Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 219 - 18. november 2003 Nr. 219 - 18. november 2003 7 Hjúnini, Meinhard og Maria Olsen, eiga húsini í Runavík, sum verða nærmasti granni hjá ætlaða mentanarhúsinum – um húsið, sum ætlan- in nú er, verður bygt vestanfyri skúlan í Runavík. - Hvat er tað, tit skriva í blaðnum, spurdi Maria ein dagin, vit møttu henni í Runavík. Hjúnini eru ikki kunnaði um stóru byggiætlaninar MENTANARHÚSIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit vistu einki ítøkiligt um ætlaninar, fyrr enn Sosial- urin skrivaði um hetta. Sonur okkara, Jónstein, hevði hoyrt okkurt graml um, at ætlaða mentanar- húsið verður nærmasti granni hjá okkum. Eingin hevur kunnað okkum um nakað sum helst. Maria er vaskikona í høl- unum hjá arbeiðarafelag- num, Hæddini í Saltangará, har Sosialurin eisini húsast. Ein dagin eftir, at vit høvdu borið tíðindini um ætlaða mentanarhúsið, møttu vit Mariu í gongini: - Hvat er tað, tit skriva í blaðnum, spurdi hon. Maria segði, at eingin hevði kunnað tey um ætl- aninar, hóast húsini hjá teimum eru tey einastu, sum standa á økinum. Tískil vistu tey av ongum. - Sonurin, Jónstein, hevði sagt, at hann hevði hoyrt okkurt graml um ætlaninar – og, at tekningar av húsin- um fyrilógu. Kortini hvakk eg við, tá ið eg sá mynd av húsunum hjá okkum í Sosialinum. Eg helt ikki, at ætlaninar vóru komnar so langt, sigur Maria. Trongligt Nevndin í Mentanarhúsfe- lagnum, sum arbeiðir við ætlaða projektinum, hevur sagt, at Runavíkar býráð hevur víst teimum á eitt øki millum skúlan og húsini hjá Mainhardi og Mariu. Somuleiðis er sagt, at ætlaða mentanarhúsið verð- ur einar 800 fermetrar stórt. Økið millum skúlan í Runavík og húsini hjá Mainhardi er ikki stórt, og tá ið skúlin ætlandi eisini skal byggjast út vestureftir, kann tað vera torført hjá fólki at síggja, hvussu pláss eisini kann útvegast fyri einum húsi, sum er átta ferðir størri enn eini vanlig sethús. - Tá ið eg hevði lisið um ætlaninar, fór eg inn á bý- ráðsskrivstovuna, har eg hitti býráðsformannin, Rodmund Nielsen. Hann segði, at enn var langt á mál við mentanarhúsinum, og at her fór einki at henda fyri tað fyrsta. Rodmundur segði, at ætlaða skúlabygg- ingin í Runavík lá fremst í huganum hjá býráðnum, sigur Maria. Bert átta hús Maria og Mainhard Olsen bygdu húsini í Runavík 1957-1958 og fluttu inn í 1959. Húsini standa einsa- møll vestanfyri skúlan, niðan móti brekkuni. Síðan tey lótu húsini byggja, er Runavíkin og Runavíkar kommuna sum heild vaksin ógvuliga nógv. - Tá ið vit fluttu inn, vóru eini átta hús tilsamans í Runavík. Spurd, um tey eru órógv- aði, nú tað er uppá tal, at mentanarhúsið verður teirra næsti granni, sigur Maria: - Nei, tað eru vit ikki. Vit taka hetta púrasta avslapp- að. Maðurin hevur so gott sum einki sagt um hetta, men eg og sonurin, Jón- stein, hava tosað eitt sindur. Maria ásannar tó, at verð- ur mentanarhúsið í fram- tíðini teirra næsti granni, verður hetta er stór broyt- ing, tí sum er, standa húsini burtur frá øðrum húsum í friðarligum umhvørvi, har skúlin er næsti granni. Sum skilst, hevur Maria einki ímóti, at Runavíkin fær eitt mentanarhús, men hon dugir illa at síggja, hvussu pláss kann útvegast fyri einum so stórum bygn- ingi á økinum, har tey búgva – undir liðini á skúl- anum. Fornminni Nakað norðanfyri húsini hjá Mainhardi og Mariu stendur ein gamal "bunk- ari", sum bretsku hermenn- inir bygdu undir seinna kríggi. Í sínari tið varð hesin goymdur í lyngi, so hann ikki skuldi síggjast úr luftini. Bretar nýttu bunk- aran til verju av Skálafjørð- inum. - Í sínari tíð róptu tey hetta ein "festning". Seinni góvu børnini húsinum navnið, "gamla hús". Í dag verður bunkarin nýttur til seyðahús. Maria sigur, at fornminn- isfeløg hava vísti bunkar- anum áhuga, og hon ivast í, hvussu stórt plássið á øki- num er til skúla og mentan- arhús, um myndugleikarnir fara at krevja, at bunkarin verður verandi. - Eg havi einki ímóti einum mentanarhúsi, men eg haldi, at skúlin, sum er í Runavík, eigur at koma í fyrstu røð. Somuleiðis hevði eg hildið, at leingi ætlaða svimjihøllin í Runa- vík átti at havt hægri priori- tet, enn líkt er til, at hon hevur havt, sigur Maria Olsen. Mentanar- húsið verður nærmasti granni Mánadagin lógu ikki færri enn níggju skip landingarklár á P/F Beta FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Upsafiskiskapurin er rætti- liga góður í løtuni. Skipini fáa so nógv í lastina, sum manningin megnar at kryvja undan. Mánamorgunin lógu øll skipini hjá P/F Beta land- ingarklár í Saltangará; Gorpur og Skrápur høvdu 260.000 pund, Trastur og Skarvur 270.000 og nýggju trolararnir, Stelkur og Bakur, høvdu ikki færri enn 350.000 pund. Aftrat skipunum hjá Beta, lá eisini trolarin, Vest- urskin og garnaskipini, Oknin og Vesturland, í Sal- tangará. Ragnar Olsen sigur, at øll skipini hjá felagnum fingu uppí um vikuskiftið, og tí gjørdist landingartrýsið so stórt mánamorgunin. Hann vísir á, at tvey av skipunum fingu uppí fyrr enn væntað, og tí komu øll skipini inn í senn. - Skipini, sum hava verið úti longst, hava verið úti í eina viku, sigur hann. Góður fiskiskapur Ragnar sigur, at upsafiski- skapurin er góður, og skip- ini fáa so nógv, sum mann- ingin megnar at kryvna undan. Spurdur, hvussu upsa- støddin er, sigur hann, at fiskurin er misjavnur. - Tað er eisini ymiskt millum skipini, hvussu støddin á upsanum er – alt eftir, hvar tey royna. Á Beta megnaðu teir ikki av landa øll skipini mána- dagin; nøkur skip mugu tískil bíða til týsdagin. Væntandi verður onkur landing aftrat seinni í vik- uni, og eitt nú veit Ragnar at siga, at ein týskari, sum fiskar kongafisk, kemur aftur hesa vikuna. - Vit hava fingið at vitað, at vit fyribils kunnu vænta ein týskara um vikuna, sigur hann. 20 fólk í sving 10 mans eru beinleiðis við í landingini hjá Beta, og inni á virkinum taka eini sjey fólk ímóti fiskinum. - Við øllum, sum landa, skilja, pakka, avskipa og avgreiða landingar og avskipingar á skrivstovuni, eru eini 20 fólk beinleiðis knýtt at fiskinum, tá ið mest er at gera, sigur Ragn- ar Olsen at enda. Ein heilur skipafloti landar í Saltangará Garnaskipið, Oknin, var eitt av teimum níggju skipun- um, sum landaðu og lógu landingarklár í Saltangará mánamorgunin. Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg havi einki ímóti einum mentanarhúsi, men eg haldi, at skúlin, sum er í Runavík, eigur at koma í fyrstu røð. Somuleiðis hevði eg hildið, at leingi ætlaða svimjihøllin í Runavík átti at havt hægri prioritet, enn líkt er til, at hon hevur havt, sigur Maria Olsen. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6