leygardagur 7. mars 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nl — ?
Nr. 45 — 7. MARS 1998
Nr. 45 — 7. MARS 1998
Eik Christensen saman við soninum í
húskinum, har pann búði, Seb
Barrentia; A
Tórður Jóansson
- Hvussu kom ferðin í lag?
- Tá ið eg var liðugur við 8.
flokk á Felagsskúlanum,
ætlaði eg mær niður til Dan-
markar — bæði tí eg vildi
avstað og helst eisini av tí,
at eg var skúlatroyttur. Hetta
varð kortini av ongum; men
móti endanum av 10. flokki
gjørdi eg av at royna at
sleppa til Suðuramerika við
AFS-felagsskapinum. Tvey
eldru systkin mini høvdu
verið í Peru og Kanada sum
AFS-lesandi, so hendan
møguleika visti eg um.
- Hvi júst Suðuramerika?
- Jú, eg helt meg duga so
mikið av enskum, at hugur-
in var at læra annad heims-
målid, sum er spanskt, å
okkara døgum í størri mun
enn týskt og franskt. Í fyrst-
ani valdi eg bara Suðuram-
erika og ikki serstakt land.
- Hevdi tú verið í útlondum
áður?
- Ja, stuttar ferðir í Dan-
mørk, Noregi, Týsklandi og
Bretlandi.
- Og hvussu fekst tú so
greitt ferðina?
- Tá ið 10. flokkur var lokin,
fór eg til skips og fiskaði til
desfjølfið í baksýni.
í januar; tá vóru umsóknir
longu sendar. Á sumri 1996
hevði eg fingið boð um, at
eitt pláss var tøkt í Argent-
ina, og hesum tók eg beinan
vegin av. 11. februar í fjør
varð so farið avstað um
Vágar, Keypmannahavn og
Heathrow til Buenos Aires.
- Hvi ført tú ikki beinan
vegin?
- Tú skalt sjálvur rinda nak-
að til slíkar ferðir. Og hjá
mær snúði tað seg um
36.000 krónur, so hesa upp-
hædd mátti eg fáa til vega.
Tí fór eg til skips; men eftir
ársskiftið bar til at fara. Og
so varð gjørt.
- Búði tú í Buenos Aires?
- Nei, í býnum Mar del
Plata, einar 400 kilometrar
sunnanfyri. Í Buenos Aires
búgva um 12 miljónir fólk,
í Mar del Plata 600.000;
men um summarið, sum er
í desember-februar, eru van-
liga 2 miljónir har, tí býurin
er væl umtóktur frítíðarstað-
ur.
- Vóru tit fleiri ungfólk á
ferðini?
- Einir 120 AFS-arar komu
um somu tíð til Buenos
Aires úr londum um allan
heim, teirra millum sjey ís-
lendingar, tvær danskar
gentur, nøkur úr Noregi,
Svøriki og Finnlandi; men
bara eg úr Føroyum.
- Hvussu var so at koma til
Argentina? |
- Spennandi. Í Buenos Aires
var umboð fyri AFS, sum
tók ímóti, legði lag á og so;
tað var góð trygd og gjørdi
on: ;
á í
Av Langasandi
SOSTA UK
til Buenos Atres
Prát við 19 ára gamla Eik Christensen av Langasandi, sum 16. januar kom
aftur úr Suðuramerika, har hann var AFS-lesandi í eitt ár
alt lættari, at hesi umboð
vóru so holl og greiddu alt
so smidliga. Síðani varð far-
ið í bussi til Mar del Plata;
hendan ferð vardi fýra tím-
ar. Komin hagar, mátti eg
fyrst búgva hjá ødrum enn
teimum, ið skuldu vera
húski mítt komandi árið.
Men tað var ein fyrimunur
við tað, at sonurin í húsinum
hevði júst verið í Australia
við AFS, og skjótt rann
saman okkara millum. Tað
var ein frálík byrjan; gjørdi,
at eg kendi meg heima.
- Tú gekk í skúla har?
- Ja, har er fyrst barnaskúli,
síðani framhaldsskúli fyri
13-18 ára gomul; einum
slíkum var eg á. Hetta var
privatskúli, sum har í land-
inum eru væl frægari enn
teir almennu; og sama er á
ðrum økjum, eitt nú heils-
uverki. Men AFS-næming-
ar gjalda einki. Skúli var
fimm dagar um vikuna frá
kl. 7:40 til 13:30. Læru-
greinirnar vóru spanskt,
støddfrødi, søga, livfrødi og
aðrar, sum vit kenna her;
men so høvdu við eisini
etikk ella sidalagslæru. Teld
hava tey øll árini, og hóast
útgerðin er vánaligari enn
okkara, so tóktist frálæran
munandi betri. Men vallær-
ugreinir eru einans seinastu
tvey árini.
- Hvat dámdi tær?
- Væl. Fólk har eru nógv
vinaligari enn her — og
ræðast ikki at vísa tað. Men
í skúlanum var strangari,
ella hvussu tað kann sigast.
Lætt var at koma í samband
við onnur ung; tá ið vit vóru
úti, var samanhaldið betri
enn her. Annars spældi eg
hondbólt í frítíðini, tríggjar
ferðir tveir tímar um viku-
na; var eisini biðin á annað
lið, sum hoyrdi til Lærda
Háskúlan. Vit spældu mill-
um annað tvær ferðir í Bu-
enos Aires og vóru har fýra
dagar hverja ferð.
- Vart tú í Mar del Plata alt
árið?
- Nei, eg var víða um í Arg-
entina, heilt móti markinum
til Chili, og í grannalondu-
num. Slíkar ferðir vóru av
og á alt árið. AFS skipaði
millum annað fyri ferð til
Paraguay og Brasil; saman
við vertsfamiljuni var eg í
Uruguay. Stórfingnar og
hendingaríkar ferðir, sum
ikki verða gloymdar.
- Hvat fekst tú burtur úr?
- Tað kann illa sigast i orð-
um. AFS skinadi sera væl
fyri øllum, og eisini hetta
gav eina trygdarkenslu.
Men annars sært tú ikki
rættiliga, hvat slík ferð hev-
ur at týða, fyrr enn tú kemur
heim aftur. Gaman í „miss-
ir“ tú eitt ár, men tað vinnur
tú inn aftur fleiri ferðir á
annan hátt. Sjónarringurin
víðkast, tú broytir hugburð
til mangt og hugsar ødrvisi.
- At enda, Eik: nøkur ráð til
onnur ung?
- Ja, eg vil mæla øllum ung-
um til at gera slíka ferð,
hava tey møguleika til tess.
Hetta er óivað tað besta, tú
kanst gera. Tú lærir — uttan
at vita av tí, og tú hugsar á
nýggjan hátt. Fyri ikki um
at tala allar upplivingarnar,
tey ókendu umhvervini,
fólk, náttúra og mangt ann-
að.
- Hvat fert tú so at gera nú?
- Royna at fáa mær lønarar-
beiði, kanska í fiskiskapi
Og aftan á summarfrítíðina
byrji eg HF-skeið.
- Takk fyri prátið, Eik, og
alt tað besta.
- Takk sjálvur; og somuleið-
is.