týsdagur 18. november 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 • týsdagur • 18. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Fólkatingslimurin
hevur biðið um fund
við Bertel Haarder,
integratiónsminist-
ara, um aktuella
útlendingamálið
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Enn er endaliga avgerðin
ikki follin í málinum um,
hvørt útlendsku leikararnir
hjá VB hava loyvi at vera í
landinum ella ikki. VB fekk
fríggjadagin tilsøgn um
eina kæruviðgerð, og so
leingi sum kæran verður
viðgjørd, sleppa tær báðar
hondbóltskvinnurnar fram-
vegis at verða verandi í
landinum.
Atlit mugu takast
At meta eftir fyrru avgerð-
ini, so hevði danska útlend-
ingastýrið tó ikki stórvegis
hug at taka støðuna í júst
føroyskum
kvinnuhond-
bólti og VB við í málsvið-
gerðini, og spurningurin er
so, hvørt hetta í størri mun
kemur at telja við, nú støða
skal takast í málinum av
nýggjum.
Men í øllum førum tykist
VB nú at fáa hjálp í aktu-
ella málinum.
Torbjørn Jacobsen, fólka-
tingslimur, hevur nevnliga
biðið um fund við Bertel
Haarder,
integratións-
ministara, og tó at hann enn
ikki hevur fingið nakað
svar hesum viðvíkjandi, so
æltar Tobbi sær at gera sítt
til, at málið kann loysast
uttan at leikarar skulu send-
ast av landinum.
- Fríggjadagin sendi eg
bræv til skrivstovustjóran í
integratiónsministeriinum,
har eg bað um fund við
Bertel Haarder. Nú hevur
vikuskiftið jú verið, so enn
havi eg ikki hoyrt nakað
aftur, men eg ætli mær so at
rykkja eftir hesum, beint
sum eg komi niður mána-
dagin, segði Torbjørn Ja-
cobsen, tá vit fingu orð á
hann sunnukvøldið.
- Tað, sum eg fyrst og
fremst ætli mær, er at
greina málið út. Ikki bara
viðvíkandi VB men við-
víkjandi føroyskari ítrótt
yvirhøvur. At styrkja sær
um liðini við útlendskum
leikarum hevur í fleiri ár
verið siðvenja hjá føroysk-
um ítróttarfeløgum, og
uttan at vita nakað um ein-
støku dømini, so er jú væl
hugsandi, at onnur feløg
kunnu standa við somu
trupulleikkum, sum VB ger
tað í dag. Tað skal jú hugs-
ast um, at nevndirnar al-
oftast eru mannaðar við
fólki, sum eisini hava sítt at
hugsa um í gerandisdeg-
num, og tey hava tí hvørki
tíð ella møguleika at seta
seg neyvt inn í øll viður-
skiftini hesum viðvíkjandi.
Sjálvur havi eg verið vitni
til einstøk mál, har sam-
skiftið um innferðar- og
arbeiðsloyvi hevur kravt
einar 40 korrespondancur
aftur og fram, og tað sigur
seg sjálvt, at tað er lætt at
stígur kemur í, sigur Tor-
bjørn Jacobsen.
Politikkur í málinum
Sambært Torbjørn Jacob-
sen, so er ein partur av
trupulleikanum í øllum
málinum tann politikkur,
sum danska stjórnin hevur
sett sær fyri at føra.
- Dansk Folkeparti er jú
ein partur av stjórnini, og
tey hava í øllum førum
sínar avgjørdu meiningar
um
innflytarapolitikkin.
Kanska er ikki hent so
nógv, sum tey kundu hugsa
sær á økinum, men ein máti
at bremsa uppá er at seinka
málsviðgerðini, og tað er
tað, sum tykist henda í
løtuni. Verður málsviðgerð-
in og tung at fáast við hjá
vanliga borgaranum, so
sigur tað seg sjálvt, at fleiri
setast aftur.
- Men júst støðan við
ítróttarfólkum er eitt sindur
øðrvísi. Og tað er nakað
sum eigur at verða tikið
upp politiskt. Kanska við
slíkari kunngerð, sum danir
hava, ið loyvir einari meira
smidligari skipan, tá tosað
verður um m.a. ítróttarfólk.
Tað er so í øllum førum
nakað, sum ikki skuldi alt
ov langa tíð at greitt, um
viljin er til tess.
Umframt politiska virkið
sítt, so telist Torbjørn Ja-
cobsen eisini millum teir
mongu føroyingarnar, sum
hava ein brennandi áhuga
fyri ítrótt. Í gerandisdeg-
num er hann íðin GÍ-við-
haldsmaður, og avrik hans-
ara á fimtu-deildarliðnum
hjá NSÍ verða ofta havd á
munni har um leiðir, og
hartil er okkurt gullmerki í
hondbólti eisini í savninum.
Ti er einki løgið í, at hann
eisini hevur sína fatan av,
hvønn týdning ítøkiliga
málið hevur fyri føroyskan
ítrótt.
- Fyri mær er eingin ivi í
so máta. Skulu bygdarfe-
løgini hóra undan, sum
kunnu tey ikki bara satsa
upp á sínar egnu. Re-
krutteringsgrundarlagið er
heilt einfalt ikki tað sama í
eitt nú Vági sum í Havn. At
styrkja um hópin við fræg-
um útlendskum leikarum
gevur teimum møguleikan
at vera við í toppinum, og
tað er ov galið, um alt tepp-
ið soleiðis skal skrykkjast
undan teimum, bara tí ein
málsviðgerð í útlendinga-
stýrinum
absolutt
skal
ganga somikið seint fyri
seg, sigur Torbjørn Jacob-
sen at enda.
Tobbi fer at
hjálpa VB
Torbjørn Jacobsen, fólkatingslimur, hevur eina avgjørda fatan um, hvønn týdning útlendskir
leikarar hava fyri føroyskan ítrótt
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Jákup Mørk
Tað hevur undrað fleiri, at
VB varð fyrsta felagið, sum
varð valt burtur úr teimum
trimum, sum vórðu kannaði
í samband við skrivið hjá
VÍF viðvíkjandi útlending-
um. Ikki minst tí tað gekk
rímiliga lang tíð, frá teirri
løtu, at VB varð kannað, til
løgreglan – mest sum í eini
handavend - hugdi at loyv-
unum hjá leikarunum úr
Neistanum og Stjørnuni.
Umframt skrivið frá VÍF,
so hevur ljóðað, at VB eis-
ini varð meldað fyri nýtsl-
una av útlendskum leikar-
um. Vit settu okkum mána-
dagin í samband við Lindu
Hesselbjerg, sum ivaleyst
man hava verið mest um-
rødda starvsfólkið hjá fút-
anum hesa seinastu vikuni,
men hon kundi hvørki vátta
ella avsanna, um hesi tíð-
indi vóru sonn.
- Tá talan er um konkret-
ar málsviðgerðir, so fái eg
ikki nevyt úttala meg um,
hvat er farið fram. Tað ein-
asta eg kann siga í hesum
málinum er, at talan hevur
verið um fleiri ávísingar,
sigur Linda Hesselbjerg um
málið.
Sostatt váttar hon ikki, at
nakar
beinleiðis
hevur
meldað VB, men hinvegin
staðfestir hetta eisini, at tað
ikki bert er skrivið frá VÍF,
sum hevur ligið sum grund
fyri kanningunum hjá løg-
regluni.
Annars sigur Linda Hess-
elbjerg, at orsøkin til, at
løgreglan í løtuni ikki ger
meira við málið er, at tey
fyrst vilja hava boð um,
hvat politiski viljin er í hes-
um.
- So leingi verandi lóg-
gáva er galdandi á økinum,
so mugu vit handla eftir
hesari. Er vilji til at broyta
tað politiskt, so handla vit
sjálvandi eftir nýggjum
reglum, tá hesar koma í
gildi. Í hesum førinum hava
vit kannað málini, og úr-
slitið av hesum arbeiði er
lagt fyri útlendingastýrið.
Meira enn tað er okkara
leiklutur ikki, staðfestir
Linda Hesselbjerg at enda.
Sum tað framgongur aðra
staðni á síðuni, so er nú
eisini líkt til, at politisk stig
verða tikin í málinum, og
fram til tá fer løgreglan í
øllum førum ikki víðari við
málinum.
Fleiri søgdu løgregluni frá
21
20
Nr. 219 - 18. november 2003
Norski ráðharrin í
heilsumálum kemur
til Føroyar mitt í viku
og tá fer Bill Justin-
ussen at tosa við hann
um samstarv
RÁÐHARRAVITJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðst í vikuni kemur norski
ráðharrin í heilsumálum til
Føroya at vitja í nakrar dag-
ar.
Í Føroyum skal hann hitta
føroyska starvsbróður sín,
Bill Justinussen, landsstýr-
ismann í heilsumálum.
Norski ráðharrin, Dag-
finn Høybråten, steðgar her
til sunnudagin, tá ið hann
fer avaftur landinum.
Hann er ein av næstu
monnum
Kjeld
Magne
Bondevik og summi meta,
at hann verður næsti for-
maðurin í Kristelig Folke-
parti í Noregi
Á fundinum ímillum bill
Justinussen og Dagfinn
Hoybråten, fara teir báðir
starvsbrøðurnir at tosa um
ymisk viðurskifti, ið kunnu
vera av felags áhuga.
Bill Justinussen sigur at
hann fer at tosa við norska
ráðharran um tað ikki ber
til at fáa eitt samstarv í lag
ímillum Føroyar og Noreg.
Tað, Bill Justinussen ser-
liga hugsar um, er eitt sam-
starv um fólkaheilsupolit-
ikk.
– Í Noregi føra tey ein
virknan politikk fyri at
fremja fólkaheilsuna. Tey
hava eisini stovnar, sum
fáast við gransking við tí
endamáli at fremja fólka-
heilsuna.
Hinvegin hava vit avmark-
aða orku og møguleikar í
Føroyum til gransking og
til at føra ein virknan fólka-
heilsupolitikk.
Vit hava heldur ongan
fólkaheilsustovn, ella ann-
an stovn, sum hevur til ar-
beiðis at fremja fólkaheils-
una.
– Vit hava Fyribyrgingar-
ráðið, men tað er alt mann-
að við fólkum, sum hava
annað starv sum høvuðs-
starv.
Bill Justinussen sigur, at
tað er eisini ein spurningur
um tað hevði borið til at
broytt grundarlagið undir
Fyribyrgingarráðnum, so at
tað bleiv meiri at meta sum
ein fólkaheilsustovnur.
– Tað eg fari at tosa við
Dagfinn Hoybråten um, er,
um tað ikki hevði borið til
eisini hjá føroyingum at
fingið ágóðan av teirri
gransking, sum fer fram í
Noregi á hesum øki og
ágóðan av teimum tiltøk-
um, sum teir seta í verk.
– Tað er ikki yvir at dylja,
at norðmenn eru so virknir
á hesum øki, liggja teir inni
við eini vitan, sum hevði
verið torfør, fyri ikki at siga
ómøgulig hjá okkum at
útvega okkum sjálvi.
Leygardagin hevur Mið-
flokkurin landsfund í Norð-
urlandahúsinum og har fer
norski landsstýrismaðurin
eisini at halda røðu.
Ein trý ára gamal
drongur á Økrum
verður merktur fyri
lívið, eftir at ein
hundur leyp á hann
og beit hann illa í
andlitið
LEYSGANGANDI
HUNDAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hevði tað ikki verið tað
stóra plástrið, sum gongur
eftir allari høkuni og langt
upp eftir vinstra kjálka,
hevði tað ikki verið so nógv
at lagt merki til hjá hesum
trý ára gamla smádrongin-
um, sum stendur í gongini
við einum lítlum bili í
hondini, tá ið vit lata út-
hurðina upp.
Hann er róligur og blíður
og eitt sindur smæðin. Men
tá ið vit so hava sitið eina
løtu, sigur hann spakmælt-
ur: Hundurin beyt meg!
Jú, tað er meiri enn so,
enn at tað framvegis situr í
hinum, tað sum honum var
fyri tá ið hann mikudagin
var farin ein túr við dag-
røktarmammuni.
Og hvørja ferð, hann
hyggur í spegilin, so leingi
hann livir, fer hann at verða
mintir um tann mikudagin
13. november, 2003, tá ið
hundur brádliga leyp í and-
litið á honum og beit.
Um dagarnar er hann í
dagrøkt í Sumba og hendan
mikumorgunin vóru nakrar
dagrøktarmammur og nøk-
ur børn farin ein túr í
Sumba.
Brádliga
kemur
ein
hundur úr einum bilskúri
ella undan einum lastbili,
ongin sá rættiliga, hvaðani
hann kom.
Forvitin og meinaleys,
sum smábøn eru, fór hesin
trý ára gamli og ein genta,
sum eisini var í dagrøkt,
yvir til hundin at klappa
honum, áðrenn dagrøktar-
mammurnar varnaðust.
Men tá ið drongurin so
bukkaði
seg
niðuryvir
hundin, kom róvdýrið í
hann sum eitt skot og hann
høgdi til, uttan ávaring.
Drongurin fekk ein lang-
an skurð eftir vinstra kjálka
og eftir allari høkuni. Ser-
liga er høkan illa farin, tí
har var sárið so djúpt, at
fingurin fekst í tað.
Drongurin varð alt fyri
eitt fluttur á Suðuroyar
sjúkrahús, har hann varð
seymaður aftur. Sárini vóru
so stór, at neyðugt varð at
doyva hann burtur, ímeðan
seymað varð við sjey ella
átta stingum í høkuni og í
kjálkanum. Hann lá so á
sjúkrahúsinum um náttina
og slapp heim aftur dagin
eftir.
Mamman sigur, at sárini
eru so greflig, at tað slepst
ikki undan at kemur at
ganga við arri í andlitinum
alt lívið.
Hon sigur, at hetta hendi
so knappliga, at tað var
onki, dagrøktarmammurnar
kundu gera fyri at forða fyri
tí.
Hon heldur, at hetta er
ein óhugnalig hending.
– Tá ið ein hundur legst á
ein trý ára gamlan óvita,
kann alt henda, tí eitt so lít-
ið hevur ongan møguleika
at verja seg.
– Men tað sær út til, at
hundar skulu sleppa at
ganga leysir, sum teir vilja.
Tað er sum um at hundar
hava somu støðu í Føroy-
um, sum tey heilagu neytini
hava í India: Teir skulu
ganga sum teir vilja og teir
skulu ikki rørast.
Leggjast kann afturat, at
eftir hendingina varð hund-
urin skotin.
Hetta høvi kann so brúk-
ast til at staðfesta einaferð
enn, at hundar hava ikki
loyvi at ganga leysir og at
tað er ábyrgdarelyst at lata
teir gera tað. Teir eru ikki
annað enn dýr og tað kunnu
verða heilt tilvildarligar
støður, sum føra til, at teir
leggja á fólk. Og smábørn
duga ikki at hugsa so frægt
sum tað, at tey skulu ikki
nærkast
fremmandum
hundum.
Løgreglan sigur, at tað er
avmarkað, hvat hon kann
gera
við
leysgangandi
hundar.
Í slíkum føri, tá ið hundar
bíta, er altíð rætt at melda,
tí endurtekur tað seg við
sama hundi, kann fútin
áleggja, at hundurin verður
skotin.
Tað nyttar onki at
rýma undan einum
ferðsluóhappið og
so fortelja løg-
regluni, at tú hevur
drukkið aftaná. Tað
mátti tveir
bilførarar sanna
hetta vikuskiftið
Hetta vikuskiftið var eitt
ferðsluóhapp í Havn, har
bilførarin verður skuld-
settur fyri at koyra við
kenning, hóast hann ikki
varð tikin á staðnum.
Leygarkvøldið rendi
ein bilur á Yviri við
Strond. Tá ið løgreglan
kom á staðið, var bilfør-
arin rýmdur. Men løg-
reglan tók hann seinni.
Tá metir løgreglan at
hann var so ávirkaður av
rúsdrekka, at hann verð-
ur skuldsettur.
Tað er nevniliga ein
regla til, sum vanliga
nevnist seks tíma reglan.
Hon sigur, at tann, sum
er uppi í ferðsluóhappi,
hevur
ikki
loyvi
at
drekka teir fyrstu seks
tímarnar eftir óhappið.
Ger hann tað, telur tað
sum um at hann eisini
hevði drukkið, tá ið
sjálvt óhappið hendi.
Og hendan reglan feldi
bilføraran, sum koyrdi
bilin Yviri við Strond.
Leygarkvøldið var eis-
ini eitt ferðsluóhapp á
Sandi. Men bilførarin
hevði skund, tí hann
skuldi við ferjuni til
Havnar so hann boðaði
heldur ikki frá óhappin-
um.
Men tá ið hann kom á
Gomlu Rætt, stóð løg-
reglan fyri honum og
hann verður eisini skuld-
settur fyri at koyra við
kenning.
Leggjast kann afturat,
at bilførarar, sum eru or-
søkin til eitt ferðslu-
óhapp, skulu boða frá.
Vanligt vikuskiftið
Annars var talan um eitt
vanligt vikuskiftið hjá
løgregluni í Havn. Trígg-
ir mans gistu í brumm-
uni, tí teir vóru so fullir,
at teir klára seg ikki
sjálvar.
Ein fullur maður, elvdi
til skaða á ein bil í mið-
býnum, tá ið hann spark-
aði hann. Hann viðgekk
seg sekan og rindar skað-
an aftur sjálvur.
Ein vørubilur varð eis-
ini stolin. Í bilinum var
nógv virðismikil útgerð
til edv og annað. Men
bilurin varð funnin aftur í
øllum góðum uti á Argj-
um beint eftir at hann var
eftirlýstur í Útvarpinum
sunnudagin.
Smádrongur bitin í andlitið av hundi
Hesin trý ára gamli smádrongurin av Økrum fór í sínum sakloysi yvir til ein hund at klappa
honum. Men hundurin leyp á og beit hann, so at hann fekk ein skurð um alla høkuna og langt
upp eftir kjálkanum
Norskur ráðharri vitjar Føroyar
Feldur upp á seks
tíma regluna
Fríggjadagin
kemur norski
ráðharrin í
heilsumálum til
Føroya at vitja
Bill Justinussen.
Teir báðir fara
at tosa um
samstarv
ímillum
Føroyar og
Noreg
C
M
Y
K
20