týsdagur 18. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 219 - 18. november 2003
Nr. 219 - 18. november 2003
5
- Eg havi lært ótrúliga
nógv, tað hevur verið
eitt fantastiskt upp-
livilsi, og eg var púra
avklárað við, at eg
reyk út hósdagin. Um
eg havi traðkað
nakran á tærnar, so
vil eg siga orsaka,
men tú kanst ikki
gleða øll. Øll kunnu
ikki elska teg, sigur
Sissal úr Big Brother í
samrøðu við Sosialin
BIG BROTHER
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Hósdagin varð føroyska
Sissal send út úr Big
Brother húsinum í Mile-
parkini í Keypmannahavn.
54 dagar fekk hon í húsin-
um, og sum bonus fekk hon
eftir øllum at døma, Robert
við sær í kuffertinum út —
ikki bókstaviliga, men Big
Brother parið hevur eftir
øllum at døma ætlanir um
at flyta saman, tá Robert
kemur út úr húsinum.
Sissal Olafsdóttir Fris-
dahl, ella bara Sissal, sum
vit kenna hana, er nú aftur
úti í veruliga lívinum. Eftir
knappar tveir mánaðir í
eygleidda húsinum, er hon
nú ein fríur persónur.
- Hatta var eitt fantastiskt
upplivilsi, sum eg havi lært
ótrúliga nógv av. Eg var
púra avklárað við at skula
út, tí eg visti, at eg skuldi út
til familju og vinir, sum í
síðsta enda hava nógv
meira at siga fyri meg enn
Big Brother, greiðir Sissal
frá.
Sum sagt, so reyk hon út
hóskvøldið,
og
allur
fríggjadagurin varð brúktur
teir ymsu fjølmiðlarnar.
Mest danskar, men eisini
føroyskar.
Nógv at tosa um
Eftir sendingin varð liðug
hóskvøldið fór Sissal á eitt
hotell, har hon skuldi yvir-
náttað. Har bíðaðu familja
og vinir eftir henni.
- Familjan tók sjálvandi
ímóti mær við opnum
ørmum. Tey vóru sjálvandi
kedd av onkrum, sum eg
hevði sagt og gjørt, men ein
familja heldur altíð saman.
Nú fingu vit ikki tosað so
nógv um tað, men tað fara
vit uttan iva at brúka nógva
tíð uppá, sigur Sissal.
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um, at Sissal og
Robert eru fyrsta parið í
donsku Big Brother søguni,
sum hevur verið saman
kynsliga. Og tað veit Sissal
eisini væl av.
- Eg kann verja tað yvir
fyri mær sjálvari og eg
standi 100% inni fyri tí,
sum eg havi gjørt. Talan var
um eina avgerð, sum vit
tóku saman. Hatta var nak-
að sum hendi, svarar Sissal,
tá hon verður spurd um,
hvussu tað kennist, at verða
tann fyrsta, sum hevur syrgt
fyri, at donsku sjónvarps-
hyggjararnir fingu Big
Brother sex fyri fyrstu ferð.
- Vit eru sum vit eru, og
tað Robert og eg gjørdu,
var 100% av kærleika, um
eg so má siga.
Sálarligar avbjóðingar
Sissal sigur seg ikki angr-
að, at hon valdi at vera við í
sendingini.
- Eg meldaði meg bara til
til stuttleika. Eg hevði
ongantíð trúð, at eg fór at
koma so langt, sum at vera
við í sendingini, men tað
var bara stuttligt. Nú eri eg
ein persónur, sum heldur, at
ein skal ikki gera ting
umaftur, so eg veit ikki, um
eg hevði meldað meg til
aftur, sigur Sissal, og vísir
á, at tað vóru 54 strævnir
dagar í húsinum.
- Tað var ógvuliga in-
tenst, og ein hevur sagt og
gjørt nógv inni har, sum ein
ikki hevði gjørt, um ein var
undir vanligum umstøðum.
Men eg skal ásanna, at eg
hevði væntað meira sálar-
ligar avbjóðingar.
Sissal undirstrikar tó, at
tað at vera inni í Big Broth-
er húsinum ein dagligdag er
tó eisini ein sálarlig avbjóð-
ing í sær sjálvum.
- Har var nógv sálarligt
spæl. Sum til dømis at
verða leinkja til tveir aðrar
persónar í 48 tímar. Tað eru
nógvar umstøður sum hava
merkt ein, men ta heilt
stóru sálarligu avbjóðing-
ina havi eg tó ikki fingið.
Umrøða
At Sissal kennir spæliregl-
urnar er ongin ivi í.
- Men eg eri eitt sindur
bangin fyri, hvussu eg verði
móttikin í Føroyum. Tað
góða við Føroyum er, at
fólk siga ikki ljót ting beint
upp í andlitið á tær, og tey
høvdu ikki kastað egg eftir
tær, eins og tey gjørdu hós-
kvøldið. Ella tað er í øllum
førum ikki tann uppfatanin,
eg havi av føroyingum.
Tá Sosialurin tosaði við
Sissal hevði hon tó ikki
verið úti í "veruliga lívin-
um". Meginparturin av
degnum var farin til fjøl-
miðlar, og tí var ringt hjá
henni at siga, hvussu fólk
tóku ímóti henni.
- Um eg havi traðkað
nakran á tærnar, so vil eg
siga orsaka. Men eg vóni
bara tað besta. Tú kanst
ikki gleða øll. Tað er altíð
onkur, sum ikki dámar teg.
Øll kunnu ikki elska teg.
Og um onkrum ikki dámar
tað, tey síggja, so mugu tey
bara hyggja hinvegin. Men
eg eri fyrireikað uppá, at
nógv halda, at tað sum eg
havi gjørt, er nakað býtt.
Føroyar sum
heimland
Sjálvt um Sissal er fødd og
uppvaksin tað mesta av
lívinum í Danmark, so sær
hon Føroyar sum sítt heim-
land.
- Eg havi altíð ferðast
nógv og búð nógv í Føroy-
um. Størsti parturin av
hjarta mínum er í Føroyum,
og eg sigi eisini, at eg eri
føroyingur og ikki dani.
Hon vísir á, at hon hevur
tosað nógv um Føroyar í
Big Brother húsinum, men
at TV Danmark 2 bara ikki
hevur víst so nógv av tí.
- Eg havi næstan bara
tosað um Føroyar, og nú
vilja tey flestu, sum hava
verið við í sendingini, eis-
ini til Føroyar at síggja tað í
veruleikanum. Eg havi ser-
liga tosað nógv við Raz um
Føroyar, tí hann hevði eis-
ini verið har.
Men næsti túrurin til
oyggjarnar verður eftir
ætlan ikki fyrr enn einaferð
eftir jól.
Big Brother ævintýrið
hjá Sissal er í øllum førum
liðugt á hesum sinni. Og
hósdagin
varð
veitrað
farvæl til milliónina og
góðan dag til veruliga lívið.
Øll kunnu ikki elska teg
- Tað er altíð onkur, sum ikki dámar teg. Øll kunnu ikki elska teg. Og um onkrum ikki dámar tað, tey síggja, so mugu tey bara hyggja hinvegin, heldur Sissal, sum eftir 54 dagar á skíggjanum
mátti veittra farvæl til milliónina
Mynd: TvDanmark
Leygarmorgunin var
rundkoyringin í
Klaksvík alment tikin
í brúk. Hetta er fyrsta
rundkoyring í
Norðoyggjum, og ikki
so lítið hevur verið at
hoyrt frá hesari
verkætlan, sum tók
nakað longri tíð enn
ætlað
RUNDKOYRING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað var elsti bilførarin í
Klaksvík, 87 ára gamli
Jógvan Gerðalíð, sum slapp
at verða fyrstur at koyra í
rundkoyringini,
tá
hon
alment var tikin í nýtslu
leygarmorgunin.
Jógvan minnist, tá fyrsti
bilurin kom til Klaksvíkar.
Hann sá bilin koma eftir
vegnum, og leyp langt
oman á fiskastykkið hjá
Kjølbro av berum for-
skrekkilsi.
Mangt er broytt, síðani
dreingirnir eftir skúlatíð
styttu sær stundir við at
hanga úr lúkuni á bilinum
hjá Mortan-bil.
Tá Jógvan sum 21 ára
gamal tók hann koyrikortið
í Havn, stóðu nakrir menn
mitt á vegnum.
- Koyr bara á teir, segði
Fjerbæk Petersen, koyri-
lærari, og helt fyri, at teir
helst mundu halda seg hava
fyrsta rætt, tí teir vóru jú
her áðrenn bilarnir.
Kør i højre side
Jógvan minnist, at í koyri-
læruni stóð, at "Trafikken
skal gå i højre side". Men
vegirnir vóru so smalir tá,
at oftast hekk annað hjólið
uttan fyri vegkantin.
Næstur at royna rund-
koyringina var 86 ára
gamli, Jákup Biskopstø.
Húsajakku,
sum
hann
verður róptur kann á prutli
sínum sigast at vera ein
bygdmynd í Klaksvík.
Eftir at borgarstjórin
hevði klipt snórin, segði
hann nøkur fá orð og
takkaði klaksvíkingum fyri
teirra tolsemi, meðan rund-
koyringin hevði staðið í
gerð.
Ymiskir
trupulleikar
gjørdu, at arbeiðið tók
longur tíð enn ætlað, men
nú arbeiðið er liðugt,
verður tað ein stórur bati
fyri ferðsluna í býnum.
Ferðslan í miðbýnum er
økt nógv seinastu árini, og
ferðslan hevur gingið seint
ávísar partar av degnum.
Eisini við atliti til undir-
sjóartunnilin
og
øktu
ferðsluna, sum tá fer at
verða, var neyðugt hjá
býráðnum at hugsa um, at
bøta um ferðsluumstøð-
urnar í Klaksvík.
Klaksvíkar
Kommuna
hevur gjørt eina fram-
tíðarætlan fyri vegakervið í
býnum, har stórur dentur
verður lagdur á trygdina,
serstakliga hjá teimum,
sum eru til gongu.
Í skrivandi løtu er mána-
dagur á middegi. Jógvan
Gerðalíð hevur verið og
hugt, hvussu ferðslan gekk
í meldurtíðini. Hóast høga
aldurin, er hann enn sum
ein unglingi og fylgir øllum
tí, sum gongur fyri seg við
størsta áhuga.
- Ferðslan gongur væl og
uttan steðg, sigur hann.
Og tað er ein stórur lætti
fyri klakvískingar, sum
mangan hava staðið í lang-
ari bíðirøð við posthús-
hornið.
Nú koyra klaksvíkingar í ring
Elsti bilførari í Klaksvík, 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð, fekk heiðurin at verða fyrstur at koyra í rundkoyringini
Mynd: Símun á Høvdanum
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri, klippir snórin til
fyrstu rundkoyringina í
Norðoyggjum
Mynd: Bárður Lydersen
Næstur at royna rundkoyringina, var 86 ára gamli Jákup Biskopstø. Húsajakku, sum hann
verður róptur er javnan at síggja á prutli sínum og kann sigast at vera ein bygdarmynd í
Klaksvík
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
5
4