Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í i Nr. 45 — 7. MARS 1998 DAGNY JOENSEN Tá seinastu lógaruppskotini vóru løgd niðan í tinginum, boðaði Kristian Magnussen, landsstýrismaður frá, at hann hevði innlimað seg í Javnaðarflokkin. Tað merkir m.a. at hann er farin úr Landsstýrinum, og nú tekur sæti á tingi og at Luitjen Apol, sum hevur sitið í hansara stað í tingi- num, fer frá. Jóannes Hansen, samfel- agsfrødingur, heldur ikki, at hetta er so óvanligt. Tað er komið fyri meira enn einaferð, at ein ting- maður skiftir flokk. Tað hendi seinast, tá Finnbogi Arge gjørdi av at fara úr Sambandsflokkinum og valdi at vera uttanflokka- tingmadur, til hann fyri stuttum fór í Fólkaflokkin Nýtt fólk kemur til - Turbulenta stødan sein- astu árini hevur ført stórar politiskar broytingar við sær. Gamlir politikarar eru ikki afturvaldir, og nýtt fólk er komið í teirra stað Hjá Kristiani Magnus- sen er stødan gðrvísi, ti hann stilladi upp f eini fylk- ing, sum var ónggd við ver- andi politisku skipanina. —Tå Verkamannafylking- in síðani fór í tviningar, er tað ikki Gvanligt, at ein, sum hevur fingið politiskt stødi, skiftir flokk, tí viðkomandi ynskir at halda fram í hesum arbeiði, sigur Jóannes Han- sen. Demi aðrastaðni Hann vísir á dømi aðra- staðni, eitt nú í Danmark í sjeytiárunum, tá Mogens Glistrup stovnaði Fram- burðflokkurin, og Erhard Jacobsen fór úr danska Javnaðarflokkinum og stov- naði Centrum Demokrat- iska flokkin. — Tá komu nógv nýggj fólk til, ti tey ikki góðtóku tann førda politikkin. Tað hendir allastaðni, sigur Jóa- nnes Hansen. Hann heldur, at fyri tað um Kristian Magnussen skiftir flokk og fer í Javn- aðarflokkin, so nýtist tað ikki at verða ein bági fyri hansara politiska virki. Tá verður tað veljarin, sum fer at vísa á hansara politiska hegni. Slapp snikkaleysur Jóannes Hansen vísir t.d. á, at Bjørn Enquist, fólka- tingslimur, upprunaliga var í Vinstraflokkinum, tá hann varð valdur í Fólkatingið fyrstu ferð. Síðani fór hann í Radikala Vinstraflokkin, og tað slapp hann snikka- leysur frá. Hansara trúvirði viknaði ikki av tí, sigur Jóa- nnes Hansen. Hann heldur eisini, at tað, at bert fimm flokkar stilla upp til Fólkatingið hesu- ferð, móti átta flokkum seinast, kanska kann vera tekin um, at samfelagið er við at koma fyri seg aftur, og at fólk ikki eru so tyst eftir at hála í tjóðrið sum í fyrst í 90 árunum Tað er kanska eisini tek- in um, at tað er vorðið meira rúmsátt fyri teirra politisku áskoðanum í gomlu flokk- unum Vit mugu eisini minnast til, at eitt løgtingsval stend- ur fyri durum, og tå fara Krf. , Verkamannafylkingin og Miðfolkkurin at stilla upp. Hevuðsfíggindar fyri fýra árums íðan --Tá Verkamannafylkingin stillaði upp fyri fýra árum síðan, var Javnaðarflokkur- in høvudsfiggindin hjá fylk- ingini. Seinast havi eg lisið, at Oli Jacobsen, tingmaður, hevur sagt, at hansara viður- skifti við Javnaðarflokkin eru komin í rættlag aftur. Tað týður uppá, at Javn- aðarflokkurin ikki longur er nakar fíggindi. — Harnæst kemur tað iva- leyst væl við hjá Javnaðar- flokkinum at fáa Kristian Magnussen at stilla upp í Suðurstreymi, tí flokkurin vanliga ikki hevur havt ser- liga góða valúrtgku í hesum valdømi, mótvegis Sam- bandsflokkinum og Fólka- „Í byin« hvønn hósdag i Sosialinum tíðindablaðið SOS) Politiskar rembingar føra til broytingar — Tað nýtist ikki at vera ein bågi fyri Kristian Magnussen at skifta flokk, tí nú verður tað veljarin, sum fer at vísa á hansara politiska hegni, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfróðingur flokkinum, sum eitt nú hava valevnini Ola Breckmann og Bjørn á Heygum, á sín- um listum, og sum hava verið rættir atkvødumagnet- ar. Kristian Magnussen fekk stóra persónliga undirtøku til valið í 1994, við 565 at- kvødum.Ti er tað bert nátt- úrligt at hann nú leitar eftir einum politskum platformi, sigur Jóannes Hansen. — Tað at nýggir politikarar skifta flokk er kanska eisini tekin um, at tað er vorðið meira rúmsátt fyri politiskum áskoðanum í teimum gomlu flokkunum, sigur Jóannes Hansen, samfelagsfrødingur … lá ið best liggur fyri Nú kunnu tygum eisini avgreida tygara vanligu banka- ørindi heima við hús á egnari teldu. HeimaBankin gevur tygum m.a. møguleika: at fáa upplýsingar um saldo at gera flytingar at gjalda rokningar at gera figgjarætlan HeimaBauvkin er opin hvønn dag frá kl. 6.00 til kl. 24.00. Ynskja tygum at fáa meira at vita, eru tygum altíð vælkomin at venda tygum til starvsfólk bankans, sum eru fús at greiða frá.