Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 219 - 18. november 2003 Nr. 219 - 18. november 2003 11 Hergeir Nielsen Hevur løgtingið framt samtykt, sum er brot á donsku grundlógina, og er løgmaður samdur í hesum? Er umsitingar og lógar- førleiki okkara nóg neyv- ur, ella er talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu? Hvørji neyðug stig ætlar løgmaður sær at taka fyri at fremja løgtingssam- tyktina, nú tað er álagt landsstýrinum at taka øll neyðug stig í sambandi við at fremja limaskap okkara í Norðurlanda- ráðnum. Viðmerkingar: 18. mars 2003 samtykti løgtingið, - at Føroyar skuldu søkja um fullgildugan lima- skap í Norðurlandaráð- num, - at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugur avtalupart- ur í felags norðurlendsk- um sáttmálum, og - at landsstýrið skuldi taka øll neyðug stig í hesum sambandi. Søguliga gongdin í málin- um varð væl og virðiliga lýst, og eitt samt løgting at- kvøddi fyri at samtykkja uppskotið eftir tilmæli frá einari samdari uttanlands- nevnd. Undan framløguni hevði málið fingið vanliga við- gerð, varð fyrireikað av løgmálaráðnum og fram- lagt av landsstýrismann-in- um í lógarmálum. Upplýst varð í málinum, at landsstýrið hevði kann- að, hvat í høvuðsheitum kravdist løgfrøðiliga, fíggj- arliga og umsitingarliga til tess at hava fullgildugan limaskap í Norðurlanda- ráðnum, og svarað varð, at hetta kravdi broytingar í Helsinki-avtaluni, so Før- oyar verða sjálvstøðugur, fólkarættarliga avtalupart- ur. Samsvarandi hesi løg- frøðiligu niðurstøðu mælti landsstýrismaðurin í lógar- málum løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Málið varð eins og onnur mál borið løgtingsskriv- stovuni til fyrireikingar. Eftir § 57 í tingskipanini skal løgtingsformaðurin, eftir at hava fingið sam- tykki frá formansskap-in- um, mæla løgtinginum til at vísa burtur uppskot, sum ganga ímóti grundlóg ríki- sins, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini, ting- skipanini ella millumtjóða sáttmála. Løgtingsformaðurin burturvísti ikki hesum máli sum verandi í stríð við omanfyri nevndu galdandi lóggávu og hevur tvørtur- ímóti sum evsti fyrisitari løgtingsins góðkent allar vanligar mannagongdir innan føroyskt lóggávu- smíð í hesum máli. Lokala umboð forsætis- málaráðharrans á tingi, ríkisumboðið, nýtti ikki høvið eftir § 15, stk. 2 í heimastýrislógini at føra fram nøkur sjónarmið, ið ávaraðu løgtingið ímóti at gera seg inn á danskan lóg- gávurætt. Føroya Løgting hevur síðani í góðari trúgv sam- tykt hetta mál, og løgmaður hevur í minst líka so góðari trúgv lýst málið sum gald- andi rætt. Hóast føroyskt lógarsmíð er farið fram á regluligan hátt fáa vit málið aftur í gráum kálvsskinni frá for- sætismálaráðharranum vís- andi til, at løgtingssamtykt- in er í stríð við grundlóg- ina. Ongastaðni undir allari málsviðgerðini sæst løg- maður, landsstýrismaðurin í lógarmálum, løgdeildin, løgtingsformaðurin, løg- tingsumsitingin, løgtingið, uttanlandsnevndin ella ríkisumboðið hava ansað eftir, at hesi mál eru í stríð við danska rættarskipan ella sjálva grundlógina, og spurt verður tí, um lógar- førleiki okkara er nóg neyvur, ella um talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu. Niðurstøðan hjá danska forsætismálaráðharranum er jú, at føroyska heima- stýrið undir evstu ábyrgd av løgmanni og løgtingsfor- manninum hevur gjørt seg inn á grundlógartryggjaði rættindini hjá danska stat- inum yvir Føroyum. 22. nov. 2001 samtykti løgtingið einmælt eftir tilmæli frá eini samdari rættarnevnd uppskot til ríkislógartilmæli um av- tøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum og 3. desember 2001 staðfesti og fráboðaði løgmaður ríkismyndugleikunum hetta ríkislógartilmælið. Hetta ríkislógartilmælið varð kortini ongantíð sett í gildi av donsku ríkismynd- ugleikunum, men varð ver- andi galdandi rættur í Før- oyum móti løgtingsins vilja. 2. mai 2003 samtykti løg- tingið einmælt eftir tilmæli frá eini samdari rættar- nevnd uppskot til ríkis- lógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum v.m. Hetta ríkislógartilmæli varð kortini ongantíð sett í gildi av donsku ríkismynd- ugleikunum, men varð ver- andi galdandi rættur í Før- oyum móti løgtingsins vilja. Hesi dømi av fleiri benda á, at talan er um sera álv- arsliga afturgongd í ríkis- rættarligu viðurskiftum okkara, har sjálv rættar- trygdin innan ríkisrættin tykist vera fokin. Sum omanfyri lýst eru lógliga viðgjørd og av løgtinginum einmælt sam- tykt uppskot til samtyktar afturvíst sum verandi í stríð við donsku grundlógina, og harafturat eru fleiri ríkis- lógartilmæli sett í gildi móti løgtingsins vilja. Skilligt er, at føroysk og donsk áhugamál sampakka ikki á fleiri týdningarmikl- um økjum, og at føroysk lóggáva rennur seg ímóti ásetingunum í donsku grundlógini serliga hvat møguleikum okkara við- víkjandi víðari samstarvi við hini norðanlondini við- víkur. Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógarverkið er nóg væl at sær komið, ella um danska grundlógin, sum føroyingar ongantíð hava samtykt, veruliga fer at forða okkum í fullgildigum samstarvi við hini Norðan- londini. Tá røddir hava verið frammi viðvíkjandi almennum inn- trivum í rækjuvinnuna, alivinnuna ella aðrastaðni, so hava yngru kreftirnar í Tjóðveldisflokkinum verið sera hart ímóti. Tosað hevur verið um aftur í 80’ini, og hvussu almennur studningur til vinnulúvið er av tí illa. At hesi fólk, so umboða somu samgongu, ið gav stuðulslán til rækjuflotan fyri fáum árum síðan, verður sjáldan nevnt. Tað er rætt, at studningur er nakað, ið landið skal verða sera varið við, tá slíkt skjótt kann gerast ein koddi hjá vinnulívinum. Hetta kenna vit frá nýggjari føroyskari søgu. Fyribils rakstrarstudningur er ikki gott, tí hesir hava søguliga havt ein keðiligan tendens til at gerast varandi loysnir. Eitt er beinleiðis studningur í pengum, men tað er so nógv annað, politiska skipanin kann gera, fyri at stuðla vinnulívi. Protektionisma við at lóggeva mørk fyri inn og útflutningi, tollpolitikkur og annað, kann eisini verða studningur til vinnulívið. Slíkur studningur kann hava júst somu avleiðingar, sum ein beinleiðis peningalig innspræning. Fólkaflokkurin hevur í eitt mannaminni látið sum um, at hann er so liberalur, at hann er ímóti almennum studn- ingi, men hann hevur hóast hetta, næstan altíð verið í fremstu røð, tá so gjarað hevur verið út úr almennum kassum gjøgnum ymsar kreativar stuðulsskipanir. Hetta er dupultmoralur, tí man letst halda eitt, og ger so nakað annað. Hinir flokkarnir á tingi hava sanniliga eisini verið við til at samtykt meiri og minni hepnar stuðulsskipanir og protektionisktisk átøk, men hetta hevur verið gjørt opið og alment. Til dømis var lógin, ið vardi arbeiðspláss á Elektron í kreppuárunum, alment fráboðað sum ein protektionistisk lóg, ið vardi føroysk arbiðspláss, tá tørvur var mest á hesum. Nú er ein flokkur, ið letst verða konsekvent ímóti øllum almennum studningi til vinnulívið. Tað er Tjóðveldis- flokkurin. Hetta er sjálvandi fyriuttan ideologisku frasurnar hjá Fólkaflokkinum um privata initiativið o.s.fr., men vit vita jú av søguligum royndum, hvussu nógv hesi føgru orð eru verd. Tað er sera naivt og bláoygt at halda, at um landið bert kann halda fingrarnar burtur frá øllum, so orna marknaðarkreftirnar rest. Hetta er naivt, tí EU og flestu samstarvslond okkara ikki hava fríar marknaðir. Vit kunnu nevna marknaðin fyri laks sum dømi. At yngru tjóðveldisfólkini hava eina linju, hevði verið alla æru vert, um tey fylgdu linjuni. Tað gera tey ikki. Málið um Elektron er sera óheppið. Høgni Hoydal ger sambært formanninum í Dáturáðnum eitt vinnupolitiskt inntriv við at forða føroysku peningastovnunum at útflyta upplýsingar. Hann ger eina protektionistiska kunngerð sum einki annað er enn ein stuðul, so arbeiðið má gerast í Føroyum. Hetta kundi verið gjørt opið av einum vinnumálaráðharra, men ístaðin verður tað gjørt undir einum øðrum spjaldri av einum løgmálaráðharra. Hetta er einki minni enn skápsprotektionisma. DAGSINS MEINING Sosialurin Skápsprotektionisma VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Fyrispurningur til løgmann um rættartrygdina í ríkisrættinum VIÐMERKINGAR Ólavur Rasmussen Leirar Fylgdi við stórum áhuga Breddanum í sjónvarpinum sum viðgjørdi spurningin um eina møguliga komm- unusamanlegging í Suður- oy. Ein góður og sakligur Breddi, sum gav borgar- stjórunum í oynni og einum borgara úr Sandvík høvi til at siga sína hugsan um eitt mál, sum er áhugavert hjá okkum øllum her suðuri - og sjálvandi eitt sindur eymt eisini. Hóast eitt sind- ur ymiskir á máli vóru allir borgarstjórarnir tó samdir um eitt, at tað verður ikki talan um nakra kommu- samanlegging her og nú. Her er nógvir steinar sum skulu vendast og nógv sum skal mýkjast, áðrenn ein fe- lags kommuna verður veru- leiki. Hetta haldi eg er skilagott. Tí tað hevur verið ov nógv í føroyskum politikki í seinastuni, sum verður kroyst omanyvir høvdið á borgarunum. So heldur siga sum Gorbatjov, lat tað grógva saman, sum hoyrir saman. Og eg ivist onga løtu í at Suðuroyggin hoyrir saman, øll sum hon er. Borgarin úr Sandvík, Elberg Klettheyggj, nart við ein ógvuliga centralan spurning, nevniliga støð- una, sum tann lítla bygdin er í, um talan verður um samanlegging. Hann nevndi m.a. vandan fyri, at ein stór kommuna fór at spara smáar bygdaskúlar burtur, tí at ovmikið av plássið var í teimum stóru skúlunum. Har haldi eg, at ein og hvør lóggáva, eisini ein kommunal eind, eigur at taka støði í at verja tey veikastu liðini. Harum- framt haldi eg principielt, at vit eiga at verja um teir smáu bygdaskúlarnar, tí børnini eru okkara framtíð — og sjálvur krumtappurin í kjakinum um kommunala samanlegging, tí vit missa tey ungu av oynni. Borgarstjórin í Hvalba, Levi Niclasen, gjørdi siðil- iga grein fyri, at hann per- sónliga helt at ein komm- una altíð eigur at royna at klára seg sjálva. Hetta haldi eg hevur allan heiður uppi- bornan. Hvalbingar eru eisini óførir og draga øgilig virði uppá land. Tað var tó eitt hann segði, sum eg fegin vil viðgera eitt sindur nærri. Tað var tá hann ivað- ist í, hví spurningurin um kommusamanleggin júst nú skuldi gerast so aktuellur. Hann loyvdi sær at ivast í, um hetta ikki var ein so- kallað dilla, sum hevði stungið seg upp í løtuni. Fyri at halda meg til hetta stuttliga og fitta orðið dilla fari eg at venda spurning- inum á, og spyrja: Er tað ein dilla, at unga fólkið flytur av oynni? Ella býr nakað grundleggjandi undir hesum útflutningi av ung- um menniskjum? Nógv av okkara unga fólkið fer burtur at lesa - og hevur einki at koma aftur til her á oynni. Eg veit frá tíð- ini sum studentaskúlalærari í Vági, at nógv tann størsti parturin av ungdóminum vildi fegin koma aftur, men ásannaði samstundis, at hetta ikki fór at blíva soleiðis. Hetta er ikki bara spell — men ein vanlukka! Tí haldi er tað er uppá tíðina at skjøtil verður sett- ur á eina felags kommunu — ikki í bráræsni, men við at byrja at taka spurningin upp — so vit kunnu taka nøkur stór, ítøkilig felags tøk fyri at seta krøv, sum aðra staðni í landinum eru ein sjálvsagdur lutur. Talan er um ein hóp av málum, men onkunstaðni skulu vit byrja. T.d. kunnu vit spyrja, hvør eigur lívið í strandfersluni í dag? Svarið er einfalt, tað er Smyril, fyrst og fremst og uppaftur meira tá ið norðoyatunnilin er liðugur. Tí haldi eg tað er ein sjálvsagdur lutur, at umsitingin av strandferðsl- uni verður flutt til Suður- oyar, ongantíð ov skjótt. Fyri Havnina hevur hetta ongan týdning — fyri Suðuroynna hevur hetta alstóran týdning, tí oyggin skríggjar eftir almennum arbeiðsplássum til útbúgvin fólk. Tey, sum siga at hetta ikki ber til, kunnu spegla sær í Heilsuskúlanum á Tvøroyri, sum nærum var kolaður í sand og øsku av fakfólki norðanfjørðs, men róstur til skýggja av teim- um, sum brúka hann í dag. Hetta er sum við kettlingin- um, ein dag i fremmandum húsi, so er hann húsvandur. Og latið okkum so fyri alt í verøldini ikki byrja at keglast um, hvar henda umsitingin skal liggja, tí so verður hon liggjandi har, sum hon liggur í dag. Tí tað er tíverri soleiðis tað plagar at enda. Tískil henda al- menna áheitan á tykkum Jóannes Eidesgaard, Hen- rik Old, Hergeir Nielsen og Jóhan Dahl, kunnu tit ikki taka lógvatak saman og í felag leggja uppskot fyri tingið, at umsitingin av Strandfaraskipum Landsins verður flutt hig- ar suður. So vísa vit í verki, at vit eisini kunnu standa saman landspolit- iskt, til frama fyri Suður- oynna. Og gloymið ikki, at tað avgerandi ikki er hvør politiskur flokkur fær heiðurin fyri at tað hendir nakað — tað avgerandi er AT tað hendir nakað. Næsta stóra stigið verður so at taka eitt tak at fáa fast samband millum Suður- oynna, Sandoynna og meginlandið, tí tástaðni eru vit ein veruligur partur av Føroya landi, sum kann bjóða ungdóminum og okk- um øllum tað sama, sum aðrir føroyskir landspartar — og ikki minst, Føroyar vera bæði størri og ríkari! Føroya løgmaður hevur longu tikið tráðin upp, so nú er at smíða meðan jarnið er heitt. Tí at orð kosta einki, tað er verri tá tað kemur til handlingar. Loksins kann eg skoyta uppí, at Smyril er eitt gott dømi um, at vit eisini duga at samstarva, tí uttan sam- anhald fingu vit ikki hetta skipið. Men Smyril má ikki gerast ein koddi, sum um allir trupulleikar eru loystir við honum. Persónliga gleði eg meg til tann dagin, at fast samband er millum Streymoynna og Sand- oynna, og at farið verður av Hvalba á Sandoynna við einum fyri vinnulív og ferðafólk hóskandi skipi, sum siglur reguliga — til fast samband er millum Viðareiði og Sumbiar. Smyril er so framkomið skip og eftir øllum at døma rættiliga bíligt av stórpolit- iskum, ES-ávum, at hetta far kann gerast eitt gott íkast til at fremja í verki eitt risatak, sum í dag kann tykjast mongum ómøguligt. ELLA! Kanska skulu vit bara halda okkum til ver- andi farleið, og bora hol millum Sandoynna og Suð- uroynna fyrst. Ja, hví ikki?! Suðuroyggin er longst burt- ur og tískil mest hótt. Òmøguligt? Bara í huga- heiminum, ikki í verki. Hugsið tykkum psykolog- iska týdningin av eini slík- ari ætlan, tað hevði verið sum ein rein kollvelting líka úr Sandvík til Sumbiar — og úr Sumba til Gása- dals! Tí tá er tað bara eitt hanagleiv á meginlandið — og ein spurningur um tíð, til áfast er. Jú sanniliga, stórar av- bjóðingar liggja fyri framman — avbjóðingar, sum liggja í okkara hond- um. So einaferð enn góðu Jóannes Eidesgaard, Hen- rik Old, Hergeir Nielsen og Jóhan Dahl, fáið í felag hetta mál á politiska breddan, t.d. við at leggja uppskot fyri tingið um at skipa ein Suðuroyar- grunn, hvørs endamál er fast samband.. So fáa vit í hvussu so er eina psyko- logiska innspræning, sum vit hava so hjartaliga brúk fyri. Hesin grunnur hevur longu eitt virði av eini 300- 400 milliónum krónum, við nýggja Smyrli. Tit fáa fiski- málaráðharran Jacob Vest- ergaard at stuðla tykkum, tað ivist eg ikki í. So kann tingmanningin í øllum flokkum vísa í verki, um teir meina nakað við øllum orðunum um veruligan útjaðarapolikk. Við vón um eina skila- góða kós fram móti eini felags kommunu í Suðuroy — ella sum minsta krav, samstarv í verki á øllum frontum, so verulig úrslit spyrjast burtur úr. Jan Christiansen borgarstjóri Tá ið Tórshavnar kommuna og Kollafjarðar kommuna løgdu saman, var bert okk- urt hendinga óbygt set- húsagrundstykki í Kolla- firði tøkt, og eingin út- stykkingarætlan var gjørd. Eisini skal sigast, at kommunan ikki átti nakað byggilendi. Síðani samanleggingina, hevur kommunan gjørt eina nágreiniliga heildarætlan fyri allan Kollafjørð, sum ætlandi verður lýst sum byggisamtykt fyri bygdina. Heildarætlanin, sum í løt- uni er til polittiska viðgerð, verður væntandi løgd al- ment fram í ár, soleiðis at øll kunnu koma við við- merkingum til ætlanina. Tá støða so verður tikin til nýggja byggisamtykt fyri Kollafjørð, eru allar við- merkingarnar viðgjørdar. Heildarætlanin fyri Kollafjørð gevur stórar møguleikar fyri sethúsa- bygging í framtíðini, fleiri øki eru løgd út til byggi- lendi, sum kunnu útvega fleiri hundrað bústaðir. Havast má kortini í huga, at kommunan ikki eigur stórvegis lendi í bygdini, so at komandi sethúsaút- stykkingar mugu gerast á privatari- ella á landsjørð. Í hesum valskeiðinum eru fleiri útstykkingar í Tórshavnar Kommunu settar í verk. Tær størstu eru: • Útstykking í Hoyvíks- haganum • Íbúðabygging á Berja- brekku • Íbúðabygging við Løg- mannabreyt • Samanbygd hús við Løg- mannabreyt Hesar útstykkingar geva 130 grundstykkir, 100 íbúðir og 145 samanbygd hús. Tað gevur tilsamans 375 bústaðir. Afturat hesum 375 bú- staðumum, eru fleiri privat- ar útstykkingar gjørdar, so- leiðis at íalt eru útstykk- ingar gjørdar ella settar í verk, sum útvega uml. 500 bústaðir. Jákup Suni spyr: 1. Er tað meiningin, at ein skal leita sær útum kommununa fyri at fáa eitt grundstykki? Svar: Kommunan roynir at nøkta eftirspurningin av grundstykkjum, men tá bíðilistin til grundstykkir er uppá uml. 1000 fólk, kann roknast við bíðitíð. 2. Hvat fyri ætlanir hevur Tórshavnar kommuna í Kollafirði, viðvíkjandi út- stykking til sethúsabygg- ing? Svar: Kommunan fer at gera útstykkingar í Kollafirði, soleiðis at tey, sum ynskja at búseta seg í Kollafirði, hava møguleika fyri hesum. 3. Um ein ætlan er, hvar í bygdini er so ætlan at stykkja út? Svar: Tá byggisamtyktin fyri Kollafjørð er broytt, verða fleiri møguleikar, at stykkja út. Kommunan hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvar fyrsta út- stykkingin verður 4. Hvussu langa tíð heldur borgarstjórin, tað fer at ganga frá nú av, til komm- unan hevur nøkur grund- stykkir til sølu?. Svar: Um alt gongur eftir ætl- an, so kann farast undir eina nýggja útstykking í komandi ári, soleiðis at grundstykkini standa byggiklár í 2005. 5. Nær væntar borgar- stjórin at grundstykkja- tørvurin í Kollafirði er nøktaður? Svar: Nær grundstykkjatørv- urin í kollafirði er nøkt- aður, er ógvuliga torført at svara . 75 av teimum uml. 1.000, sum standa á bíðilista til grundstykki í kommununi, ynskja grundstykki í Kollafirði (fleiri av hesum 75 taka eisini til takka við eitt grundstykki í Havn). 6. Hvat við teimum fáa grundstykkjunum, sum vóru klár, áðrenn komm- unurnar vóru lagdar saman. Hví verður ikki bygt á teimum ? Svar: Øll kommunal sethúsa- grundstykkir eru seld. Ein útstykking var gjørd, sum kom so tætt at lands- vegnum, at tað ikki kundi byggjast á stykkini, hendan útstykking er rættað, soleiðis at byggj- ast kann. At enda kann leggjast aft- urat, at arbeitt verður eisini við útstykkingarætlanum í Kaldbak og úti á Argjum, so at ungdómur, ið er knýtt- ur at hesum bygdum, ikki verður noyddur at flyta úr heimbygdini. Áheitan á teir fólkavaldu í Suðuroy! Aftursvar til greinina hjá Jákup Suna Jacobsen : "Hvat, hví, hvussu og nær?" C M Y K 11 10