Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mars 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 7. MARS 1998 Fólkatingsvalið Vit í okkara flokki eru av tí áskoðan, at ein og hver polit- iskur sessur er best røktur av einum javnaðarfólki. Tað kennist gott at vera javnaðar- fólk, tá Norðurlond verða nevnd heimsins bestu sam- feløg. Tí vit vita, at hetta er ikki av tilvild. Einasta orsøk til hetta er, at sosialdemokrat- arnir so at siga hava rátt einsa- mallir tey seinastu sjeyti árini. Ella vit kunnu siga, at vælferð- in er stór, tí teir borgarligu lítla og onga ávirkan hava havt á samfelagsgongdina. Í Suðureuropa og suður- amerika hava teir borgarligu altíð verið sterkir, og neyðin er eisini eyðsýnlig. Her er sjón fyri søgn. Annars er ymiskt, sum flokkarnir prioritera. Okkara politikkur í mun til hinar er skjótur at greina: Javnaðar- flokkurin vil eitt solidariskt samfelag, har øll lyfta í felag við sosialum rættvísi og líka møguleikum fyri øll. Júst eitt samfelag sum okkara bróðra- flokkar hava skapt í hinum Norðurlondunum. Borgarligu flokkarnir, t.v.s. allir hinir flokkarnir, byggja sín politikk á sjálvsókni og ego- ismu. Eitt samfelag, har jungu- lógin er sett í system av borg- arligum politikarum. Hvat ríkisfelagsskapi við- víkur, so er okkara stóða eisini heilt greið. Vit meina, at hvørki samband ella loysing er av- gerandi fyri borgaranna væl- ferð. Javnaðarflokkurin vil fyrst vælferð og trygd fyri all- ar samfelagsbólkar, og síðan Sambandsstødan - størsta politiska bedragari i søguni RE Fleiri við mær hava væl sett sær spurningin um, hvi Sam- bandsflokkurin tvfheldur um heimastýrislógina. Hon er 50 ára gomul. Hon hevur sjónlig brek, og danir umsita ikki sín part nóg væl. Tað hava vit prógv fyri. Danir umsita m.a. peninga- og uttanríkismál. Hesi málsgki verða nú við nýggja Amsterdamsáttmálan- um flutt til Bruxelles. Nú verða tað so nakrir >kommiserar< haðani, ið koma at siga, hvar skápið skal standa. Hetta er jú tað, sum leiðslan í Sambands- flokkinum vil. Vánaligt! Eitt er at hava eina stóðu fyri E.S. opið og erligt, men umvegis at >luska< okk- ynskja vit eina sjálvstýrislóg, sum ger púra greitt hvat vit | hava ábyrgd av, og hvat vit skulu taka ábyrgd av, so hvgrt sum ráðini verða. Fólkaflokkurin vil sjálvstýri og annars vælferð fyri teimum vælbjargaðu. Sambandsflokk- urin vil fyrst ein óbroyttan, fastan ríkisfelagsskap og síð- ani vælferð. Tjóðveldisfloksins boðskapur er tó ringastur at skilja: Loysing her og nú og vertin á, hvussu vit húsast eftir loysingina. Hetta er ábyrgdar- loysi við lit. Vit eta okkum ikki mett av tjóðskaparkenslum og trampi. At taka loysing og lata danir betala, er olmussustøda. Og at renna undan rokningini | er eitt ómoralskt og ófgroyskt fyribrigdi, ið bert spekulantar- nir hava troysfað sær. Tað byggir onki land. Umframt at hetta er eitt po- litiskt val, so er hetta eisini eitt val um persónar. Latið okkum velja persónar, sum vit 6- skammað kunnu senda til Dan- markar at umboða okkum. Tí er hetta eisini eitt val um tign og sóma. Gott val. Dan Petersen, | Fuglafjørdur | um inn í samtakið, tað er po- litiskt bedragarí, hvørki meir ella minni. Nei, lat okkum fáa ein nýggjan sáttmála við Danmark, har møguleikamir fyri at lumpa tey 90 prosentini, ið er ímóti ES-limaskapi, eru burtur. Tummas Arabo, valevni Javnaðarfloksins Ríkisfelagsskapurin LES gevur møguleikar 11. mars skulu vit til eitt fólka- tingsval og velja umboð á Fólka- ting. Eg, Terje Davidsen, havi bjóðað meg fram sum valevni fyri Sam- bandsflokkin. Sambandsflokkurin gongurskapinum. Vit meta, at inn- an henda felagsskap eru nógv mál, sum vit kunnu samstarva um og framhaldandi fáa loyst á ein hátt, sum tænir Føroyum best. Innan ríkisfelagsskapin gera vit t.d. nýtslu av skúla- og útbúgv- ingarverkinum og sjúkrahúsverk- inum. Vit kunnu gera nýtslu av uttanríkistænastuni og eru her góðir møguleikar at gera vart við okkum, har Føroyar hava tørv fyri tí. Hetta er t.d. gjørt innan EF. Vit ynskja at styrkja ríkis- felagsskapin — at fáa hann at virka betur. Soleiðis kann hann vera við at styrkja grundarlagið fyri at búleik- ast í Føroyum og vaksa um møgu- leikarnar fyri menning t.d. vinnu- liga, so vit eisini uttan fyri Føroyar kunnu gera vart vid okkum — í altjóða høpi. Veljið sambandsflokkin Veljið positivt samstarv innan ríkisfelagsskapin. Terje Davidsen, valevni Sambandfloksins tíðindablaðið Sosa 13 Friggjar Javnaðarflokkurin Sumt av tí, sum kemur fram í orðaskiftinum uppundir eitt fólkatingsval, boðar samstund- is frá teimum ætlanum, flokkar og fólk hava til løgtingsvalid, sum eisini verður áðrenn langt um líður. Treyðugt so, tí ilt er at gera heilt týðuligan skilnað millum tvey val, tá tað kanska ikki eru meira enn tveir mánaðir ímill- um tey. Tær ringu royndirnar Eitt av teimum skilagóðu gomlu orðunum sigur, at >brent barn ræðist eld«. Men tað er tó ikki altíð so. Í 1990 vann Javnaðarflokk- urin løgtingsvalid og fekk 10 tingmenn. Fólkaflokkurin heyði eisini eitt gott val og fekk 7 tingmenn. Tilsamans høvdu hesir báðir flokkar — sum sjálvir hava útnevnt seg til teir mest høgra- og vinstrasinnaðu — til- samans 17 tingmenn ella meiri- lutan å tingi. Teir kastadu saman og skip- aðu samgongu einsamallir. H6- ast Fólkaflokkurin seinni fór burturúr, høvdu tey bæði árini saman við Fólkaflokkinum einsamgllum loypt slíkan hvgkk á veljarar Javnaðarfloks- ins, at hann minkaði niður í helvt á løgtingsvalinum í 1994. Ein roynd aftrat? Formaður Javnaðarfloksins, Jó- annes Eidesgaard, hevði eina grein í Sosialinum hósdagin um tey ríkisrættarligu viðurskiftini. Hann vísti á, at um Tjóðveldis- flokkurin fær 25% av atkvødu- num å komandi løgtingsvali, røkkur hetta ikki til at taka loys- ing vid. Og um Sambands- flokkurin fær 20%, røkkur hetta heldur ikki til at varðveita nú- verandi stødu óbroytta. Eftir er so, skrivar hann, »ein bólkur, sum telur eini 55-60%. Hetta er ein bólkur, sum ikki vil hava loysing, men sam- stundis heldur ikki, at viður- aftur til Folkaflokkin? skiftini fáa loyvi at verða ó- broytt. Spurningurin er so, um tað ber til at mobilisera henda meiriluta í fólkinum í einum politiskum samstarvi.« Skula Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin haldast uttanfyri, er ikki ringt at rokna út, hvønn Javnaðarflokkurin fríggjar til. Tað má vera Fólka- flokkin. Og røkkur tingmanna- talið hjá hesum báðum flokk- um ikki til at fáa meiriluta, er ætlanin at fáa ein ella fleiri av teimum smærru flokkunum aftrat. Tað ber illa til at siga, at Javnaðarflokkurin sum brent barn ræðist eld. Finnbogi Ísakson At standa á egnum beinum > Tað er eitt gamalt orð, sum sigur, at tað skulu sterkir herðar at bera góðar dagar, og sann- leikan í hesum hava føroyingar upplivað tey seinastu árini. Vit megnaðu ikki at bera „teir góðu dagarnar<. Vit kunnu ikki geva nøkrum ødrum enn júst okkum sjålvum - skyldina fyri ta stødu, vit komu í, men eg haldi tó, at skulu vit leita eftir orsøkum til krepp- | una, ja, so kunnu vit ikki koma uttanum, at okkara ríkisrættar- liga stóða hevur ein stóran part | av skuldini. Vit hava havt eitt ávíst frælsi innan fyri heima- stýrislógina, men vit hava ikki havt ta fullu ábyrgdina — og als ikki ta ábyrgdarkenslu, sum ein og hver fær, id er noyddur at standa á egnum beinum. Eitt tað størsta ynski hjá øll- um foreldrum er, at børn teirra skulu læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og læra at standa á egnum beinum, og vit hava jú øll lært heimanífrá, at vit eiga at klára okkum sjálv. Eg havi ongantíð dugað at skilt, hví hetta ikki eisini skal vera galdandi fyri eitt land og eitt fólk, og mín sannføring er, at vit føroyingar eiga at arbeiða fram ímóti at standa á egnum beinum sum tjóð. Hvussu hetta skal gerast, kunnu vit altíð kjakast um, men eg ivist ikki í, at vit føroyingar sum øll onnur fólk væl høvdu megnað at verið harrar í egnum húsi. Sjálvandi eru nógvir spurningar í hesum sambandi, og okkara størsti trupulleiki í dag er tann stóra skuldin, sum vit standa í. Fólkaflokkurin hevur aftur og aftur víst á loysnir og er til reiðar at gera tað, sum er neyð- ugt, fyri at vit kunnu seta fótur undir egið borð og taka ta á- byrgdina á okkum, sum frælsið hevur við sær. Tá verður á- byrgdarkensla eisini tað, sum frameftir fer at-sermerkja okk- um. Hetta merkir ikki, at okk- um nýtist at slíta alt samband við Danmark, tí eingin ivi er um, at hjá so lítlari tjóð sum okkara er neyðugt við góðum samarbeiði úteftir. Eg fari við hesum fáu orðum at heita á veljarar kring landið um at standa saman við okkum til fólkatingsvalið 11. mars. Okkara fólkatingsumboð fer sum higartil við klárari rødd at tala Føroya sek á fólkatingi. Sitid ikki heima valdagin! Farið á val og setið krossin við Fólkaflokkin! Fuglafirði, 5. mars 1998 Jógvan á Lakjuni Kate Sanderson og fólkatingsvalið Á sumri 1985 kom Margreta drotning til Føroya á almenna vitjan. Í hølunum á henni var fjøld av fjølmiðlafólki. Meðan drotningin er her, kemur róp í: >Grindaboð!< í Havn. Tað, sum síðani hendi, var einki ødrvisi enn tað, sum er farið fram í øldir: Føroyingar loystu frå landi, réku grindina og hildu henni til, so fekst fekst f pottin. Í dag vita vit øll, at hetta grindadrápið varð nakað heilt serligt. Ridilin av fjølmidla- fólki gjørdi, at myndirnar av grindadråpinum féru um allan knøttin. Restina av søguni kenna vit: Umhvørvis- og djéraverndarfelagsskapir komu her kropp å kroppi vid avgjørdum meiningum um grindadråpid, meir og minni harðrendir, meir og minni 6- sakligir. Vit føroyingar vóru á gosi og vardu grindadrápið, — eisini tey, sum ongantíð hava verið í grind og nóg illa taka spik í sín munn; og vit forsømdu einki høvi at fortelja akti vistu- num, sum vístu seg her, hvat vit hildu um teir. Og guð náði tann føroying, sum tók ein tumlandi grinda-aktivist upp eftir vegnum. Nú er herferðin hildin uppat. Orsgkin er ikki, at felagsskap- imir ikki hætta sær at koma aftur, tí teir fáa filmstólið oyðilagt á Leynasandi ella tí teir bart út fáa sannleikan frá okkum um grindadrápið. Nei, orsøkin er, at fólk úti í heimi beinleiðis og persónliga hava fingið sakligar upplýsingar úr Føroyum um Føroyar og grindadrápið. Ein persónur átti ein heilt serligan leiklut í hesi gongd. Tað er Kate Sanderson, sum landsstýrið setti í starv, og hon skuldi einki annað gera enn svara atfinningum um grinda- drápið. Eftir hetta fekk hvør post- kort-sendari persónligt svar. „Stóra tøkk fyri tín áhuga i føroyskum viðurskiftum og grindadrápinum serliga ... Vit fara at nýta høvi til at fortelja fygum ...< 0.s.frv. Tá góvust fólk at stuðla felagsskapunum og at fíggja teirra virksemi, sum blaðið »Føroyingurin« eisini hevur víst á. Grindadrápið hevur lítið við fólkatingsvalið at gera, og Kate Sanderson als einki. Men søgan er lærurik kortini: Eitt føroyskt fólkatingsumboð verður javnan kontaktað av fólkum, ið hava sínar avgjørdu hugsanir um føroysk viður- skifti, t.d. grindadráp, føroysk- an óleynað í áttatiárunum ella føroyskt ótakksemi fyri danska hjálp. Tá er tað vit skulu hava í huga, hvussu Kate Sanderson steðgaði grindadrápinum: Beinleiðis og persónliga. Dan- ir, ið venda sær til eitt føroyskt fólkatingsumboð hava ein ser- ligan áhuga fyri fóroyskum við- urskiftum og mynda tískil eisini meiningarnar um Føroyar i teirra egna umhvørvi; ti eiga vit at upplýsa teir alt tað, vit kunna: >Stóra tékk fyri tin å- huga í føroyskum viðurskiftum Vit fara at nýta høvi til at fortelja lygum ...< 0.s.frv. Sakliga og gjølla' Tað fer eitt tjóðveldisumboð at síggja til. Ólavur Waag Hegnesen Utróðrarmaðurin og lagna hansara Dagblaðið, ið hevur ligið í dvala í mong ár, er tíverri komið útaftur. Tað fyrsta teir koma við er at skamrósa sær sjálvum fyri tær góðu umstødur útróttarflotin fær við øktum fiskidøgum. Hvussunógv halda tit útróðrarmaðurin hevur forvunnið sær síðani á nýttárinum við tí illveðri, vit hava havt. verður nú Íløgustuðulin burturtikin. Minstaforvinningin hava ti so at siga tikið frá øllum útróðrarmonnum við at seta lóg í gildi, afturvirkandi í seks mánaðir. Heita við góðum stuðli frá vágbinginum, Jákupi Olsen. Hvat hevði samgongan og teir kristiligu (gud náði okkum fyri kristilingar) sagt, um teir knappliga onga løn skuldi fingið. Veðrið kunnu útróðar- menn onki gera við. Hesir menn duga jú ikki at ímynda sær, hvussu lítið ein útróðrarmaður hevur eftir, tá ið rentur og avdráttur av bátinum er goldið. Bara tit fáa nokk, kanska eini 50 til 70 túsund um mánaðin, so er í lagi. Sektin á hvat annar fær, bert eg kann sæta mær. Hví skal tað altíð vera út- róðrarmaðurin og arbeiðs- maðurin ið skuldu skerjast. Eru tað teir, ið hava koyrt landið á húsagang? Vágbingur