leygardagur 7. mars 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið SOSU
Ta Nyrup
legði kongin
Sógan um tá Atli Dam hótti Nyrup við at slíta alt sam-
starv, tók hann ikki sítt krav aftur um, at danska oijufel-
agið Dong skuldi hava framíhjárættindi í eini undir-
grundaravtalu
Jan MULLER
Nógv stóð á formanninum
í danska sosialdemokratii-
num, Poul Nyrup Rasmus-
sen å vetri i 1992. Tå fekk
hann nevniliga greid bod frå
tåverandi løgmanni og for-
manni i javnadarflokkinum,
Atla Dam: tók Nyrup ikki
aftur krav sítt um, at tað
almenna danska oljufelagið
DONG skuldi hava framí-
hjárætt í eini føroyskari
oljuvinnu, afturfyri, at danir
lótu føroyingum rættin til
undirgrundina, so tók javn-
aðarflokkurin alt fyn eitt sín
stuðul til danska bróður-
flokkin aftur. Haraftrat fór
hann at fyrireika eina 10 ára
ætlan fyri avtøku av Heima-
stýrisskipanini
Hetta kom fram í Degi og
Viku hóskveldið. Fyrr í vik-
uni visti sjónvarpið annars
at siga frá einum bræva-
skifti millum táverandi for-
sætisráðharran Poul Schlø-
ter og formannin í sosial-
demokratiinum, Poul Nyrup
Rasmussen, ið snúði seg um
yvirtøku av undirgrundini
Har kom fram, at eftir at
Schliiter hevði boðað flokk-
unum á fólkatingi frá, at
hann fór at undirskriva av-
talu við føroyingar um und-
irgrundina, fór danski javn-
aðarflokkurin fullkomiliga
uppá bakbeinini og hótti við
at atkveða ímóti avtaluni,
um ikki oljufelagið DONG
varð ukið við í avtaluna
Felagið skuldi hava framí-
hjárættindi í einum oljuút-
viklingi vid Føroyar
Hetta vildi Schliiter ikki
hoyra talan um. Hann rokn-
aði ikki við, at føroyingar
fóru at góðtaka tað. Tá av-
tornaði tók Nyrup krav sítt
aftur og undirgrundaravtal-
an varð undirskrivað, uttan
at DONG varð nevnt
Nyrup boygdi seg
Nú hetta brævaskiftið er
vorðið alment hevur Atli
Dam, ið var ein av føroysku
hevuðspersónunum i und-
irgrundarmálinum, einki í-
móti at siga frá, hvat veru-
liga hendi handan politisku
leiktjøldini dagarnar undan
undirskrivingini av avtal-
uni, hvussu tað eydnaðist at
trýsta Poul Nyrup Rasmus-
sen til at taka síni krøv aftur
Atli Dam vísir á, at tað er
ikki nakað dulsmál, at dan
ski javnaðarflokkurin var
ikki fegin um undirgrund-
aravtaluna, sum Schlúter
gjørdi við føroyingar í sep-
tember 1992. Teir høvdu jú
i åravis sagt, at føroyingar
skuldu hava eina grøn-
lendska skipan umframt eitt
samarbeiði millum donsk
og føroysk felag um troytan
av råevnum í undirgrundini
- og har danir skuldu hava
fyrimunir framum útlendsk
feløg
Hetta var ti ein høvuds-
orsøkin til, at teir noktaðu
at stuðla avtaluni, tá hon
skuldi koma fyri í fólka-
tinginum. Schliiter, ið tá sat
í minnilutastjórn, fekk tí
ikki so væl gjøgnumført æt-
lanina.
Ein avgjørdur Schluter
Atli Dam greidir soleidis frå
hesi ikki sørt dramatisku
støduni
-Schliiter ringdi til min
eina litla viku, ådrenn tann
22. desember, tå avtalan
skuldi undirskrivast i Havn,
greiddi frå støduni hjå dan-
ska javnadarflokkinum og
segåi, at um ikki hesin frå-
fall síni krøv áðrenn 19. de-
sember, so bleiv einki skriv-
að undir. Eg skilti hetta
sjálvandi sum, at hann vildi
hava meg at leggja trýst á
javnaðarmenninar sigur Atli
Dam og heldur fram
-Tað gjørdi eg sjálvsagt
eisini, tí tað eru bert fólk,
ið onga føling hava við,
hvat ein kann og ikki innan
Heimastyrisskipanina, sum
kunnu hugsa, at tað bar til
eftirfylgjandi at broyta eina
avtalu og at føroyingar
skuldu fáa minni, enn teir
høvdu fingið frá Poul
Schlúter. Eingin føroyingur
við sínum fullu fimm vildi
kunnað gingið við til tað.
Atli Dam royndi tí av øll-
um alvi at fáa hendur á Poul
Nyrup Rasmussen fyri at
greiða honum frá hesum,
men hann var sum farin
undir heilt
-Eg setti meg í samband
við framstandandi javnaðar-
menn, men tað eydnaðist
ikki at fáa samband við Ny-
rup. Tí rann freistin leyg-
armorgunin tann 19. des-
ember út, og Schliiter ringdi
so aftur og segði, at ferðin
var avlýst
Sum eina seinastu roynd
setti Atli Dam seg í sam-
band við Poul Nielson, fyrr-
v. orkumálaráðharra, sum
hann frammanundan hevði
illtonktan fyri at hava ávirk-
ad stødutakanina hjå javn-
aðarflokkinum í hesum
máli
Fyrst var eg tó noyddur
at fáa mær undirtøku frá
nevndini i javnaðarflokk-
inum til at leggja so sterkan
trumf á sum møguligt. Eg
ringdi til næstformannin,
Dan Petersen, sum var eitt
sindur skelkadur av ætlan
mini, ti hon syntist so víð-
gongd, men hann tók tó
undir við hesum kortini.
Tá Poul Nielson kom til
telefonina legði Atli Dam
sera hart út og skuldsetti
hann fyri ikki at hava skilt,
hvat ein kundi í einum rík-
isfelagsskapi og ikki.
-Okkara boð vóru púra
greið. Um danski javnaðar-
flokkurin framdi eitt so im-
peralistiskt inntriv í Føroy-
um, sum nú vandi var fyri,
so var alt tað, sum Heima-
stýrislógin bygdi á, oyðilagt
fyri ævigar tíðir - og tá
kundu vit eins væl sjálvir
uppgeva henda ríkisfelags-
skap. Eg segði honum, at
vit beinanvegin tóku fólka-
tingsmannin úr danska ting-
bólkinum og slitu alt sam-
arbeiði. At vit síðani fóru at
leggja eina ætlan fram fyri
javnaðarfólk og Feroya
fólk, sum snúði seg um at
avvikla heimastýrið yvir 10
ár. Og tá fingu danir so
ongan dropa av olju.
Atli Dam sigur víðari, at
hann sjálvandi ikki ynskti
at avvikla henda ríkisfel-
agsskap, men stødan var nú
tann, at um danir kortini
framdu hetta álop, so kundu
føroyingar eins væl gera
tað sjálvir. Tí tá var jú alt
mist kortini. t
Nú stóð á gomlum nøgl-
um. Klokkan mundi vera út
móti 14 leygardag. Ferðin
hjá Schlúter var avlýst.
Klokkan 14.30 ringdi Poul
Nyrup loksins til Atla Dktu
og segði, at javnaðarflokk-
urin tók aftur síni krgv.
-Eg ringdi til Schlúter og
spurdi, um hann ikki kortini
kundi koma. Hann játtaði
og kom mánadagin 21. des-
ember til Føroya, har av-
talan so var undirskrivad.
Eftirtíðin progvadi
Atli Dam leggur aftrat, at
gongdin í oljumálinum síð-
ani hevur víst, at tað var rætt
at vísa aftur kravinum frá
danska javnaðarflokkinum.
-Hetta hevur eftirtíðin
prógvað. Ahugin frá olju-
feløgunum hevur verið sera
stórur júst tí, at tey hava
kunnað bjóðað seg fram á
jøvnum føti. Hevdi ein tjóð
ella eitt felag framihjårætt,
hvar var so åhugin hjá øll-
um teimum, sum hava virk-
að og sum helst eisini á-
virka, at ein møguligur olju-
utviklingur kemur í gongd
nógv fyrr enn hann annars
vildi komið, um eitt ávíst
felag hevði so stór fram-
íhjárættindi spyr fyrrver-
andi løgmaður
Atli Dam vísir eisini í
hesum sambandi á, at um-
røddi Poul Nielson hevði
Nr. 45 — 7. MARS 1998
Tað eydnaðist ikki Poul Nyrup Ramussen at fáa síni króv um framíhjárætt til danskt
oljufelag við í avtaluna, tá Schliiter og Atli Dam undirskrivadu hana í 1992
uppskot um, at seismiska
arbeiðið skuldi fremjast av
Thetis, og at 300 mill. kr.,
helvt í helvt danskar og før-
oyskar, skuldu útvegast til
hetta arbeiðið.
-Tá vit síggja, hvat vit í
veruleikanum fingu burtur
úr við at fáa útlendskt felag
at gera hesar kanningar 6-
keypis, so er greitt, at vit
høvdu verið nógv verri fyri
við loysnini hjá Nielson og
Nyrup, sum helst eisini
hevði gjørt, at vit vóru ikki
komnir so langt sum nú, og
helst hevði tað eisini kostað
okkum meira enn tær 150
mill. kr.
Atli Dam sigur seg alt í
alt vera sera fegnan um, at
hann í endanum av síni em-
bætistíð í Tinganesi fekk
hesi viðurskifti uppá pláss.
Hann var sjálvur ein av
oddamonnunum aftanfyri
tær samráðingar, sum byrj-
aðu seinnu helvt av sjey-
tiårunum um yvirtøku av
undirgrundini og sum end-
aðu í 92 við undirskriving
av einum sáttamála, sum
hevði eittans danskt fingra-
merki, nevniliga, at fingu
vit munandi burtur úr skuldi
samráðast um minkan av
blokkinum.
Marita gjørdi bart
Fyrrverandi løgmaður vísir
í hesum sambandi eisini á,
at danir í sambandi við
kreppuloysnirnar eftirfylgj-
andi royndu, hvat teir kundu
fyri at fáa broytt undir-'
grundaravtaluna soleiðis, at
har kom at standa nakað um
afturgjalding av lánum, um
so var, at olja var funnin.
-Men har gjørdi Marita
Petersen, sum tå var løg-
maður, bart og gav dønum
greið boð um, at undir-
grundaravtalan skuldi ikki
nertast. Og hesum boygdi
stjórnin seg fyri
-Nú tå fóroyingar hava
stríðst 70- og 80-árini og
inn í 90-ini at fáa undir-
grundina á fóroyskar
hendur, er tú so nógdur
við tann útviklingin, sum
hevur verið síðani tá!
-Nú veit eg væl, at tað eru
summir, sum hava hug at
siga, at okkurt er, sum ikki
tolir dagsins ljós - tí hví var
Dopas í Lopra og hava teir
ikki undirhonds fingið av-
talur! Har havi eg tað álit
á okkara oljufyrisiting, sum
hevur roynst munandi betri
og meira kvalifiserað, enn
nakar kundi droymt tá, tá
teir siga, at teir tóku tað
besta tilboðið. Eg haldi ikki,
at danir har hava fingið
framíhjárætt. At ein ikki
hevur framíhjárætt merkir
væl heldur ikki, at ein ikki
skal hava rætt. Eg meti tað
sum positivt, at donsk feløg
eru áhugað í útviklinginum
her og eru við til at skapa
kapping. Tað síggja vit jú
av, at tey eru vorðin partur
av fleiri útlendskum sam-
tókum, hvat ikki heyði verið
hent, um danir høvdu onkr-
an eksklusivan rætt. So eg
eri ikki so bangin fyri fram-
tíðini á hasum økinum.
Atli Dam sigur víðari, at
høvdu danir havt fingið
henda framíhjárætt, so
hevði tað ikki verið so lætt
at fingið bretsk, hálendsk,
donsk, amerikonsk og norsk
feløg og samtøk at virka her.
Rættin til
undirgrund-
ina eiga vit
JAN MULLER
Tad eru ikki øll, sum halda,
at tað var ein so góð und-
irgrundaravtala, sum m.a.
Atli Dam kom heim við í
#1992. Hvat hevur Atli Dam
tí at siga til tær atfinningar,
sum hava verið móti undir-
grundaravtaluni: at tað hann
kom heim við í veruleik-
anum var ein veinkjaskerd-
ur fuglur!
-Hasum eri eg ikki samd-
ur í. Hóast summir halda
teoretiskt, at Heimastýris-
lógin kann setast úr gildi av
fólkatinginum einsamøll-
um, so er hetta ikki rætt. Vit
Vita, at spurningar sum ogn-
arrættur og Hgjhedsrættur
eru hugtøk uttan veruligt
innihald, men til tess at
sleppa undan framhaldandi
tjaki og misskiljingum um
hetta, er hesin spurningurin
nakað, sum sjálvandi skal
byggjast inn í eina sjálv-
stýrislóg, ið avloysir
Heimastýrislógina. Og tá
hon fer úr gildi er tjakið um
heimildirnar sambært henni
lokið. Tí ber tað væl til at
stýra sær sjálvum sum ein
tjóð á jøvnum føti við danir,
hóast tú hevur ein ríkisfel-
agsskap.
Atli Dam heldur tí ikki,
at útlendsk oljufeløg hava
nakra orsøk til at bera ótta
fyri tí, sum er komið fram
um, at vit ikki eiga rættin
til undirgrundina.
-Rætturin til at umsita til-
feingið eiga vit sambært
hesi avtalu, eisini rættin til
inntøkur og útreiðslur. Hetta
kann ikki broytast av fólka-
tinginum og als ikki tá
sjálvstýrislógin er fingin til
høldar. Tí skilji eg ikki, at
teir, sum tosa so nógv um
sjálvstýri, ikki hava viljað
farið til verka í Stjórnmála-
nevndini. Tað er ongantíð
ov skjótt at fáa hetta ar-
beiðið byrjað.
Atli Dam heldur ikki, at
vit eiga at vera blind fyri,
at vandin við at stjórnin í
eini avtalu um búskaparlig
viðurskifti nærum kundi
seta Heimastýrislógina úr
gildi, ikki er burtur enn.
-Hann má og kann bert
og best fáast burtur við eini
sjálvstýrislóg. Vit hildu
okkum vera væl vard
skattaborgarans vegna, av tí
meginparturin av skuldini
var privat, men við eini
handavending = var hon
koppað inn í landskassan.
Nettup tí okkum tørvardi
tey neyðugu stýringsam-
boðini, sum ein sjálvstýris-
lóg skal hava, eitt nú fíggj-
areftirlit.
|
|