týsdagur 18. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 219 - 18. november 2003
Nr. 219 - 18. november 2003
19
Havnin er eftirbátur
Borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu,
Jan Christiansen, er
eitt sindur skelkaður
av, at kommunan
liggur so niðarliga í
hagtølunum. – Vit
raðfesta skúlaøkið
høgt í kommununi,
og skúlastjórarnir í
Havn hava givið til
kennar, at teir eru
væl nøgdir við støð-
una, so eg eri eitt
skelkaður av hasum
hagtølunum, sigur
borgarstjórin í Tórs-
havnar Kommunu
KOMMUNUHAGTØL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tá vit greiða borgarstjór-
anum í Tórshavnar komm-
unu um nýggju hagtølini
yvir skúlaøkið, og at Tórs-
havnar kommuna liggur
niðarliga, gerst hann ikki
sørt yvirraskaður. – Vit
raðfesta skúlaøkið høgt
kommununi, og skúlastjór-
arnir í kommununi hava
givið til kennar, at teir eru
væl nøgdir við støðuna, so
eg eri eitt skelkaður av has-
um
hagtølunum,
sigur
borgarstjórin í Tórshavnar
Kommunu.
Jan Christiansen greiðir
frá, at skúlastjórarnir siga
við jøvnum millumbili, at
teir eru rættiliga glaðir fyri
støðuna á skúlaøkinum, og
takka okkum fyri góðu
viðurskiftini. – Talan er
nærmast um eina sólskins-
søgu á skúlaøkinum mill-
um okkum og skúlastjórar-
nar, sigur Jan Christiansen.
Ansa eftir
Borgarstjórin í Havn sigur
skemtandi, at tað eru trý
sløg av lygnum. Tann
svarta, tann hvíta og so
hagtøl, og vísir á, at ein
skal ansa væl eftir við at
gera niðurstøður út frá
bara hagtølum.
– Ein má hava fyri eyga,
at Tórshavnar kommuna
hevur ikki havt nakra
skúlabygging, síðan í 70
árunum. Vit hava gjørt
vanligt
viðlíkahaldsar-
beiði øll árini, men eingin
nýbygging er gjørd, og tað
má verða ein av orsøkun-
um, at vit ikki standa okk-
um so væl í hagtølunum
greiðir Jan Christiansen
frá.
Hann vísir á, at størru
kommunurnar í landinum
hava lægri útreiðslur fyri
hvønn fólkaskúlanæm-
ingin, tí størru kommun-
urnar hava stórdrifts fyri-
munir,
sammett
við
smærru plássini.
Jan Christiansen sigur at
enda, at verður hugt at ár-
inum 2003, so eru pengar
settir av til nýggjan skúla í
Hoyvík,
Kollafjarðar
skúla og í Kaldbak, og
vóru tølini fyri 2003 tikin
við, var støðan óivað ein
onnur.
Óvæntað
Jan Christiansen er eitt sindur skelkaður av, at Tórshavnar kommuna liggur so niðarliga í
hagtølunum á skúlaøkinum. Hann sigur, at skúlastjórarnir í kommununi siga við jøvnum
millumbili, at teir eru væl nøgdir við viðurskiftini á skúlaøkinum í kommununi
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggj hagtøl fyri
kommunurnar í Før-
oyum geva eina greiða
ábending um, at Tórs-
havnar kommunu let-
ur væl minni til skúla-
økið enn flestu
kommunurnar í land-
inum. Upphæddin,
sum høvuðsstaðar-
kommunan nýtir í
miðal upp á hvønn
fólkaskúlanæming í
kommununi, er væl
minni, enn bæði
Runavíkar- og Klaks-
víkar kommuna
brúka. Havnin er eis-
ini væl undir miðal-
talinum fyri alt landið
HAGTØL UM
SKÚLAØKIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hagstova Føroya hevur fyri
fyrstu ferð almannakunn-
gjørt
hagtalstilfar
um
kommunurnar í Føroyum.
Á heimasíðuni hjá Hag-
stovuni eru rúgvumikil
kommunufíggjarhagtøl
innsavnað. Endamálið við
innsavningini er at útvega
borgarunum upplýsingar
um føroysku kommunur-
nar, so borgararnir fáa
møguleika at samanbera
fíggjarstøðuna hjá ymisku
kommununum kring land-
ið. Hagtalstilfarið gevur
eisini møguleika fyri at
samanbera støðuna hjá
føroyskum kommunum við
kommunur í útlondum.
Á heimasíðuni eru hagtøl
innsavnað yvir fleiri ymisk
øki. Nevnast kann skúla-
økið, eldraøkið og barna-
ansing. Av Hagstovu Før-
oya siga tey, at neyðugt er
at taka nøkur fyrivarni við
at saman bera eldraøkið og
barnaansingina í kommun-
unum kring landið, meðan
hagtølini fyri skúlaøkið eru
lættari at samanbera.
Tað eru eisini júst hagtøl-
ini fyri skúlaøkið, sum er
rættiliga áhugaverd. Hag-
tølini á skúlaøkinum í Før-
oyum geva eina greiða
ábending um, at tað er
rættiliga stórur munur á,
hvussu høgt kommunurnar
kring landið raðfesta skúla-
økið.
Havnin afturúr
Størsta kommunan í land-
inum, Tórshavnar komm-
una, raðfestir, sambært
hagtølunum, ikki skúlaøkið
serliga høgt. Sammeta vit
tær tríggjar størstu komm-
unurnar
í
landinum,
Tórshavnar-, Klaksvíkar-
og Runavíkar kommunu, so
vísa hagtølini greitt, at
høvuðsstaðarkommunan er
eftirbátur á skúlaøkinum.
Havnin letur væl minni av
peningi í miðal til hvønn
fólkaskúlanæming
í
kommununi,
enn
bæði
Klaksvík og Runavík gera.
Hagtølini vísa, at bæði í
tíðarskeiðnum 1993-97 og
1998-2002 hevur størsta
kommunan í landinum latið
væl minni enn bæði Klaks-
víkar- og Runavíkar komm-
una í miðal fyri hvønn fólka-
skúlanæming í kommununi.
Henda mynd er heldur
óvæntað, tí tað er ein sann-
roynd, at høvuðsstaðar-
kommunan seinastu mongu
árini hevur mest áhugaverd
kommunan at seta búgv í.
Flestu høgu størvini finna
vit í Havn, og tað er eisini í
høvuðsstaðnum, at størstu
skattaintøkurnar eru. Nógv
børn eru í kommununi, og
tí kann tað tykjast løgið, at
skúlaøkið ikki verður rað-
fest hægri.
Á aðrari av grafunum á
síðuni sæst eisini, at Havn-
in er ikki bert afturúr sam-
mett við Klaksvík og Runa-
vík, men kommunan er eis-
ini væl undir miðaltalinum
yvir allar kommunurnar í
landinum.
Her skal kortini leggjast
afturat, at Hagstova Føroya
staðfestir í niðurstøðu síni
fyri skúlaøkið, at hagtølini
vísa greitt, at størru komm-
unurnar hava lægri út-
reiðslur fyri hvønn næming
enn smærri kommunurnar.
Orsøkin er stórdriftsfyri-
munirnir, sum størri komm-
unurnar hava, sammett við
tær smærru. Miðaltalið fyri
landið skal tí setast í eitt
ávíst perspektiv. Hetta er eis-
ini orsøkin til, at vit júst hava
valt at samanbera Tórshavn,
Klaksvík og Runavík, tí hesi
pláss minna nógv um hvønn
annan í stødd.
Runavík væl fyri
Av teimum trimum størstu
kommununum í Føroyum,
nýtir Runavíkar kommuna
mest pening til fólkaskúla-
økið.
Í
tíðarskeiðnum
1993-2002 hevur Runavík-
ar kommuna nýtt í miðal
10.618 krónur um árið upp
á hvønn fólkaskúlanæming
í kommununi.
Hetta er væl meir enn eitt
nú Tórshavnar kommuna,
sum sama tíðarskeið hevur
nýtt 7.240 krónur í miðal
um árið fyri hvønn fólka-
skúlanæming. Í miðal fyri
tíggjuáraskeiðið 1993-2002
hevur Runavíkar kommuna
sostatt nýtt góðar 3.400
krónur meir upp á hvønn
næmingin enn Tórshavnar
kommuna. Mitt í millum
Havnina og Runavík liggur
hin stóra kommunan í land-
inum, Klaksvíkar komm-
una. Hon hevur sambært
hagtølunum nýtt 9.039
krónur í miðal fyri hvønn
fólkaskúlanæming millum í
tíðarskeiðnum 1993-2002.
Ymiskar bókingar
Sum við flestu hagtølum,
so skal hagtalstilfarið yvir
kommunurnar í Føroyum
eisini lesast við nøkrum
fyrivarnum. Ein gjøgnum-
gangandi trupulleiki hjá
Hagstovuni hevur verið, at
tað er rættiliga ymiskt,
hvussu tær kommunurnar
bóka sín roknskap. Fyri at
fáa so haldgóð og røttvís
hagtøl hjá kommununum
sum gjørligt, hevur Hag-
stova Føroya nýtt ein fasta
mannagongd(metodu).
Hagstovan hugdi fyrst at,
hvussu stórar útreiðslur,
hvør kommuna í landinum
hevur nýtt til skúlaøkið. Út-
reiðslurnar eru gjørdar upp í
nettotølum. Fyri at kunna
samanbera kommunurnar,
eru samlaðu útreiðslurnar
eru býttar við tali av børnum
í aldrinum 7-17 ár í teimum
ymisku
kommununum.
Hesin aldursbólkar verður
roknaður sum børn og ung,
ið ganga í fólkaskúla.
Fyri at geva so rættvísa
mynd av útreiðslunum til
fólkaskúlan
fyri
hvørt
barni, hevur Hagstova Før-
oya síðan hugt at tølunum
yvir eitt longri tíðarskeið.
Nettoútreiðslurnar
til
fólkaskúlan
í
ymisku
kommununum eru rokn-
aðar yvir eitt tíggjuára-
skeið. Við at hava eitt
longri tíðarskeið, tryggjar
Hagstova sær, at hagtølini
geva eina rættvísari mynd,
hvussu nógv verður sett av
til skúlaøkið í hvørjari
kommunu.
Borgarstjórin í
Runavíkar komm-
unu, Rodmundur
Nielsen, heldur, at
orsøkin til, at komm-
unan er so ovarliga í
hagtølunum á skúla-
økinum er, at hon
gjøgnum øll nítíárini
gjørdi umfatandi
íløgur í viðlíkahald í
skúlarnar
KOMMUNUHAGTØL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu er ikki nógv
fyri at breggja sær av, at
skúlaøkið í kommununi
verður sambært hagtølun-
um hjá Hagstovuni betri
røkt, enn bæði í Klaksvík
og Havn. Hann er kortini
rættiliga avgjørdur, tá vit
spyrja hann, hvussu tað
ber til, at kommunan letur
meir til skúlaøkið, enn
hinar báðar stóru komm-
unurnar í landinum.
– Eftir kreppuna var
neyðugt við nógvum ábøt-
um á skúlarnar í kommun-
uni, og tí vórðu nógvir
pengar settir av til viðlíka-
hald av skúlanum gjøgn-
um øll nítiárini. Vit hava
fýra skúlar, so útreiðslur-
nar til viðlíkahald eru
stórar, og júst tað má
verða ein orsøk til, at vit
liggja so ovarliga í hagtøl-
unum, sigur Rodmundur
Nielsen.
Samanlegging
Mentanarnevndin í Runa-
víkar kommunu arbeiðir
við í løtuni at finna loysn-
ir, so skúlaøkið verður bí-
ligari at reka hjá kommun-
uni í framtíðini. Í Runa-
víkar kommunu eru í dag
fýra skúlar. Runavíkar
kommuna umhugsar at
leggja skúlarnar í Runa-
vík, á Glyvrum, Rituvík
og Søldarfirði saman, so
raksturin bíligari og skúla-
økið verður lættari at sam-
skipa.
Borgarstjórin,
Rod-
mundur Nielsen dylir ikki
fyri, at tað er ein tung
byrða at samla allar skúl-
arnar, og tað krevur nógva
orku at finna eina hald-
góða loysn. Hann metir
kortini, at samanleggingin
er neyðug, tí raksturin er
ov dýrur at hava so spjatt
skúlaverk í kommuni
Skammast ikki
Rodmund Nielsen sigur, at
stór orka verður løgd í
skúlaøkið í kommununi.
Hann heldur, at økið er
høgt raðfest, og at komm-
unan hevur onga orsøk til
at skamma seg yvir støð-
una á skúlaøkinum.
Spurdur, um borgararnir
í kommununi eru nøgdir
við støðuna á skúlaøkin-
um, svarar borgarstjórin,
at tað kann væl hugsast, at
nøkur eru ikki heilt nøgd
um støðuna.
– Tað eru óivað borgarar
í kommununi, sum ikki
eru so glaðir um nógvu
koyringina millum skúlar-
nar, tí skúlarnir samstarva
um sergreinir, men tí mál-
inum arbeiða vit við. Vón-
andi hava vit funnið eina
loysn, áðrenn hetta val-
skeiðið er av, sigur borgar-
stjórin í Runavíkar komm-
unu at enda.
Viðlíkahald avgerandi
Borgarstjórin, Rodmund Nielsen, heldur, at íløgur í viðlíkahald á skúlarnar gjøgnum øll
nítiárini er avgjørt ein orsøk til, at kommunan liggur so ovarliga í hagtølunum yvir
skúlaøkið.
Mynd: Savnsmynd
Rætting
Í grein í blaðnum leygardagin um sunnan mat í Hoyvíkar skúla, hevur blaðmaðurin
gjørt eitt mistak. Tað varð skrivað, at Hoyvíkar skúli rindar fyri frukt og skúlabreyð
til næmingarnar í skúlatíðini, men hetta er ikki heilt rætt. Tað eru foreldrini, sum rinda
fyri sunnan matin hjá børnunnum, og ikki skúlin. Vit biðja orsaka mistakið.
blðm.
93-97
98-2002
93-2002
miðal
miðal
miðal
Tórshavnar kommuna
5.892
8.587
7.240
Klaksvíkar kommuna
6.095
11.984
9.039
Runavíkar kommuna
7.628
13.607
10.618
Tvøroyrar kommuna
9.641
14.531
12.086
Fuglafjarðar kommuna
9.051
14.111
11.581
Vágs kommuna
5.926
7.871
6.898
Miðal fyri landið
7.063
11.043
9.053
Fakta: Upphæddin, hvør kommuna nýtir upp á hvønn fólkaskúlanæming í miðal.
Stabbamynd av útreiðslunum hjá trimum størstu kommununum í landinum og miðaltalið fyri
1993-2002
Upphædd til hvønn fólkaskúlanæmingMynd av netto- og íløguútreiðsnum hjá kommununum
til fólkaskúlan í árunum 1993-2002
C
M
Y
K
19
18
www.maersk-air.fo
Bílegging hjá Maersk Air í Tórshavn á tel. 35 74 74,
og á øllum ferðaskrivstovunum kring landið.
Til Keypmannahavn . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.695,-
Til Billund . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . t/r Dkr. 1.733,-
Minst til títt Maersk Air Bonuskort
Ymiskar treytir eru galdandi. Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald á Dkr. 220,-
Jólatilboð 15. des. 2003 - 4. jan. 2004