týsdagur 18. november 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 18. november 2003
23
Heimsins mætasti telvari, Garry Kasparov, 40, hevur
enn einaferð valt at bjóða sterkasta talvforritinum í
heiminum av. Kasparov sigur sjálvur, at hann kennir
tað sum hansara uppgávu og skyldu, sum sterkasti
telvari í heiminum, at verja mannaættina móti tí
alsamst skjótu og vælútviklaðu tøknini. Ein rættilig
stór byrða at bera á herðum sínum, men somuleiðis
eisini ein djørv og umráðandi avgerð hjá Kasparov fyri
okkum onnur sum fylgja við í spenningi.
Seinast hann leikti móti telduni var í januar mánaða.
Tann dysturin endaði 3-3. Kasparov hevur sum sagt
aftur valt at taka avbjóðingina upp, í einum dysti, ið
fevnir um fýra talv. Í skrivandi løtu er triðja talvið, sum
bleiv leikt sunnukvøldið, júst liðugt. Lat okkum fara
aftur til fyrsta talvið: Kasparov fekk ein fyrimun við
hvíta fólkinum, men Fritz vardi væl og fekk eitt
kontraálop sum gav ævigt skák, og harvið javnleik. Í
seinna talvinum leikti Kasparov heldur ótraditionelt
við svarta fólkinum, fekk javnað út, fyri síðani at leika
ein avgerandi feil í miðspælinum. Leikar tú bara ein
evarska lítlan feil móti Fritz, tapur tú við 100% vissu.
Kasparov hevur eina mentala styrki, sum er ólík
nøkrum øðrum. Hann kemur altíð aftur. Og sunnu-
dagin vann hann eitt einastandandi flott talv, sum tit
síggja niðanfyri. Kasparov leikti stillisliga seg til
sigurs. Fritz kundi einki gera. Støðan er tískil 1,5 —
1,5 undan seinasta talvinum í dystinum, sum verður
leikt í dag, týsdagin 18. novembur.
Her er talvið.
Kasparov,G (2830) - X3D FRITZ
X3D Match New York USA (3), 16.11.2003
1.Rif3 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 d5 4.d4 c6 5.e3 a6 6.c5
(Áhugavert. Tað hevur víst seg at slíkar finnuupp-
stillingar eru optimalar ímóti teldum) 6...Ribd7 7.b4
a5 8.b5 e5 9.Fa4 Fc7 10.Ba3 e4 11.Rid2 Be7 12.b6
Fd8 13.h3 0—0 14.Rib3 Bd6 (Ein skuldi trúð at
teldan hevur humor! Um Kasparov tekur bispin,
verður frúgvin fangað við Rixb6) 15.Rb1 Be7 (Hvat
var endamálið við Bd6..?) 16.Rixa5 Rib8 17.Bb4 Fd7
18.Rb2 Fe6 19.Fd1 (Kasparov hevur nú eina gjølla
ætlan. Næstu mongu leikirnir eru djúpir og helst eisini
avgerandi. Svartur hevur og fær einki mótspæl)
19...Rifd7 20.a3 Fh6 21.Rib3 Bh4 22.Fd2 Rif6
23.Kd1! (Kongur skal yvir í hitt borðið) Be6 24.Kc1
Rd8 25.Rc2 Ribd7 26.Kb2 Rif8 27.a4 Rig6 28.a5
Rie7 29.a6! (Fyri at koma víðari. Støðan er í forvegin
læst, upp má loysast) 29...bxa6 30.Ria5 Rdb8 31.g3
Bg5 32.Bg2 Fg6 33.Ka1 Kh8 34.Ria2 Bd7 35.Bc3
(Kasparov flytur fólkið sítt til tey optimalu plássini)
35...Rie8 36.Rib4 Kg8 37.Rb1 Bc8 38.Ra2 Bh6
39.Bf1 (a6 finnan livur ikki leingi aftrat) 39...Fe6
40.Fd1 (Tíðarneyðin yvirstaðin, og støðan vunnin)
40...Rif6 41.Fa4 Bb7 42.Rixb7! Rxb7 43.Rixa6 Fd7
44.Fc2 Kh8 (Týpiskur telduleikur. Tá hon ikki veit
hvussu hon kann betra um støðuna, flytur hon
onkuntíð meiningsleysar leikir) 45.Rb3
Endalig støðumynd
Fritz gavst. Kasparov hevur finnu meir, fær a-linjuna
eftir Rba3, Rib4, og svartur tapur spakuliga 1—0
Bæði í Føroyum og í
Danmark blivu fyrstu
umførini leikt um
vikuskiftið. Í heim-
ligu kappingini hendi
einki stórvegis
óvæntað, men í Dan-
mark liggur føroyska
talvfelagið á einum
flottum deildum
triðja plássi eftir
fyrstu tvey umførini
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Manningarnar í 1. deild eru
áhugaverdar í ár. Eitt nú
hava hvalvíkingar fingið
Rógva W. Rasmussen í sín
part, og ilt er at meta um
nakran ávísan favoritt at
vinna FM-heitið. Havnar-
menn høvdu, hóast teir
vunnu, eitt skert lið um
vikuskiftið. Ivamál er um
hvussu nógv Martin Poul-
sen verður við teimum í ár.
Hann ætlar sær nevnliga at
telva nógvar kappingar
kring Evropa í næstum.
Javnt eftir 1. umfar
Allir tríggir dystirnir í 1.
deild í føroysku liðkapp-
ingini endaðu 2,5 — 1,5.
Í Havnini vunnu verandi
føroyameistararnir á tofta-
monnum. Toftamenn vóru
eins og havnarmenn nakað
skerdir. Jens Kristian Han-
sen leikti ikki við sunnu-
dagin, og tí eru toftamenn
helst eisini nøgdir við
hálvtannað stig. Topptalvið
endaði við javnleiki millum
Olaf Berg og Boga Ziska.
Torkil Nielsen gjørdi bart
við svarta fólkinum móti
Ólavi Simonsen. Torført er
at vinna á Ólavi, serliga við
svarta
fólkinum,
men
Torkil hevur taktisk evnir
sum fáur, og vann hann eitt
gott talv. Bróður Torkil,
Sonnie Nielsen, fekk eisini
eitt gott úrslit. Hann hevði
fyrimun í endatalvinum
móti Rana Nolsøe, men
klaksvíkingurin stríddi seg
til javnleik. Klaksvíkingar
vunnu tó tepran sigur á
sandavágsmonnum, við at
vinna á triðja og fjórða
borði.
Í Kollafirði vann heima-
liðið tepran sigur á hval-
víkingum. Hans Kristian
Simonsen og nýggi mað-
urin
á
hvalvíksliðnum,
Rógvi
W.
Rasmussen,
leiktu javnt. Tann støðugi
Finnbjørn
Zachariassen
leikti ikki við í dag á hval-
víksliðnum, og tað kostaði
helst eisini sigurin. Einkul-
túrslit úr øllum dystunum
og støðan kann lesast aðra-
staðnis í blaðnum í dag.
2. deild
Eins og í 1. deild, endaði
allir dystirnir í 2. deild við
somu siffrum. 3-1 varð
felagsúrslitið í 1. umfari.
HT2, KT2 og VT vunnu
sínir dystir á ávíkavist
KTF2, RT og VT2. IM
John Rødgaard sum aftur í
ár telvar við vestmenningu,
telvaði tó ikki hetta viku-
skiftið.
Góð byrjan í donsku
1. deild
Leygardagin tók føroyska
talvfelagið í Keypmanna-
havn fyrsta takið í bestu
donsku deildini. Vónirnar
vóru góðar undan dystinum
móti Nørresundby, sum eru
eitt petti lægri styrkismettir
enn føroyingarnir.
Tendensurin varð frá
fyrsta leiki góður. Telvarar-
nir á føroyska liðnum løgdu
væl út, nærum allir høvdu
tamarhald og fyrimunir í
talvunum, og skjótt skolaðu
stigini inn. Norski stór-
meistarin á liðnum Einar
Gausel hevði tó eina heldur
keðiliga støðu, og valdi at
taka av javnleikstilboðnum.
Tá roykurin hevði lagt seg,
hevði føroyska liðið leikt
seg til ein góðan 5,5 — 2,5
sigur. IM Nikolaj Borge,
John Arni Nilssen, Flóvin
Tór Næs og Carl Eli Nolsøe
Samuelsen vunnu, meðan
GM Gausel, Heini Olsen
og Heini Danielsen leiktu
javnt. Eyðun Nolsøe tapti
tíverri eftir ein avgerandi
feil í einari annars vinnandi
støðu.
Sunnudagin varð mót-
støðuliðið SK 68 úr Århus,
sum er eitt javntsterkt lið
samanborið við tað før-
oyska. Úrslitið gjørdist 4-4.
Einar Gausel, Heini Olsen
og Carl Eli Nolsøe Samuel-
sen vunnu síni talv, meðan
John Arni Nilssen og Heini
Danielsen leiktu javnt.
Alt í alt tvey góð úrslit
um vikuskiftið, sum við-
førir eitt deilt triðja pláss
við 9 1/2 stigum av 16
møguligum
í
fremstu
donsku deildini. Triðja
umfar verður 7. desembur,
og tá hittur føroyska felagið
danmarksmeistarunum
seinastu trý árini, Helsinge.
Fylgið við á
www.dsu.dk/division/div42
/divi42.htm
1. deild, 1. umfar
ST
KTF
1,5-2,5
Torkil Nielsen
Ólavur Simonsen
1-0
Sonni Nielsen
Rani Nolsøe
0,5-0,5
Jónfinn Thomsen Tummas M. Anthoniussen
0-1
Gutti Petersen
Ingolf Gaard
0-1
HT
TT
2,5-1,5
Olaf Berg
Bogi Ziska
0,5-0,5
Herluf Hansen
Wensil Højgaard
1-0
Jógvan Joensen
Helgi Joensen
0-1
Óli Joensen
Justinus Hansen
1-0
KT
TFS
2,5-1,5
Hans Kristian
Simonsen
Rógvi W. Rasmussen
0,5-0,5
Torbjørn Thomsen Martin Brekká
1-0
Eyðálvur
Johannesen
Sámal Christiansen
1-0
Grettir Djurhuus
Gunnar Joensen
0-1
Liðtelving
Støðan 1. deild
1. KTF
2,5
2. HT
2,5
3. KT
2,5
4. ST
1,5
5. TT
1,5
6. TFS
1,5
2. deild - úrslit
KTF2
HT2
1-3
RT
KT2
1-3
VT
VT2
3-1
Støðan 2. deild
1. VT
3
2. KT2
3
3. HT2
3
4. VT2
1
5. RT
1
6. KTF2
1
Kasparov vs X3D Fritz
23
22
Nr. 219 - 18. november 2003
Fyrrverandi VB-
venjarin, Dragan
Kovacevic, kemur til
Føroya í vikuni, og
fríggjadagin skal
hann fyri fyrstu ferð
royna at venja HB-
leikararnar
HB-VENJARIN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt av feløgunum í bestu
fótbóltsdeildini, sum enn
ikki hevur sett venjara til
komandi kappingarár, er
HB.
Sum tvífaldur meistari og
komandi 100-ára føðingar-
dagsbarn, vóru tað annars
mong, sum roknaðu við, at
hetta var ein lutur, sum
reyð/svarta høvuðsstaðar-
liðið fór at loysa alt fyri
eitt, men enn tykist leiðslan
í felangum ikki hava skund-
að sær alt ov nógv í so
máta.
Heldur hevur denturin
verið lagdur á at tryggja
sær leikarahópin, sum hev-
ur vunnið gullið til høldar
tey bæði seinnu árini, og í
so máta er komið heilt
langt. Enn resta undirskrift-
irnar hjá trimum leikarum,
men í øllum hesum førun-
um er tó felags, at tað man
vera ivasamt, um leikarar-
nir eru í landinum til ta tíð.
Teir tríggir eru Tór-Ingar
Akselsen, sum møguliga
fer til Noregs komandi ár,
Andrew av Fløtum, sum í
løtuni bíðar eftir danska
Fremad Amager og so Jan
Christian Dam, sum í løtuni
er í Danmark, og annars
ivast í, um talan yvir høvur
verður um fótbólt í fremstu
røð aftur. Og at felagið so
eisini hevur fingið tilgongd
av Jákup á Borg man ikki
gera ætlanirar í sigursvanda
felagnum minni.
Ósemja skilti frá VB
Og nú er so líkt til, at eisini
venjaraspurningurin kemur
upp á pláss. Í vikuni kemur
jugoslaviski Dragan Kova-
civic til landið, og eftir ætl-
an skal hann royna at venja
við
liðnum
komandi
fríggjakvøld.
Hetta
tó
sjálvandi treytað av, at
neyðugu pappírini eru í
lagi.
Hóast tað ikki munnu
vera øll, sum bera kenslu á
navnið, so hevur Dragan tó
áður virkað sum venjari í
Føroyum. Fyri tveimum
árum síðani var hann venj-
ari hjá VB tey fyrstu sjey
umførini, og tó at hann tá
varð sekkjaður, so tóktist
orsøkin til hetta ikki vera
ódugnaskapur ella vænt-
andi førleiki. Einamest
mundi trupulleikin vera, at
tann politikkurin, sum hann
av leiðsluni varð settur at
gjøgnumføra, ikki samsvar-
aði við fatanina, sum leik-
ararnir á besta liðnum
høvdu av støðuni, og við
teimum
grundleggjandi
mununum, sum soleiðis
vóru, varð samstarvið at
enda annulerað.
Vit fingu orðið á HB-for-
mannin, Birgir Enghamar,
mánamorgunin,
men
í
verandi støðu vildi hann
ikki gera viðmerkingar til
tíðindini.
UMBERING
Jákup Mørk
Í fríggjadagsblaðnum her
fyri snúði forsíðan á blað-
num seg um útlendinga-
málið, sum í løtuni er í før-
oyskum ítrótti.
Í hesum sambandi høvdu
vit valt at nýta eina so-
nevnda myndacollagu við
útlendskum leikarum úr
fót-, flog- og hondbólti.
Tann myndin er av onkr-
um uppfata sum um trupul-
leikar eru við pappírum hjá
teimum leikarum, sum
vóru á myndini, og skulu
vit gera vart við, at tað var
tað ikki.
Har
skuldi
sjálvandi
staðið, at talan var um mo-
dellmynd, og at eingin av
ítróttarfólkunum á myndini
var íblandað aktuella málið
um útlendskar leikarar.
Hesin teksturin var tó
ikki á forsíðuni, og tekur
yvirritaði fulla ábyrgd av
hesum, og vil eg samtundis
biðja lesarar og viðkom-
andi ítróttarfólkini um um-
bering fyri mistakið.
HB- og landsliðsleik-
arin bíðar í løtuni
eftir, hvørjum út-
spælið Fremad Amag-
er fer at koma við
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru nú úti við ein mán-
aður síðani, at Andrew av
Fløtum fór til Danmarkar at
royna seg hjá Fremad
Amager. Hetta er felagið,
sum í heyst gjørdi sáttmála
við Jann Inga Petersen úr
B68, og nú røkist so kanska
fyri, at enn ein føroyskur
landsliðsleikari verður at
síggja á liðnum.
- Nú er vetrarsteðgurin
komin hjá liðnum, so í
løtuni gangi eg einamest og
bíði. Eg vandi tó við lið-
num í einar tríggjar vikur,
og samanumtikið haldi eg
sjálvur, at hetta mundi
ganga á góðari leið. Vit
hava so avtalað, at vit skulu
tosa saman aftur, og koma
teir við einum hampuliga
góðum tilboði, so rokni eg
við, at eg taki av, sigur
Andrew av Fløtum.
Spurdur um støðið í fe-
lagnum, heldur Andrew, at
tað á ongan hátt er ræðandi.
- Sjálvandi er tað munur
á, tá tú hvønn dag spælir á
grasi, men sjálvur haldi eg
so ikki, at talan er um eitt
lið, sum langt omanfyri tey
bestu
føroysku
liðini.
Tvørtur ímóti rokni eg við,
at sterkastu liðini í heim-
ligu kappingini uttan stór-
vegis trupulleikar høvdu
staðið seg í deildini.
Hetta
seinasta
kundi
kanska bent tann vegin, at
ikki er so øgiliga áhugavert
hjá einum føroyskum leik-
ara at skifta til lið í donsku
1. deild, men hesum er
Andrew tó ósamdur í.
- Tað snýr seg eins nógv
um, at tú her niðri hevur
størri møguleika at gera
vart við teg. Fyri tað um tú
spælir væl í føroysku lands-
kappingini, er ikki víst, at
nakar uttan fyri Føroyar
leggur tað til merkis. Her
eru sannlíkindini fyri tí í
øllum førum størri, og so
veit mann ikki, hvat kann
spyrjast burturúr.
Her heima hevur nakað
verið tosað um, at ein
leikari sum Andrew í løtuni
gongur
uttan
sáttmála.
Fleiri onnur feløg enn HB
eru sett í samband við
hann, men sjálvur tykist
leikarin ikki hugsa stór-
vegis um hetta.
- Nú skalt tú aldrin siga
aldrin, men sjálvur rokni eg
við, at fari eg aftur til
Føroyar at spæla, so verður
tað sum HB’ari. Tað er í
øllum førum soleiðis, eg
kenni meg, og tað er ikki
nakað, sum broytast so-
leiðis uttan víðari, sigur
hann at enda.
Kemur Fremad Amager við
einum hampuliga góðum
tilboði, so roknar Andrew av
Fløtum fyri vist, at hann fer
at taka av
Myndin var tilvildarlig
HB-venjarin er ávegis
Andrew í bíðistøðu
Myndacollagan á forsíðuni í
fríggjadagsblaðið okkara.
Undir myndunum skuldi
sjálvandi staðið, at talan
var um modellmynd, og at
eingin av ítróttarfólkunum
á myndini var íblandað
aktuella málið um
útlendskar leikarar
C
M
Y
K
22
www.smyril-line.fo
Í SAMBAND VIÐ, at miðað verður
ímóti fyrsta floks undirhaldi um-
borð á Norrönu fyri summarið
2004, so fara vit við hesi lýsing at
heita á tónleikabólkar, stórar sum
smáar, yngri sum eldri og innan øll
tónleikasløg at gera vart við seg
sum skjótast, so møguligt sam-
starv kann fáast í lag. Somuleiðis
verður lýst eftir plátuvendarum,
skemtarum og undirhaldarum í
breiðastu merking at undirhalda
børnum og/ella vaksnum.
Áhugaði biðjast venda sær til Rúnu á Heygum á
telefon 34 59 00 – ella umvegis teldupost á:
runah@smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Tónleikabólkar,
skemtarar o.o.