leygardagur 7. mars 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 7. MARS 1998
tíðindablaðið S08'2U7
Mynd: Jens Kristian vang
Partamenninir Kristian Magnussen og Jóannes Eidesgaard á tíðindafundi í gjár
Kristian Magnussen
farin í Javnaðarflokkin
EIRIKUR LINDENSKOV
Fyrrapartin í gjár handaði
Kristian Magnussen løg-
manni åheitanina um at
verða loystur úr starvi sum
landsstýrismaður. Orsøkin
er, at Kristian Magnussen er
vorðin limur í Javnaðar-
flokkinum, og sostatt limur
í flokki, ið er í andstøðu til
verandi samgongu.
Kristian Magnussen tók
seg tískil úr landsstýrinum,
og hann hevur eisini boðað
frá, at hann aftur tekur sæti
á tingi.
Løgtingsformadurin hev-
ur eisini fingið skriv frá for-
manni Javnaðarfloksins, Jó-
annes Eidgsgaard og Krist-
iani Magnussen, har teir
gera kunnugt, at Kristian
Magnussen nú telist millum
tingmenn Javnaðarfloksins.
Javnaðarflokkurin hevur
tiskil seks umboð í løgting-
inum
Kristian er vælkomin
í Javnaðarflokkin
— Tann størsti vinningurin er at fáa métstødumenn í part við
tær, sigur Jóannes Eidesgaard
EIRIKUR LINDENSKOV
Eg fari hervið vegna Javn-
aðarflokkin at ynskja Krist-
iani Magnussen vælkomn-
um í Javnaðarflokkin og í
tingbólkin hjá okkum.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, formaður Javnað-
arfloksins, nú Kristian
Magnussen hevur limað seg
inn í Javnaðarflokkin.
Kristian Magnussen fór
upp í stemningsbylgjuna,
sum var upp undir valið í
1994, og sum bleiv til Verk-
amannafylkingina. Hann
kom á ting saman við
tveimum framstandandi
fakfelagsleidarum, sum
høvdu sina bakrgrund i
Javnadarflokkinum, og sum
gjørdu seg til talsmenn fyri
teirri protest, sum var ímóti
Javnaðarflokkinum, sum
hevði stríðst í kreppuáru-
num, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Formaður Javnaðarfloks-
ins sigur, at tað vanliga er,
at vit royna at jarðleggja
okkara mótstýðumenn
Men hann heldur, at vinn-
ingurin er nógv størri, tá
måtstødumenn gerast part-
amenn. — Tå er vinningurin
dupultur, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard v6n-
ar, at teir veljarar, sum í
1994 vendu Javnaðarflokki-
num bakið og valdu Verka-
mannafylkingina, nú aftur
fara at velja Javnaðarflokk-
in.
— Serliga nú, tað tveir av
topppolitikarunum í Verka-
mannafylkingini hava
meldað út, at teir taka undir
við teirri stevnu, sum Javn-
aðarflokkurin stendur fyri.
Her sipar Jóannes Eides
gaard til tað, sum Oli Jac-
obsen segði her fyri um, at
ósemjan millum hann og
Javnaðarflokkin var burtur.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hann hevur samstarvað
nógv saman við Kristiani
Magnussen - og við góðum
royndum.
— Vit samstarvaðu tá eg
sat sum landsstýrismaður í
fíggjarmálum. Seinni havi
eg eisini samstarvað við
honum í figgjarnevndini, og
nú síðstu tíðina, meðan
hann hevur verið landsstýr-
ismaður, og eg andstødu-
tingmadur. Eg haldi, at
Kristian Magnussen hevur
víst stórt hegni - serliga á
heilsu- og almannagkinum.
— Tað er sanniliga munur
á, um vit bera saman við
støðuna, sum Ivan Johann-
esen, landsstyrismadur hev-
ur rent Postfelagið út í - har
hann við eitt sindur av pol-
itiskum fimi og snildi kundi
sloppið undan hesum ó-
hepna verkfallinum, vísir
Jóannes Eidesgaard á.
Formaður Javnaðarfloks-
ins heldur tað vera hugaligt
fyri flokkin, at ikki bara
veljarar, men eisini politik-
arar leggjast afturat. Hann
vísir eisini á, at helmingurin
av tingmanning Javnaðar-
floksins nú er fyrrverandi
landsstýrismenn í heilsu- og
almannamálum: Vilhelm
Johannesen, Jóannes Eides-
gaard og Kristian Magnus-
sen
- Hetta sigur nakað um,
hvat-tað er fyri politikki,
flokkurin stendur fyri, sigur
hann.
— Javnaðarflokkurin hev-
ur ein konstruktivan poli-
tikk. Tí eigur Javnaðar-
flokkurin at vera ein stórur
flokkur, eins og javnaðar-
flokkar eru í ðrum londum,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum vónar, at úrslitið til
komandi løgtingsval eisin
fer at visa hetta.
— Men er einki agg frå
Javnaðarfloksins síðu mót-
vegis Kristiani Magnussen,
sum var ein av orsókunum
til vánaliga valúrslitið hjá
Javnaðarflokkinum sein-
ast?
— Nei, tað er tað ikki. Nú
veit eg ikki, um tað er mín
veikleiki, men eg havi skjótt
við at fyrigeva og gloyma,
og eg vóni, at onnur eisini
kunnu gera tað, tá eg sjálvur
geri feilir. Demokratiið er
soleiðis háttað, at fólk
kunnu gera okkurt, sum
liggur uttanfyri - uttan at tey
skulu hoyra fyri tað restina
av lívinum. — Tað er altíð
positivt og gott, at fólk ger-
ast klókari, sigur Jóannes
Eidesgaard, sum við vónum
um gott og mennandi sam-
starv ynskir Kristani Magn-
ussen vælkomnum í Javn-
aðarflokkin.
Ur Føroyum mánadag
vaksin
&
rn i bili
(Danmark)
Danland
íbúðir = “<inan*
inum 3937,”
DanCenter
summarhús
Í vika í
Úr ein.
frítíðaríbúð Inan*
| 6.121.-
Hardanger
Feriesenter
1 vika í ur tinan
6162,
Pers Hotel
i Gol
4.962.-
Easterhoull
Chale UT inans
1 vika i . 42 2 .”
summarhúsi
SPØ Flúgv
Demi:
Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin.
á KOSNU Hanstholm
e-mail: bookingØsmyril-linefo
og Keypmannahavn - Vågar
ella
Keypmannahavn
Íroknað 4 nætur, 9.-13/4 í dupultkamari
við morgunmati. Moguleiki er fyri at
leingja ferðina. 5 ; 3 5 5
einans
(Ferðaavgj. ikki íroknað)
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgeta 37