týsdagur 18. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 18. november 2003
15
14
Nr. 219 - 18. november 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. november. Hesy-
chius, deyður umleið
ár 300. Heryvirmaður
í Antiokia, tá ið keis-
arin
Diocletianus
ráddi. Varð tikin av
døgum fyri trúar sakir.
Fríggjadagin 14.
november var
móttøka á Skúlanum í
Kaldbak, í sambandi
við at skúlin aftur
varð tikin í nýtslu
eftir stóra út- og
umbygging. Skúlin er
nú tvífaldaður í stødd
og nøktar tørvin
nøkur ár fram
Í desember 2002 var farið
undir at út- og umbyggja
Skúlan í Kaldbak. Seinasta
útbyggingin varð gjørd í
1982, og nøktaði hon táver-
andi tørvin. Men bygdin er
vaksin nógv, og barnatalið
er tvífaldað síðan 1982.
Skúlin, sum bert hevði tvær
skúlastovur, var vorðin alt
ov lítil til tey 37 skúla-
børnini í bygdini.
Arbeiðið við at um- og
útbyggja skúlan byrjaði í
desember 2002, og skúlin
var handaður Tórshavnar
Býráð 22. august í ár.
Skúlagongdin byrjaði aftur
28. august. Karstin Vang,
byggimeistari, hevur staðið
fyri arbeiðinum.
Maðan arbeiðið hevur
staðið uppá, hevur skúlin
húsast í leigaðum hølum
aðrastaðni í bygdini.
Skúlin hevur nú tríggjar
skúlastovur og fýra bólka-
rúm til bólkaarbeiði og til
næmingar við serligum
tørvi. Eisini hava lærararnir
fingið sína egnu deild við
køki og lærarastovu, og
fyrstilærarin hevur sína
egnu skrivstovu.
Fríggjadagin
14.
no-
vember var móttøka á skúl-
anum, har høvi var hjá fólki
at síggja skúlan. Nógv fólk
komu til móttøkuna og
fleiri røður vórðu hildnar.
Hildur Vang, stýrisformað-
ur fyri Skúlan í Kaldbak,
beyð fyrst vælkomin, síðan
høvdu fleiri onnur orðið,
tey vóru: Jan Christiansen,
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu, Heðin Morten-
sen, formaður í mentanar-
nevndini hjá Tórshavnar
Býráð, Jenny Lydersen,
undirvísingarleiðari,
og
Ragnar Magnussen fyrsti-
lærari við skúlan.
Annars var felagssangur,
og børn frá Tórshavnar
Musikkskúla spældu violin,
og skúlabørn í Kaldbak
spældu
blokkfloytu
og
gittar.
Skúlin í Kaldbak er nú
tilsamans umleið 700 fer-
metrar. Áðrenn um- og
útbyggingina
var
hann
umleið
300
fermetrar.
Arbeiðið hevur kostað 5.3
milliónir krónur.
Í skúlanum ganga børn
frá fyrsta til sjeynda flokk.
Hóast skúlin er vorðin
størri, mugu børnini framv-
egis av bygdini til tey
handaligu fakini, so sum
smíð, evning og matgerð,
eisini
til
svimjing
og
fimleik. Hesi fakini hava
tey í skúlanum í Kollafirði.
Fýra lærarar hava tilknýti
til skúlan, harav tríggir í
føstum starvi.
Skúlin í Kalbak:
Skúlabørn og lærarar fingið góðar umstøður
Nógv fólk komu saman í skúlanum í Kaldbak fríggjadagin 14. nov.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hildur Vang, formaður í skúlastýrinum í Skúlanum í
Kaldbak, beyð vælkomin
Mynd: Jens Kristian Vang
Skúlin í Kaldbak er nú tvífaldaður í støddd, í mun til hvat hann var áðrenn um- og útbyggingina
Mynd: Jens Kristian Vang
Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu
Mynd: Jens Kristian Vang
Her eru millum onnur Høgni Joensen, Karin Hammer og Erlina Johannesen. Leggið til merkis, at útveggurin í gamla skúlanum
er varðveittur
Mynd: Jens Kristian Vang
Ragnar Magnussen, 1.
lærari í Skúlanum í
Kaldbak, saman við
skúlabørnunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Børn í skúlanum
spældu á blokkfloytu
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14