týsdagur 18. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 219 - 18. november 2003
Nr. 219 - 18. november 2003
13
tórbjørn jacobsen
Millum manna verður hild-
ið, at hetta vóru orðini sum
feldu Richard M. Nixon.
Watergate-málið var komið
í hæddina og amerikanski
forsetin gjørdi eina seinastu
roynd at vinna fólksins og
tjóðarinnar álit aftur. Og
ongum at siga, so gjørdist
júst hendan málberingin, á
politisku eggini, I´m not a
crook — Eg eri ikki óreiði-
ligur, endaligi katalysator-
urin til eitt politiskt sjálv-
morð, sum ikki eigur sín
líka í amerikanskari søgu.
Hetta hendi fyri tríati
árum síðani, og eftir tað
hava tey flestu, sum koma
sær alment fram, roynt at
skáka sær undan hesi orð-
ingini ella málbering sum
líkist hesum.
Hetta forðar tó ikki
Bjarna Petersen, skipara í
Kollafirði, at gera somu
royndina. Í einum lesara-
brævi í Sosialinum fríggja-
dagin útbasunerar hann so
bombastiskt: "Arctic Vik-
ing er ikki veiðitjóvur" tvs.
"Eg eri ikki veiðistjóvur."
Nú er tað ikki politikkur,
men rækjufløkjan, sum
Ingolf á Marknagarði so
beinrakið nevnir kvota-
málið í Eysturgrønlandi, ið
tað snýr seg um. Og í mun
til Nixon so skal eg hervið
staðfesta, at eg onga sum
helst orsøk havi til at halda,
tíansheldur at skuldseta,
Bjarna og hansara menn
fyri at vera veiðitjóvar. Tað
segði eg honum eisini í
telefonini seinasta fríggja-
dag. Tað er rætt at eg lovaði
honum eina almenna rætt-
leiðing, men somuleiðis
visti hann eisini frá sam-
røðuni, at undirritaði var
sperdur av arbeiði og skuldi
av landinum sama dagin. Tí
kemur hetta skrivið ikki
fyrrenn nú.
Kollfirðingarnir og vit
avráddu keypið um tær
báðar Kjølbro kvoturnar
um somu tíð. Somuleiðis
var tað við kvotuni hjá
Kappanum, sum vit keyptu
hvør sína helvt av. Í sam-
band við at vit ætlaðu okk-
um til Eysturgrønlands um
mánaðarskifti november-
desember, ringdi eg til reið-
aran á Kappanum, Sofus
Poulsen, og spurdi hann um
alt nú var í lagi við keyp-
inum, soleiðis sum vit
høvdu avrátt tað. Tað helt
hann ikki, sambært boðum
frá Fiskiveiðieftirlitinum.
Seinri kom so hitt famøsa
brævið frá efirlitinum, sum
bæði vit og kollfirðingarnir
eisini fingu eitt avrit av í
postinum, harið stendir
skrivað: "Vísandi til avtalu
millum P/F O.C.Trol og
M.tr Napoléon v/ Kongs-
havnar
Útgerðarfelag,
Glyvrar um sølu av 57,5
tonsum av rækjum burtur
av rækjukvotuni í Eystur-
grønlandi hjá M.tr Kapp-
anum til M.tr Napoléon,
skula vit við hesum siga
frá, at vit við heimild í § 15
í løgtingslóg nr. 28 frá 10.
mars 1994 við seinni broyt-
ingum, hava góðkent oman
fyri nevndu sølu/keyp. Av tí
at avtala eisini er gjørd við
annað skip um sølu/keyp av
somu nøgd av rækjum
undir Eysturgrønlandi og
við tað at tað ikki er pláss
fyri hjá báðum skipum at
gagnnýta kvotuna fult út,
verður boðað frá, at tað ikki
ber til hjá báðum skipum at
gagnnýta keypið fult út."
Higartil
hevur
einki
leikfólk tíansheldur nakar
løgfrøðingar sett seg føran
fyri at greina hendan krypt-
iska tekstin. Men saman-
umtikið fáa oyramenninir
bara at vita, at tann kvotan
(115 tons) sum teir høvdu
fingið tillutaða frá almennu
umsitingini ikki er til, í
hvussu er ikki í fult mát.
Harvið má onkur hava etið
burturav kvotuni hjá Kapp-
anum, og tað er, sum rími-
ligt er, ein stórur trupul-
leiki fyri eigararnar, mót-
vegis triðja parti/pørtum
sum sølu/keyps-sáttmáli er
gjørdur við, í hesum førin-
um okkum og Líðina í
Kollafirði. Eingin hevur
enn frá almennari síðu
verið frammi og greina
hvussu hetta málið hongur
saman.
Skuldu Bjarni og aðrir
havt fingið tað fatan at
undirritaði
hevur
lagt
Arctic Viking undir at hava
sleikt burturav hesi kvot-
uni, ið verður søgd at vera
vorðin burtur, tá hevur
hetta absolut einki við
veruleikan at gera. Einasti
blaðmaður ið hevur tosa
við meg um hetta málið er
Ingolf S. Olsen á Dimma-
lætting. Greinin stóð á for-
síðuni týsdagin 4. novemb-
er. Í greinini stendur einki
um at Arctic Viking hevur
fiska meira av kvotuni hjá
Kappanum enn tann partin
sum teir sjálvir høvdu
keypt. Hinvegin stendir tað,
at eitt mál er latið fútanum
viðvíkjandi Arctic Viking,
men tað snýr seg um eitt
heilt annað mál, og tað hava
fleiri, eisini undirritaði, vita
í heilt langa tíð. Sum eg
fráboðaði Bjarna í telefon-
ini, so hevur Ingolf yvir
fyri undirritaða váttað, at
soleiðis
hongur
hetta
saman. Eitt annað er so tað,
at Útvarpið endurgav úr
greinini
í
tíðindunum
mánakvøldið, dagin fyri
útgávudagin, og eg skal
geva Bjarna, sum tá var á
heimleið av Flamingja-
grunni, rætt í tí, at soleiðis
sum tað varð skrivað og
lisið í útvarpinum, so kundi
tað meiri enn so skiljast so-
leiðis, at undirritaði hevði
ákært kollfirðingarnar fyri
at vera veiðutjóvar. Tað má
so vera trupulleikin hjá
útvarpinum og ikki hjá
undirritaða.
Hetta
fútamálið
hjá
Bjarna kundi nú líka so væl
hingið um hálsn á mær,
sum á honum. Tað er rein
tilvild at kvotan hjá Fugl-
bergi endaði í Kollafirði og
kvotan hjá Sjúrðarbergi
endaði á Glyvrum. Tað
kundi eins væl verið øvut.
Og umframt øll tey diffusu
signalini ið komin eru úr
Fiskimálaráðnum, síðani
hetta málið tók seg upp, so
skilji eg ikki at tær almennu
Føroyar ætlaðu sær at bíða
við at útluta hesi 115
tonsini hjá "Fuglbergi" till
nýggjársaftan á miðnátt, tí
man ikki skuldi vita um
Kjølbro hevði ætlanir um at
keypa eitt skip til kvotuna.
Tá ið avtala verður gjørd,
líkamikið
um
hon
er
munnlig ella skrivlig, ímill-
um teir og Líðina, so er tað
vælsaktans eitt greitt tekin
um at Kjølbro ongar ætl-
anir hevði í so máta. Tá er
tað ið so skilaleyst, at
umsitingin ætlar, at Føroyar
skula brenna inni við
hesum 115 tonsunum um
ársskiftið. Sum enntá eru
fingnar til høldar í býtis-
handli
við
tilfeingi
á
føroyska landgrunninum.
Politiska skipanin hevur
ígjøgnum alt hetta árið havt
ætlanir um og hevur síðani
broytt skipanina um sølu av
tillutaðum kvotum í Eyst-
urgrønlandi, sjálvandi av tí
sannroynd at skipanin ikki
virkaði. Tí fer tað at koma
óvart á mangan um land-
fogeden, ella rættari fútin,
yvirhøvur fer at gera meira
við hetta málið.
Og tey munna ikki vera
so fá í hesum landinum,
sum spyrja seg sjálvi,
hvussu tað gongst við at
halda skil á veiðuni á
føroyaøkinum, harið fleiri
hundrað túsund tons verða
veidd, táið so illani gongst
at halda skil á hesum væl-
signaðu 1150 tonsunum av
rækjum í Eysturgrønlandi,
sum skula býtast ímillum
nøgur fá skip.
Summa
summarum.
Undirritaði hevur ongantíð
ákært kollfirðingarnar fyri
at vera veiðutjóvar. Kenni
onkrar av teimum somikið
væl, havi sitið á skúla-
beinki saman við reiðaran-
um, Jóhan Joensen í trý ár,
á Føroya Sjómansskúla, so
tann tankin er ongantíð
komin mær til hugs. Hevur
ongantíð streifað handan
skallabeinini. Hetta eru
skilamenn, sum hava roynt
sítt ítarsta fyri at halda
einum av súlunum undir
innløguni í samfelagnum
gangandi bæði í góðum og
ringum. Tí hava teir annað
uppiborið enn allan tann
lortin, ið diversir land-
krabbar hava oyst omanyvir
teir hesar seinastu vikurnar.
Landsfelag
Sjálvstýrisfloksins
Lasse Klein, formaður
Sjálvstýrisflokkurin
heldur fram í góðum
treyti, og ferð at miðja
fram ímóti, at økja um
undirtøkuna millum velj-
arar á øllum økjum.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur eins og aðrir polit-
iskir flokkar tørv á at
viðgera støðu sína, bæði
tá talan er um almenna
politiska arbeiði, og ikki
minst tá talan er um
umsingarliga arbeiði í
flokkinum.
Fyri 14 døgum síðani
skipaði
Landsfelag
Sjálvstýrisfloksins fyri
fundi í Klaksvík, saman
við Norðoya Sjálvstýris-
felag og nú stendur Eyst-
uroyggin fyri tørni.
Frá fundinum í
Klaksvík
Hóskvøldið
skipað
Landsfelag Sjálvstýris-
floksins og Eysturoyar
Sjálvstýrisfelag
fyri
fundi fyri øllum limum
sínum í Eysturoynni.
Fundurin verður í hús-
inum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag á Glyvrum
kl. 19,30.
Fundurin verður skip-
aður sum ein "tema"
fundur um arbeiðsupp-
gávurnar hjá floksskip-
anini, og um tey tiltøk
sum eru neyðugt at seta í
verk lokalt fyri at menna
valdømi, flokkin í síni
heild, ella við øðrum
orðum – at fyrireika
floksskipana til komandi
avbjóðingar.
Veljarakanningarnar
Hetta fundarvirksemið
hevur einki við seinastu
veljarakanning at gera,
men vit mugu ásanna, at
vit við hesi veljarakann-
ing hava sæð skriftina á
vegginum, og eiga tí í
enn størri mun leggja
dent á menningararbeiði
í flokkinum.
Limatalið økist
Limatalið hjá Sjálvstýris-
flokkinum er í dag uppá
500 limir í alt, og síðani
flokkurin fekk nýggja
heimasíðu er limatalið
økt.
Í dag hevur Sjálvstýris-
flokkurin eina virkna
Landsnevnd, og eina
virkna Starvsnevnd, sum
á komandi landsfundi
floksins, sum verður í
januar 2004, fara at
leggja fram fjølbroytt til-
far til umrøðu og støðu-
takan.
Halda fram
Sjálvstýrisflokkurin
heldur fram í góðum
treysti, og ferð at miðja
fram ímóti, at økja um
undirtøkuna millum velj-
arar á øllum økjum.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Eg vil hervið heita á sjón-
varpsstjóran, sum er rími-
liga nýggjur í starvinum og
tí ikki skuldi verði stagner-
aður í starvinum, um at fáa
teksta tíðindini frá Íslandi,
sum verða send í SVF.
Eg veit ikki hvør í sjón-
varpsleiðsluni hevur haft
og hevur, ta fatan, at allir
føroyingar skilja íslendskt.
Eg vil meta, at kanska eitt
prosent
av
føroyingum
skilja so frætt av íslendsk-
um, at tey fáa nakað sum
helst burturúr sendingini í
"grannum okkara" og kann
tað ikki verða nøktandi hjá
sjónvarpsleiðsluni.
Ísland er okkara granna-
tjóð og eru føroyingar
sjálvsagt áhugaðir í hvat
fyriferst í Íslandi, men við
verandi
støðu,
verður
kunnleikin frá SVF lítil og
eingin.
Fyri nøkrum árum síðani
var tað ein, helst fleiri
kvinnur, sum alment komu
fram við sama ynski, og so
vítt eg minnist, bjóðaðu tær
sær til at hjálpa við um-
setingini, men har hoyrdist
tíverri einki aftur.
VIÐMERKINGAR
I´m not a crook
Fyrireika flokkin
til avbjóðingar
Opið bræv til sjónvarpsstjóran
Óli Nicodemussen
»Navnið spillir ongan«,
verður stundum sagt, men
mangur hevur spilt navnið,
og er skúladømið her Judas
(svíkjarin), sum spilti heið-
ursnavnið eftir víðgitna
jødiska herføraran Judas
Makkabeus.
Eitt føroyskt gospel-rock
orkestur nevnir seg I AM,
og eg havi ætlað mær at
skriva um hetta í áravís,
uttan at hava fingið upp í
lag at gera tað. Men betur
seint enn ongantíð, og nú
teir eru vorðnir fløguaktu-
ellir aftur, so rann hetta
mær til hugs.
Fyrst vil eg siga, at talan
er um evnaríkar ungar
menn, sum brúka tey evni
sum Skaparin hevur givið
teimum, og eg havi ongan
trupuleika við at hoyra
teirra tónleik í útvarpi ella á
fløgu, tó at eg ikki meti
tónleikin verða egnaðan til
at framføra á kristiligum
fundi — mær dámar annars
væl fimtu symfoni hjá
Ludwig van Beethoven
(serliga triðja sats), men eg
taki hana ikki við mær á
møti — heldur ikki um
onkur setur gudiligan tekst
til tónleikin.
Tað sum harmar meg við
orkestrinum I AM er navn-
ið, og eg vil grundgeva fyri
tí niðanfyri.
Talan er sjálvsagt um
Navn Guds »Eg Eri« í
2.Mós.3:14, men kunnu
menniskju loyva sær at
brúka hetta Navn?
Í bíbilskari tankagongd
er navnið eitt og hitt sama
sum persónurin (likamliga
hjástaddur ella ikki), tað
eru nógv dømi um hetta, og
tað kendasta er helst »Tí
har sum tvey ella trý eru
savnað saman í Navni
Mínum, eri Eg mitt ímillum
teirra« (Matt.18:20). Onnur
dømi eru »Hann skal
byggja Navni Mínum hús«
(2.Sám.7:13), »HARRIN
bønhoyri teg neyðardagin,
Navn Jákups Guds bjargi
tær!« (Sálm.20:2) og »Tí
frá upprisi sólar til niður-
gongu hennara skal Navn
Mítt verða stórt millum
tjóðirnar, og allastaðni skal
roykilsi verða brent Navni
Mínum, og skulu offur-
gávur verða bornar tí fram;
tí Navn Mítt skal verða
stórt millum tjóðirnar —
sigur HARRIN Gud her-
skaranna.« (Mal.1:11). Her
stendur navni fyri persónin.
Skriftstøð, sum viðgera
hetta evnið (navn = persón)
eru ov mong til at nevna
her, - tað er eitt gjøgnum-
gangandi tema gjøgnum
alla
bíbliuna.
Áhugaði
kunnu lesa t.d. 1.Mós.
32:29. 2.Mós.23:21. 33:19-
34:5,
Dóm.13:6,17-22,
1 . K o n g . 8 : 1 6 -
20,29,33,35,41-44
.9:3,
Es.48:9,
Matt.28:19,
Joh.1:12. 12:28. 14:13.
17:6,26,
Róm.10:13,
Fil.2:9-10, Ják.5:14 og
Op.2:13. Norska »Illustrert
Bibelleksikon« hevur eina
áhugaverda
grein
um
»Navn« (harundir Navn,
Guds), og ivaleyst eru onn-
ur leksikon nyttulig eisini.
»og
tjóðirnar
skulu
sanna, at EG ERI YHWH
[I AM]« (Ez.36:20-23).
Sagt í stuttum, so sigur Gud
»Eg Eri I AM«, og eitt
gospel-rock orkestur sigur
»Vit eru I AM«. Hvør man
hava rætt? Men kanska
hava teir valt - tilvitað - ikki
at nýta hasa orðingina.
Vónandi.
Eitt
hugsað
interview, fyri ikki at verða
misskiltur: »Hvørjir eru
tit?« »Vit eru All That
Rain.« »Og tit?« »Vit eru, -
øh, vit kalla okkum I AM«.
Tað triðja boðorðið (í 10
boðunum) sigur soleiðis:
»Tú mást ikki misbrúka
Navn HARRANS Guds
tíns; tí HARRIN letur ikki
tann verða óstraffaðan, sum
misbrúkar Navn Hansara.«
(2.Mós.20:7).
Hetta
er
meiri álvarsligt enn at
bannast, tí tað ber nevniliga
til at »kola og steikja« eina
heila rúgvu, uttan at nevna
Navn Harrans.
Jákup tosar um »hitt
góða navn, ið tit eru nevnd-
ir við!« (Ják.2:7), men tað
er ikki navnið »Gud«, men
annahvørt børn/fólk Guds,
ella
allarhelst
navnið
»kristin« — vit nevna
okkum ikki »Kristus«, men
»kristin«, t.v.s. tey ið hoyra
Kristusi til — og vit ógvast
við, av at suðurameri-
kanskir katolikkar uppkalla
børn síni »Jesus«.
Harrin, Gud okkara sigur
í Esaias 42:8: »Eg eri
HARRIN (I AM), tað er
Navn Mítt; Eg gevi ongum
øðrum dýrd Mína«, og vit
skulu vera vís í, at Hann
gevur heldur ongum øðrum
Navn Sítt, og tað er er
rættiliga ósmæðið, at taka
sær Navn Guds, sum heiti á
einum tónleikabólki.
Menniskjað hevur eini
einastandandi evni til at
leypa úr einari grøv í aðra.
Jødarnir
høvdu
slíka
virðing fyri Navni Guds, at
teir
høvdu
útgreinaðar
fyriskriftir um at turka
pennin - og enntá baða sær
- táið teir skrivaðu Navn
Guds, í sambandi við at teir
avskrivaðu Gamla Testa-
menti (tær heiløgu rullur-
nar). Teir vildu heldur ikki
lesa Navn Guds YHWH
(Eg Eri), táið teir lósu Orð
Guds upp í synagoguni,
men lósu í staðin Adonai
(Harrin) — hetta var iva-
leyst at gera ov nógv av,
men vit kristnu eiga ikki at
leypa í hina grøvina, og
brúka Navn Guds sum eitt
og hvørt annað navn, uttan
at vísa tí hóskandi virðing.
Skuldi tað havt eydnast
teimum kristnu »lógloys-
ingunum« (antinomistunu-
m) at sannføra tey trúgv-
andi í Føroyum um, at tey
10 boðini ikki eru galdandi
longur, so kann eg í hvussu
er minna á, at fyrsta bønin í
»Faðir vár« er »Faðir okk-
ara, Tú, sum ert í Himli!
Heilagt verði Navn Títt!«
(Matt.6:9).
»Tí fyri tykkara skuld
verður Navn Guds spottað
millum
heidningarnar«
(Róm.2:24). Sum er, ber
ikki til at ummæla tón-
leikabólkin I AM, uttan at
siga, at ein dámar ella
dámar ikki »EG ERI«
(Harran, Gud Jehova). Hvat
um nú onkur (ikki eg)
heldur, at tónleikurin hjá I
AM er vánaligur, og ein
slíkur kemur at siga, at »EG
ERI« (I AM) er nakað h__.
skrambul — tað hoyrir ein
stundum verða sagt um
tónleik.
Eg skilji væl, at jødarnir
hvukku við og østu seg,
táið Jesus segði Seg vera
EG
ERI
(Luk.22:70,
Joh.8:58. 18:6 ), men eg
havi verri við at skilja, at
eingin enn hevur tala at
alment, um tað, at eitt rock-
orkestur kallar seg I AM —
hevur eingin hugsað um tað
enn, ella er mann bara
fittur_
Kæru tit í I AM, eg vóni, at
talan er um »synd av
óvart«, men nú vita tit í
hvussu er betur, um tit ikki
vistu tað frammanundan, so
eg vil heita á tykkum um at
skifta »Navnið« út við
okkurt annað, so tit ikki
framhaldandi gera tykkum
sekar í at »misbrúka Navn
HARRANS Guds tíns; tí
HARRIN letur ikki tann
verða óstraffaðan, sum
misbrúkar Navn Hansara«
(2.Mós.20:7)«
VIÐMERKINGAR
EG ERI eitt rock orkestur
Olaf Petersen
Ein av fremstu oddvitunum
í tjóðveldisflokkinum var
nú um dagarnar í Íslandi og
vitjaði lagsbrøður sínar
Vinstri- Greinir har hann
helt røðu á landsfundi.
Yvurskriftin í hesi mergj-
aðu røðu var " Úti undir
væðingini liggur ein ber-
serkur og slotar" henda
heldur margháttliga yv-
irskrift sipar helst til for-
fedrar okkara, víkinganar
sum áðrenn serliga ótespi-
ligar bardagar ótu flugu-
svamp og gingu "berserk"
Flugusvampurin hevur tann
eginleika at hann koblar
heilan úr, menn gerast vit-
leysir og stríðast harvið
meiri eldhugaðir á vígvøll-
inum, ein ynskiligur egin-
leiki í vápnaðum stríði, tó
púra ónýtuligt í politikki.
Annars er røðan sum flest
allar greinar hjá Tobba,
rakstrarróp, klicheir og so
nøkur citatir, Ga-Jol filoso-
far til okkum vanligu lesar-
ar, og meira ella minni su-
spektar
Machokendar
marxistiskar, spansk ella
portugisiskt talandi latín-
amerikanskar
guerillia
hermenn deyðir í bestu
árum í onkrum óneygudum
høpisleysum stríði, til æru
fyri ta hørðu kjarnina.
Vid øðrum orðum ein
heilt vanlig tobba grein/
røða, mastodonturin yvir
øllum mastodontum, í ør-
vitis tjóðskaputum reto-
rikki. Hetta er vælbjargaði
vinnulívsmaðurin,sum út-
innir sítt yndisfrítíðarítriv,
man mestsum sær smílini
millum reglunar og skelli-
láturin í reglubrotinum,
meðan hann jongelerar vid
snildisligum vælskrivaðum
metaforum,væl vitandi at at
hetta er góðgæti fyri ungar
ófloygdar tjóðveldispisur í
skùlaaldri, sum ikki hava
roynt flogið enn, og bíligt
undir hald fyri teimum yvir
skúlaaldur, sum ikki hava
lisið ein mansaldur á
donskum universiteti fyri
danskt SU, men heldur hava
roynt at arbeiða í vinnuni,
Føroya Landið til frama.
Og tó, kanska er hansara
politiska arbeiði ikki bara
eitt meinaleyst hobby.
Fyri ikki so langari tíð
sídani skrivar Tobby í
einum av sínum greinum
"Allar smátjóðir sum hava
tikið loysing eftir seinra
heimsbardaga hava líka
síðani skriðið í skræðuni
búskaparliga ". citat slut.
Hendan skríðan í skræðuni
kemur ikki líka illa við hjá
øllum.Nei, oppurtunistanir
við peningi á bók fáa tá
rættuliga hógvarnar fyri
seg. Tá land og fólk ekur á
knøðunum og tvingsils-
sølur yvir privat og virkir er
gerandiskostur, tá trokast
teir um sjálvtøkuborðið,
privathús,
jørð,
virkir,
handilsbygningar, skip og
fiskiloyvir, alt á sølulista
fyri lítið og og lætt, so hjá
hyænunum í mannahamid
eru tey sjálvskaptu búskap-
arligu sveiggini ein kær-
komin møguleiki at vinna
sær pening, um onkur vinur
liggur eftirá, ger minni.
Eftir hvat skilst á røðuni
so ætlar hann sær at purra
Zombiinar á tingið út(ikki
eiti á virðing fyri landsins
kosnu). Eydnast hetta ikki
ætlar hann at eitt ella annað
skal mobiliserast, eg veit
ikki um Tobby er greidur
um hetta, men í allari van-
ligari skrift og talu verður
orðið mobilisering næstan
bara nýtt tá tad snýr seg um
hernaðarlig tiltøk, og vón-
andi ætlar Tobby sær ikki at
verda so víðgongdur í sín-
ari
útpurring.(Vónandi
"dagdroymir" hann bert um
eitt vápnað strið, har hann
liggur úti undir lívlát ( eins
og
hansara
latínameri-
kansku yndis yrkarir) á
Tinghúsvøllinum reivaður í
eitt blóðdálkað Merki, nið-
urskotin av óndum donsk-
um imperialistum sum hava
víðgyrt
seg
á
Gamla
Apoteki, alt meðan eitt kór
av Baldursbráðum syngur
fyri honum latínameri-
kanskar stríðssangir vid
samba rútmum. Hetta er
líka so óskyldigt sum tá vit
í góðum veitslulag aftaná
eitt glas ella trý vilja sleppa
út á villar víddir saman vid
Kára P og góðtaka ikki
nakað minni enn Marxs,
Freud og Rolling Stones
sum leikbrøður.
Vónandi verdur balsa-
meringin av Sigurdi Sigfus-
syni ein succes, so balsa-
meringin eisini kemur at
umfata oddvitanar í før-
oyska tjóðveldisflokkinum,
so hvørt sum teir falla frá,
vónandi av nattúrligum or-
søkum, so kanska tað verð-
ur avdúkað hví tjóð-veld-
ismenn eru so eiðasørir í
"sunnari fornuft", konse-
kvenshugsan, sans fyri
veruleika og støðutakan í
vanligum triviellum polit-
iskum trupulleikum.
Bert fyri at tríva í eitt
dømi úr rúgvuni sum øll
kenna væl. Fyri fáum árum
síðani tvíhildu tjóðveldis-
menn, um at danir skyldadu
okkum einar 80 milliardir.
Stutt eftir hálsaðu teir um
og kendu seg noyddar at
kuta 365 milliónir av
blokkinum um árið. (so-
leiðis kundi ein hildið
áfram).
Uttan á nakran hátt at
sammeta tjóðveldismenn
vid sinnisjúka massamord-
aran og bølmenni Lenin,
(Hitler kom honum ikki
uppá hálvan skógv), tað var
hann
sum
systematiskt
byrjaði hópdrápið á sítt
egna fólk,við tvangsflytan,
mordum og svøltan.
Tá Lenin bleiv balsamer-
aður bleiv tad avdúkað at
onnur helvtin av heilanum
var tódnað inn í einki,mest
sannlíkt er at hetta var tann
helvtin sum hýsti vanligt
vit og skil og virðing fyri
sínum
medmenniskjum.
Søgan hevur prógvað at hin
helvtin riggaði og tað í
ólukkumát. Saman við sín-
um eftirmanni Stalin gjørdi
hann av við einar 50 til 60
milliónir av sínum lands-
monnum.
Aftaná næsta val verður
tad ikki ein berserkur sum
lúrir úti undir væðingini,
Nei, tað verdur ein berur
serkur sum lúnast úti undir
væðingini,ein serkuruttan
nakað innihald settur uttan
fyri alla ávirkan í nógv ár
framyvir, spakuliga etin
upp av mølið, hetta gevur
vónandi so frægt av ar-
beiðsfriði aftur, at farast
kann undir at loysa teir
veruligu
trupulleikanar
sum liggja fyri framman.
Úti undir væðingini liggur ein berur serkur og lúnast
C
M
Y
K
13
12