Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 18. november 2003 25 Neistin hevði allar møguleikar at leggja sjógv niður til kappingarneytarnar, men í seinna hálvleiki varð ov nógv tveitt burtur, og tað dugdu strandingar at gera sær dælt av HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at Kyndil púra óvænt- að hevði tapt fyri hoyvík- ingum leygardagin, stóð greitt undan dystinum mill- um Neistan og StÍF greitt, at ein vinnari í hesum dyst- inum slapp at leggja seg á odda í bestu deildini. Ikki tí at hetta mundi gera so nógvan mun í hugburð- inum hjá leikarunum til dystin. Sum verandi odda- lið var einki at ivast í, at Neistin fór eftir sigrinum, og eins greitt mundi vera, at meistararnir av Strondum ikki vildu lata sær lynda annað enn ein sigur. Sterkir útlendingar Men fyrstu longu løtuna var tó als ikki líkt til, at StÍF skuldi fáa nakað burt- ur úr dystinum. Við trýsti yvir alla breiddina á liðnum eydnaðist sera væl hjá Neistanum at taga mót- støðuverjuna sundur, og serliga hjá Blagoje Buha lá eisini væl fyri at faa nakað burturúr hesum trýsti. Har- til kom eisini, at Neistin í málinum hevði ein sera væl upplagdan Zeljko Jotic, sum tóktist at taka sær av tí allar mesta, sum stranding- arnir tveittu eftir honum. Sum hálvleikurin leið tóktist leiðslan hjá Neistan- um bara at vaksa. Strand- ingar stríddust við at halda bara so nøkunlunda fast i oddaliðnum, og hetta so eisini á tann hátt, at tað framvegis bert vóru fýra mál á muni, tá farið varð til hálvleiks. Og tað var skjótt at stað- festa, at strandingar høvdu fingið skil upp á liðið, nú seinni hálvleikur byrjaði. Alt fyri eitt fóru teir undir at taka Neistan aftur, og teir bláðu vóru sum steinrunnir, nú mótstøðan brádliga tóktist so nógv harðari, enn hon hevði í fyrra hálvleiki. Serstakliga var tað verju- partin, sum StÍF hevði fingið skil uppá. Tað eydn- aðist nú liðnum at skugga Buha, soleiðis at hesin ikki fekk pláss til fótfimu fint- urnar, har hann kundi seta leikarar av, og mitt fyri fekk Dragisa Stojovic als ikki sama pláss, sum hann hevði fingið fyri steðgin. Og sum so ofta sæð fyrr, so smittaði betraði verjuparturin av til álopið. Ikki minst í avslutn- ingunum, har tað nú brád- liga lá so nógv betri fyri hjá øllum at skjóta móti Jotic, sum tó heldur ikki fekk somu hjálp frá verjuni, sum hann áður fekk tað. Umskipan hjálpti At Neistin so kortini megn- aði at halda fast í dystinum fyrsta korterið eftir steðgin, komst at kalla bert av einari einstakari orsøk. Liðið er nevnliga ikki eins tengt at avrikunum hjá einstøkum leikarum, sum teir vóru tað í fjør. Hóast Bæði Buha og Stojovic nú fingu nógv minni pláss, so vóru tað aðrir á liðnum, sum megn- aðu at skora, hóast marker- ingarnar sótu í krovunum á leikarunum. Serstakliga Áki Mørk megnaði at gera um seg, tá hann fleiri ferðir steinaði bóltarnar í kassan úr ymsum vinklum, men líkt var tó til, at hetta takið kostaði fitt av kreftum, og um miðjan hálvleikin leyp StÍF avstað. Og við trimum málum á odda innan seinastu tíggju minuttirnar, kundu strand- ingar so fara undir at koyra sigurin heim. Takið á mót- støðuni varð ongan tíð slept, og skal rætt vera rætt, so gjørdu teir bláu tað held- ur ikki serliga nógv truplari hjá strandingunum at halda fast. Hóast tíggju minuttir eru long tíð í hondbólti, so tóktust fleiri av neistaleik- arunum nevnliga fullkomu- liga at taka høvdið burtur hesa seinastu løtuna. Held- ur enn at geva sær og lið- num ta tíð, sum var neyðug, fyri at finna møguligar skotmøguleikar, so royndu leikarar ístaðin ferð eftir ferð at avgera tingini einsa- mallir, og úrslitið var eyð- sæð. Talan bleiv í allar flestu førum um skotroynd- ir úr kroystari støðu, og við Marian Cirloganescu í málinum er lítil nytta í at skjóta, um skotini ikki sita rætt. Serstakliga var Dra- gisa Stojovic stóri syndarin í hesum, men hinvegin kann so leggjast afturat, at liðfelagar hansara ikki gjørdu stórt til tess at spjaða skothóttanina á lið- num hesa løtuna. Verður betri Tí eydnaðist tað at enda StÍF at koyra ein rímiliga tryggan sigur heim. Ikki tí teir á nakran hát megnaðu at renna móstøðuna heilt um koll, men Neistin fekk ongan tíð togað seg heilt upp á javnleikin, og tá Bent Djurhuus so í seinasta sekundinum kundi avgera dystin, vóru stigini vís. Og við sigrinum slapp StÍF sær upp á fremsta plássið í deildini, nú bæði havnarfeløgini vóru fyri tapi, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at tað eru rúm fyri fleiri betranum í spælinum. Ikki minst í breiddini í álopsspælinum, har tað framvegis tykist so, at alt ov stórur partur av skothóttanini hvílir á Sveini Justinussen. Her hava strandingar annars eisini fleiri aðrar leikarar, sum kunnu átaka sær hendan leiklut. Millum annað pápabeiggjan hjá Sveini, Sverra, men enn er tó líkt til, at hann skal hava nakað av tíð at venja seg við ferð- ina og organisatiónina, sum er á einum oddaliði. Hvussu long tann lærutiðin skal verða, er ilt at siga, men longu komandi viku- skifti er aftur oddadystur á skránni hjá StÍF, tá Kyndil kemmur á vitjan. Hjá Neistanum verður eisini talan um brak kom- andi vikuskiftið. VÍF fekk kanska nakað av tiltrongd- ari ferð á sítt spæl, tá teir um vikuskiftið vunnu á KÍF eftir tríggjar ósigrar á rað. Tann fyrsti av hesum var fyri júst Neistanum, og einki er at ivast í, at teir bláu skulu spenna seg heilt nógv út, um tað ikki skal eydanst vestmenningunum at hevna hetta tapið kom- andi sunnudag. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 25-27 (15-11) Málskúttar Neistin: Blagoje Buha 10(5), Áki Mørk 6, Dragisa Stojovic 5, Ári Rouch 2, Dann Thorleifsson 1, Helgi Michelsen 1 StÍF: Alexandur Johansen 7(3), Sveinur Justinussen 7, Mihai Marinescu 5, Bent Djurhuus 2, Artur Johansen 2, Andre F. Danielsen 2, Jón Rasmussen 1, Sverri Justinussen 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 6 Útvísingar: Neistin 6, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Sýndu heilt greitt, at tað er ein trupulleiki, tá dómarar døma tveir tættar dystir á rað. Ikki tí at talan var um nakran vánaligan dyst, men tóktust ikki hava somu orku at skera ígøjgnum, sum teir vanliga hava. Neistin-StÍF 25-27 (15-11): Meistararnir á odda Ragnar Stakksund hart kroystur millum tveir strandingar. Serliga í verjupartinum riggaði væl hjá meistarunum seinna hálva tíman, og var tað fyrst og fremst í hesum, at avgerðin um stigini fall Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 219 - 18. november 2003 Hondbóltssambandið arbeiðir framvegis við at fáa eitt føroyskt kvinnulandslið, og í løtuni tykist hesar ætlanir meira ítøki- ligar, enn tær leingi hava verið KVINNULANDSLIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Landsliðsvenjari: Søkt verð- ur eftir venjara til kvinnu- landsliðið í hondbólti. Soleiðis ljóðaði ein lýs- ing her í lýsingartorginum herfyri, og er tað Hond- bóltssamband Føroya, sum stendur sum avsendari. Hevur staðið í stað Kvinnulandsliðið er annars nakað, sum tøgn hevur ver- ið um í HSF hampuliga leingi. Liðið tók annars lut í einari einstakari undan- kapping, har liðið spældi móti Svøríki. Talan var tað ferðina um eina blandaða uppliving, har serliga seinni dysturin gav greið tekin um, at her var nakað at byggja uppá. Venjarin ta ferðina, Sop- hus Dal-Christiansen, varð tó stutt eftir hetta settur í starv hjá Neistanum. Jón- leif Sólsker varð ístaðin settur í sessin, men eftir at hann fyri nærum tveimum árum síðani mátti takka fyri seg av arbeiðsávum, hevur millum lítið og einki veri at hoyrt um hetta. Útmeld- ingarnar frá HSF hava alla tíðina verið, at arbeitt verð- ur við málinum, men úrtøk- an í hesum hevur tó verið millum lítil og eingin. Ítøkiligar ætlanir Nú er tó broyting komin í í so máta. Svein Rógvi Niel- sen, nevndarlimur í HSF og venjari hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni, sigur í øllum førum, at talan hesaferð er um eina ítøkiliga ætlan. - Vit eru í øllum førum samdur um, at nú eigur arbeiðið við einum kvinnu- landsliðið veruliga at fara ígongd. Fyrsta stigið er sjálvandi at seta ein venj- ara, og tí er so handan lýs- ingin komin í. Fíggjarliga eru vit tó nakað avmarkað- ir, so talan verður ikki um at fara út um landoddarnar at leita, men vit vænta og vóna, at tað ber til at finna hendan í Føroyum. Og sambært Svein Rógva, so hevur ein kom- andi landsliðsvenjari nakrar ítøkiligar uppgávur at síggja fram til. - Vit eru í fleiri førum bodnir til kappingar av ymsum slag, og tað sum liggur fremst í huganum í løtuni er sonevnda Chal- lenge-Cup kappingin. Hetta er ein kapping millum kvinnulandslið, sum ikki hava møguleika at standa seg millum tey sterkastu, men har vit hinvegin sleppa at spæla dystir móti tjóð- um, sum eru meira álíkar okkum í styrki. Kappingin verður hildin á triðja sinni í apríl mánaði komandi, og tó at tað enn ikki er greitt, hvar hon veðrur, so hava vit ætlanir um at vera við í hesum. - Hartil arbeiða vit eisini við eini norðuratlantiskari kapping í kvinnuhondbólti. Tað vil siga, at vit saman við Íslandi og Grønlandi koma at hava eitt aftur- vendandi tiltak, og er tað okkara vón, at HSF sum fyrsta sambandið kann skipa fyri slíkari kapping, sigur Svein Rógvi at enda. Ikki er tað oftani, at vestminingar spæla botnuppgerð, men tað vóru kostirnir í grannauppgerðini í Hoyvíkshøllini ímóti KÍF HONDBÓLTUR Hermann Mortensen Dysturin fer ikki í søguna sum ein av teimum bestu - kanska fer hann bara í søg- una. Tað stóð greitt undan dystinum, at bæði liðini skuldu vinna. Fyri kollfirð- ingar var tað umráandi at vinna fyri ikki at liggja einsamallir í botninum við ongum stigi, tí H71 vann sín dyst leygardagin. Hjá vestminingunum stóð á gomlum nøglum, tí teir hava tapt teir síðstu tríggjar dystirnar, og ætlaðu teir framvegis at vera við í odd- inum so skuldi dysturin vinnast. So fortreytirnar fyri einum góðun og spenn- andi dysti vóru til staðar. Sjálvsálitið restar Lat tað verða sagt beinan- vegin, at dysturin var ikki góður og spennandi. Hann bar brá av, at talan var um tvey lið við lítlum sjálvs- áliti. Tað var annars VÍF, sum legði betri út og fekk eina greiða leiðslu, men teir megnaðu ikki at varðveita leiðsluna, tí annað hvørt lorkaðu teir bóltin burtur ella skutu teir ov illa. KÍF kom so hvørt aftur í aftur, og ta einu løtuna stóð á jøvnum. Men tá farið var til hálvleiks, vóru vestmenn- ingar á odda 17-15. Seinni hálvleikur var lítið frægari enn hin fyrri, men tað var enn VÍF, sum stóð fyri spælinum og ikki gekk long tíð, áðrenn vestmenn- ingar høvdu vunnuð sær so mikið greiða leiðslu, at kollfirðinga ikki megnaðu at koma aftur í aftur. Enda- liga støðan gjørdist 31-25 til VÍF Munur á liðum KÍF er niðast við tveimum stigum, og tað er ikki av tilvild, at so er, tí teir hava alt ov fáar streingir at spæla uppá. Tað liggur ein sera stór ábyrgd á skjúttanum Damir Oros, og tá illa gongst hjá honum, so er ikki nógv hinir kunnu gera. Tað eru einfalt ov fáir skjúttar á liðinum, og tað sást eisini, at tá ið VÍF fekk vart fyri honum, at illa gekst at skora. Eitt sum sermerkti KÍF, var at teir tveittu sera nógvar bóltar burtur í uppspælinum. VÍF hevur eitt gott lið á pappírinum. Har eru so at siga tveir spælarar á hvørj- um plássi, og teir sluppu allir at royna seg. At Ingi Olsen er við aftur er ein stórur styrkur hjá vest- menningum. Sjálvt um Ingi ikki spældi allan dystin, so skoraði hann fimm mál og legði upp til nógvar kjansir. VÍF hevur nokk tveir teir størstu skjúttarnir í før- oyskum hondbólti í Sámal Joensen og Piti Negru. Sámal Joensen var meira sjónskur, hann skeyt seks mál. Eftir dystin fingu vit orð- ið á annan av venjarinum hjá VÍF Hjalmar Klein Olsen. Hann var alt annað enn væl nøgdir við spælið hjá sínum monnum. - Vit gera alt ov nógvar feilir, og vit misnýta alt ov nógvar upplagdar mál- møguleikar, men vit fingu hóast alt tað vit komu eftir, nevnliga tvey sera týdning- armikil stig", segði Hjalmar Klein Olsen at enda. Við sigrinum er VÍF fýra stig aftanfyri oddaliðið STÍF, so enn eru ikki allar súður syftar fyri tradi- tiónsríku vestminingarnar. Men um VÍF veruliga ætlar at mynda toppin í bestu mansdeildini í ár, so skulu teir vísa nógv meira, enn teir gjørdu sunnudagin. Hjá kollfirðingum verður talan um botnstríð. Teir eru ikki á støði við hini liðini, ikki enn í hvørt fall. Dysturin í tølum KÍF-VÍF 25-31 (15-17) Málskjúttar KÍF: Damir Oros 8(4), Regin Petersen 7(1), Gert Hansen 5(1), Mirko Miinkovic 2, Petur Martin Poulsen 2, Jónálvur Jo- hannesen 1, Teitur Joensen 1 VÍF: Sámal Joensen 6, Igni Olsen 5(2), Áki G. Olsen 4, John Zachariassen 4, Agnar Joensen 4, Petur Frank Joensen 2, Harald Bjørgvin 1, Jákup S. Andreasen 1, Ólavur Brimnes 1 Brotskøst: KÍF 9, VÍF 3 Útvísingar: KÍF 6, VÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen KÍF-VÍF 25-31 (15-17): So bragdaði hjá VÍF Landsliðsvenjari søkist Hóast talan greitt var um tvey lið, sum væntaðu sjálvsálit, so høvdu gestirnir úr Vestmanna greitt yvirtak alla tíðina Mynd: Álvur Haraldsen Síðani dystirnir móti Svøríki fyri nærum trimum árum síðani, hava ongar avbjóðingar verið hjá einum føroyskum kvinnulandsliði í hondbólti C M Y K 24