leygardagur 7. mars 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GRINDAMANNAFELAGIÐ
Aðalfundu
Aðalfundurin verður i Læraraskulahøllini
leygardagin 28. mars 1998, kl. 14.00
við hesi skrá:
NOUBÞEN-
Gjørt verður vart við, at mål, sum ynskjast við-
gjørd sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í hendi
Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
Grannskoðaður roknskapur.
Val av 1 nevndarlimi.
Val av grannskoðara.
Asetan av limagjaldi.
Innkomin mál.
Ymiskt.
í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Aðalfundurin er almennur.
Høvi verður hjá áhugaðum at gerast limir.
NEYNDIN
Bygging
Maskin
EL
Enn eru pláss eftir
Atstødisutbugving
å skulaskeidunum, sum byrja
Atstødisutbugvingin er framhald av 1.
og 2. skúlaskeiði í SIT-útbúgvingini
Útbúgvingin fevnir um 1 ár í skúla og
1/2 ár í starvsvenjing. Útbúgvingin gev-
ur rætt til framhaldandi lestur til t.d.
teknikara, maskinmeistara (maskinat-
í august 1998.
stoði) og aðrar útbúgvingar.
Treytir fyri upptoku:
Hava lokið 2. skúlaskeið (T2) innan
åtøka okið í SIT-útbúgvingini.
ella
Hava nomið kunnleika svarandi til 10.
floks. prógv í trimum lærugreinum og
hava starvsroyndir innan åtøka okið
í minst 2 ár.
ella
Aðra skúlagongd og royndir svarandi
til omanfyrinevndu treytir.
Umséknarblød og nærri upplýsingar
fáast við at venda sær til skúlan.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, Boks 239,
110 Tórshavn, tlf. 11957, fax 16621
tíðindablaðið SCSalufn
Úrmælingar ella
storskrøggarar?
Å veg heim månakvøldid 2/3-
98 sat eg og lyddi å ordaskiftid
millum talsfélkini fyri teir
fimm flokkarnar, sum hava
stillað upp til fólkatingsvalið,
og ymiskt åhugavert var imill-
um.
Serliga åhugavert var at
hoyra tær bådar andshetjurnar
Edmund Joensen, løgmann og
Ola Breckmann, løgtings- og
fólkatingsmann. Sum honum
líkt, svetmaði Edmundur í sín-
um óveruliga dreymaheimi og
kom við sínum vanliga møsni
um at sambandsflokkurin
hevði vent gongdini í Føroy-
um
Hetta er beinleiðis tvætl.
Sambandsflokkurin hevur ong-
ari gongd vent! Og tað hevði
verið veruliga synd í hesum
stórskréggara, um ikki toska-
veidan við Føroyar øktist úr
nærum ongum upp i nøkur og
triati tons, og um ikki sildin
afur fór at svimja vestur í hav.
Er hatta okkara stórorðaða
løgmanni fyri gt takka?
Ella droymir løgmaður nak-
að tað sama sum konan í runu-
veitini, ið vildi seta seg javn-
bjóðis við hin alvalda? Tann
søgan er væl kend, og skal eg
ti ikki greida nærri frå henni
her. Veruleikin til framgongd-
ina er f stuttum hesin: Ein frå-
líka góður fiskiskapur og góðir
fiskaprísir.
Eitt sera lágt rentustødi sum
eisini hevur bett ómetiliga
nógv um okkara gjaldføri.
Er hetta løgmanni, sam-
bandsflokkinum ela samgong-
uni fyri at takka?
Tá ið Edmundur við føgrum
orðum rósar sambandsflokkin-
um og samanhaldinum har, so
veit hann kortini at eingin
flokkur - burtursæð frá tjóð-
veldisflokkinum kanska -
klandrast so nógv innanhýsis
sum hann.
Og hetta er sjálvandi als
einki at undrast um, tí núver-
andi manning hansara á tingi
er rikin saman úr øllum ættum.
Eftir er so evarska lítið av
teirri gomlu sambandsrótini,
og at Edmundur ikki hevur ein
neista av demokratii í sínum
kroppi ger helst tilveruna ótol-
andi í flokkinum.
Í stuttum kann sigast, at
framførslan hjá Edmundi - sum
er høvudsvalevnid hjá sam-
bandsflokkinum - hetta kvøld-
ið í stóran mun var óveruligt
skrøgg!
Men ikki minni óveruligur
sama kvøldid var høvudsval-
evnið hjá fólkaflokkinum.
Men, eg hugsi íkki, at tað
kemur óvart á tey flestu, tí hví
Nr. 45 — 7. MARS 1998
= skal hesin maðurin halda seg
til veruleikan nú. Tað er jú íki
sum at siga tað, at broyta hug-
burð, tá ið hann alla sína tíð
hevur ført seg fram við tómum
rakstrarrópum.
Tó, hann kann jú framhald-
andi føra seg fram á sín ser-
merkta hátt, tí fólkaflokkurin
hevur jú góðtikið handan hátt-
in.
Og góður lærumeistari hevur
hann helst verið, tí nógvir yngri
fólkafloksmenn royna at ganga
í hansara fótafetum!
Men, eg veit, at tað eisini
finnast fólkafloksfólk, sum
hava heilt aðra áskoðan, hóast
tað tíverri hoyrist so lítið til tey.
Nú roynir hesin avbara góði
skemtarin at billa fólki inn, at
fólkafloksumboðini til fólka-
tingsvalið eru í serklassa. Men,
samstundis var tað týðiligt, at
hann rói persónliga framundir
at hann er fremstur millum
teirra, og tí er tað hann, sum
eigur at verða valdur!
Og so reksaði hesin úrmæl-
ingurin í serklassa upp nøkur
av teimum brøgdum, sum hann
hevur avrikad tey mongu ár,
hann hevur sitið sum ífylla hjá
konservativa flokkinum á
danatingi.
Eg skilji væl, at formaðurin
í fólkaflokkinum á tingi av øll-
um alvi roynir at verða aftur-
valdur, tí sannleikin er tann
einfaldi, at hann í sínum langa
polittiska lívi nærum eina hev-
ur arbeitt fyri egnum áhuga-
málum.
Nú leggja allir hasir knass-
arnir í serklassa út í valorrust-
una væl eggjaðir av orðum før-
arans.
Men handan leiktjøldini sit-
ur hesin fitti skemtarin og
skrøggarin við sínum vanliga
skålkabrosi, við sigar í kinn-
klovanum og gníggjar sær í
lógvarnar, tí hann veit, at um
fólkaflokkurin vinnur umboð
á danating, so verður tað hann.
Og so verður hann aftur
ífylla hjá teimum konservativu
fýra ár aftrat.
Annað fáa veljararnir tíverri
ikki burtur úr.
Jógvan Adolf Johannessen
Eina føroyska rødd
Føroyingar hava brúk fyri at
tað verður ein føroysk rødd,
sum fer á danating, nú fólka-
tingið hevur lagt stilt fyri at
skifta manning.
Føroysk, í tann mun, at hon
vil Føroya landi alt tað besta,
og ikki er líkaglað, um aðrir
partar av ríkisfelagsskapinúm
fara við tí, sum vit eiga.
Sambandsflokkurin eigur av
natúrligum/ideologiskum áv-
um íkki hesa rødd. Teimum er
tað líkamikið, hver fødir teir,
um tað er Danmark, ES ella
annað ríki, bara teir eru mettir
hvenn dag.
Hetta gav at bíta, tá løgmad-
ur fyri einhvønn pris vildi seta
ítróttarvedding í gongd, uttan
at tryggja sær at peningur kom
aftur til Føroya. Tá on-line
skipanin bleiv tíkin í brúk,
segði løgmaður í kiosk í Havn,
at „hetta tiltak kom at hava
stóran samfelagsligan týdn-
ing<.
Samfelagið, sum hetta tiltak
hevur fingið týdning fyri, er so
ikki føroyska. Peningurin
streymar framvegis út av land-
inum í danskar lummar.
Tjóðveldisflokkurin er hand-
lingslammaður av innanhýsis
Lesarabrøv
LAS
stridi, sum nå um dagarnar er
brotið út í ljósan loga. Flokk-
urin er íkki í stand at tala við
einari rødd, og tå kann tað vera
líkamikið, um røddin er før-
oysk ella útlendsk.
Fólkaflokkurin og Javnadar-
flokkurin eru so heftir av
donsku brødraflokkum teira, at
røddin uttan iva verður hás frá
fyrsta degi av, soleiðis sum vit
hava upplivað tað fyrr.
Eftir stendur Sjálvstýris-
flokkurin, einasti miðflokkur,
sum stillar upp til fólkatings-
valið.
Ein atkvøda til Sjálvstýris-
flokkin blívur ongantíð ein at-
kvøda til danskan flokk. Hon
er einasta atkvgðan, sum íkki
konverterar, men verður ver-
andi føroysk.
Sámal Petur í Grund
Við fullari ferð aftur í 80'ini
Umboð úr ollum politiskum flokkum — uttan Sjálvstýrisflokkinum — ætla nú at innfora
fløgustudulin aftur
Í tveimum samgongum síð-
ani 1994 er avtala gjørd
millum samgonguflokkar-
nar um, at fløgustudulin til
feskfiskaflotan skal fella
burtur, nú lóggávan fer år
gildi í mars 1998. Tá hevur
fløgustudulin verið í fimm
ár, og flotin hevur havt allar
møguleikar at tillaga seg til
nýggju umstødurnar við
ongum iløgustudli.
Tær ytru umstødurnar hjá
flotanum og hjá fiskivinn-
uni eru góðar i løtuni, og
fiskaprísirnir eru góðir.
Løtan er tí tann rætta, at
sleppa vinnuni burtur úr
ótolandi stuðulshaftinum.
At halda vinnuni fastari í
skeivum strukturi við at
varðveita stuðulspolitikkin,
er bein kós aftur í 80ini. Og
tað kann Sjálvstýrisflokk-
urin ikki taka undir við.
Harafturat kemur, at heldur
fløgustudulin fram, so eiga
eisini øll tey skipini at fáa
fløgustudulin aftur, sum
mistu hann fyri tveimum ár-
um síðani.
Men hóast allar ávaringar
so leggja umboð úr gllum
politiskum flokkum, uttan
úr sjálvstýrisflokkinum, í
dag uppskot fram um fram-
hald av fløgustudlinum.
Annað vandamál er, at
hesin studul, sum verdur
róptur fløgustudul, í veru-
leikanum er ein rakstrar-
studul. Hetta doyvir og
fordar allari menning og
førir bæði til nidurfiskadar
fiskastovnar og til vånaligt
búskaparligt úrslit.
Helena Dam á Neystabø