um
okkara rikisrættarligu stødu
ovast å politisku dagsskrånni.
Og er tad so, at ein radikal
broyting i okkara rikisrættar-
ligu stødu er aktuel, so eru
samrådingar vid danir eisini
aktuellar. Tær kunnu fara at
vera rættiliga tógvar. Ti er tað
um at gera, at ikki bara vit, men
eisini danir hava sakliga og
gjølliga vitan um føroyska
ynskið um føroyskan sjålvs-
avgerðarrætt.
Tað paradoksala er, at á
fólkatingsvalinum skulu vit
føroyingar vera við til at seta
saman tann mótpartin, sum vit
skulu gera okkum politiskt
leysar av. Tí er umráðandi, at
vit fáa danskar politikkarar og
danska almenningin yvirhgvir
at skilja okkara stóðu og okk-
ara sjónarmið; tað er umráð-
andi at fáa teir at vera viðspæl-
arar heldur enn mótspælarar.
Hetta krevur, at misskiljingar í
fortíðini verða ruddaðar burtur
og slóðað verður fyri einum
veruligum dialogi í framtíðini.
Uppgávan hjá einum tjóðveld-
is-umboði á Fólkatingi verður
í hesum høpi
at gevadønum kunning í mál-
um, sum vidvikja Føroyum,
- herundir at fåa danskar po-
litikkarar at skilja, at Før-
oyar ikki kunnu stjórnast úr
Keypmannahavn i
at leggja dønum eina vid, at
Danmark sambært ST-regl-
um hevur skyldu at at studla
føroyskari sjålvstyris-
stremban, eisini um talan er
um stovnsetan av føroysk-
um fullveldi
at sannføra danska almenning-
in um, at føroysk sjålv-
bjargnis-stremban ikki er
anti-donsk, men er grundað
å rættin til sjålvsavgerdar-
rætt og å virdingina fyri
tjóðskapinum og sjålvsav-
gerðar-rættinum hjá ðrum
at leggja seg eftir at fáa treyta-
leysa ávirkan á danska Før-
oya-politikkin, t.v.s. uttan at
hendan ávirkan skal lønast
aftur við stuðli í málum,
sum eru donsk burturav
at halda seg og føroyskar
myndugleikar kunnaðar
um, hvat ein komandi
donsk stjórn hugsar og ger
í Føroya-målinum.
Tað er ikki nóg mikið at eitt
føroyskt fólkatingsumboð fer
dongjandi vestur å flogvøllin
DÆS8
eina ferð um fjórðingsárið og
niðut á Fólkatingið at skúma
alt upp, tá ið føroysk mál so
hissini koma fyri. Nei, eitt før-
oyskt fólkatingsumboð ein
ferðandi kunningarstova. Før-
oysk sjónarmið verða eiga
javnan løgd fram ikki bara á
Fólkatingi, men eisini í fjøl-
miðlum, á fyritøkum, í veljara-
feløgum, á skúlum og hægri
lærustovnum og alla staðni
annars, har høvid býðst.
Sakliga og gjølla!
Tað fer Tjóðveldisflokkurin
at síggja til.
Ólavur Waag Høgnesen
Javnaðarumboð ikki náttúrligur
partur av donskum floksáhugamálum
Ein framstandandi limur á
danska fólkatingi segði í
bløðunum herfyri, at lítið
varð lurtað eftir føroysku
limunum á danatingi.
Hetta kann ikki vera rætt,
ella hvussu?
Tað eru ikki altíð tey
nógvu og stóru orðini, ið
føra á mål, men heldur
skilaloysnir við báðum
beinunum á føstum kletti
Teir, ið hava sæti á fólka-
tingi í dag, kunnu svara fyri
seg, men tá hildið verður
Veljið javnaðarumboð
á folkating
Tað er eingin loyna fyri
nakran, at eg meti, og eg
veit, at ríkisfelagsskapurin
hevur verið okkum føroy-
ingum góður. Tær broyting-
ar, sum eru framdar her á
landi, eru framdar undir
hesari lóg, og tí hevur hon
verið føroyingum holl.
Broytingar eru hendar,
framburður er skaptur, og
viðurskifti okkara eru betr-
að, og hetta er hent, meðan
vit hava verið undir hesari
lóg. Men tíðin broytist, og
tað gera vit eisini. Tað at
ein lóg er blivin fimti ára
gomul og er bygd upp á tey
viðurskifti, sum vóru fyrr,
ein slík lóg eigur at verða
endurskoðað, tað vil ikki
siga soleiðis sum serliga
sambandsflokkurin vil gera
tað til. Okkara flokkur er
eingin loysingarflokkur, og
tað vita teir, sum royna at
órógva veljarar Javnaðar-
uppá, at teir ikki verða tiknir
fyri fult, má tað undra og
ávirka.
Tann eina føroyska rødd-
in á fólkatingi hevur verið í
og so fitt. Hin hevur gjørt
meiri skaða enn gagn, hevur
havt lyndi til at lagt seg í
meira lagi út í donsk innan-
ríkismál. Hetta øsir danir
upp, og tað er væl skiljandi.
Høvdu vit ikki látist um
vón?
Vit hava rætt til tvey um-
boð og henda rætt skulu vit
tioksins.
Vit eru ein samríkisflokk-
ur, sum veit, hvat vit hava
og vilja fáa við einari fram-
førdari heimastýrislóg, eina
framførda lóg í tí anda, sum
teir politikarar, ið framdu
okkara heimastýrislóg, og
sum fyri fimti árum síðan
vóru greiðir yvir, at broyt-
ingar vóru neyðugar, og úr-
slitið bleiv so tann skipan,
sum vit hava og sum hevur
havt stóran týdning fyri
okkara framkomna samfe-
lag.
Tað er tað samstarvið,
sum okkara flokkur vil
varðveita og útbyggja til
gagn fyri okkara fólk.
Fyri meg er eingin ivi, vit
eru best fyri í einum sam-
starvi, heldur enn at taka
eina loysing, sum ikki hevur
nakað boð uppá, hvussu
framtíðin skal formast fyri
bæði eldri og ikki minni tey,
brúka. Hetta skal tó gerast
við skili og neyðugari á-
byrgd.
Vit
vilja samstarva á
sum skulu taka við og føra
okkara samfelag víðari,
loysingin hevur einki trygd-
arnet fyri tilveru føroyinga
her á landi. Orð og gylt lyft-
ir metta ongan føroying.
Tað er heldur eingin loyna,
at tað eru vansar í verandi
samstarvi, og tað eru teir
vansar, sum Javnaðarflokk-
urin er førur fyri at loysa.
Veruleikin er tann, at Javn-
aðarflokkurin er tann ein-
asti flokkur, sum hevur eitt
boð uppá, hvussu vit skulu
skipa okkara viðurskifti á
breiðum grundarlag og sum
vil gera tað, at samstarvið
kann og vil halda fram, og
sum umboð Føroya fólk á
danska fólkatingi fer flokk-
ur okkara at prógva at við-
urskiftini verða endurskoð-
að, so at javnstøda verður
ímillum tey, sum búgva her
heima og tey, sum búgva í
Danmark. Á tí sosiala økin-
fólkatingi, men tíðin er farin
frá at nakar danskur flokk-
ur skal halda, at eitt føroyskt
javnaðarumboð er ein
náttúrligur partur av teirra
floksáhugamálum.
Okkara umboð á dana-
tingi eiga ikki at vera undir-
brotlig ella hástór, men vera
væl inni í teimum viður-
skiftum, ið verða vidgjørd,
hetta vil gagna føroysku
tjóðini.
Torleif Sigurðsson
i
um eru storir Ojavnar, ner
fara vit at vísa á hesi viður-
skifti og fáa hesi viðurskifti
javnstillað.
Tað er brúk fyri einum
javnaðarumboði á danska
fólkatingi, sum greitt vil tala
søk Føroya fólks.
Sverre Midjord |;
Ganga fram
í ollum lutum
Føroyskir politikarar eru sjálvsama dugnaligir
at lyta aftur um seg og hyggja at tí, sum farið er,
og tí, sum kundi veri. Rætt er at leggja ábyrgd-
ina har, hon hoyrir heima, og at læra av mistøk-
um. Men vit mugu tó minnast til at lyta framyvir
og vísa á hugsjónir um, hvussu vit skipa eina
betri tilveru fyri land og fólk framyvir
Seinasta valskeið á fólkatingi
hevur givið sambandsumboð-
num møgulejka at vísa á fram-
tíðar leiðir fyri føroyingar. Tað
miðvísa fólkatingsarbeiðið er
tíverri ein tåttur, sum føroying-
ar leingi hava misrgkt. Flestu
umboð okkara hava ikki verið
á fólkatingi fulla tíð og hava tí
ikki havt fult gagn av politiska
lívinum á Chrsitiansborg
Hetta er spell, tí nógv er at
læra, bæði av dønum, hinum
norðanlondunum og útheimi-
num annars. Sum varalimur í
uttanríkispolitisku nevndini og
limur í tinbólkinum hjá Vinstra
hevur undirritaði fingið lut í
einum ótrúliga væl skipaðum
og miðvísum politiskum ar-
beiði. Hetta hevur ført til eina
rød av politiskum greinum og
uppskotum. Ber til at fåa i lag
eitt politisk ordaskifti i Føroy-
um um hesi vidurskifti, kann
fólkatingssessurin vera ein
miðil í royndini at venda før-
oyska politiska orðaskiftinum
ímóti framtíðini
Tryggingarlóggáva
Í samband við, at tryggingar-
lóggávan varð endurskoðað í
1995 vísti undirritaði á, hvussu
týdningarmikið tað er, ikki bert
at lóggeva fyri tryggingar-
feløgini, men eisini tey, sum
tryggingarnar skulu tæna. Ong-
in ivi er um, at tað er eitt fram-
stig, at vit nú hava fleiri
tryggingarfeløg. Hetta gevur
tryggingartakarunum val-
møguleikar, ger at trygging-
arfeløgini mugu kyta seg, og
hetta stimbrar eisini trygging-
arfólkið í teirra arbeiði
Men í Føroyum mangla vit
lóggávu, ið gevur tryggingar-
takarunum nóg gott endur-
gjald, serliga tá talan er um
persónskaða. Danir hava við
lógini um endurgjaldsábyrgd,
lógini um arbeiðskaðatrygging
og åbyrgdarreglunum í ferðslu
lógini eina nógv betri trygd
fyri, at persónskaðar geva tí
skadda endurgjald sum skjót-
ast, at skaðarnir verða greitt og
skjótt uppgjørdir, og at talan
er um eina munagóða endur-
gjaldsupphædd
Slíkar l6garbøtur eiga at
verða framdar í Føroyum
Fólkatingslimurin kann tryggja
føroyingum innlit og kunnleika
til lóggávu, sum við fyrimuni
kann setast í gildi í Føroyum
Utlendskar iløgur
Stóri grannin hjá okkum sunn
anfyri, Stóra Bretland, hevur
havt góðar royndir við at
tryggja utjadaraøkjunum íløgur
uttaneftir. Arbeiðsloysi er van
ligt í økjum, sum bert hava haft
einstakar vinnugreinar at líta
á. Ber til hjá teimum at fáa
arbeidsplåss, sum ikki eru
tengd at gomlu vinnunum, eitt
nú nåmsvinnu ella fiskivinnu,
er nógv vunnið
Undirritaði setti í hesum
sambandi uttanríkismálaráð-
harranum fyrispurning um
møguleikan at tryggja føroy-
ingum lut í útlendskum
fløgum. Uttanríkismálaráð-
harrin lovaði at tryggja Føroy-
um umboðan í ætlanini >Invest
in Denmark<. Saman við verk-
ætlanini hjá landsstýrismanni-
num í vinnulívsmálum kann
hetta føra vid sær, at vit fáa
varandi vinnugreinar í Føroy-
um, sum kunnu vera eitt veru-
ligt alternativ til fiskivinnuna,
og sum harvid kunnu tryggja
eina varðandi vælferð i Føroy-
um. Hetta evnið varð eisini
tikid upp í seinastu frágreið-
ingini hjá ráðgevandi nevndini
hjá forsætismálaráðharranum
Her er talan um eitt itøkiligt
evni, sum føroyingar við fyri-
muni kunnu arbeiða við og
byggja nakað á. Um bert før-
oyskir politikarar kundu vent
kjakinum frá persónligum
briksli og ævigum jabbi um
farnar syndir til at vera meira
um, hvussu
skifti Fóroya skulu skipast
framtíðarviður-
Internet
Sum fyrsti føroyski flokkur
fekk sambandsflokkurin
Christiansborg egna síðu á in-
ternetinum. Veljarar, sum
ynskja sjón fyri søgn viðvík
andi = fólkatingsarbeiðinum
kunnu lesa politiskar greinar
róður, spurningar til stjórnar-
limir og annað inni á heima-
síðu míni: www.venstre. dk/
hvem/mf/jmo
Tað kjak, sum hevur verið
lagt upp til við greinum mínum
er enn ikki ment nóg nógv, t
politiskt kjak hoyrir i Føroyum
til i vikuni ådrenn valid. Tad
er tó ein stór styrki at hava
fingið eitt slíkt amboð, ið gevur
veljarunum beinleiðis møgu
leika at gera viðmerkingar til
politisk mál. Eg heiti tí á velj
ararnar um at nýta møguleikan
at senda mær
heimasíðu mína ella beinleiðis
á: vjmoleft.dk Tað er einans
vid at taka nýggju tøknina til
sín og vera opin fyri árinum
uttaneftir, at vit kunnu skapa
eina trygga og mennandi fram
tíð fyri føroyingar
teldupost
Avirkan
Politikkur handlar um ávirkan
Føroyingar hava nógv at vinna
við at fáa ávirkan í donskum
politikki. Hetta gerst tó bert við
einum miðvísum og støðugum
politiskum arbeiði á fólkatingi
Veljarin kann fáa ávirkan bæð
á valinum 11. mars og í tíðin
framyvir við at nýta hesi
nýggju tøkni, m.a. til tess at
vísa á mál, sum hava ligið á
láni. Tær áheitarnir og tey hug
skot, eg fái frå veljarunum, føra
ofta við sær, at mál vera tíkin
upp — Føroyum at frama
Veljarin kann nú tryggja, at
føroyska åvirkanin å
Christiansborg heldur fram og
mennist
Jóhannes Martin Olsen
Fólkatingslimur
Sambandsflokkurin
e-maii: vjmoleft.dk