Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mars 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 6. MARS 1998 tíðindablaðið Varfram- sýningin 1998 Á Várframsýninig, sum letur upp í dag, er tað fóroyska landslagið at síggja og modernistiskar myndir, sum tú kanska mást stríðast eitt sindur fyri at síggja nakað í. Tað tykist kortini vera tíðarinnar krav, tí fleiri og fleiri listafólk fara tann vegin MALAN MARNERSDÓTTIR NYGGJUR STILUR Í minsta lagi ein, hevur full- komiliga skift stíl og lag. Tær myndir eftir Sigrun Gunnarsdóttur = Niclasen, sum eg higartil havi sæð, hava verið rættiliga daprir, naturalistisk motiv av fólk- um í onkrari symbolskari og fastlæstari stóðu, stórir flat- ar í jarðlitum. Í teimum báð- um málningunum, sum eru á várframsýningini í ár, er hýrurin heilt ødrvisi - lætt- ari, men samstundis fram- fýsnari, og teir hava bæði symbolskt motiv, sym- bolskar litir og skulu tolkast sum symbol. Serliga "Træ- ið" er sterkur málningur, sum eftir mínum tykki hvílir í sær sjálvum. SPREINGJA GRINDIR Astri Luihn hevur gjørt frá- líka góð linoleumskurðar- prent - stórar myndir við fugli í búri, fuglabjørgum og kvinnuandliti "Grindin brestur" í innsettari rammu á myndaflatanum. Tað inni- byrgda, sum vil út, tykist vera høvudsevni. "Grindin brestur" og fuglinum í búri minna eftir mínum tykki um, hvussu Marius Olsen einaferð hevur bygt sínar myndir upp - annars eru myndasløgini, tey gera, hvør sítt. At listaverk hjá einum minna um verk hjá einum ødrum listafólki er einki at undrast á, tað skal vera soleiðis. Eitt verk ger serliga vart við seg í forhøllini, "Baby- boom”. Ein stór rúmdeko- ratión av eini rúgvu av myrkamorreyðum mynstr- utum troyggjum í dukku- stødd við skríggjandi, ljót- um pastelllittum millum- stykkjum og skóleistum til. Hongdar upp á trø, sum krossfestar disharmoniir - samansetingin og heitið kunnu ikki vera annað er speisom. Astrid Andreasen hevur á sama viðkomandi hátt, sum hon á várfram- sýningini í 1993 hevði bundið eitt álitisband, gjørt eina viðmerking til tíðina. I forhøllini hanga harafturat Rannvá Mortensen, Anna Maria Dahl og Marita Natt- estad. KOPI ELLA ORIGINALUR Eina aðrastaðni í forhøllini hongur ein Zachariasi Hein- esen-mynd - ein av hesum puntutu litføgru málning- um, ZH málaði fyri eini 6- 7 árum síðani. So langt kom hugarenslið, til okkurt møtti - tað ber ikki til, ZH hevur jú langt síðani málað hasa myndina, so hví hongur hon á várframsýningini í ár? Síggi at Øssur Mohr hevur málað myndina, sum hermir so væl eftir Zachariasi Heinesen. Men Øssur Mohr dugir sjålvur, visti hann eftir mínum tykki á onkrari aðr- ari Várframsýning. Men kanska er tað hugsanin um at originalar eru ikki til, alt er kopi - simulacrum? Men eg skilji kortini ikki, hvussu tað ber til at slík herming er við á Várframsýningini. TRYGGLEIKIN Inni í gomlu listaskålahøll- ini valdar tryggleikin. Har hanga teir stóru, Amariel Norðoy, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst og Zach- arias Heinesen, sum mála tey føroysku landsløgini, forma tey burtur år litum og skapum. Av teimum eru Olivur vid Neyst og Zach- arias Heinesen mest broytt- ir, síðani eg så teir seinast. Nú skal eg ikki siga, at list- afólk skulu broyta stíl í heil- um fyri framvegis at vera góðir. Men tað man hava týdning á tí fyri tíðina so høgt prísaða marknaðinum. Málningarnir hjá Zachariasi Heinesen hava fingið ein kaldan bláan dám aftur, sum var í myndum hansara mitt í 80'årunum, og okkurt í sjónum á "Ljósglæmu, Hoyvík" minnir meg á teir gomlu føroysku naturalist- arnar. Einaferð líktust målning- arnir hjá Kára Svenson og Eyðuni av Reyni teimum, sum Ingálvur av Reyni mál- aði av bygdaløgum í 1960'- unum, men nú tykjast báðir at hava vunnið á "faðiri- num“". Eyðun er rættiliga villur, meira agi er hjá Kára, men báðir mála myndirnar stórar sum "garasjuportur". Mynd Jens Kristian Vang >Træið< nevnir Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen hendan málningin Marita Nattestad - úti í for- høllini - kemur vid "Quo vadis" VII og VIII væl upp á síðuna á teimum báðum. MYNDEVNIÐ? Jóna Rasmussen hongur eisini inni í gomlu høllini, og hennara myndir eru nú eins og ofta áður tví- ella tríbýttir flatar - hesa ferð jarðlittir. Myndirnar hjá Jónu Rasmussen kallast "Synæstesi", sum er tað fyr- ibrigdi, at ein sansing elur fram sansauppliving á ein- um gðrum gki - at ein sjón t.d. elur fram lukt- ella ljóð- uppliving. Hennara myndir hoyra næstan saman við teimum minimalistisku myndunum á framsýningi- ni, har myndevnið, motiv í vanligari merking, er sera avmarkað; har einki ella næstan einki annað motiv er enn tað, sum navnið á myndini kanska gevur. Anker Mortensen hevur dyrkað slagið, men hevur nú sett bæði skap og litir upp á summar av hvítu ikonflatunum. Slíkar mynd- ir gera fyrst av øllum vart vid, at tær eru tekn - imynda ikki annad enn flatan i rammuni. Ein kann halda hetta teknid vera fult av Astrid Luin, formadur i felagnum Føroysk Myndlistafólk, sæst her saman við einum parti av framsýningini hjá Gurðið Poulsen Mynd Jens Kristian Vang merking, onkur annar held- ur kanska listafólkið krógva hana. Og Hansina Iversen ger tað. Hennara myndir geva so lítið frå sær, at tað er ikki meira enn, at tittulin gevur tær nakað at halda um. Málningarnir hjá Han- sinu Iversen kallast "Skap", "Skapilsi", "Formar" o.t. og á myndunum eru rundingar og árundaðir fýrakantar. Hvør partur og hver lítil detalja í myndini fær ovur- honds stóra merking. Tann bleiki ljósablái liturin á ein- ari mynd og tann rómalitti rundingurin, har kontururin er kámur í øðrum borðinum, viga hvør sær ómetaliga nógv. Hinvegin ger tað ikki so nógv, um tú ikki sært allar prikkarnar hjá Amar- ieli. Sjålvt Marius Olsen er farin henda vegin. Hvat tå heldur um sovorðnar mynd- ir veldst m.a. um, hvat tú heldur um modernistiska list, har tað er skjótt at renna seg í tað, at kompositiónir og snið sum Mondrian, Klee og onnur málaðu í 30'årunum, eru gjørd. EINFELDI OG RAMMUR I stovu saman vid Hansinu Iversen hanga umframt teir bådir målningarnir hjå Sigr- un G. Niclasen, fyra myndir eftir Oggi, Karstin Olgar Lamhauge, sum eru geo- metriskar = konstruktiónir Harafturat stórir glasmáln ingalíkir málningar í svørt um og gulum - reyðum hjá Tróndi Patursson, sum eru ein øgiligur kontrastur til hinar skæru og løttu mynd- irnar. Mitt á gólvinum stendur verkid hjå Gudrid Poulsen - flottar Sjónotir og Sjógres úr leiri. Her hongur eisini Tummas Jákup Thomsen. Fyrstu myndir hansara, sum eg sá, vóru fullir av ímyndaðum lutum og fleiri sløg av myndatøkni vóru í hvørji mynd. Nú er einfeldin farin at gera um seg. Fimm myndir, sum kallast "borin í heim" við grá-brúnligum landslags- kendum skapum - berg, fjøll sum rísur upp úr havi - og einum speglvendum donsk- um søguteksti mitt á krita- hvíta myndaflatanum. Sam an eru myndirnar áhuga verdar, eins og rekkjan við myndum hjá Hansinu, men eg veit ikki hvussu tær høvdu klárað seg hvør sær Jens Fredriksen hevur gjørt tríggjar sera áhuga verdar "Suitur" við ab- straktum myndevni, og tær eru mótsett ti mesta á fram- sýningini smáar, langar og smalar myndir - frisur. Áse Bømler Olsen brúkar eins og Astri Luihn fuglin í myndum sínum. Hjá Áse eru tey á veg út um mynd arammuna. Kanska er for- oysk málningalist á sama hátt í holt við at spreingja ta traditionellu rammuna Tað føroyska landslagið verður málað enn, men tað eru alt fleiri, ið tykjast sleppa tí Malan Marnersdottir, ph.d. Føroyamålsdeildin