leygardagur 7. mars 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein styrktur
Javnaðarflokkur
Oddagneiu
Tad var væntandi, at Kristian Magn-
ussen, fyrrverandi landsstýrismaður
fór at kjósa sær Javnaðarflokkin, nú
hann gjørdi av at halda fram í pol-
itikki, eftir at Verkamannafylkingin hev-
ur livað sína tíð.
Tey vóru mong, sum fyri fýra árum
síðani tóku seg saman í Verkamanna-
fylkingina - fyrst og fremst fyri at mót-
mæla politikkinum hjá Javnaðarflokki-
num, sum tey mettu var farin út av
kós.
Tekini vóru tung, sum fyrst og fremst
Javnaðarflokkurin mátti taka sær av
fyrst í nitiårunum, og tey flestu munnu
í dag sanna, at annað ikki var at gera.
llistoðan, sum kom í fyrst og fremst
millum Ola Jacobsen og Ingeborg
Vinther mótvegis Javnaðarflokkinum
er nú beind av vegnum, og tiskil skuldi
alt talað fyri, at hesi fólk av fullum huga
kunnu samstarva um eina felags søk:
Javnaðarhugsjónina.
Tað er eisini hugvekjandi, at helming-
urin av tingmanning Javnaðarfloksins
nú er fyrrverandi landsstýrismenn í
heilsu- og almannamálum: Vilhelm Jo-
hannesen, Jóannes Eidesgaard og
Kristian Magnussen. Hetta átti at borg-
að fyri, at flokkurin veruliga hevur fólks-
ins vælferð í huga.
Í politikki er skjótt at gloyma - og tað
er eisini bæði skjótt og lætt at fyri-
geva. Hetta vísti formaður Javnaðar-
floksins eisini á, tá Kristian Magnussen
og Jóannes Eidesgaard í gjár skipaðu
fyri tíðindafundi á gamla Apoteki.
— Tú kanst stíga við síðuna av, men
tað ber eisini til at koma á slóðina aftur
- uttan at skula hoyra fyri tað ævina
alla. Hetta eiga oll at hava í huga
Kristian Magnussen segði seg hava
valt tann flokk, sum honum hugsjón-
arliga líktist best, og væntar hann at
kunna fora frægasta politikkin innan
henda flokk.
Javnaðarflokkurin styrkti sína stoðu í
dag — og er tað tí væntandi, at javnað-
arrørslan í felag gongur somu kós -
samfelagnum at frama.
Sasbalsyri
Politikkur er
at vilja broytingar
Mangan verður tikið til, at
politikkur er at vilja fremja
broytingar í samfelagnum.
Hverjar hesar broytingarnar
verða, er alt eftir, hvørjir po-
litiskir flokkar seta út í kort-
ið. Teir borgarligu vilja hava
broytingar, sum tæna teimum
fáu vælbjargaðu, meðan vit
javnaðarfólk vilja hava broyt-
ingar, sum fyrst og fremst
tæna fjøldini. Tað er væl aðal-
munurin millum okkara poli-
tikk og so politikkin hjá øll-
om hinum.
Haraftrat hava vit, so legið
tað ljóðar, politiskan flokk,
sum als ikki vil fremja nakrar
broytingar av nøkrum sum
helst slag. Tað er fyri teir eitt
mál í sær sjálvum.
Reyði trådurin í okkara
politikki, eisini tá tað snýr seg
politisku ávirkanina á Fólka-
tingi, er, at tað er trivnaðurin,
livilikindi og møguleikarnir
hjå ti einstaka føroyinginum,
sum fær okkara hægsta priori-
tet. Henda politiska mål-
setning okkara selja vit ikki
til frama fyri smartar, lættar
loysnir.
Tað, sum er vunnið á þes-
um øki, er gjørt í einum long-
um og strævnum stríði, men
vit mugu framhaldandi vera
á varðhaldi, at hesi virði ikki
verða kollsigld av borgarligu
kreftunum, sum uttan mun til,
hvussu ósamdar tær annars
tykjast vera, so eru tær tó
samdar um, at vælferðir hjá
okkara fólki hevur ein alt ov
høgan pris.
Góðu veljarar
Mangan hevur verið kjak í
Føroyum um týdningin av at
hava tvey fólkatingsumboð.
Serliga hava tjóðveldisfólk
hildið, at hesir sessir áttu at
verið tiknir av, tí í botn og
grund taka teir ikki undir við
verandi skipan millum Før-
oyar og Danmark. Eisini hava
vit hoyrt formann floksins
siga, at teir vilja bert brúka
sessin til at greiða dønum frá
ynskinum um loysing og
stovnsetanini av Tjóðveldi-
num Føroyar. Stutt og greitt.
Men hvussu skulu danskir
politikkarar taka støðu til
slíkt, tá vit føroyingar langt
frá eru samdir. Og hvat skal
so restin av tíðini brúkast til?
Sjálvstýrsiflokkurin hevur
eisini mangan sagt tað sama
um fókatingssessirnar.
Men nú tykist vera vent í
holini, tí júst hesir flokkar eru
nú grammari enn aðrir fyri at
fáa eina umboðan á danatingi.
Javnaðarflokkurin hevur ta
áskoðan, at so leingi Vit hava
ta skipan, sum vit hava, og
sum gevur okkum hesi rætt-
indi, so skulu vit sjálvandi
gera brúka av teimum. Poli-
tikkur er eisini at nýta
eitthvørt høvid, sum býðst, til
tess at: vinna tínum
áhugamálum frama. Tí er
Javnaðarflokkurin heilhjart-
aður eisini hesa ferð í stríð-
num fyri at vinna henda sess-
in aftur, sum vit mistu við
seinasta val.
Politikkur er at ávirka við-
urskiftuni. Tí skilti eg ongan-
tíð ta stóðu, sum fleiri av
teimum flokkum, sum nú
bjóða seg fram høvdu, tå Poul
Nyrup Rasmussen vitjaði
Føroyar í januar. Hvørki
Tjóðveldisflokkurin, Sjálv-
stýrisflokkurin ella Fólka-
flokkurin gjørdu brúk av ein-
um møguleika, men teir
pakkaðu seg burtur sum for-
nermaðir smádreingir.
Í politikki loysir tað seg
aldrin at vera fornermaður.
Hvat er styrkin hjá einum
politikkara ella hjá einum
politiskum flokki, sum íkki
torir inn í ein dialog við mót-
partin. Dialogurin er okkara
fremsta amboð í politiska ar-
beiðinum.
Hvat megnaði ikki Kofi
Annan við samráðingum við
bølmenni Saddam Hussein.
Hann fyribyrgdi einum
kríggi. Og so ganga føroyskir
politikkarar runt og vilja ikki
tosa við Nyrup, men skulu
eitast at vera fornermaðir.
Men hvat gera teir somu fólk
nú, jú tey bjóða seg fram til
at fara niður á Fólkating, har
Nyrup ivaleyst eigur nógvar
lagbrødir.
Javnadarflokkurin t6k fund
við forsætismálaráðharran, og
andlit til andlit lósu vit honum
lesturin.
Eitt annað úrslit av hesum
fundi var eisini, at eitt javn-
aðarumboð á Fólkatingi ikki
er bundið av nøkrum ting-
bólki, men kann fult og óheft
umboda føroysk áhugamál.
Góðu føroyingar. Javnað-
arflokkurin metir tað av
størsta týdningi, at tær stødu-
takanir, sum vit hava havt,
sum vit í løtuni hava, og tær
sum vit fara at taka, allar hava
tað til felags, at reyði tráðurin
er sjónligur.
Ein reyður tráður, sum er
spunnin av umsorgan og
solidariteti við fólkinum øll-
um, men serliga við teimum
veiku í samfelagnum. Ein
reyður tráður, sum er spunnin
av, at teir ágóðar, sum okkara
land gevur av sær, er okkara
felags ogn. Ein reyður tráður,
sum er spunnin av, at tær
skyldur, sum okkara land
hevur brúk fyri, tær eru vit
felags um at lyfta alt eftir
okkara førimuni.
Lat henda reyða tráðin
binda okkum saman, lat
henda reyða tráðin verða
hann, sum bindur hesa og
nýggju øldina saman. Lat
henda reyða tráðin koma
koma til sjóndar valdagin 11.
mars.
Gott val
Jóannes Eidesgaard
Fleiri snørislongdir framman-
fyri Sambandsflokkin
Pauli Ellefsen hevær i
Dimmalætting givid mær
tað skoðsmál, at eg eri
fleiri bátslongdir framm-
anfyri Tjóðveldisflokkin,
tá tað ræður um føroyskt
sjálvstýri. Eg leggi ikki í at
reypa, men haldi sjálv, at
sjónarmiðini hjá Javnaðar-
flokkinum veruliga fara at
føra til størri sjálvstýri, med-
an loysingin hjá Tjóðveldis-
flokkinum bert er ein studul
til Sambandsflokkin í tí, at
einki skal henda á hesum øki.
Víðari nevnir hann triggjar
undangongumenn í Javnad-
arflokkinum, Petur Mohr
Dam, J. Fr. Øregaard og Jo-
han Nielsen, og hann dregur
fram, at hesir vóru samríkis-
menn.
Fyri at kanna hvussu er við
hesum er vert at hyggja í
grundsjónarmiðini hjá Javn-
aðarflokkinum.
Har verður um heimastýr-
íslógina sagt m.a. at hon
botnar í tí fulla og óskerda
mannafrælsinum og at >tað
er báðum tjóðunum, teirri
føroysku sum teirri donsku, ,
frítt at fara úr stjórnarliga og
fíggjarliga felagsskapinum,
... Hesin generelli rættur til
báðar síður røkkur líka at
loysingini, um annar parturin
skuldi komið til ta niður-
stóðu, at fullur skilnaður úr
ríkisfelagsskapinum vil tæna
Føroyum og Føroya fólki
best«.
Hesi ordini hevur Petur
Mohr Dam skrivad. Sostatt
er tad ikki Marita Petersen,
sum hevur funnid uppå, at vit
kunnu virka fram ímóti størri
sjálvstýri.
Er javnaðarflokkurin fleiri
bátslongdir framman fyri i
sjálvstýrisspurninginum, so
er og hevur hann altíð verið
fleiri snørislongdir framman
fyri Sambandsflokkin í
spurninginum um trivnað og
sosiala trygd hjá vanliga før-
oyinginum. Tað vóru eisini
undangongumenninir í Javn-
aðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin hevur
sum eitt av fremstu málum
at byggja út vælferðarsam-
felagið, eisini í samstarvi við
aðrar flokkar.
Sambandsflokkurin er og
hevur verið, um Pauli vil við-
urkenna tað ella ikki, ein aft-
urhaldsflokkur á øllum økj-
um, eisini tá tað ræður um
sosialpolitikk.
Størri sjálvræði merkir ikki
afturgongd á nøkrum øki,
heldur ikki á sosiala økinum,
heldur tvørtur ímóti. Við
stórri sjálvræði fáa vit sjálvi
ábyrgdina og møguleikarnar
at gera skipanir, sum hóska
til okkarar samfelag.
Men ein skipan, sum Sam-
bandsflokkurin leggur upp
til, har danskir flokkar bein-
leiðis stilla upp í Féroyum,
har Sambandsflokkurin er eitt
filial hjá danska vinstra-
flokkinum, kann lættliga føra
ÆG
til afturgongd. Við borgarlig-
arligum stýri í Danmark fáa
tey minni mentu ikki júst
góðar dagar.
Javnaðarflokkurin vil varð-
veita vunnin rættindi á sosiala
økinum og betra um livikor-
ini hjá tí minni menta uttan
mun til, hvgr ræður í Dan-
mark.
Veljið Javnaðarokkin 11.
mars.
Marita Petersen
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum heiðraðu
meg å 25 åra starvsdegnum 12.02.98.
Heilsan,
Hjørleif Christiansen