týsdagur 18. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 219 - 18. november 2003
Nr. 219 - 18. november 2003
17
Danir definera Ríkið
Danir definera, hvat
vit kunnu og ikki. Tað
sigur Rúni Joensen,
sum ikki dugir at
síggja nakra grein í
Grundlógini, sum
beinleiðis forðar før-
oyskum limaskapi í
Norðurlandaráðnum.
Nú vil formaðurin í
Uttanlandsnevndini,
Hergeir Nielsen, hava
at vita, um talan er
um vánaligt føroyskt
lógarverk, ella polit-
iskan ágang frá
danskari síðu
GRUNDLÓG
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Føroyingar eru ikki mynd-
ugir limir í norðurlendsku
familjuni. Tað er avleið-
ingin av, at Norðurlanda-
ráðið ikki vildi ganga før-
oyska ynskinum um full-
gildugan limaskap á møti.
Eitt einmælt løgting sam-
tykti annars tann 18. mars,
at Føroyar skuldu søkja um
fullgildugan limaskap í
Norðurlandaráðnum, men
umsóknin fekk kalda mót-
tøku í Norðurlandaráðnum.
Orsøkin var, at danski
forsætisráðharrin
segði
hana vera í andsøgn við
donsku grundlógina, sum
ikki loyvir Føroyum at fáa
limaskap í millumtjóða
felagsskapum.
Hetta hevur fingið Her-
geir Nielsen, formann í
Uttanlandsnevndini,
at
reisa fyrispurning til løg-
mann í Løgtinginum. Hann
vil hava at vita, um løgting-
ið hevur framt samtykt,
sum er brot á donsku
grundlógina. Hann spyr
løgmann, um okkara umsit-
ingar- og lógarførleiki er
nóg neyvur, ella um talan er
um rættarligan ágang frá
danskari síðu.
Spurningurin er, hví ein
samtykt í løgtinginum, sum
eftir øllum at døma er brot
á
grundlógina,
kemur
ígjøgnum
bæði
lógar-
deildina í Tinganesi og
umsitingina í Løgtinginum,
sum hevur til uppgávu at
eftirkanna løgtingsmál.
Politikkur – ikki jura
Ivasamt er, hvørja grein í
Grundlógini Anders Fogh
Rasmussen meinar við, tá
hann
sýtir
føroyingum
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum, tí tað hevur hann
ikki viljað sagt enn.
Sosialurin vendi sær til
Rúna Joensen, aðalstjóra í
løgmálaráðnum, við spurn-
inginum. Hann ger vart við,
at løgmálaráðið hevur til
uppgávu at eftirkanna upp-
skot til løgtingslógir, og í
hesum føri er talan um upp-
skot til samtyktar, sum so-
statt liggur uttan fyri teirra
virkisøkið. Men hinvegin
heldur hann problematikkin
vera áhugaverdan.
– Eg havi hvørki kannað
ella hugsað stórvegis um
hendan spurningin, men eg
dugi ikki at síggja nakra
paragraff í Grundlógini,
sum sýtanin fyri, at føroy-
ingar fáa fullgildugan lima-
skap í Norðurlandaráðnum,
kann heingjast á, sigur
Rúni Joensen.
Aðalstjórin heldur talan
meira vera um eina polit-
iska avgerð enn løgfrøði,
og hann sær sama mynstrið
aftur í teimum samráðing-
um, sum í løtuni leika á.
– Hetta hongur kanska
saman við øllum tí, sum
gongur fyri seg í sambandi
við yvirtøkulógina og tær
yvirtøkur, sum vit standa
fyri at fremja. Danska
stjórnin roynir í hesum
døgum at definera hugtakið
ríkisfelagsskapur og ríkis-
eind. Tað fyrigongur í for-
sætismálaráðnum
og
danska løgmálaráðið hevur
bara ein ráðgevandi leiklut.
Tað vísir, at hetta snýr seg
líka nógv ella meira um
politikk enn um løgfrøði,
og tað er forsætismálaráð-
ið, sum setir dagsskránna,
sigur Rúni Joensen.
Danir definera
Arbeiðið við yvirtøkulógini
er eftir øllum at døma ikki
so einfalt, sum tað ljóðaði,
tá sonevnda tvøroyrarskjal-
ið varð undirskrivað av løg-
manni og forsætisráðharr-
anum. Nú verður viðgjørt,
hvat føroyingar kunnu og
ikki, og semja er ikki um
alt.
– Definerað verður, hvar
markið hjá grundlógini
gongur. Um vit í Føroyum
eru samd ella ósamd hevur
eftir øllum at døma minni
at siga. Vit kunnu gera vart
við, at vit eru ósamd, men
tað nyttar einki, sigur Rúni
Joensen.
Og sambært aðalstjóran-
um er júst hetta munurin á
at ráða sær sjálvum og ei.
– Eftir ta prosessina, vit
hava verið ígjøgnum, er
mín varhugi, at tað er hetta,
sum suverenitetur snýr seg
um: At hava tað síðsta
orðið. Teir definera, hvar
vit eru í mun til teirra. Vit
kunnu mótmæla, men vit
hava ikki so nógv at siga,
sigur Rúni Joensen.
Álvarsligt afturstig
Hergeir Nielsen vil hava at
vita, hví ongin klokka
ringdi, tá uppskotið um
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum fór í
Løgtingið. Hann minnir
samstundis á, at tað er ikki
fyrstu ferð, at Løgtingið
hevur framt eina einmælta
samtykt, sum ikki verður
vird, og vísir á hernaðar-
ligur revsilógirnar, sum eru
galdandi rættur í Føroyum
ímóti Løgtingsins vilja.
– Hesi dømi av fleiri
benda á, at talan er um sera
álvarsliga
afturgongd
í
ríkisrættarligu viðurskift-
um okkara, har sjálv rættar-
trygdin innan ríkisrættin
tykist vera fokin, sigur
Hergeir Nielsen.
Hann heldur tað vera
skilligt, at føroysk og donsk
áhugamál sampakka ikki á
fleiri týdningarmiklum økj-
um, og at føroysk lóggáva
rennur seg ímóti ásetingun-
um í donsku grundlógini,
serliga hvat møguleikum
okkara fyri víðari samstarvi
við hini norðanlondini við-
víkur.
– Orsøk er tá at spyrja,
um føroyska lógarverkið er
nóg væl at sær komið, ella
um danska grundlógin,
sum føroyingar ongantíð
hava samtykt, veruliga fer
at forða okkum í fullgildug-
um samstarvi við hini norð-
anlondini, sigur Hergeir
Nielsen.
5-arin
fingið
sátt-
mála
Andin var góður og
mest sum eingin
ósemja, tá ið
Fimmarin á sjúkra-
húsøkinum og
Fíggjarmálaráðið
gjørdu nýggjan
tveyára sáttmála
sínámillum
SÁTTMÁLI
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fríggjadagin
gjørdi
Fíggjarmálaráðið sátt-
mála við fimm feløg á
sjúkrahúsøkinum
um
nýggjan sáttmála. Fel-
øgini, ofta nevnd 5-arin,
eru Bioanalytikarafel-
agið, Ergoterapeutfelag-
ið, Ljósmøðrafelagið,
Fysioterapeutfelagið og
Økonomafelagið. Sátt-
málin hevur gildið í
tvey ár, frá 1. oktober í
ár til 1. oktober 2005.
Karmurin fyri avtaluni
er umleið 9 prosent. Í
semjuni er millum ann-
að avtalað lønarhækking
og at flyta stig í lønar-
stiganum. Bioanalytik-
arafelagið og Økonoma-
felag Føroya hava eisini
hækkað eftirlønina.
Ymiskar smærri broyt-
ingar eru gjørdar í sátt-
málatekstinum og veit-
ingum í sáttmálanum.
Avtala er gjørd ujm ser-
staka fríviku. Sáttmála-
frídagarnir fella burtur
1. januar 2004. Eitt pro-
sent er gjørt til tað. Av-
tala er eisini gjørd um,
at starvsfólk kunnu fáa
serstøku frívikuna út-
goldnað sum løn, vilja
tey heldur tað. Avtala er
eisini gjørd um førleika-
menning.
Sum heild eru partarnir
væl nøgdir við avtaluna,
og sagt verður, at sam-
ráðingarnar gingu fyri
seg í einum góðum anda
uttan stórvegis ósemjur.
Tað var kanska ikki so nógva at feira, tá sonevnda tvøroyrarskalið varð undirskrivað, sum skuldi loyva føroyingum at yvirtaka øll málsøki. Í løtuni definera danir,
hvar markið hjá føroyingum gongur, og tað kom til sjóndar, tá limaskapur í Norðurlandaráðnum var sýttur
Mynd: Jens K. Vang
UTTAN ÚR HEIMI
Ymisk tøl um sílaaling
ES og Noreg eru ósamd um, hvussu stór sílaalingin í
ES-londunum er. Tað kann kanska tykjast løgið, at tveir
partar skulu keglast um, hvussu nógv síl verða ald í ES-
londunum, men málið hevur kortini stóran týdning.
Upprunin til ósemjuna er, at í september vildi felagið
hjá finsku alivinnuni vera við, at norskir sílaalarar
høvdu selt fyri undirprís. Teir sendu ES-nevndini kæru
um norska prísin. Men skal ein kæra fáa viðgerð, er tað
eitt krav, at í minsta lagi 25 prosent av sílaalingini í ES
stendur aftan fyri kæruna. Og her kemur ósemjan inn í
myndina, tí norðmenn og ES-nevndin eru ósamd um,
hvussu stór sílaalingin í ES-londunum veruliga er.
Norsku myndugleikarnir vilja vera við, at minni enn
25 prosent av sílaalingini standa aftan fyri kæruna, og
teir krevja tí, at ES skal vísa kæruni aftur. Í Bruxelles
hava tey hinvegin roknað seg fram til, at talan er um
meiri enn 25 prosent, men ES-nevndin hevur kortini
játtað at rokna eina ferð afturat. Fyri norðmenn hevur
úrslitið stóran týdning, tí síðani finska kæran kom,
hevur ES lagt 21,4 prosent í revsitolli á norsk síl.
Slakar ikki fyri Bush
Í kvøld kemur amerikanski forsetin, George W. Bush,
til Bretlands at vitja,og har skal hann hitta Tony Blair,
forsætisráðharra og Elizabeth, drotning.
Undan vitjanini hevur amerikanska trygdartænastan
Secret Service kravt, at bretsku myndugleikarnir skulu
herða øll trygdartiltøk til tess at tryggja, at einki skal
henda forsetanum. Millum annað hevur Secret Service
kravt, at skottryggir rútar skulu leggjast uttan á verandi
rútarnar í slottinum Buckingham Palace, og at nakrir
ávísir veggir á slottinum skulu styrkjast. Men Elizabeth,
drotning hevur sagt kortanei, skrivar The Sunday Tele-
graph. Sambært blaðnum vildi drotningin ikki góðtaka,
at amerikanararnir fyltu slottið við trygdarmonnum, me-
ðan forsetin vitjar, men nakrar sleppa teir tó at hava har.
– Hennara hátign heldur, at nú stjórnin hevur gjørt av
at lata 5.000 løgreglumenn veita forsetanum trygd, eiga
amerikanararnir at hava álit á, at teir duga tað, sum teir
eru settir til at gera, sigur ein kelda á Buckingham
Palace við The Sunday Telegraph.
Skal fyri ST
Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at taka undir við
einum russiskum uppskoti um at lata ST-trygdarráðið
taka støðu til friðarætlanina fyri Miðeystur. Talan er um
uppskotið, sum ST, ES, USA og Russland hava gjørt, og
sum millum annað sigur, at palestinar skulu hava sítt
egna ríki í 2005.
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur
stríðst sum úlvur á skóg ímóti, at uppskotið kemur fyri
trygdarráðið, tí so verður friðarætlanin formliga ein
ST-ætlan, og tað vil Sharon ikki góðtaka. Higartil hevur
amerikanska stjórnin lurtað eftir mótstøðu hansara,
men sambært ísraelska blaðnum Ha'aretz hava amerik-
anarar nú broytt støðu. Umberingin hjá Bush-umsiting-
ini sigst vera, at hon er noydd at taka eina aðra støðu,
nú palestinar hava fingið eina nýggja stjórn. USA fanst
um vikuskiftið hvassliga at ísraelska búsetingarpolit-
ikkinum í teimum palestinsku økjunum.
Fyrr í hesum mánaðinum var Sharon í Moskva, og
har royndi hann at fáa Vladimir Putin, forseta at sleppa
uppskotinum um at leggja friðarætlanina fyri ST-trygd-
arráðið, men til fánýtis.
Átti eitt barn
Horst Bubeck, sum var fangavørður í Stammheim-
fongslinum í Týsklandi í sjeytiárunum, skrivar í einari
nýgjari bók, at yvirgangsmaðurin Andreas Baader átti
eitt barn saman við einum av verjum sínum. Andreas
Baader var ein av høvuðsmonnunum í yvirgangsfelags-
skapinum Roote Armé Fraktion.
Í bókini skrivar Horst Bubeck, at Andreas Baader og
ein kvinna, sum var verji hansara, høvdu javnan kyns-
liga samveru í klivanum í Stammheim eitt skifti í 1976
og 1977,og at kvinnan átti eitt barn nakrar fáar vikur,
eftir at Andreas Baader doyði í oktober í 1977. Sam-
bært bókini var Horst Bubeck ikki tann einasti fanga-
vørðurin, sum visti, hvat hendi inni í klivanum.
Andreas Baader tók lívið av sær í Stammheim-
fongslinum í Stuttgart í oktober í 1977. Saman við Jan-
Carl Raspe, Gudrun Ensslin og Ulriku Meinhof stovn-
aði hann yvirgangsfelagsskapin Roote Armé Fraktion,
sum hevði ábyrgdina av fleiri burturflytingum og
morðum í Vesturtýsklandi.
Sjálvt um tann víð-
gongdi Tomislav
Nikolic vann greiðan
sigur á forsetavalin-
um í Serbia sunnu-
dagin, hevur landið
framvegis ongan for-
seta.
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri triðju ferð í fjúrtan
mánaðir vóru serbar á vali
sunnudagin at velja forseta,
men eins og tær báðar und-
anfarnu ferðirnar var vallut-
tøkan so lítil, at valið er
ógildað. Serbisk lóg krevur,
at minst 50 prosent av velj-
arunum greiða atkvøðu, fyri
at valið skal hava gildi, men
sunnudagin vóru tað bara
38 prosent, sum fóru á val.
Hevði valið verið gald-
andi, hevði Serbia havt tann
víðgongda
tjóðskapar-
mannin Tomislav Nikolic í
forsetastólinum í dag. Hann
fekk næstan 46 prosent av
atkvøðunum, meðan mót-
støðumaðurin, tann 73 ára
gamli Dragoljub Micu-
nevic, fekk smá 35 prosent.
Nikolic styðjaði fyrrver-
andi forsetan Slobodan
Milosevic, og hann heldur,
at Serbia skal ikki flýggja
krígsbrotsmannadómstólin
um í Haag fleiri brotsmenn.
Hann er eisini ímóti serb-
iskum limaskapi í ES. Mót-
støðumaður hansara er har-
afturímóti heitur talsmaður
fyri ES-limaskapi.
Næsta
forsetavalið
í
Serbia verður í fyrsta lagi í
januar.
Heldur ikki hesaferð
Ger japanska stjórnin
av at senda hermenn
til Irak, fer al-Qaeda
at søkja at málum í
Tokyo.
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, í síðstu viku var í
Japan, fekk hann ábending-
ar um, at Japan er sinnað at
senda hermenn til Irak at
hjálpa hersetingarvaldinum
har.
Nakra beinleiðis tilsøgn
fekk hann kortini ikki, og
tað hevur uttan iva sína
orsøk. Í einum teldubrævi
til saudiarabiska blaðið Al-
Majallah
skrivar
Abu
Mohammed al-Ablaj, sum
verður hildin at vera ein av
oddamonnunum í al-Qa-
eda, at verða japanskir her-
menn sendir til Irak, verður
Tokyo eitt álopsmál hjá al-
Qaeda.
– Japanar fara at kenna
sviðan av álopi okkara.
Tað, sum vit gjørdu við it-
aliumenninar í Nasiriyah,
kann nevnast sum eitt
dømi. Vit fara at søkja at
sjálvum hjartanum í Tokyo,
skrivar al-Ablaj í teldu-
brævinum sambært AP.
Í 1995 varð Tokyo raktur
av yvirgangi, tá dómadags-
sektin
Aum
Shinrikyo
sprændi nervagass í undir-
grundarbreytina í býnum.
Tólv fólk doyðu, og fleiri
túsund fingu skaða.
Japanski verjumálaráð-
harrin, Shigeru Ishiba, sig-
ur við AP, at Japan fer at
taka lut í arbeiðinum at
endurbyggja Irak, men nær
landið fer at senda hermenn
hagar, er ikki greitt, sigur
hann.
Al-Qaeda hóttir Tokyo
Landgongdin hoyknaði
Fimtan fólk doyðu, tá ein ein landgongd umborð á ferðamannaskipið "Queen Mary II" hoyknaði leygardagin. Fólk, sum høvdu
verið umborð og hugt at tí nýggja skipinum, sum er í dokk, vóru á veg í land, tá landgongdin brádliga fór undan teimum.
Sunnudagin vóru Jacques Chirac, forseti og Jean-Pierre Raffarin, forsætisráðharri og hugdu at vanlukkustaðnum.
C
M
Y
K
17
16