Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 219 - 18. november 2003 Nr. 219 - 18. november 2003 9 MARKNAÐARRÁK Nú tíðarskeiðið við roknskapar- kunngerðum er um at vera av, á hesum sinni, hevur farna vika verið tunnligt við tíðindum. Ikki fyrr enn hósdagin í farnu viku vóru fyrsta áhugaverda búskap- arliga uppgerðin kunngjørd. Tal- an varð m.a. um amerikanska handilsjavnan, ið fall úr -39,5 milliardir dollarar í -43,3 milli- ardir. Onnur uppgerð, talið av teimum, ið søkja um dagpening, gjørdist eitt vet verri enn væntað, hóast talið sum heild var gott. Vánaliga gongdin í handils- javnanum fekk ávirkan á dollar- an, ið viknaði mótvegis evruni. Verður hugt eftir vikuni sum heild, er evran og danska krónan sostatt styrknaðar gott 2% mót- vegis dollaranum. Ein slík gongd er tálmandi fyri búskapin, og hetta er ein av orsøkunum til, at donsku lánsbrævarenturnar sum heild lækkaðu í farnu viku. Sum kunnugt hava kunngjørdu roknskapirnir, sum heild víst á eina góða gongd í inntøkunum. Hinvegin hevur vantað við útlit- ismetingum. Í farnu viku kom at kalla vend í, tá m.a. virkini GE og IBM kunngjørdu bjartar fram- tíðarvónir. Samstundis kunn- gjørdi Deutsche Telekom og Sie- mens góðar roknskapir. M.a. hesi viðurskifti elvdu til, at partabrøv hækkaðu í farnu viku. Líkt er til, at tað hóast alt glógvar í evropiska búskapinum. Eftir at evropiski búskapurin seinastu tríggjar ársfjórðingarnar hevur staðið í stað ella hevur havt afturgongd, vísta tøl, at hesin vaks 0,4% í 3. ársfjórðingi. Hetta er lágur vøkstur, men eitt fet rætta vegin. Marknaðarrák met- ur, at vøksturin komandi tíðini verður á lágum stigi og at tískil skal ikki roknast við evopiskar rentuhækking í bræði. Áhugaverastu roknskapirnir í vikuni verða teir frá Hewlett- Packard og HomeDepot. Home- Depot kann sammetast við ein timburhandil og úrslit og vænt- anir teirra kunnu siga nakað um virksemið í USA. Úr Danmark kunngera Coloplast, Jyske Bank og ISS. Fleiri áhugaverd lyklatøl verða kunngjørd í vikuni, millum annað prísvakstrartøl úr USA og Evropa, álitistøl og tøl fyri dag- peningaumsøknir úr USA. Tískil kann væntast, at virkan gerst óstøðug. Í farnu viku lækkaðu renturnar, men vit meta tað vera sannlíkt, at rákið við hækkandi rentum verður at síggja aftur hesa vikuna; hetta vil tó verða tengt at gjaldoyragongdini. Held- ur evran áfram at styrkjast, kunnu renturnar fella meira. Evropiski búskapurin í framgongd Vika 47, 2003 www.kaupthing.fo Ófriðarlig børn og órógvandi foreldur á skránni Tað eru ikki ófriðar- ligu børnini, sum bila, men tær umstøð- ur, vit bjóða teimum. Foreldur og samfelag mugu taka uppgáv- una í størri álvara. Hetta var boðskapur- in á stórari ráðstevnu á Læraraskúlanum um vikuskiftið. RÁÐSTEVNA Rigmor Dam Summi børn fylla so nógv á dagstovnum og í skúlunum, at stórur partur av tíðini hjá starvsfólkunum gongur við at fáa tamarhald á teimum. Tí er hetta ein trupulleiki, sum kjakast verður dúgliga um, tá fólk innan starvs- økið hittast. Tí skipaði Føroya Lær- araskúli í vikuskiftinum fyri megnar ráðstevnu, har evnið var "ófriðarlig børn og órógvandi foreldur." 320 fólk, sum dagliga arbeiða innan barnaøkið í Føroy- um, vóru savnað í Auluni, har tey eitt nú hoyrdu navn- framu donsku barnatals- mennirnar Erik Sigsgaard og John Aasted Halse. Endamálið við ráðstevnuni var at fáa íblástur og hug- skot til arbeiði við ófriðar- ligum børnum. Børnunum bilar einki At børn eru øðrvísi í dag í mun til fyrr, er eingin loyna, men hví er hetta so, og hvat kunnu vit gera við tað? Hvør hevur ábyrgdina av hesum og hvussu venda vit gongdini? Hetta vóru nakrir av teimum spurning- um, sum settir vórðu, og sum ymsu fyrilestrarhald- ararnar royndu at svara. Og eitt, sum fleiri ferðir varð ført fram, var, at børnunum sum heild bilar einki, men tær ansingar- og skúlaskip- anir, vit bjóða teimum, ikki nøkta tørv teirra, samstund- is sum nógv foreldur ikki hava gjørt sær greitt, at tíð og orka eru hornasteinar í einum og hvørjum foreldra- leikluti. Sum ein so rám- andi tók til, so eru nøkur foreldur, sum høvdu verið betur egnaðið sum ommur og abbar, tí tey ikki megna ella hava hug at taka á seg tær minni hugnaligu upp- gávurnar í samband við børnini, so sum at viðgera ósemjur og tvídráttir. Vit biða sjálvi um ófriðarlig børn Erik Sigsgaard, sum í skjótt ein mannsaldur hevur tikið lut í orðaskiftinum um barnauppaling og rættindini hjá børnum, hevur í stórari verkætlan kannað, í hvønn mun og hvussu ofta børn verða skeldaði á stovnum. Hann sigur, at børn, sum verða nógv skeldaði heima, eisini verða nógv skeldaði á stovnum og dagrøkt. Hetta ger børnini uppaftur meira órólig; tey lurta ikki ella gerast harðlig. So verða tey deild uppaftur meira, og ónda ringrásin gerst veru- leiki. Á ráðstevnuni vendi Erik Sigsgaard trupulleikanum ímóti okkum vaksnu, og segði, at tá vit hava skipað barnaøkið við stovnum og skúlum, sum í veruleikan- um als ikki hóska til nútíðar barnasinnið, so er tað í stóran mun okkum sjálvum fyri at takka, at so nógv børn eru órólig. Innan stovns- og skúlaøkið er ikki nógv menning ella broyting farin fram seinastu nógvu árini, samstundis sum vit ikki hava gjørt okkum greitt, at børn í dag liva utt- anfyri heimini í nógv fleiri tímar. Fyri fimmti árum síðani vóru børn 7.000 tím- ar á stovni og í skúla, meðan tey í dag eru 25.000 tímar heimanifrá. Eitt nú segði hann um skúlarnar: – At savna 24 javngomul børn á seksti fermetrum, 45 minuttir í senn, er óða- mannaverk. Ei undur í, at børnini gerast órólig. Ófriðarlig børn á stovnum John Åsted Halse, sum er formaður fyri Børns Vilkår í Danmark, greiddi frá ein- ari kanning um órólig børn á stovnum, sum felagið hevur staðið fyri. Úrslitið av kanningini vísti, at 13 prosent av børnum á stovn- unum eru ófriðarlig. Hann segði, at vit ikki í nóg stór- an mun hava gjørt okkum greitt, at umstøðurnar hjá børnum í dag eru nógv broyttar í mun til fyrr, og at vit ikki hava skipað um- støðurnar hjá børnum svar- andi til nútíðar samfelagið. Tí samstundis sum børnini eru vorðin alt meira sjálv- støðug, hava virkin foreldur og sum heild liva eitt sunt lív, so eru nógv børn, sum eru órólig, strongd, kenna seg til yvirs, og sum liva eitt sera ósunt lív. Tí er upp- gávan hjá fólki, sum starv- ast við børnum, eisini broytt nógv, og vit eiga at gera okkum greitt, at bæði foreldur og starvsfólk hava ábyrgdina av trivnaðinum hjá børnunum. Fjølbroytt ráðstevna Fleiri aðrir fyrilestarhaldar- ar vóru, so sum Svend Bak, høvundur til bókina "Tætte relationer", John Engel- brecht, heimspekingur og skemtari, Lene Lind, pedag- ogur og m.a høvundur til bókina "Forstå mig dog," og Hildur Patursson, pedagog- ur og serlærari, sum røddi um umsorgan og læru. Vit fara næstu dagarnar at viðgera evnið meira gjøllað, eitt nú við samrøð- um við teir báðar Erik Sigs- gaard, cand. ped.ped. barnagranskara, lektor og rithøvund av m.a. "Skæld ud,"og John Aasted Halse, cand.ped. og cand.psyk. og formaður fyri Børns Vilkår í Danmark. Lene Lind, pedagogur SKÁLABERG Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Starvsnæmingur Hesar seinastu dagarnar hevur tíðin mest sum staðið í stað, siga teir báðir Bergur Mikladal og Jón Jacobsen, sum seinastu tíggju vik- urnar á opnum havi hava verið til verka umborð á nýggja Skálaberg - Tùrurin hevur verið drúgvur, men kortini góður og eitt veruligt minni fyri lívið, eru báðir samdir um. Fiskiskapurin var eitt sind- ur slakur í fyrstani, men seinastu vikurnar hevur gingist væl so teir báðir klaksvíksingarnir kunnu síggja fram til eina hampu- liga avrokning, tá ið fisk- urin er seldur. Tað eru fáir sjómenn, sum hava gjørt sín fyrsta túr umborð á einum so stásilig- um og nýmótans skipi. Um- støðurnar umborð á Skála- berg eru av teimum allar- bestu og hjá ungum sjó- monnum er hetta eitt skip, sum gravgangur er at sleppa við. Í fríløtunum hugnaðu teir sær í messuni, teir hugdu í sjónvarp ella sótu teir framman fyri telduskýggjan. Eisini bar til at royna mongu maskinurn- ar í venjingarhølunum. Og sum vera man ber altíð til at práta og hugna sær á annan hátt. Ikki sjómenn sum vaksnir -Nei, eg ætli mær ikki til sjós aftur og havi sagt kjansin frá mær næsta túr, greiðir Jón Jacobsen frá. Og hóast Bergur heldur ikki ætlar sær at gerast sjó- maður burturav, sigur hann, at aftaná nakrar túrar aftur- at við Skálabergi fer hann væntandi at royna seg á landi. - Tað er sjálvandi ein løg- in kensla, at eg í hálvan triðja mánað ongantíð setti fótin á fasta jørð, sigur Bergur, og Jón leggur aftur- at, at teir hóast alt kortini vandi seg við hetta og tað rullið sum er á sjónum. Í fyrstani sloppu teir, sum so mangir aðrir sum royna sjólívið og hvat tað merkir ikki at hava fast undir fót- um. Bergur og Jón blivu eisini ruraðir í blund um kvøldarnar, arbeiðið var hart og kalt og onkuntíð tóktist tíðin mest sum at standa í stað. Men eisini umborð á skipi gongur klokkan og dagnarnir styttast eins og á landi. At fara frá skúlabonki til skips kann verða stór broyt- ing í lívinum. Men eisini tað harða arbeiðslívið gert gerandisdagur. Bergur lærdi seg skjótt at reinskera fiskin, meðan Jón stóð seg væl sum frystari úti á Bar- entshavinum. Hvørki hjá Bergi ella Jón bilti tað við sjóverki. Bara teir fyrstu dagarnar og teir dagar tá ið veðrið av álvara leikaði hart á. Men tað er gott at vera heima aftur eru báðir unglingarnir úr Klaksvík púra samdir um. Tíðindaskriv Fiskirannsóknarstovan 10. november var freist at søkja Fiskivinnuroyndir um stuðul til verkætlanir. 33 umsóknir komu inn. Søkt verður um eina sam- laða upphædd uppá kr. 9.068.637. Verkætlanirnar hava ofta ein part av fígg- ingini sum eginfígging og kann onkutíð harafturat vera talan um aðra fígging eisini (evt. útlendska). Verkætlanirnar hava tí eitt størri virði enn tað latið verður í stuðli frá FISKI- V I N N U R OY N D U M . Samlaða virðið á verkætl- anunum er mett til í minsta lagi kr. 13.907.616. Á myndini er lutfallsliga fígg- ingin avmyndað. Fiski- vinnuroyndir stendur fyri 64 % av metta virðinum. Umsøkjarar kunnu vera vinnufyritøkur, feløg, al- mennir stovnar og einstakl- ingar. Býta vit umsóknirnar eftir hesum síggja vit at: Vinnufyritøkur standa fyri 10 umsóknum Almennir stovnar 18 umsóknum og einstaklingar 5 umsóknum Raðfestu økini eru í ár 7 í tali. 6 fakøkir og sum tað nýggja tiltakið hesuferð: Vinnugranskaraskipanin. Býta vit umsóknirnar á økini er myndin henda: Býtið av umsóknum á á raðfest økir Fiskiskapur við ábyrgd 37% Gagnnýtsla av øllum 21% sjómatartrygd og nøgd- semi brúkarans 18% Virðisøking av upsatil- feinginum 0% Búskaparlig og samfel- agslig menning av fiski- vinnuni 12% Heilsa, trygd og Um- hvørvi 3% Vinnugranskarar 9% Um vit sammeta við árið í fjør, eru fleri áhugaverd viðurskifti. • Samlaða talið av um- sóknum er nakað minni í ár (33) í mun til í fjør (38). Men hinvegin er dygdin í umsóknunum væl betri hesuferð. Tilvitanin um, at tað er kapping um pengarn- ar ger, at umsøkjarin ger sær størri ómak við hug- skotinum, fyrireikingunum og neyðugu skjalprógvun- um. • Vinnufyritøkur síggja eisini, at tað er ein fyrimun- ur at hava nakað av egin- fígging við í umsóknini, og tí sæst ein lutfallsligur vøkstur í eginfíggingini, har vinnufyritøkur eru um- søkjararar. • Almennir stovnar eiga tó enn lutfallsligu størstu rúgvuna av umsóknum, og tað sær ikki út til at minka, heldur tvørturímóti. • Tað tykist ikki at verða nakar áhugi fyri at gera verkætlanir innan virðis- øking av upsatilfeinginum. Kanska hongur hetta saman við, at upsaprísurin er so metlágur, at fyritøkur og stovnar eru eitt sindur mót- leys í løtuni. • Tað tykist at vera ein vaksandi áhugi fyri teimum nýggju økjunum: Búskap- arlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og Heilsa, trygd og Umhvørvi. • Tað er at fegnast um, at tikið er so væl ímóti nýggju skipanini við vinnugransk- arum í vinnulívinum. Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimálaráðn- um, sum hevur til endamáls at stuðla undir gransking og menning í fiskivinnuni. Málsviðgerðin av umsókn- unum um verkætlanir fyri 2004 verður liðug til jóla. UMBOÐAN Tíðindaskriv Kjølbro Heilsøla hátíðar- heldur í hesum døgum eitt ára dagin fyri yvirtøku av Mustad egningarmaskin- unum í Føroyum. Hóast tað, so heldur stjórin, Jákup Mikkelsen, tað ikki vera tíð til at taka sær av løttum og hevur boðað frá broytingum fyri at betra og arbeiðsgongdina meira munadygga. Frá 1. desember verður sølan av maskinum, eykalutum, lín- um og húkum samaløgd og stjørnað av einum persóni, heldur enn av trimum, sum skipanin er í løtuni. Tað verður framyvir Finn Bald- vinsson, ið átekur sær hesar skyldur. Uppseting og um- vælingar verða gjørdar av POMEK, sum sendir nak- rar mans til Noregs at fáa sær kunnleika og royndir. Stórar broytingar eru eis- ini nýliga gjørdar á høvuðs- deildini hjá Mustad í Noregi. Bæði Leif Erich Dørffel og Svein Erik Bakke, sum fleiri føroying- ar hittu á framsýningunum í vár og á fiskistevnuni í Runavík, eru farnir frá Mustad, og John Ragnar Larsen hevur tikið ábyrgd- ina av søluni í Føroyum. Poul Andrias Mikladal hevur fingið tøkk fyri sítt góða arbeiði at samskipa marknaðarføringina av Mustad og at seta upp eina 24-tíma tænastu. Eisini hevur hann gjørt eitt grund- leggjandi arbeiði fyri at fáa Mustad umboðanina at virka. Hann heldur fram sum marknaðarleiðari á Kjølbro Heilsølu við ser- ligum atliti til at fáa fyri- tøkuni ISO9000 status. Annað lív hjá tannáringum úr Klaksvík: Ruraðir í blund á sjónum Stuðul til fiskivinnuroyndir Broyting í Mustad-umboðan C M Y K 9 8